So var hon her. Níggjunda Radiohead plátan A Moon Shaped Pool. Fimm ár eru liðin síðani seinast, og er hetta sostatt longsta áramálið millum útgávur hjá bólkinum. Tað eru næstan 20 ár síðani eg gjørdist fjeppari. Nakað so nostalgiskt sum eitt VHS band gjørdi munin (seinni gjørdu Radiohead ein vakran sang um VHS bond). Hetta vælsignaða VHS bandið fekk týdning summarið 1997. Tað var í teirri tíðini, tá ein upptók sjónbandaløg á rásini MTV. Eg hevði sett á "record" eitt kvøldið, og við á bandið komu trý Radiohead løg. Gjørdist serstakliga hugtikin, og skjótt hevði eg ognað mær útgávurnar hjá bólkinum. Ok Computer koyrdi á repeat allan veturin.
Í 2000 fóru vit nøkur á konsert hjá Radiohead í Keypmannahavn, við Sigur Rós sum upphiting. Tað var ræðuliga gott, og teir spældu eisini løg av tá óútgivnu Kid A (2000) og Amnesiac (2001). Hetta var ein mánað áðrenn Kid A kom út. Tann útgávan ørkymlaði meg nógv fyrstu vikuna ella tvær, men eg hekk í. Vildi vita hvat hetta var fyri nakað. Skjótt opaðust dyr inn í ein nýggjan heim, og Kid A gjørdist lykilin. Eg ummælti útgávuna á sinni. Í 2003 kom Hail To The Thief, ið lak á netið 10 vikur áðrenn útgávudato. Í ólidnari útgávu enntá. Hetta vóru Radiohead ikki fegnir um.
Í 2008 vóru vit aftur á konsert hjá Radiohead á Róarskeldufagnaðinum (Roskilde Festival). Tá var In Rainbows (2007) nýggj. Útgávuhátturin setti allan tónleikaídnaðin upp eftir enda. Sum aftursvar til m.a. Hail To The Thief lekan valdu Radiohead at kunngera útgávuna bert fáar dagar undan útgávudegnum. Eisini kundu lurtarar sjálvir velja um teir vildu gjalda fyri talgildu útgávuna. Í 2011 kom The King of Limbs meðan vit vóru í studio hjá Jens í Støkumørk, Innan Glyvur. Hesuferð var prísurin fastsettur, men henda útgávan var eisini kunngjørd bert fáar dagar frammanundan.
Nú eru fimm ár gingin, og fyri tveimum vikum síðani kom fyrsta staklagið av nýggju plátuni. Hesuferð var eg aftur í upptøkuhøli. Tó ikki Støkumørk, men í TAPF Studio í Vanløse í Keypmannahavn. Frammanundan staklagnum strikaðu Radiohead allar sínar profilar á sosialum miðlum og heimasíðan hjá teimum gjørdist so líðandi blonk. Radikalt í eini tíð har heimurin druknar í upplýsingaryvirflóð. Enn einaferð eyðmerkja teir seg við einum slóðandi og uppfinningarsomum PR átaki. Tað gekk ein vika, og so var plátan tøk í fullari longd. Eg havi sum vera man trálurtað. Her fari eg at siga eitt sindur plátuna og gera eina lag-fyri-lag gjøgnumgongd.
---
"I like beautiful melodies telling me terrible things" segði Tom Waits einaferð. Setningurin kundi lýst níggjundu Radiohead plátuna. Hetta er uttan iva róligasta og kanska eisini vakrasta plátan, ið teir hava latið úr hondum. Kortini hevur tú kensluna av, at har býr órógv, kreppa og undirgangur undir øllum vakurleikanum. Kreppan kann vera av persónligum slag (Thom Yorke og makin Rachel Owens vóru separeraði í fjør aftaná 23 ára samlív) ella av samfelagsligum slag (politisk líkasæla, demonisering av fremmandum, umhvørvisbroytingar). Tekstligu tilsipingarnar eru har í øllum førum, og eisini á ljóðsíðuni gongur meira fyri seg enn við fyrsta lurt. Alt í alt ein ótrúliga hugvekjandi pláta.
'Burn The Witch'
Eitt eyðkenni við Radiohead plátum er, at tær altíð hava eitt sermerkt byrjanarlag, ið slær tónan fyri restina av útgávuni. Um ein hyggur at undanfarnum byrjanarløgum, er tendensurin greiður: 'You', 'Planet Telex', 'Airbag', 'Everything In Its Right Place', 'Packt Like Sardines In A Crushd Tin Box', '2+2=5', '15 Step', 'Bloom'. Onkuntíð brýtur byrjanarlagið frá restini, og kortini signalerar tað eitt nýtt rák. Sama við 'Burn The Witch', ið hegnisliga sameinir col legno strúkarar og pulserandi elektronikk. Tey, ið hava fylgt við Radiohead vita, at eitt av teirra essum eitur Jonny Greenwood. Hann er yngsti limur í bólkinum, og hevur seinastu 10+ árini eyðmerkt seg sum tónaskald og filmstónaskald í serflokki. Greenwood er íblástur av modernaðum klassiskum tónaskøldum sum Olivier Messiaen og Györgi Ligeti og hevur samstarvað við bæði Kryzstoff Penderecki og Steve Reich. Hansara kenslusemi mótvegis modernismu, avantgarde og minimalismu hevur við árunum sníkt seg uppí Radiohead, og hetta klæðir bólkinum. Á nýggju plátuni samstarvar hann við The London Contemporary Orchestra & Choir. Sum nakað nýtt er byrjanarlagið hesuferð eisini fyrsta staklag av útgávuni.
'Daydreamer'
Seinna lagið á plátuni gjørdist eisini seinna staklagið. Sjónbandalagið er eftir Paul Thomas Anderson, hvørs filmar áðurnevndi Greenwood hevur smíðað tónleik til (There Will Be Blood, The Master, Inherent Vice). Hetta lagið er ein flótandi og meditativ ballada uttan trummur. Eitt sykliskt klaverspæl er miðsavnandi í lagnum, meðan analogir synth klangir leita sær inn og út úr ljóðmyndini. Til endans hoyrist eitt djúpt og "morphað" ljóð, og netnørdar vilja vera við, at um tú reversar ljóðið og koyrir tað upp í ferð, so hoyrir tú røddina á Thom Yorke siga "half of my life". Hetta verður hildið at sipað til longdina á nýliga endaða forholdinum millum Yorke og makan. Tað kann eisini sipa til hvussu leingi Radiohead hava verið til. Ella okkurt triðja. Óansæð ein sera vakur sangur.
'Decks Dark'
Her eru trummur við aftur, fyrst ein rútmuboks og síðani tær hjá Phil Selway. Kortini er eisini her talan um róligar tónar. Klaver, gittar, trummur, bassur og loopaði klaver og gittar ljóð. Brádliga kemur eitt vakurt kór uppí leikin, og sangurin fær ein yvirjarðiskan dám. Thom syngur eisini um rúmdarfør, ið sveima uppi yvir og skugga fyri sólina. "In any old life, there comes a darkness, and a space craft blocking out the sky, and there's nowhere to hide, you run to the back and cover your ears, but it's the loudest sound you've ever heard, in your darkest hour". Her er ikki nógv hóvasták, men útsetingin er allatíðina spennandi at lurta eftir. Stereomyndin er sera væl brúkt, og har ganga ting fyri seg í ávikavist høgra og vinstra oyra (plátan hóskar seg ógemeina væl til oyrabúffalurting).
'Desert Island Disk'
Eitt fólkatónleika kent lag, ið vekir hugasambond til góða gamla Nick Drake. Nick Drake var kongurin av sunnudagsplátum (plátur, ið hóska seg væl undir nálini avslappaðar sunnudagar), og tað er ikki frítt at Radiohead taka táttin upp á A Moon Shaped Pool. Eitt sindur av eyðkendum abstraktum Radiohead ljóðsveimi sníkir seg gamaní uppí ljóðmyndina, men annars er hetta totalt folk. Ræðuliga feitt og tað klæðir teimum. Trummur og bassur koma uppí, men alt er laidback og groovy. Sera feitt. Desert Island Discs er annars heitið á eini BBC útvarpssending, ið hevur koyrt síðani 40'ini.
'Ful Stop'
Meira upbeat aftur, og her eru vit í repetitivum krautrock mode! Eitt mode, ið Radiohead byrjaðu uppá afturi í Kid A døgunum. Hetta meistra teir til fulnar. Forbiðið lekkurt lag. Tvey tóna bass riff, trummuloop og dronandi analogir synth klangir omanyvir. Thom syngur ávarandi "you really messed up everything...", og ófrættakenda undirgangshuglagið tekur til í intensiteti. Miðskeiðis í lagnum koma trummurnar hjá Phil Selway og áslátturin hjá gestatónleikaranum Clive Deamer uppí leikin, og alt groovar avstað so lystiliga. Deamer er kendur frá tiltikna Bristol trip hop bólkinum Portishead, leikti við Radiohead á The King of Limbs konsertferðini og er eisini við á aktuellu konsertferðini. Boðar frá góðum. Dyrki hendan sangin.
'Glass Eyes'
Eftir meira insisterandi tónar fáa vit aftur eina vakra og undirspælda klaver og strúkara balladu. Mittasti sangur á plátuni og eisini tann styttsti. Hevur ein líknandi leiklut sum 'Faust Arp' miðskeiðis á In Rainbows. Her er tað fremmandagerðing og kuldi. Heimurin sæddur gjøgnum glaseygu.
'Identikit'
Eitt meira groovy lag, ið fekk sína live debut fyri nøkrum árum síðani. Forloysandi niðurlag við endurtøku av reglunum "broken hearts make it rain". Tað kundi ljóðað rotið hjá nógvum, men ikki hjá Thom og Radiohead. Hatta fantastiska kórið kemur aftur í aftur í hesum lagnum. Kórið hjá London Contemporary. Væl sungið og væl lagt til rættis av Jonny Greenwood. Tað má undirstrikast enn einaferð, at sangirnir eru heilt ólukksáliga væl lagdir til rættis á hesi plátuni. Har henda allatíðina spennandi ting í ljóðmyndini, og samstundis er tónleikurin róligur og ikki yvirspældur. Fantastiskt. Hesin sangurin endar forrestin við eini veruligari gittarsolo, ið Ed O'Brien spælir.
'The Numbers'
Aftur í dreymakendum og væl svingandi folk mode. Sangurin er í familju við áðurnevnda 'Desert Island Disk'. Fantastiska feitt. Loopaði klaver o.a. koyra undir kassagittara, trummum og bassi. Best sum ein heldur at tað ikki kann gerast betri, koma stórbært elegantir strúkarar uppí leikin (ein av fleiri gásarholdsløtum á plátuni). Hesin sangurin prógvar at Jonny Greenwood ikki er einasta Greenwood essið í Radiohead, tí stóribeiggin Colin Greenwood leggur ein sjúkt feitan bass undir tað heila. Og andin hjá Nick Drake, sála, sveimar so sælur í krókunum. Hvør stórt at leggja oyru til.
'Present Tense'
Hvussu ger ein framhald av einum so góðum sangi sum 'The Numbers'? Jú, við 'Present Tense', ið um møguligt er uppaftur feitari. Tað er púra galið hetta er vakurt. Rein sæla. Radiohead goes bossanova í einum psykedeliskum ovurnøgdarhorni av vøkrum kassagittarleiki, loopaðum vokalum og einum lekkrum og laidback groovi. "Distance, it's like a weapon, like a weapon of self defense, against the present, present tense". Strúkarar og kór í avmáldum nøgdum. Álvarsamt, himmalskt og forloysandi. Alt um somu tíð.
'Tinker Tailor Soldier Sailor Rich Man Poor Man Beggar Man Thief'
Saman við 'Burn The Witch' er hetta mest elektroniski sangurin á plátuni. Minnir eitt sindur um Kid A/Amnesiac dagarnar við pulserandi trummumaskinuljóðum og akkordum spældum á synthesizara. Droymandi whammy bar gittari, klaver, trummur og strúkarar leggjast afturat so hvørt, og bygt verður upp til eitt undirspælt klimaks. Elektroniska puls loopið skiftir so líðandi yvir í síðsta sang á plátuni...
'True Love Waits'
...og hetta er ikki hissini sangur. Radiohead kennarar minnast hetta avbera vakra lagið frá live útgávuni I Might Be Wrong: Live Recordings frá 2001, og annars er sangurin yvir 20 ára gamal. Radiohead hava sum siðvenju at taka eitt eldri lag við á hvørja nýggja útgávu, men at 'True Love Waits' skuldi fáa støðu sum endalag á nýggjastu útgávuni kundu tey fægstu gita sær til. Live útgávan frá 2001 er við Thom Yorke einsamøllum á kassagittar. Her er sangurin dekonstrueraður og settur saman av nýggjum við brotnum, minimalistiskum klaverakkordum og klaver loopum. Bønin í niðurlagnum hevur sjáldan havt slíka tyngd: "just don't leave, don't leave". Ein serstakliga vakur og máttmikil endi á eini fantastiskari plátu.
---
Hetta er ikki ein pláta, ið kemur loypandi út úr hátalarunum. Hartil er hon ov friðarlig og rólig. Best er at geva sær tíð at lurta og njóta. Hon er tað verd. Radiohead hava gjørt tað aftur. Ein framúrskarandi góð pláta. Góðir sangir, góðir tekstir, góðar útsetingar, góðar ljóðmyndir, gott ljóðbland o.s.fr. Av teimum níggju útgávunum plaserar hendan seg ovarlaga. Í ovaru helvt, so segði hann, og so er ikki meir at siga um tað á hesum sinni.
Comments
Post a Comment