Síðani 1970-ini hevur disco í fleiri umførum gjørt innrás á hittlistunum og myndað zeitgeistin. Poppmentanin hevur sýkliskan dám, og soleiðis er eisini við disco tónleikinum; eins og glitrandi disco kúlan undir loftinum melur disco tíðum í klingur! Mynd: wikimedia commons. |
Nýggja Beyoncé plátan Renaissance er ein bergtakandi útgáva, ið er mikið spennandi at leggja oyru til, og mong ymisk áhugaverd hugasambond verða knýtt meðan ein lurtar. Plátan er ein rundferð í svørtum amerikanskum dansitónleiki, serliga disco, house og rapp tónleiki úr síðstu seks áratíggjunum, tvs. frá 1970-unum inntil okkara tíð.
Eg havi fingist við hesi evnini í so nógvum ymsum samanhangum, og kenslan er heilt greitt tann, at ymsu træðrirnir verða knýttir á Renaissance. Í 2016 var eitt ungt og gløgt høvd í starvi í Kringvarpinum, Eir Nolsøe eitur hon og í dag starvast hon sum journalistur í Onglandi, og hon gjørdi ikki mætari enn at gera samrøðu við meg um Beyoncé í sambandi við táverandi túringina, The Formation World Tour. Í sendingini Summarmorgun enntá (tað vóru dagar...) Her var ríkt høvi at seta orð á sumt av tí, sum Beyoncé aktualiserar við síni list.
Renaissance er sjeynda Beyoncé plátan, og eg havi áður víst á, hvussu seinastu útgávurnar hjá henni hava peikað aftur á slóð í afrikanskt-amerikanskum tónleiki. Soleiðis skrivaði eg tá í sambandi við táverandi plátuna, meistaraverkið Lemonade, frá 2016:
"Heldur enn at gera sum hini og alliera seg við mest uppløgdu hittmakarar
fer Beyoncé aftur til sítt upphav. Hennara popptónleikur tekur
nevniliga støði í afrikanskt-amerikonskum tónleiki sum r'n'b, hipp hopp,
trap, bounce, soul, funk v.m. Hetta ger seg serliga galdandi á trimum
teimum seinastu útgávunum 4 (2011), BEYONCÉ (2013) og Lemonade
(2016). Her sæst ein vaksandi tónlistalig, tekstlig og visuel áherðsla á
afrikanskt-amerikanska upphavið. Framleiðararnir, ið hon arbeiðir saman
við, eru í flestu førum amerikanskir og ofta eisini av
amerikanskt-amerikanskum uppruna.
Í afrikanskt-amerikanskum tónleiki hevur áherðslan á rútmur, beats og "signifyin'"
líka stóran týdning sum vesturlendsk "hvít" parametur sum melodiur og
harmoniur. Eitt sindur groft sagt innihalda útgávurnar hjá Beyoncé bæði
drøgini: løg við “klassiskum” melodiskum dygdum og vers/niðurlag
bygnaði, og so løg, ið leggja meira dent á ein rútmiskt drivnan stíl við
íblástri úr minimalismuni innan hipp hopp, har rødd og beat eru tað
berandi."
Hetta við at sampla og interpolera (sum tað eitur, tá talan er um eitt millumting, sum ikki beinleiðis er eitt sample) er sostatt ikki nakað nýtt fyri ein artist sum Beyoncé, men júst henda tilgongdin hevur ongantíð verið so umfatandi og eyðsýnd sum á Renaissance. Tað nýggja í hesum sambandi er, at disco og house fylla so nógv á hesi plátuni, men hetta er í grundini ikki nýtt, tí disco hevur fleiri ferðir havt "revivals" - endurvekingar - síðani 1970-ini. "Renaissance" - endurburðartíð - er eisini eitt hóskandi heiti her.
Bara í 21. øld hava fleiri slíkar disco endurvekingar verið. Úr 00-unum minnast vit serliga pláturnar Confessions On A Dancefloor hjá Madonnu (2005), ið innihelt bæði samplingar og tilsipingar til ABBA, disco, house v.m., umframt hina upprunaligu og ikki minni meistarligu Daft Punk disco plátuna Discovery frá 2001, ið setti euforiskt sample disco í house hami ovast á breddan. Avstralska poppfrúgvin Kylie Minogue eigur eisini sín lut í disco revivals tá og nú, og í 2000 og 2001 kom hon við plátunum Light Years og Fever, ið báðar bendu á nu-disco bógv. Og so vóru tað nøvn sum Spiller og Modjo, ið lótu nu-disco stakplátur úr hondum hesi árini.Nýggjasta disco revival rákið byrjaði í 2020, nøkunlunda samstundis sum krúnukreppan tók seg upp kring heimin, og nøvn sum Dua Lipa, Jessie Ware, Roisín Murphy, Kylie Minogue og Doja Cat útgóvu antin fulllongdar disco plátur ella løg við týðiligum disco íblástri. Nøvn sum Drake, The Weeknd, SG Lewis og Tame Impala teljast eisini uppí henda disco revival. Í so máta leggur Beyoncé seg nokkso seint afturat hesum rákinum.
Í mun til fleiri aðrar poppstjørnur, ið dyrka disco, er tó eisini ein greið performativ politisk dimensión í tí, sum Beyoncé ger, tí Renaissance er ikki bara ein tónlistalig kveiking av disco og house tónleiki. Eins og á undanfarnu útgávunum er eisini talan um eina kveiking av hesum tónleikastílum sum distinkt svørtum amerikanskum tónleikastílum, ið knýta seg at hennara upphavi. Eins og av stílum, sum í síni tíð spruttu úr undirgrunds LGBT+ og queer umhvørvum í stórbýum í USA og vesturheiminum.Beyoncé peikar enn einaferð aftur á slóð, aftur til sítt egna upphav og til tónlistaligu røturnar, og vit eru boðin við til dans! Ein væl kurateraður søgutími, ið tú kanst dansa til? What's not to like.
Á Disco-Discourse skeiðnum lósu vit frálíkar bøkur, ið eg eisini ognaði mær og havi standandi á hyllini enn (tað eru bara hugvísindaligir nihilistar, ið selja burturav sínum lestrarbókum, so vita tit tað). M.a. Hot Stuff: Disco And The Remaking of American Culture hjá Alice Echols (2010), og Love Saves The Day: A History of American Dance Music Culture hjá Tim Lawrence (2003).
Á vári í 2020, tá krúnukreppan var í hæddini, gjørdi eg fimm sendingar um søguna hjá tí meira alternativa og undirgrundskenda disco tónleikinum, m.a. við støði í øllum hesum omanfyri, umframt aðrari nørding, ið eg havi fingist við millum ár og dag. Tað er júst hesa søgu, ið Beyoncé setur ovast á breddan á síni nýggju plátu. Frálíkt!
Disco hevur við øðrum orðum ikki havt seinasta orðið. Og her at enda havi eg hug at leita 10 ár aftur í tíðina, til hitt áðurnevnda disco revival árið 2012, har eg m.a. framførdi hetta Moroder miksið niðanfyri í Sirkus 27. juli, tvs. beint áðrenn Ólavsøku. Hetta kvøldið var Tom Selleck kapping í Sirkus, eg gjørdist nr. 2 í kappingini og aftaná diskaði eg bert tónleik, ið ein annar mikil máttukongur - dreparasnigil in spe - Giorgio Moroder, hevði framleitt. Stuttligt var - og er.
Beyoncé hevur heldur ikki havt seinasta orðið. Renaissance er ein somikið rík lurtiuppliving, at hon skal sodnast bæði væl og virðiliga. Og tá havi eg onki sagt um tað løgnu støðuna í talgildu verðini, har ein endalig tónleikaútgáva als ikki er ein endalig tónleikaútgáva. Higartil eru tvey løg av plátuni skift út vegna kritikk av málbrúki og óynsktari interpolatión. Gamaní eru broytingarnar minimalar, og løgini eru í aðrar mátar óbroytt. Men nú mugu vit vóna at júst hetta rákið ikki vindur ov nógv uppá seg. Meira verður at frætta seinni.
Comments
Post a Comment