Her kemur ein samanumtøka av tjúgu teimum bestu fulllongdarplátunum frá árinum 2022. Hetta vóru tær, sum otaðu seg framum hinar í meldrinum. Gerið so væl.
Alvvays: Blue Rev
Kanadiska kvintettin Allvays leikar eina ikki sørt sjarmerandi sameining av indie, power poppi og shoegaze. Nógv yvirskot í sangskrivingini og ljóðmyndunum, og tað gongur ofta rættiliga skjótt fyri seg. Sum skilst var plátan innspæld live, tvs. øll spældu so at siga alt inn í senn, og so fór framleiðarin Shawn Everett í holt við at miksa og manipulera. Tað er bara gleðiligt, tí Everett megnar at geva indie rokk bólkum sum t.d. Alvvays og The War on Drugs eitt so passaligt lag av luksuriøsum studio glitri - uttan at tónleikurin missir kant fyri tað.
Í longri ummæli av plátuni í Dimmalætting, ið er tøkt at lesa her, skrivaði eg m.a. soleiðis um hesa frálíku útgávuna: "Í føroyskum høpi er eitt verk sum hetta sum lundi á jólanátt, og tað ganga ár millum at føroysk listafólk avrika á hesum støði. Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð slóðar fyri sum fyrsta konservatoriiútbúna kvinnuliga tónaskald úr Føroyum. Tað er flott. Tey bæði Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Allan Gravgaard Madsen leggja væl frá landi við hesum samstarvi og eiga rós uppiborið." Og so fari eg at heita á tykkum um at lurta eftir hesi útgávuni - meira enn einaferð, tí tað loysir seg.
Beach House: Once Twice Melody
Hetta er ein serstøk pláta. Eg ivaðist í um eg skuldi gera ein Ársins plátur 2022 lista. Ivaðist um eg fór at hava tíð til at lurta eftir nóg nógvum plátum. Men hendan útgávan sannførdi meg. Áttanda plátan hjá Beach House er ein sonn frægd at leggja oyru til.
Hetta er dreymapoppur, dream pop, úr Baltimore á amerikansku
eysturstrondini. Musikalsku fikspunktini eru enn
sum áður Cocteau Twins og Julee Cruise, sála, saman við Angelo
Badalamenti, ið eisini andaðist fyri kortum, og David Lynch. Beach House gera kortini tingini uppá sín
máta. Ein vøkur og ambitiøs dupultpláta, ið eisini er tøk sum flott dupult
vinyl.
Beyoncé: Renaissance
Ársins popp útgáva á plátu. Tað tykjast flestu tónleikamiðlar eisini samdir um. Renaissance
er ein bergtakandi útgáva, har mong ymisk áhugaverd hugasambond verða knýtt meðan ein lurtar. Plátan
upplivist sum eitt samanhangandi DJ miks og ein hegnislig rundferð í svørtum amerikanskum dansitónleiki, serliga disco,
house og rapp tónleiki úr síðstu seks áratíggjunum, tvs. frá 1970-unum
inntil okkara tíð. Í mun til fleiri aðrar poppstjørnur, ið dyrka disco, er tó eisini ein
greið performativ politisk dimensión í tí, sum Beyoncé ger, tí Renaissance
er ikki bara ein tónlistalig kveiking av disco og house tónleiki. Eins
og á undanfarnu útgávunum er eisini talan um eina kveiking av hesum
tónleikastílum sum distinkt svørtum amerikanskum tónleikastílum, ið
knýta seg at hennara upphavi. Eins og av stílum, sum í síni tíð spruttu
úr undirgrunds LGBT+ og queer umhvørvum í stórbýum í USA og
vesturheiminum. Eg havi skrivað eitt longri ummæli av plátuni her.
Björk: Fossora
Tíggjunda Björk plátan Fossora fer jarðiskt og fungalt til verka. Heitið er kvennkynsútgávan av latínska orðinum fyri "gravari". Hetta er eisini ein gravandi pláta, ið sameinir veitslulag (gabber) og tað jarðiskt organiska (við bassklarinettum). Byrjunarlagið 'Atopos' leggur fyri við jústnevndu bassklarinettum (eitt fantatiskt ljóðføri) og gabber techno! "Lívfrøðiligt techno" sbt. listakvinnuni sjálvari. What's not to like? Á sangum sum 'Ancestress', har sonurin Sindri Eldon syngur við, og á 'Her Mother's House', har dóttirin Ísadóra Bjarkardóttir Barney syngur við, verður sagt farvæl við mammuna hjá Björk, Hildur Runa Hauksdóttir, ið andaðist í 2018. Sorgblítt, dapurt og vakurt. Björk er sín egna. Takk og lov fyri tað.
Black Angels: Wilderness of Mirrors
Black Angels úr Austin, Texas spæla psykedeliskan dronandi sýrurokk av tí dapurt hugvekjandi slagnum. Navnið tóku teir frá 'The Black Angel's Death Song' hjá The Velvet Underground, og tað sigur ikki einki um musikalska og heimspekiliga upphavið. Tað er gamaní nakað síðani, at eg havi verið ordiliga hugtikin av eini Black Angels plátu - debutin Passover (2006) og tvær tær eftirfylgjandi standa sterkast í minninum - men Wilderness of Mirrors kann okkurt og kykar aftur í psykedeliska eldin.
Blood Incantation: Timewave Zero
Blood Incantation eru langt frá at vera fyrsti málmbólkur, ið fer "full
ambient", men teir koma ómetaliga væl frá uppgávuni. Á undanfarnu útgávunum, m.a. á Hidden History of The Human Race (2019), fremur bólkurin eina frálíka gransking av miðleiðini millum atmosferu og brutalitet, og á nýggju útgávuni Timewave Zero kava
teir fullkomiliga niður í dark ambient og kosmische/kraut íblástar
synth dronar. Ivist ikki eitt sekund í at limirnir hava rálurtað
týskt elektroniskt kosmische/kraut, men tað ger ikki upplivingina
verri. Heldur tvørturímóti.
Brimheim: Can't Hate Myself Into A Different Shape
Í grundini er Brimheim verkætlanin vorðin til
uttanfyri føroyska tónleikaumhvørvið, hóast navn o.a. sjálvandi er
føroyskt, og hetta kann gerast ein frísk innspræning í okkara lítla og
tó só fjøltáttaða dunnuhyl. Talan er um eina sera væl framleidda plátu við tónlistaligum útgangsstøði í alternativum 90-ára
rokki a la PJ Harvey, hóast niðurløgini mangan eru bæði risastór og
ósmæðið popput - sum er gott! Elektroniskir klangir sníkja seg eisini
javnan uppí, og tað kryddar so deiliga um ljóðmyndina.
Dream Unending: Song of Salvation
Ársins uppdaging. Dream Unending er í grundini ein duo, ið telur teir báðar Derrick Vella og Justin DeTore, tó at fleiri gestir eru við á hesi plátuni. Song of Salvation spennir seg út í feltinum millum dream popp a la Cocteau Twins v.fl. øðrumegin, og gott gamaldags doom metal hinumegin! Ikki hissini samanrenning, og úrslitið er bæði stórsligið, dómadagskent, sveimandi og vakurt. Sera atmosferiskur tónleikur, og í so máta eitt sindur í stíl við tað sum eitt nú Wolves In The Throne Room og áðurnevndu Blood Incantation hava havt góðar royndir við. Men har WITTR og BI seta tað atmosferiska í senu innan ávikavist black og death, hava DU valt sær DOOM sum málmsligt fundament undir tónleikinum. "Dream doom" kalla teir tað enntá, og tað er ikki heilt av leið. Góðkent.
Guðrið Hansdóttir: Gult myrkur
Ein sterk og persónlig útgáva við sangum,
ið eru skrivaðir saman við yrkjaranum Lív Mariu Róadóttir Jæger. Eg veit
ikki um nakað skald, ið skrivar tekstir sum Lív Maria. Og eg veit ikki
um nakran sangskrivara, ið smíðar songløg sum Guðrið. Hetta er okkurt
slag av fólkatónleiki, ið kortini er sera modernaður í sínum úttrykki.
Elegantar og væl tilrættislagdar ljóðmyndir við gittarleiki,
klavertónum, strúkarum, kóri, einstøkum elektroniskum elementum og
nógvari luft í útsetingunum. Ein deilig pláta, ið nokk skal fáa nógvar
túrar afturat undir nálini.
Jóhann Jóhannsson: Drone Mass
Modernaða tónsetingarlistin og filmstónlistin var fyri svárum missi, tá tónaskaldið Jóhann
Jóhannsson andaðist bert 48 ára gamal í februar 2018. Nú hevur
plátufelagið Deutsche Grammophon útgivið verkið Drone Mass, ið
verður lýst sum eitt av definitivu verkunum eftir Jóhannsson. Eitt
modernað oratorium við tekstligum íblástri úr "The Coptic Gospel of the
Egyptians", ið var funnið í Nag Hamadi í 1945. Sera hugtakandi
tónleikur, ið er skrivaður fyri røddir, strúkikvartett og
elektronikk. Tað er Jóhannsson sjálvur, ið avrikar elektroniska partin
(upptøkur vóru sum skilst rekonstrueraðar av einum harddiski).
Tey syngjandi eru Theatre of Voices og Paul Hillier, og tey kenna
vit m.a. frá heimligum samstarvi við Sunleif Rasmussen. Plátan er innspæld í Garnisonkirken í Keypmannahavn í
2019. Sera vøkur og til tíðir krevjandi útgáva, ið kortini veitir eitt
andarúm í seinmodernaða resinum.
Just Mustard: Heart Under
Kvintettin Just Mustard úr Dundalk í Írlandi spælir gjøgnumhugsaðan post-punk av tí dapra slagnum. Sangarinnan Katie Ball hevur eina eyðkenda og til tíðir gentuliga rødd, ið vekir hugbindingar til eitt nú Hope Sandoval úr Mazzy Star. Gittarspælið hjá teimum báðum David Noonan og Mete Kalyon er av tí dekonstrueraða effektpedal treytaða slagnum, ið vekir hugbindingar til industrial o.a. spennandi tónleik. Navnið á bólkinum sigur tað nokkso væl hvat er í væntu her: "bara sinnoppur". Beiskt, súrt og gott. Um tær altso dámar sinnopp, og tað geri eg.
Kendrick Lamar: Mr. Morale & The Big Steppers
Suverent mest áhugaverdi rapparin seinastu 10 árini hevur nú latið sína fimtu studioplátu úr hondum. Ein tónlistaliga tøtt og innihaldsliga rúgvusmikil
útgáva, ið ferðast sera víða frá tí yndisliga til tað ágangandi - uttan
at blunka. Lamar er eisini farin dupultplátu leiðina, og tað er at
fegnast um, tí maðurin hevur heilt ótrúliga nógv uppá hjarta, tí Mr. Morale & The Big Steppers heldur á vit at vaksa í vavi - bæði so og so. Eitt hæddarpunkt er 'Mother I Sober',
har sjálv Beth Gibbons úr Portishead syngur spøkilsiskenda niðurlagið.
Ómetaliga gott. Lamar arbeiðir við sínum upphavi á hesi útgávuni, og
farið verður bæði djúpt og gjølla til verka. Musikalska og listaliga yvirskotið fornoktar seg ikki.
King's X: Three Sides Of One
Í ár kom navnframa amerikanska rokk trio'in King's X við síni fyrstu plátu í 14 ár. Three Sides of One eitur hon. Heitið sipar til teir tríggjar, ið manna bólkin og tilsamans eru ein: Doug Pinnick á sang og bass, Ty Tabor á gittar og sang og Jerry Gaskill á trummur og sang. Menn eru komnir væl upp í árini - Pinnick er farin um tey sjeyti, og hinir báðir eru í sekstiárunum - og teir ætla ikki at enduruppfinna nakran djúpan tallerk. Tónleikurin er hjartaligur, viðkomandi og erligur fyri tað. Tað merkist, at teir hava gjørt sær nógvan ómak við hesi plátuni, og hon ljóðar væl. Teir tríggir hava býtt sangirnar millum sín - í mun til hvør hevur skrivað og sungið hvat. Runt roknað fær Pinnick seks sangir, meðan Tabor og Gaskill fáa tríggjar hvør. Allir tríggir hava sett síni einstøku fingramerki á útgávuna, ið tó hongur saman sum ein heild. Tónleikaliga koma vit víða um. Hetta er væl frágingin rokkur við drøgum úr gospel, soul, málmi, funk, psykedelia, fólkatónleiki og mongum øðrum við. Tað er fantastiska gott at hoyra nýtt frá einum so góðum bólki sum King's X. Eg skrivaði eitt sindur her um fyrsta staklagið av hesi plátuni. Her fingu teir eisini nøkur orð við á vegnum frá undirritaða. Og so prátaði Ragnarrokk við Doug Pinnick um plátuna í heyst, og tað var, so segði hann, kringvarpsgjaldið vert.
Klaus Schulze: Deus Arrakis
Í vár skrivaði eg eina longri grein um tónleikin í Dune - bæði tí nýggjasta Dune hjá Villeneuve/Zimmer, og í eldri útgávum av Dune á ávikavist filmi og plátu. Eg gjørdi m.a. heilt fitt burturúr frálíku Dune plátuni hjá Klaus Schulze frá 1979. Schulze hevði eisini eitt musikalskt cameo á soundtrackinum til nýggjasta Dune filmin (í samstarvi við Hans Zimmer, sjálvandi). Well, stutt eftir at greinin var løgd út, kom Klaus Schulze við eini nýggjari plátu, Deus Arrakis, ið sum heitið bendir á vendir aftur til Dune heimin eina seinastu ferð. Og stutt eftir komu sorgarboðini um andlátið hjá Schulze. Deus Arrakis gjørdist sostatt seinasta plátuútgávan hjá hesum slóðara innan týskan kosmiskan og elektroniskan tónleik. At henda hugvekjandi elektroniska instrumental útgávan so eisini var ein seinasta afturvendan til Dune verðina, m.a. umvegis samstarvið við Zimmer, ger hana bara enn meira vakra og viðkomandi. Takk fyri tónleikin, Harra Schulze.
Konsørn: 1418
Instrumentalbólkurin Konsørn er mannaður av teimum báðum Mattias Kapnas á tangentar og synth, og Jan Rúna Poulsen á trummur og ásláttur. Teir hava innspælt plátuna "1418" á Sofiegården,
har teir inntil fyri kortum búleikaðust saman við familjunum. Nú búgva
báðir aftur á klettunum, og tað er at fegnast um, tí umframt at verða
klassiskt útbúnir á kongakons, hava teir eisini sans fyri tí estetiska. Sum áður víst á,
haldi eg meg m.a. hoyra drøg úr týskum súrkálsrokki og fronskum nítiára
elektronika í tónleikinum hjá Konsørn - gamaní við egnum filmiskum og
sveimandi norðuratlantsdámi. Mær dámar sera væl 1418,
og hon hevur longu fingið nógvar spælingar á heimliga anlegginum.
Instrumental og luftkend løg, sum ikki gera nógvan háva av sær, hóast
teir báðir hava úr at gera, tá teir spæla live. Ein deilig pláta.
Lea Kampmann: If I Ever Made You Cry, I'm Sorry
Lea Kampmann kom við síni fyrstu fulllongdarútgávu. If I Ever Made You Cry, I'm Sorry
er framleidd í samstarvi við Per Ingvald Højgaard Petersen, meðan
Kampmann sjálv eigur orð og løg (lagið 'Ghost' er co-skrivað saman við
Gretu Svabo Bech) og hevur eisini framleitt nøkur løg einsamøll.
Sangirnir eru gjøgnumarbeiddir, sangskrivingin er sannførandi og
framleiðslan er stilistiskt gjøgnumførd. Væl úr hondum greiddur
elektroniskur dreymapoppur - ikki ólíkt tí ljódliga landslagið, ið
áðurnevndu Beach House ferðast innan - tó eisini við drøgum úr
alternativum r'n'b í hesum føri. Sangirnir geva sær góða tíð, og plátan
hevur sítt egna seina tempo - sum eisini er dámligt, tí tilfarið stendur
hesum mát.
Scarcity: Aveilut
Black metal í glæsiligt mikrotonalari og dronandi avantgarde útgávu? Ja takk. Scarcity er samstarv millum muti-instrumentalistin Brandon Randall-Myers, ið eisini er kendur úr Glenn Branca Ensemble, og grælaran Doug Moore. Aveilut merkir "sorg" á hebraiskum, og øll henda plátan er ein intens og treytaleys viðgerð av júst sorgarbundni; teirri støðuni tú ert í, tá onkur sum stóð tær nær doyr, og deyðin er kvalandi í síni nærveru. Scarcity lyfta hetta dapra og tunga útgangsstøði til listaligar hæddir við eini samanhangandi tónseting á 45 minuttir, ið er deild upp í fimm satsir á plátu. Ein stórsligin og krevjandi totaluppliving.
The Smile: A Light For Attracting Attention
Tveir sera
markantir Radiohead limir, Thom Yorke og Jonny Greenwood, samstarva
við trummuleikaran Tom Skinner (áður kendur úr m.a. Sons of Kemet). Tað hoyrist væl á hesi plátuni, at teir
báðir Yorke og Greenwood mynda listaliga kjarnan í Radiohead, tí her eru
nógvar øgiliga Radiohead'skar løtur. Serliga bera tey elektroniskt
merktu løgini dám av musikalska móðurskipinum. Men nógv á hesi plátuni
er mikið gott fyri tað. Haldi serliga, at løgini við akkustiskum dámi
standa sterk. Kanska ikki tað mest originala boðið uppá eina av ársins plátum, men góð fyri tað, og eg havi lurtað nógv eftir henni.
Spiritualized: Everything Was Beautiful
Ein gamal kenningur, ið eg havi fylgt í nógv ár. Petur Pólson, Bogi á
Lakjuni og aðrir plagdu eisini at lurta nógv eftir Spiritualized. Henda
plátan skuldi upprunaliga útgevast sum ein dupultpláta saman við And Nothing Hurt frá 2108, har fulla heitið so hevði verið Everything Was Beautiful And Nothing Hurt
(ein tilvísing til Kurt Vonnegut, um nakar ivast). Men
plátufelagsstjórin hjá Jason Pierce, ið altíð hevur verið oddamaður í
Spiritualized, yvirtalaði hann til at deila útgávuna upp í tvær
separatar plátur, har seinna helvtin altso kom út í vár. Her er (aftur)
talan um eina mikið sannførandi og deiliga Spiritualized plátu, ið enn
sum áður ljóðar 100% av Spiritualized - stórfingin gospel og psykedelia
íblástur rokkur við eginsomu og inniligu røddini hjá Jason Pierce sum
snúningsási. Noise og garasjurokk fortíðin í Spacemen 3 spøkir av og á.
Skrivaði eisini nakrar reglur um Spiritualized her.
Bonus yndis EP útgáva:
Playmo: Cyborg EP
hendan er framúr - eg skrivaði meira um hana her.
Eg var annars á vitjan í Plátupanelinum í KVF, tá hugt var aftur á tónleikaárið 2022.
Eisini verdar at nevna:
Andy Bell: Flicker
Big Thief: Dragon New Warm Mountain I Believe In You
Blackbraid: Blackbraid I
Black Country, New Road: Ants From Up Here
black midi: Hellfire
Burial: Antidawn EP
The Comet Is Coming: Hyper-Dimensional Expansion Beam
Danger Mouse & Black Thought: Cheat Codes
Earl Sweatshirt: SICK!
Joakim Berg: Jag Fortsätter Glömma
Panda Bear & Sonic Boom: Reset
Meshuggah: Immutable
Rina Sawayama: Hold The Girl
Comments
Post a Comment