4/14/09

Mono - instrumentalur rockur úr fjareystri

Pallurin bíðar eftir MONO. foto: Henrik Hulander

Mánakvøldið 30. marts vóru Solveig og eg á konsert hjá japanska bólkinum MONO, ið spælir instrumentalan rock tónleik, eitt sindur í stíl við bólkar sum Explosions In The Sky, Mogwai og Godspeed You! Black Emperor. Tónleik, ið summi rópa "post rock", hóast júst hetta heitið vekir sera ymiskar kenslur í teim, ið vera bólkaði undir tí.

Talan er um eitt savnandi heiti fyri bólkar, ið spæla fyri tað mesta instrumentalan og huglagsríkan rock tónleik, ofta við denti á langar kompositiónir, ið spakuliga folda seg út og vaksa og taka til í styrki. Ofta verður byrja í tí heilt viðbrekna, einfalda og minimala. Síðani flytur tónleikurin seg í ymsar ættir og tað kemur meiri enn so fyri, at enda verður í tí kaotiska, ógvusliga, nærum infernalskt larmandi. Spælt verður nógv uppá dynamikk og sovori. Tónleikurin er ekspressivur, tó at tónleikararnir kunnu tykjast øgiliga innvendir á pallinum (helst ein arvur frá shoegaze). Tað eru sum sagt ikki øll, ið eru so glað fyri heitið "post rock", tí tað fevnir um ov nógv. Alíkavæl lýsir hugtakið hetta ávísa tónleikarákið, ið tók seg upp einafer miðskeiðis í 90unum og framvegis ger um seg.

MONO eru fyri so vítt partur av hesi siðvenju, og tískil eisini partur av eini vesturlendskari ella kanska bara altjóða siðvenju, men alíkavæl haldi eg at har er ein ella annar eysturlendskur undirstreymur í úttrykkinum. Kann vera at eg bara billi mær tað inn, men tað kann eisini vera at okkurt er um prátið. Tey koma so frá Japan, øll fýra. Tríggir mans á gittar og trummur og so ein kvinnuligur bassleikari. Kvinnuligir bassleikarar eru ómetaliga kul. Góð dømi eru Kim Gordon úr Sonic Youth, Kim Deal úr Pixies, Debbie Googe úr My Bloody Valentine, Tina Veymouth úr Talking Heads, D'Arcy Wretzky úr Smashing Pumpkins og Hilma Nikolaisen úr Serena Maneesh. Og Tamaki Kunishi í Mono! Hinir í Mono eru Takaakira "Taka" Goto á gittar, Yoda á gittar og Yasunori Takada á trummur.

Tamaki Kunishi; super kula bassleikarinnan í MONO. foto: Henrik Hulander

Aftaná at hava verið til tvinnar konsertir við Bob Dylan, sum jú hevur yrkingarnar sum ein týðandi miðdepil í sínum heimi, var tað ikki hissini broyting at trína inn í orðleysa og instrumentala heimin hjá MONO. Ikki tí at tey ikki søgdu nakað; tey søgdu faktiskt eina øgiliga rúgvu, tey brúktu bara ikki orð og vanligt mál at siga tað við. Og so vóru í roynd og veru eisini onkrir parallellir nøvnini millum; hvørki Dylan ella Mono søgdu eitt orð millum sangirnar og bæði nøvnini umboða hvør í sínum lag eitt fascinerandi listarligt kompromisloysi; antin ert tú við ella ert tú bara "klúless"!
Amerikonsk bókmentahevd var heldur ikki púrt ósjónlig á konsertini. Gamaní var Dylan ikki við, men annar gittarleikarin hevði eina t-shirt við tí sum líktist einari røntgen mynd ella einum negativi av høvdinum á beat poetinum Allen Ginsberg, við tekstinum "Ginsberg" niðri undir. Stuttligt.

Yoda. Gittarleikarin við "Ginsberg" á t-shirtini. Foto: Henrik Hulander.
Eitt, ið gjørdi hesa konsertina sermerkta, var at hon var á lítla og intima spælistaðnum Loppen á Christiania. Vit stillaðu okkum fremst, so at siga beint frammanfyri pallin, og stóðu tískil beint við tónleikararnar, og sóðu alt sum fór fram. Tað var stuttligt. Ein ungur maður kom at standa undir liðini á okkum, og hann hevði fototól við. Eg spurdi um hann tók myndir fyri nakað ávíst blað, men hann segði at hann tók bara myndir av áhuga.
Hesin fýrurin var svii og æt Henrik Hulander. Tað haldi eg álvaratos er eitt alvorliga kul navn. Henrik Hulander hevur verið til 7 MONO konsertir, so hetta var nr 8. Henrik tók frálíku myndirnar, ið prýða henda blogg. Tað skal hann hava eina tøkk fyri, at hann tímdi at senda myndirnar. Áðrenn konsertin byrjaði, viðmælti hann okkum at keypa oyraproppar, tí hann visti av royndum, at tað fór at vera serstakliga hart frá. Vit so gjørdu, og tað var ein klók avgerð. Tónleikurin var so harður og intensur, at tað í løtum sitraði gjøgnum kroppin, meðan vit stóðu har beint frammanfyri pallinum.

Reint tónleikaliga, altso hvat melodium, harmonium og akkord samansetingum viðvíkur, spæla MONO eitt øgiliga stílreint slag av post rocki. Tónleikurin er yvirhøvur melodiøsur, akkordrundferðirnar eru sjálvdan óvæntaðar og ein hevur varhugan av at onkur ella øll í bólkinum hava ein alsk til klassiskan tónleik av tí eitt sindur romantiska og "svulstiga" slagnum. Tað riggaði eisini avbera væl sum heild, men í onkrum løtum helt eg at tað gjørdist so stílreint, so beint fram, at tað var á markinum til tað banala. Hetta gjørdi seg serliga galdandi í teim løgunum, har bassleikarinnan setti seg handan klaverið (ella Yamaha keyboardið). Eg helt ikki at klaverið riggaði so væl inn í ljóðmyndina, bæði tí at melodiirnir vóru eina tonn ov forútsigiligir, tí klaverið var eitt sindur óneyðugt í samlaðu ljóðmyndini og tí at sjálvt klaverljóðið altso var eitt keyboard ljóð, sum hevði ein nokkso keðiligan "keyboard klang". MONO tykjast nógv sterkast live, tá tey halda seg til trummur, bass og gittarar og einki meir fjas. Tá riggar tað stílreina eisini betri.
Ok, glockenspiel var við í introini í tí fyrsta lagnum, men tað var eisini uppá sítt pláss.
Besta lagið á kvøldinum var eftir mínum tykki hitt episka "Yearning" frá "You Are There" plátuni frá 2006 (sum eg keypti eitt vakurt vinyl eintak av áðrenn konsertina). Tað løtuna stóð eg sum nevsligin lundi (altso serliga tá lagið var spælt, og kanska eisini eitt sindur tá LP plátan var keypt).

Tamaki Kunishi hevur funnið sær sess handan keyboardið. Foto: Henrik Hulander.
Sum konsertin leið gjørdist eg alsamt meiri sannførdur um at tað stílreina var líka so nógv eitt úrslit av tí kompromisloysi, ið tykist at merkja bólkin; "vit spæla instrumentalan post rock, og vit gera tað eisini full on!" Eingin millumvegur her. Tað var eisini ræðuliga feitt, at tey vóru so samd um tingini. Kompromisleyst. Tað orðið haldi eg eyðkendi alla konsertina.
Tónleikaliga og dynamiskt talað fluttu tey seg øll fýra í senn; tá tað var friðarligt og inniligt, var tað TOTALT friðarligt og inniligt, og tá tað var garrvilt og svakt og rock 'n' roll, var tað TOTALT garrvilt og svakt og rock 'n' roll. Yasunori Takada buldraði á trummur og skálir sum galt tað lívið og Tamaki Kunishi gjørdi febrilskt feitar dansirørslur og spældi hin óndasta djúpa rock 'n' roll bassin. Solveig gjørdi meg varhugan við tað paradoksala og gátuføra í at Tamaki kundi spæla soleiðis og samstundis hava so langar og væl hildnar negl! Ótrúligt.

Tamaki rokkar á bassinum. Foto: Henrik Hulander.
Gittaristarnir báðir vóru ein søga fyri seg; Taka høgrumegna gekk fullkomiliga grasat, og sveittaði so yvirdrivi nógv at eg í fyrstuni ivaðist í um hann hevði oyst eina vatnfløsku á seg, uttan at eg hevði sæð tað. Men tað hevði hann altso ikki. Tað er púra ørt hann sveittaði illa! Tað bæði lak og dryppaði av honum; á gittaran, á pedalirnar, á klæðini, á gólvið.
Yoda (tann við Ginsberg t-skjúrtuni) sveittaði ikki líka illa, men í aðrar mátar stóð hann einki aftanfyri; flippaði eisini út, tá tað var brúk fyri tí. Men sum oftast sótu teir báðir niðri, serliga í fyrru helvt av konsertini. Tað helt eg var kul; báðir gittarleikararnir sótu fyri tað mesta niðri og hugsavnaðu seg um gittarmelodiir, akkordir og tær effekt pedalir, ið teir skuldu trýsta á næst. Høvdu totalt tamarhald á støðuni. Tað er eitt eyðkenni við feitum post rocki; dynamikkurin millum neyvt tamarhald og villastu út-flippan, har teymarnir vera sleptir eina løtu.
Taka flippar út á gittaranum. Foto: Henrik Hulander.

Tamaki stóð har so nett mitt á pallinum. Í kjóla og við Rickenbacker bassinum um hálsin. Hon kundi sum so verið "andlitið" ella frontfigururin í bólkinum, men eingin teirra segði eitt orð og eg sá heldur einki sum líktist einum ordiligum smíli undir allari konsertini. Onkuntíð hugdu tey upp í einum splitt sekundi, fyri líkasum at gera vart við at "Ja, vit eru varug við at tit eru har, og vit spæla faktiskt fyri tykkum!" Men fyri tað allarmesta stardu tey álvarsliga niður í gólvið ella niður á pedalirnar. Totalt shoegazer. Gittarleikararnir høvdu eisini langt svart hár, ið dekkaði alt andlitið, tá tørvur var á tí. Talan var altso um ein serstakliga innvendan og óprátingarsaman bólk, sum alíkavæl segði eina øgiliga rúgvu og sum fekk hárini á ørmunum at reisa seg (hetta tey rópa "gásarhold") nógvar ferðir gjøgnum konsertina. Tí tað var inniligt og kensluborið og sterkt og máttmikið. Allan vegin úr Japan og inn á lítla pallin í feita spælistaðnum Loppen.

Ein frálík konsert. Stóra takk fyri Mono! (og nei; eg fari ikki at vera plattur og royna meg við onkrum japanskum setningi her at enda!)

MONO spæla annars á ársins Roskilde Festivali, so um tú ert har og hevur tørv á eini intensivt instrumentalari rock rundferð, so er at fara á konsert!

Nakrar myndir afturat frá Henrikki Hulander, tað kunnu vit brúka:
Gittarhetju positurur á stólinum. Foto: Henrik Hulander

Yoda spælir uppá pedalir. Foto: Henrik Hulander.

Solveig fangaði hesa myndina við fartelefonini:
Taka spældi eisini uppá pedalir. Foto: Solveig H. Olsen

1 comment:

  1. Feitt at sita niðri og rokka! Altíð vilja gjørt tað.. Og eisini kul at hava gentuna úr The Ring á bass! :)

    ReplyDelete