5/10/15

Balladumakarar í Norðurlandahúsinum

F.v.: Jakob Bro (gittar), Thomas Morgan (bass), Lee Konitz (saksofon), Bill Frissell (gittar).
Í 2001 leikti Edward Norton yvirav Marlon Brando og Robert De Niro í filminum The Score.  Tá ein journalistur spurdi inn til veikleikar í handritinum, var Norton skjótur at svara, at um so Brando og De Niro høvdu havt upplestur úr telefonbókini, ja so hevði hann framvegis møtt upp við brestin. Eg hevði tað á líknandi hátt undan "Jakob Bro Balladeering Tour" konsertini í Norðurlandahúsinum í kvøld: um mætir menn sum Lee Konitz og Bill Frissell eru í húsinum, so ræður tað altso fyrst og fremst um at møta upp. Eisini um teir skuldu víst seg at spælt okkurt úr telefonbókini (!)

Tó var ikki nógv telefonbók yvir repertoire'inum, tvørturímóti. Talan gjørdist um eina stak vakra og hugbindandi løtu. Ein frálíkur háttur at brúka eitt annars regnvátt sunnukvøld í mai! Á skránni vóru løg frá plátu tríverkinum Time, ið telir tær tríggjar útgávurnar Balladeering (2009), Time (2011) og December Song (2013). Tríverkið hevur verið í uppskoti til Norðurlendsku Tónlistavirðislønina.

Sum heild var talan um balladukendan, droymandi og meditativan tónleik. Við rót í jazzi gamaní, men eisini í "ballads". Á donskum máli er ein "ballademager" ein ótangi ella ófriðarkroppur, men tað gevur lítla meining tónleikaliga tala. Tá tónleikaballadur eru ordiliga góðar, eru tær jú vakrar og friðsælar. Soleiðis var eisini í kvøld, og tí vóru teir fýra tónleikararnir balladumakarar í bestu merking. Huglagið var eisini lætt og skemtiligt millum løgini, og tað tóktist sum at teir høvdu eina glaðlynta samveru sína millum.
Lee Konitz tók onkuntíð orðið millum løgini. Annars var tað Jakob Bro, ið tosaði.
Kompositiónirnar vóru yvirhøvur einføld og vøkur løg, ið tíðum mólu í kring, við denti á atmosferu. Hetta sykliska var m.a. undirstrika við frálíka góðari nýtslu av gittareffektum, ið teir báðir Bill Frissell og Jakob Bro stóðu fyri. Ein hevur av og á haft tað fatan, at jazz gittaristar ikki eru so glaðir fyri effektir. Tí var stuttligt at hoyra so dugnaligar jazz gittarleikarar nýta bæði delay, distortion og reverb effektir á hegnisligan og væl integreraðan hátt.

Bill Frissell speysaði enntá út tað einu løtuna við distortion og delay, og skapti í prosessini nøkur hugtakandi loops, ið sluppu at koyra afturvið tónleikinum. Hugtakandi at líða á! Tónleikurin vakti í støðum assosiatiónir til dreymakenda universið, ið gittarleikarin og prodjúsarin Daniel Lanois hevur staðið fyri í ymsum samanhangum (U2, Bob Dylan, Neil Young, Emmylou Harris, Neville Brothers, umframt solo útgávurnar í egnum navni).

Undir konsertini fór eg at hugsa um ein biltúr til Runavíkar í tí harrans ári 2000. Á túrinum fór eg innar í Kiosk Vár, og á fløguhyllini fann eg soundtrackið til Million Dollar Hotel. Filmurin var einki serligt, men soundtrackið hugtók. Tað skuldi vísa seg at samantvinna tríggjar gittarleikarar, ið mær dámar væl: The Edge úr U2, áðurnevnda Daniel Lanois og Bill Frissell. Eg havi ikki lurtað líka nógv eftir Frissell sum teimum báðum fyrru, men hann stendur einki aftanfyri og tað var ein frægd at hoyra hann í sprelllívandi lívi í kvøld. Saman við Bro manaði hann fram ein hugtakandi lagvevna.
Konitz við eini skemtiligari viðmerking.
Yngstur var Thomas Morgan, men hann var sína uppgávu vaksin. Sum bassleikari í hesi trummuleysu uppseting var hann rútmiskt og perkussivt akker. Spældi onkuntíð nógv og orkumikið, men ongantíð soleiðis at tað ikki riggaði í heildini. Áðrenn tað eina lagið viðmerkti Jakob Bro, at tað var ognað trummuleikaranum Paul Motian, ið andaðist í 2011. Motian var orsøkin til at teir fýra á pallinum komu at kennast, og lagt var afturat, at alt tríverkið Time í roynd og veru er ognað Motian. Ein vøkur heilsan til ein farnan tónleikavin.

Saksofonleikarin Lee Konitz er ein søga fyri seg. 87 ára gamal framførdi hann við lívlangum royndum í viðførinum. Onkuntíð legði hann saksofonina frá sær, og sang og murraði bara stillisliga og inniliga. Tað var rørandi at hoyra henda aldrandi mannin syngja orðleysar tónar. Onkuntíð verður tosað um "søgurnar veingjasuð", og tað haldi eg er ein hóskandi lýsing av løtuni. Konitz hevur eina langa lívsleið innan jazz tónleikin. Sum dømi úr rúgvuni kann nevnast, at hann var fastur fúsur á Miles Davis savnsplátuni Birth of The Cool frá 1957, ið tekur samanum upptøkur frá 1949 og 1950.

Søguliga sveiggið fekk eina eyka dimensión við eykalagnum; eitt nýskrivað lag, ið bar meira dám av jazz standardi enn restin av konsertini. Hetta breyt eitt sindur frá, men tað var í lagi, tí tað vísti hvagani teir vóru komnir. Tónleikaliga eins væl og landafrøðiliga. Alt í alt ein vøkur løta og ein góð konsert. Jakob Bro og vinir hava her við skrivað seg í minnið. Takk fyri!

5/4/15

Martin Hannett (Mono 4:4)

Martin "Zero" Hannett í upptøkuhølinum. Mynd: Kevin Cummins.
Í heyst var eg vertur í fýra Mono sendingum í ÚF. Evnið var "prodjúsara pionerar í 20. øld". Sendingarnar vóru hálvan tíma til longdar, so ikki vóru stundir at hava alt við, ið ein kundi hugsa sær. Tí havi eg sett saman playlistar, ið kunnu økja um fatanina av teim ymisku prodjúsarunum. Eisini eru nakrar reglur skrivaðar um løgini her á blogginum.

Fjórða sendingin snúði seg um Martin Hannett (1948-1991), og 5 týðandi framleiðslur hjá honum vóru spældar. Playlistin inniheldur 15 Hannett framleiðslur frá tíðarskeiðnum 1976-1991. Playlistin skal síggjast sum eitt ískoyti til sendingina, so eg viðmæli øllum at geva henni eitt lurt eisini. Gerið so væl!



Sangir við einari * aftanfyri vóru við í sendingini.

Buzzcocks: 'Breakdown' (1976)
Millum fyrstu útgávurnar, ið Hannett produseraði taldist Spiral Scratch EP, debut EP'in hjá punk bólkinum Buzzcocks. EP'in kom út í '76, og var sostatt triðja bretska punk útgávan yvirhøvur (The Damned og Sex Pistols vóru fyrri).

John Cooper Clarke: 'Suspended Sentence' (1977)
Hannett produseraði eisini fyri punk poetin John Cooper Clarke. Clarke spælir leiklutin sum seg sjálvan í filminum 24 Hour Party People, ið lýsir Factory Records og Manchester umhvørvið.

The Durutti Column: 'Sketch For A Summer' (1979)
Eitt av atypisku post punk nøvnunum úr Manchester. Hetta vakra lagið er av debut plátuni The Return of The Durutti Column (nokkso punk at kalla debutina soleiðis).

Orchestral Manoeuvres In The Dark: 'Almost' (1979)
Hannett produseraði onkrar av fyrstu upptøkunum hjá hesum synthpop/new wave bólkinum.

Joy Division: 'She's Lost Control' (1979)*
Kendasta samstarvið, ið Hannett fór undir var við Joy Division. Sangurin er nærri umrøddur í sendingini.

Joy Division: 'Transmission' (1979)
"Dance, dance, dance, dance, dance to the radio..." Ein av frálíku non-album stakplátunum hjá Joy Division. Tað finnast intensar live útgávur av lagnum, og studio útgávan hugtekur somuleiðis.

Joy Division: 'Love Will Tear Us Apart' (1980)*
Kendasta staklagið hjá Joy Division. Sangurin er nærri umrøddur í sendingini.

U2: '11 O'Clock Tick Tock' (1980)*
Einastu ferð Hannett og U2 samstarvaðu var á hesum lagnum. Somuleiðis umrøtt nærri í sendingini.

Magazine: 'Thank You (Falettinme Be Mice Elf Again)' (1980)
Magazine taldust millum týðandi Manchester post punk bólkarnar á sinni. Hannett produseraði teirra triðja plátu The Correct Use of Soap, hagani henda tulkingin av klassiska Sly & The Family Stone funk lagnum stavar. Ein sera "hvít" tulking, men hon riggar onkursvegna væl.

ESG: 'You're No Good' (1981)*
Fyrsta amerikanska navnið, ið Hannett produseraði. Debut EP'in hjá ESG fekk stóra ávirkan innan sampli-baserað hipp hopp. Nærri umrøtt í sendingini.

ESG: 'Moody' (1981)
Eitt annað frálíkt lag av debut EP'ini hjá ESG.

New Order: 'Ceremony' (1981)
Joy Division limirnir stovnaðu nýggja bólkin New Order aftaná Ian Curtis var deyður. Hannett produseraði onkur av fyrstu løgunum hjá teimum. 'Ceremony' byrjaði sum ein Joy Division sangur.

The Stone Roses: 'So Young' (1986)*
Hannett produseraði debut stakplátuna hjá The Stone Roses. Nærri umrøtt í sendingini.

Happy Mondays: 'Lazyitis' (1988)
Hannett rýmdi frá Factory Records fyrst í 80'unum vegna ósemju um royalties. Í '88 vendi hann tó aftur í eitt tíðarbil, tá hann produseraði aðru útgávuna hjá Happy Mondays, nevnd Bummed. Hetta lagið er av plátuni.

New Fast Automatic Daffodils: 'Get Better' (1991)
New Fast Automatic Daffodils vóru ein bólkur úr Manchester og taldust millum síðstu nøvnini, ið Hannett produseraði áðrenn hann doyði.

Phil Spector Uncut (Mono 1:4)
Joe Meek Uncut (Mono 2:4)
Lee "Scratch" Perry (Mono 3:4)

Bernard Sumner (t.v.) gittarleikari í Joy Division og New Order í upptøkuhølinum saman við Martin Hannett (t.h.)