1/29/15

Bókahandlar í París #1

Á vitjan í bókahandli. Mynd: Geoff Dodds.
Í farnu viku postaði eg fyrsta bloggin um plátuhandlar í París, og her er so eitt framhald um bókahandlar. París íðir í bókahandlum og mentan, ið sjálvsagt er sera dámligt. Tað kann vera ein forðing um ein dugir illa franskt, men ikki er neyðugt at fella í fátt, tí sjálvt innan ensktmæltar bókahandlar er býurin vælútgjørdur. Sig so ikki tað.

Næmingaráðið á universitetinum har Solveig gongur skipaði í vikuskiftinum fyri gongutúri til úrvaldar enskar bókhandlar. Vit hittust um tveytíðina leygardagin. Tríggir grikkar, tveir føroyingar, tveir bretar og ein íri. Hatta ljóðar sum byrjanin til eina skemtisøgu, men henda leygardagin var tað ramur álvari. Gongutúrurin til fyrsta handilin á túrinum vardi einar 15-20 minuttir. Umrøddi handil var Berkeley Books of Paris í Latínarakvarterinum.
Berkeley Books of Paris á Rude Casimir-Delavigne nr. 8 í Latínarakvarterinum. Ovasta myndin er tikin inni í handlinum.
Berkeley Books er ein sjarmerandi lítil búð við einum spennandi úrvali av 2nd hand bókum. Ikki nakar stórur handil, so tú villist ikki millum hyllarnar, men tað sum stendur á teimum er forkunnugt. Bíligt eisini, tí tað er 2nd hand og verður ikki handlað víðari fyri okursprís. Eg leitaði mær gjøgnum "Poetry" hyllina, og meðan eg stóð har kom eg fram á eina bók, ið tyktist at skara framum hinar; Arthur Rimbaud Collected Poems.
Eg havi leingi ætlað mær eitt savn av Rimbaud yrkingum, og hvat er meira upplagt enn at keypa sær eitt slíkt í París? Í hesi útgávuni enntá við bæði enskari umseting og á franska upprunamálinum. Síð um síð so til ber at lesa og samanbera, skuldi ein havt hug til tess.
Arthur Rimbaud (1854-1891) yrkti allan sín máttuga skaldskap sum blaðungur. Hann debuteraði einans 15 ára gamal, og gavst at yrkja longu sum 21 ára gamal. Hann gjørdi balladu allastaðni hann fór, livdi eina fjakkandi og rótleysa tilveru, og doyði bert 37 ára gamal. Hesi viðurskifti hava tilsamans ført við sær, at hann hevur fingið ein legendariskan status. Rimbaud hevur íblást listamenn sum Pablo Picasso, Dylan Thomas, Jack Kerouac, Allen Ginsberg, Bob Dylan, Van Morrison og Jim Morrison.

Solveig gjørdi meg harumframt varhugan við tónleikabøkurnar, ið stóðu nærhendis diskinum, og eg fór yvir hagar at granska nærri. Har vóru ikki nógvar, men onkrar áhugaverdar. Aftur her var ein, ið skaraði framum hinar.
Spiritual Folk-Songs of Early America, savnað og løgd til rættis av musikologinum George Pullen Jackson. Kom upprunaliga út í 1937 og inniheldur eitt áhugavert savn av gomlum amerikanskum andaligum fólkasangum. Minnist ikki hvar tað er eg havi sæð og/ella hoyrt um hesa áður. Amerikanska daman, ið stóð við diskin og ekspederaði meg, viðmerkti tá hon sá bókina: "Wow...yeah we don't have a lot of music books but there's some good stuff there". Eg haldi so við.
Handritið til Pulp Fiction (Tarantino, 1994).
Solveig fann eisini onkrar forkunnugar bøkur í Berkeley Books. M.a. handritið til Pulp Fiction í bókaformi. Hevur ein eitt serligt forhold til filmin og fynduga, sniðfundiga dialogin, so er skjótt at ein fær hug at smílast meðan ein lesur handritið. Tað er eitt sindur sum við The Big Lebowski (1998) hjá Coen brøðrunum: alt er gjøgnumseyrað við humori og yvirskoti.

Ein onnur bók, ið hon fann var Musée d'Orsay - Impressionist and Post-Impressionist Masterpieces, ið inniheldur úrvaldar málingar frá Musée d'Orsay, ið vit ætla at vitja meðan vit eru her. Musée d'Orsay hýsir nógvum kendum málningum hjá eitt nú Degas, Cézanne, Renoir, Gaugin, Van Gogh, Matisse, Monet o.ø. At hava úrval av teimum í bókaformi kann vera ein góður máti at orientera seg.
Vit gjørdu okkum liðug í Berkeley Books, og gingu ta stuttu leiðina runt hornið til næsta handilin á skránni: San Francisco Books Co.

 
San Francisco Books Company á Rue M. le Prince nr. 17.


Berkeley Books er faktiskt ein avleggjari av tí størra handlinum San Francisco Books Co., so hetta var ein ikki heilt ólík uppliving. Handilin var stovnaður av amerikanskum expats í París í 2005, og hann vísti seg frá síni bestu síðu henda dagin (tað ger hann nokk flestu dagar). Hyllar omaná hyllar við 2nd hand bókum, hugnalig atmosfera og stak sømiligir prísir. Vit steðgaðu ikki leingi, men her kundi man sagtans brúkt ein tíma ella báðar tveir, at leita seg ígjøgnum hyllar og rúm við bókum. Eg fann skjótt leiðina til tónleikasektiónina, og aftur her var fongur.
Arnold Schoenberg eftir amerikanska klaverleikaran og rithøvundan Charles Rosen er eitt av fáu biografisku verkunum á enskum um modernistiska tónaskaldið Arnold Schoenberg (1874-1951). Eg havi áður brúkt bókina í sambandi við eina uppgávu í tónleikavísindi, og tími væl at eiga hana inni. Talan er nevniliga ikki einans um biografi, men eisini um verk, ið fyriheldur seg analytiskt til tónleikin hjá Schoenberg. Bókin er bert einar 100 síður til longdar, men er tó á tremur við eygleiðingum og viðkomandi upplýsingum. Eri áhugaður í at kanna nærri hvussu Rosen ber seg at. Schoenberg er eisini ein heilt øgiliga áhugaverdur persónur í tónleiki í 20. øld. Bókin kostaði mær 5 euro, sum altso er 37 krónur. Stak yvirkomiligt.

Leiðin gekk víðari, og triði handilin á skránni, nú tað var við at líða út á seinnapartin, var Gibert Jeune. Ella tað vil siga tann eini Gibert Jeune handilin, tí har eru tríggjar deildir, ið liggja rímiliga tætt við hvørja aðra á ávikavist Place and Quai-St. Michel og boulevard St. Denis. Vit vitjaðu deildina, ið m.a. selur nýggjar enskar bøkur á 1. hædd. Í onkrum av hinum fær man sum skilst eisini enskar 2nd hand bøkur. Aftur her var talan um eitt forvitnisligt úrval, men hetta vóru nýggjar og tískil eitt sindur dýrari bøkur, umframt at handlarnir eru stórir, so tað tekur tíð at finna runt í teimum. Eisini vóru nakrar bøkur longu keyptar. Tað gjørdist tískil bert til kagan hesuferð.
Solveig uttanfyri ein Gibert Jeune handil í Latínarakvarterinum.
Fjórði og seinasti handilin, ið vit skuldu vitja henda dagin, var eisini tann kendasti. Shakespeare and Company nærhendis Notre Dame kirkjuni er uttan samanbering kendasti enski bókhandilin í París. Handilin hevur eina forvitnisliga søgu, kendir rithøvundar sum Ernest Hemingway, Ezra Pound, og James Joyce plagdu at halda til har, og er í dag eisini at fata sum turistattraktión. Hetta vísti seg eisini í verki hendan leygardag seinnapart, tí tað sá soleiðis út uttanfyri:
Tað var kalt úti henda dagin, um 0 stig, og vit høvdu longu vitja fleiri handlar. Tískil høvdu vit ikki reiðiliga hug at stilla okkum í kø og fóru ístaðin at keypa kaffi og okkurt gott til góman. Berkeley Books og San Francisco Books Co. eru hervið treytaleyst viðmældir, og Gibert Jeune er absolutt eisini verdur eina vitjan. Vit fara at støkka inn á gólvið í Shakespeare and Company eina aðru ferð, og hvør veit um ikki ein blogg postur spyrst burturúr.

1/21/15

Plátuhandlar í París #1

Dagsins fongur.
 Í morgin er ein vika síðan vit fluttu til París. Vit skulu búgva her á Cité Internationale Universaire de Paris í tríggjar mánaðir. Solveig tekur eitt semestur her og eg eri farin við í arbeiðsørindum.

Í dag gjørdi eg av at seta hol á plátuhandilsvitjanir. Sambært Pitchfork er París forkelaður við plátuhandlum, men eg fór á rannsóknarferð við støði í einum øðrum lista yvir plátuhandlar, ið Time Out Paris hevur sett saman. Valdi mær tvinni støð í fyrsta umfari: Plus de Bruit og Exodisc. Talan var um sjarmerandi støð í báðum førum (eg hevði heilt erligt ikki væntað annað), og eg fór eisini til hús aftur við fongi. Synd at siga at Tórshavn er forkelaður við plátuhandlum, men heimkomin síggi eg tey gleðiligu tíðindi á Facebook, at Tutl handilin á Káta Horninum er farin at selja útlendskt vinyl afturat tí føroyska. Viva la vinyl!

Eg valdi mær áðurnevndu handlar úr rúgvuni, tí teir sóu út sum handlar við úrvali innan alt møguligt. Reint logistiskt var tað eisini ein heppin avgerð, tí eg kundi faktiskt taka eina metro við fáum stoppum millum handlarnar báðar.
 Vit búgva sum áður nevnt á CIUP, og nærmasta tok stopp her er Cité Universitaire. Tað er faktiskt ikki ein metro støð, men ein tokstøð, har regionalu RER tokini steðga. Tó er skjótt og ómakaleyst samband við metro støðir, og allur býurin er so at siga knýttur upp í hetta umfatandi metro, tram og tok netverkið.

Fyrsti handilin á skránnið var Plus de Bruit á Rue de la Rouchefoucauld 35 í 9. arrondissement. Eg tók metroina til Auber støðina, og gekk síðani í ein norðan. Tað tók eini 10-15 minuttir at ganga, og so lá hann har.
Plátu og teknisrøðsbúðin Plus de Bruit.
Eg fór innar, og eigarin Jean Paul beyð góðan dag. Eg tað sama, men so steðgaði samrøðan eisini. Eg dugi lítið og einki franskt, og var heldur ikki komin fyri práta, men fyri at crate dig'a. Tá eg hevði verið inni eina løtu, komu stammkundar á gátt, og teir prátaðu dúgliga við eigaran. Onkur hevði hund við. Heimligt! Úrvalið er eklektiskt og forvitnisligt, og ikki minst; bíligt! Pláturnar lógu runt rokna um 10 euro í kostnaði. Tað er altso heilt ok. Tað tyktist ikki sum at alt var líka gott sum var at finna, men hinvegin var eisini nógv sum eg ikki kendi. Fyri prísin var tað ikki at kimsa at. Eg leitaði nokkso leingi, og fongur vísti seg at verða í "soul-funk-disco" sektiónini, har eg fann tvinnar útgávur:
Dupult LP'in East Memphis Music - The Hits from The Stax Era stóð aftast í kassanum, og er eitt satt gullnám av klassiskum soul og funk stakplátum frá Stax tíðini. Otis Redding, Al Green, Aretha Franklin, Wilson Pickett, Booker T. & The MGs, The Staple Singers o.a. Heilt fantastisk savnspláta, og niðast stendur "Special limited edition, for radio & airplay only, not for sale or transfer", og tað verður tað ikki minni forkunnugt av. Havi altíð ynskt mær eitt breitt úrval av Stax klassikarum á einari og somu LP útgávu, so hetta var akkurát fyri. Bílig og, at síggja til, í góðum standi eisini (royndarspælingar mugu bíða til vit koma heim aftur til Føroya).
Í somu sektión fann eg Warm Leatherette (1980) hjá Grace Jones. Tað er relativt stutt síðan eg byrjaði at dyrka Grace, men leingi er tað, ið væl skal vera. Warm Leatherette er ein av klassisku 80'ara disco útgávunum hjá henni.

Hugdi eisini gjøgnum rock, metal o.a. sektiónirnar, men beit ikki reiðiliga merki í nakað fyrrenn eg kom til sjey tumma stakpláturnar. Tað er jú ein heil vísund fyri seg innan vinyl dyrking. 7 tumma singlur. Seven inch, so segði hann. Hesar smáu stakpláturnar, ið innihalda eittans sang á hvørjari síðu. Har var eisini nógv forkunnugt, og eg fann mær nøkur samlaraobjektir:
Hendan var somikið stuttlig at eg mátti hava hana. Ennio Morricone gjørdi soundtrack til Dino de Laurentiis filmin Orca. Leiddi tankarnar á okkara egna Orka.

U2 hevur eitt serligt pláss í mínum hjarta, so tá eg komi fram á kult memorabilia fái eg illa latið vera. Her er tað 'Mysterious Ways' á 7-tumma.

U2: 'The Fly'. Millum bestu rock sangir nakrantíð. Nú eisini á 7-tumma stakplátu.

U2: 'Get On Your Boots'. Ikki í sama klassa sum 'The Fly', men hvat tá.
Nú var ein góð løta farin, eg gjørdi meg lidnan í Plus de Bruit og beyð Jean Paul farvæl. "Au revoir". Nøgdur við fongin. Gott og bíligt, ikki minst! Spákaði mær oman til metrostøðina St. George á linju 12. Lítla løtu seinni var eg á Jules Joffrin støðini í 18. arrondissement. Eitt hanagleiv hagani lá handilin Exodisc:
Plátubúðin Exodisc á rue du Mont-Cenis nr. 70.
Eitt miðaldrandi par rekur handilin, og tey virka snøgt sagt hamrandi kul. Úrvalið er suverent, feitur tónleikur var allatíðina spældur meðan eg var har (eg gav mær góða tíð), tey royktu inni og snakkaðu non-stopp við kundarnar, ið komu og fóru. Góð vibe! Her var straks eitt sindur dýrari enn í Plus de bruit, men úrvalið var eisini spot on. Eg endaði sum ikki einaferð í soul-funk o.a. sektiónini, og her fann eg eina útgávu, ið eg havi leitað eftir leingi:
Yellow Moon hjá Neville Brothers er ein serlig ein. Art Neville var sum kunnugt við í legendariska New Orleans funk bólkinum The Meters áðrenn hann og beiggjarnir stovnaðu Neville Brothers. Henda útgávan er produsera av Daniel Lanois, so hon hevur tað besta av tí amerikanska sett saman við tað besta av tí atmosferiska. Tað var Jón (Tyril), ið vísti mær Neville Brothers á sinni. Og Jens (L. Thomsen) lænti mær fløguna, tá vit gingu í student.

Eg leitaði nokkso leingi afturat, og fann eisini sera nógv gott. Tó mátti okkurt veljast burturúr rúgvuni, og eg endaði við at runda dagsins vinyl-rannsókn av við tveimum blues útgávum, ið eg leingi havi havt gott eyga á:

King of The Delta Blues Singers er ein endurútgáva av teirri Columbia Records plátuni frá 1961, ið gjørdi Robert Johnson kendan í 60'unum. Johnson sang sínar sangir inn í 30'unum, men doyði stutt eftir, og var hálvavegna gloymdur í næstan tredivu ár. Henda útgávan var við til at gera hann kendan, og gittaristar báðumegin atlantshav fóru at dyrka hann sum tónlistarligan ættfaðir. King of The Delta Blues Singers er snøgt sagt ein av bestu blues útgávunum nakrantíð. So er tað sagt.

Seinna útgávan stendur lítið aftanfyri: tveir eru teir blues menn, ið eita Johnson, og ilt er at taka dagar ímillum hvør teirra er meira rúnarbindandi at lurta eftir. Blind Willie Johnson, tað er hann sjálvur við Áðrenn Elvis temalagnum ('Dark Was The Night, Cold Was The Ground' eitur tað). Hann hevur íblást meg á heilt serligan hátt, og tað havi eg bloggað um áður.

Eftir henda væleydnaða túr var ikki annað í at gera enn at leita sær heimaftur. Eg viltist eitt sindur á heimferðini, men ikki meir enn at tað bilaði. Tað kunnu vit koma nærri inn á eina aðru ferð.

Nú eg hyggi aftur á dagsins fong, er eitt ávíst tema gjøgnumgangandi: hetta er góðskutónleikur úr teirri diasporisku svørtu siðvenjuni í USA. Afrikanskt-amerikanskur tónleikur. Blind Willie Johnson, Robert Johnson, Stax, Neville Brothers og Grace Jones. Umframt sjey-tumma ráritetir. Um Harrin vil og tað viðrar verður framhald av "Plátuhandlar í París" røðini. Hoyrast!