6/29/16

Oyggjarnar og hvalirnir

Stakmynd úr filminum. Foto credit: Mike Day/Intrepid Cinema.
(greinin stóð í Sosialinum fríggjadagin 24. juni 2016).

Farna vikuskiftið hevði heimildarfilmurin The Islands and the Whales evropeiska frumsýning á Edinburgh International Film Festival í Skotlandi. EIFF er størsta filmsstevnan á okkara leiðum, og hevur í ár 70 ár á baki. Frammanundan hevur filmurin havt norðuramerikanska frumsýning, har hann eisini fekk góð ummæli.

Skotski filmsleikstjórin Mike Day hevur leikstjórnað, upptikið og framleitt filmin yvir eitt fýra ára tíðarskeið. Hesi árini gjørdi hann fleiri ferðir til Føroyar, og hann er sostatt komin at kenna samfelagið og fólk higani væl. Filmurin er ein visuelt og frásagnarliga hugbindandi uppliving við grindadrápinum sum reyðum tráði. Søgan er persónsdrivin og heldur seg tætt uppat grindadrápinum, soleiðis sum tað gongur fyri seg í føroyska samfelagnum.

Føroyingar í Edinburgh
Í sambandi við evropeisku frumsýningina vóru fleiri føroyingar staddir í Edinburgh. Pál Weihe, arbeiðsmedisinari, er ein av høvuðspersónunum í filminum og var har saman við konuni Sáru og starvsfeløgum. Filmurin var sýndur tvinnar ferðir, fríggjakvøld og sunnudag. Báðar ferðir var stúgvandi fult og aftaná var ein “Q&A” (Questions and Answers) session, har orðstýrari hevði samrøðu við leikstjóran við spurningum úr salinum. Weihe kom eisini upp og prátaði við Day, og teir báðir svaraðu síðani spurningum. Fólk vóru eldhugað og spurdu um bæði Føroyar, grindadráp, samfelagsviðurskifti og eisini um ymiskt av meira filmstøkniligum slag.

Filmurin hevur vakt altjóða ans, og í vikuni hevur Day verið í Washington, USA, har hann hevur fundast við kongressina og senatorar um umhvørvisdálking í høvunum. Hann er eisini boðin í Hvítu Húsini at kjakast um tær avbjóðingar, ið Føroyar standa yvirfyri hvat viðvíkur vandamiklum nøgdum av toksinum í siðbundna matinum. Aftaná frumsýningina fríggjakvøld var eftirveitsla hildið á barrini Henry’s Cellar Bar, har tónleikabólkurin Sakaris, ið telur Sakaris Emil Joensen, Per I. Højgaard Petersen og undiritaða, var boðin at spæla.
Stakmynd úr filminum. Foto credit: Mike Day/Intrepid Cinema.
Ein hugbindandi filmsuppliving
Tú verður beinavegin hugtikin av sannførandi myndasíðuni í The Islands and the Whales. Filmurin inniheldur nógvar bergtakandi panoramiskar upptøkur av føroysku náttúruni, ið hóska seg væl sum bakteppi til eina søgu um grindadráp. Temu í filminum eru støðan millum menniskju og náttúru, burðardygg veiða, umhvørvisdálking o.a., og stórslignu náttúrumyndirnar hóska afturvið eini slíkari frásøgn. Filmurin vísir grindadráp og fuglaveiðu tætt uppá og uttan at blunka. Hetta kann óivað vera herskin kostur fyri útlendingar, men sum føroyingur fegnast tú um, at Day vísir tingini “sum tey eru” og ikki pakkar nakað inn. Tí grindadráp, fuglaveiða, fletting av seyði o.a. hevur verið ein partur av føroyska gerandisdegnum í øldir, og er tað jú enn. 

Søgugongdin fylgir nøkrum úrvaldum persónum tætt. Pál Weihe er ein høvuðspersónur, ið umboðar kritiska og sakliga sjónarmiðið, har mælt verður frá at eta grind orsaka av heilsuvandanum, ið kemur av øktari kvikksilvurdálking. Ein familja úr Hvívík umboðar hina síðuna, og kortini rúma tey báðum sjónarmiðum. Pápin er grindamaður og setur eina æru í at veiða fugl og fisk sum part av sínum samleika. Vit frætta eisini frá abba hansara, ið sigur frá søgum úr gomlum døgum. Kona grindamannin er útbúgvin sjúkrasystir og er sostatt tilvitað um møguligu vandarnar við at eta grind, og vit síggja tey bæði kjakast. Bæði sjónarmið eru sostatt umboðað innanhýsis í hesi familjuni. Hetta er eisini í tráð við hvussu eg meti nógvar føroyingar hugsa rættiliga dialektiskt um grindadráp anno 2016. Tað er ein stórur missur í at veitra farvæl til eina elligamla siðvenju, men hinvegin er tað heilt einfalt ikki skilagott at eta dálkaða føði.
Stakmynd úr filminum. Foto credit: Mike Day/Intrepid Cinema.
Sea Shepherd
Day hevur fingið fótin innum í føroyska samfelagnum og heldur seg rættiliga treytaleyst til innanhýsis frásagnina. Uttan úr heimi koma tó Sea Shepherd á teirra sonevndu “Grindstop” herferð í 2014. Tey fylla ikki nógv í savnaðu søgugongdini men eru har so leingi tað varir. Upptøkur eru frá tá bilar koma í land, tá skip og bátar sigla millum oyggjarnar og frá tíðindafundum, ið felagsskapurin helt í Føroyum. Annar tíðindafundurin er niðri á kaiini og telur trý umboð frá Sea Shepherd. Seinni tíðindafundurin er á Hotel Føroyum, tá fyrrverandi Baywatch sprundið Pamela Anderson vitjaði. 

Í báðum førum tykist mær, at felagsskapurin ger seg fyri skommum. Day hevur ikki skuldina av hesum. Hann spælir flugan á vegginum, er hjástaddur og filmar tað, ið fyriferst. Men tá Pamela ikki megnar at svara basalum spurningum og tá útsagnir eru ridlandi og ósannførandi, ja so er savnaða myndin ikki serliga sterk. Á ein hátt er tað næstan spell, at anti-grindadráp síðan ikki hevur fingið onkrar gløggari ambassadørar enn henda snøgt sagt fjákuta felagsskap.
Stakmynd úr filminum. Foto credit: Mike Day/Intrepid Cinema.
Spurningurin, ið vit sjálvi mugu svara
Day vitjaði fyrstu ferð í Føroyum í 2011, og seinasta vitjanin í sambandi við filmsupptøkur var í november 2014. Sostatt liggur ein ørgrynna av arbeiðstímum, fyrireikingum og upptøkum til grund fyri filmin. Hann er komin at kenna sera nógv fólk í Føroyum, og tá tú tosar við hann, kennir tú eisini á tær, at hann hevur ein serligan tokka til Føroyar og føroyingar. Tó er filmurin ikki óneyðuga partískur ella moraliserandi á nakran hátt. Viðurskiftini vera lýst uttan støðutakan, og hyggjarin má sjálvur meta um. 

Gamaní eru nakrar estetiskar og stilistiskar avgerðir tiknar. Søgugongdin fylgir sum áður nevnt úrvaldum persónum, ið so ella so hava við grindadráp at gera, og tað skortar ikki uppá stórslignar náttúrumyndir. Føroyar huldar í támi og voice-over røddir, ið hugleiða um fólkatrúgv úr fornari tíð. Vit kenna stílin aftur, men hetta er serstakliga væl úr hondum greitt, á altjóða støði, og tað hongur væl saman. Tosið um huldufólk er í lagi, tí tey gerast ein metaforur fyri javnvágina millum menniskja og náttúru. Javnvágina, ið vit hava mist aftaná ta innrás av tøkni og elektrisiteti, ið fór yvir landið miðskeiðis í 20. øld. Hesin spenningur millum forna siðvenju og lívið í seinmodernaða samfelagnum er sostatt afturvendandi. So hvørt sum søgan gongur, koma alt fleiri brigdi í hesum lítla oyggjasamfelagi undan kavi. 

Miðsavnandi spurningurin um grindadráp verður standandi ósvaraður. Skulu vit gevast at drepa grind og missa eina elligamla siðvenju, ið er inngrógvin í okkara samleika? Ella skulu vit halda áfram at drepa og eta grind og lata børn okkara eitrast av kvikksilvuri og aðrari dálking í havinum? Hetta er ein spurningur, ið vit sjálvi mugu svara.
Stakmynd úr filminum. Foto credit: Mike Day/Intrepid Cinema.
Til Føroya
Mike Day letur frætta, at ítøkiligar ætlanir eru um at sýna filmin í Føroyum í summar, og stóra málið, ið toymið handan filmin arbeiðir fram ímóti, er at útvega stuðul til at fáa filmin sýndan í biografum kring allan heim. Um hetta eydnast verður talan um fyrsta føroysktmælta film, ið fær sýningar víða hvar kring knøttin. Ynskiligt hevði verið um henda søgan var varpa upp á stóru altjóða skíggjarnar.

sí fleiri myndir, videobrot og dagføringar um filmin á:
www.facebook.com/theislandsandthewhales

6/22/16

Tankar um Tony og Sabbath

Einaferð í fyrndini - t.e. í farna ártúsund tá eg var tannáringur - gjørdi eg ein lista yvir yndis gittarleikarar. Tá hevði eg spælt gittar í nøkur ár. Minnist meg rætt, komu Jimi Hendrix, Kurt Cobain, The Edge, Jonny Greenwood, Kevin Shields og Tony Iommi á listan. Jimi og Kurt eru farnir í annað ljós, og hinar havi eg í flestu førum sæð live. The Edge við U2 í  Keypmannahavn 2005, Helsinki 2010 og Dublin 2015 (tvær konsertir). Jonny Greenwood við Radiohead í Keypmannahavn 2000 og á Roskilde 2008 (Ed O’Brien er eisini ein góður gittarleikari í Radiohead, men Jonny hevur altíð havt hatta flogvitskenda yvir sær). Kevin Shields við My Bloody Valentine á Roskilde 2008 og í Store Vega, Keypmannahavn 2013.

Teir, ið enn eru á lívi havi eg sostatt sæð og hoyrt live. Uttan Tony. Hann hevur manglað. Nú er heilsan hjá honum farin at bila somikið nógv, at aktuella konsertferðin hevur fingið heitið "The End". Hann hevur verið í viðgerð fyri krabba, og drúgvar konsertferðir slíta ov nógv uppá heilsuna. 
Hetta er sostatt farvæl til túrlívið, og síðsta konsertin verður í heimbýnum Birmingham í februar næsta ár. Áðrenn tað verða tó fleiri aðrar konsertir, m.a. ein á Copenhell komandi vikuskiftið, ið eg ognaði mær atgongumerki til ein dagin. Mest orsaka av Sabbath og Tony.
Black Sabbath, Deep Purple og Rolling Stones í 14. September 21. nov. 1970. Kelda: tidarrit.fo.
Tað var inni hjá Jón Tyril í Norðagøtu, at eg av fyrstan tíð fekk oyruni upp fyri Black Sabbath. Kendi eitt sindur til teir áðrenn, men tað var sum um vavið í tí, teir gjørdu opinberaði seg tá. Jón átti fløgurnar, og eg lænti onkrar teirra. Paranoid og Master of Reality. Meini so bestemt, at Sabbath Bloody Sabbath eisini kom við norður um fjals til Leirvíkar. Sabbath var ikki tað einasta, ið vit lurtaðu eftir inni hjá Jón. Jeff Buckley fekk eisini sínar fyrstu spælingar har. Ben Harper & The Innocent Criminals tað sama. Og Yes og David Byrne og alt millum himmal og jørð. Góðar tíðir.

Skjótt hevði eg ognað mær Sabbath fløgur, og sum frá leið fór eg at savna vinyl. Sabbath hava havt fleiri tíðarskeið og sangarar, men einki er at siga til, at fyrsta tíðarskeiðið við Ozzy er "urteksturin" hjá bæði Sabbath og málmi sum heild. Fyrstu seks Sabbath pláturnar eru essentiellar í so máta. Tær eru Black Sabbath (1970), Paranoid (1971), Master of Reality (1971), Vol. 4 (1972), Sabbath Bloody Sabbath (1973) og Sabotage (1975). Ørt at hugsa sær, at teir hava innspælt seks klassikarar uppá bert fimm ár. Ikki tí, har eru eisini onkrar góðar, ið komu seinni. Eitt nú Dio pláturnar Heaven and Hell (1980), Mob Rules (1981) og Dehumanizer 
(1992), umframt skítsvaka Ian Gillian plátan Born Again (1983).
Upprunaliga manningin. F.v.: Bill Ward, Geezer Butler, Ozzy Osbourne, Tony Iommi.
Til fimta og seinasta Samrøður um tónleik tiltakið í vetur var Turið Nolsøe gestur. Evnið var "Málmsmentan og málbrúk: Normar í einum normbrótandi umhvørvi". Eg legði fyri við einari framløgu um málm í søguligari sjóneyku. Vísti m.a. á, at ein felagsnevnari fyri nøvnini, ið av fyrstan tíð vóru sett í samband við tungmálm - Led Zeppelin, Black Sabbath, Deep Purple, Uriah Heep, Judas Priest, Rainbow, Motörhead, Iron Maiden, Dio - er stigvísa ella vaksandi áherðslan á tað myrku og døpru síðuna av tilveruni. Har 60’ini vóru eyðkend av blomsturbørnum, hippie dreymum og fríum kærleika, gjørdist tungmálmsrákið eitt dømi um tað øvugta: fokus á kærleika var skift út við fokus á óndskap. Tað er ikki av leið at siga, at óndskapur verður settur í talu í tungmálminum. Tað svarta, tað myrka, tað dapra, tað ófrættakenda, tað ókenda, tað ónda fær størri rásarúm - bæði tekstliga, tónleikaliga og visuelt.

Minnist, at Øssur Johannesen einaferð skrivaði eina grein ella greinarøð um onkrar av hesum bólkunum – Black Sabbath, Deep Purple, Uriah Heep og Pink Floyd eisini. Havi tíverri ikki funnið greinina fram aftur, men hann vísti m.a. á, at tónleikararnir í hesum bólkunum, ið forrestin allir eru bretskir, hoyrdu til ættarliðið, ið vaks upp í skugganum av 2. Veraldarbardaga. Teir bardust ikki sjálvir í krígnum, men páparnir hjá teimum vóru í fleiri førum soldátar, og onkur lat lív, og synirnir vóru allir ávirkaðir av umstøðunum. Hesin dapurleiki hoyrist aftur í tónleikinum. Tað er sjálvandi ein ávísur vandi í at peika á slíkar møguligar kausalitetir, men tað er kortini áhugavert at spyrja í hvønn mun søga og samfelag geva íblástur til tónleikin?

Black Sabbath koma t.d. úr enska ídnaðarbýnum Birmingham, og í søguni um Sabbath verður av og á víst á hvussu hesin býurin er gráur og dapur, og at framtíðarútlitini hjá nøkrum ungum dreingjum av arbeiðarastætt vóru einki serligt síðst í 60’unum. Har var ikki nógv flower power at hóma. Kom í hesum sambandi fram á eina útsøgn hjá Tom Morello, gittarleikara í tiltikna amerikanska rapp/rokk bólkinum Rage Against The Machine. Um dagarnar túrar hann við rapp/rokk superbólkinum Prophets of Rage, ið telur tónleikararnar úr RATM og rappararnar Chuck D úr Public Enemy og B-Real úr Cypress Hill. Um Black Sabbath segði Morello á sinni, at:

"The heaviest, scariest, coolest riffs and the apocalyptic Ozzy wail are without peer. You can hear the despair and menace of the working-class Birmingham streets they came from in every kick-ass, evil groove. Their arrival ground hippy, flower-power psychedelia to a pulp and set the standard for all heavy bands to come."

Áhugaverd útsøgn. Groovið hjá Black Sabbath ljóðar av ráu gøtunum í Birmingham, og koman hjá Black Sabbath morlaði snøgt sagt flower power psychedelia sundur. Hetta er ikki nakað eindømi um, at javnatekin verður sett millum tónleik og umhvørvi. Herfyri vitjaði eg í Mentanarcaféini, ið sendi úr Listastovuni í Miðvági. Eg var biðin um at greina Vágasound, ið Tinganest, Jóan Jakku Guttesen, Magnus á Stongum, Vágaverk, Sámal Ravnsfjall og Holgar Jacobsen eru eksponentar fyri. Eg perspektiveraði m.a. fyribrigdið til The Clash og London, Joy Divison og Manchester, reggae og Jamaika, trip hop og Bristol, kontri og Nashville og grunge og Seattle. Black Sabbath og Birmingham er eisini eitt stak viðkomandi dømi.
Tony Iommi á palli í Verona, Italia 20.06.16. Mynd av Facebook síðuni hjá Black Sabbath.
Birmingham setti í hvussu so er síni fingramerki á ljóðið hjá Tony Iommi. Bókstaviliga talað. 17 ára gamal starvaðist hann á blikkplátuverksmiðu. Á allarsíðsta arbeiðsdegnum var hann fyri einum skaðatilburði, har hann misti tað ytsta av longutong og ringfingri á høgru hond. Eftir tilburðin misti hann hugin til gittarspæl. Seinni vísti ein vinmaður honum eina plátu við gittarleikaranum Django Reinhardt. Tony dyrkaði tónleikin, og tá hann frætti at Reinhardt spældi grebini við bert tveimum fingrum orsaka av einum eldsbruna, ið honum hevði verið fyri, kom íblásturin til at halda áfram við gittarspælinum. Hann smeltaði eina sodavatnsfløsku, gjørdi sær nýggjar oddar til fingrarnar og stemmaði gittarin niður so lættari var at spæla. Av tí sama fann hann sín eyðkent tjúkka gittartóna, ið vit kenna frá plátunum.

Tony er ein riffmeistari. Tað er tað, ið mær dámar best við honum. Riffini sita altíð væl. Ofta eru tey myrk og ónd uppá tann góða mátan. Solo'irnar eru flúgvandi og leikandi lættar, men altíð við tí tunga stevinum sum botni. Blues o.a. annar svartur tónleikur er partur av DNA'num. Missisippi áin rennur út í deltaið har suðuri, og síðani tvørturum hav til Onglands. Birmingham liggur mitt inni í West Midlands økinum í Onglandi, so har heldur hav analogiin uppat. Tónlistarlig sambond vera tó knýtt umaftur og umaftur.

Vísindamaðurin í einum átti kanska at hugt við kritiskum brillum eftir eini útsøgn um, at gøturnar í Birmingham hoyrast aftur í groovinum hjá Black Sabbath. Hinvegin veit eg akkurát hvat meint verður við. Tannáringa gittarleikarin í einum kennir seg instinktivt aftur í Sabbath. Serliga á fyrstu seks plátunum. Á aktuellu konsertferðini spæla teir bert sangir av teimum fyrstu fýra. Eg giti, at Ozzy ikki longur orkar teir høgu tónarnar á Sabbath Bloody Sabbath. Tann plátan er ein varði í rokksøguni, men hon er innspæld í eini toku av kokaini, og teir minnast nóg illa at hava gjørt hana. Óansæð er tað feitt, at teir fara aftur til røturnar. Aftur til Birmingham.

Eg gleði meg til leygarkvøldið á Copenhell!
"Beat Nýtt" greinastubbi um lagið 'Paranoid' hjá Black Sabbath. 14. September 20. feb 1971. Kelda: tidarrit.fo.
Keldur:
Weinstein, Deena. 1991. Heavy Metal: The Music and Its Culture, Da Capo Press.

6/14/16

G! 2016 - 2. partur

Mynd: Kristfríð Tyril/MOMO.
Ársins G! skrá er sum ikki einaferð eitt vitaminríkt ískoyti til føroyska tónleikasummarið. Fekk hug at gera okkurt burturúr hesum og havi tískil sett ein G! 2016 Spotify playlista saman. Havi eisini skrivað nakrar reglur um hvørt navnið, tí eg haldi álvaratos, at skráin hevur peppan uppibornað!
Fyrri helmingur av playlistanum var umrøddur í 1. parti, og her eru umrøður av seinna helmingi.


10. Steve'n'Seagulls: 'The Trooper'
Tað er okkurt fráskila finskt við bólkinum Steve'n'Seagulls. Hugsi um tað munnu vera nógvu sauna vitjanirnar, ið elva til tílík hugskot. Navnið er skemtiligt í sjálvum sær, men tónleikaliga er eisini nakað at fara eftir. Uppskriftin er kortini einføld: tú tekur eina røð av klassiskum 80'ara rock og tungmálmshittum og spælir tey í akkustiskari bluegrass/hillbilly útgávu. Iron Maiden, Guns'n'Roses, AC/DC, Dio og Metallica við banjo, stráhatti, tufflum og smekkibukksum! Júst henda tilgongd eyðkennir debutútgávuna Farm Machine, ið kom út í fjør. Giti, at hetta, alt annað líka, verður ein ólukksáliga stuttlig festivalløta.


11. Hamradun: 'Sneppan'
Hamradun høvdu eina ta bestu framførsluna á ársins FMA. Var staddur í salinum, og tað var okkurt við teimum, sum ordiliga brakaði í gjøgnum. Mær dámar væl, at teir spæla tungmálm, men tað er tungmálmur uppá tann gamla 70'ara retro mátan. Estetiskt nærri Fender enn Ibanez, um tað kann sigast soleiðis... Ikki ólíkt tí, sum eitt nú Rainbow og Dio gjørdu á sinni, tó við einum føroyskum kvæða- og vísu twisti. Feitt og upplagt, at teir koma á G!


12. Konni Kass: 'Surrender'
Eg spæli við Konni Kass, so eg ætli ikki at siga so nógv annað enn tað. 'Surrender' er fyrsta staklagið av okkara komandi debutplátu, og seinna staklagið 'Sounds' er eisini útkomið fyri kortum. Vit spældu á Spot Festival herfyri og gleða okkum sera nógv at spæla á G!


13. Hot 8 Brass Band: 'Ghost Town'
Allan vegin úr New Orleans kemur blásarabólkurin Hot 8 Brass Band at blása lív í gøtusand. Meira ektað og saftigt verður tað valla! New Orleans er á mangan hátt ein tónlistarlig vøgga í okkara tíð. Hagani spratt jassurin í árunum kring undanfarna aldarskiftið. King Oliver, Jelly Roll Morton, Sidney Bechet, Louis Armstrong, Mahalia Jackson, Fats Domino, Dr. John, Allen Toussaint, The Meters, The Neville Brothers, Wynton Marsalis v.fl. Øll hava tey røtur í býnum við teirri ríku tónleikasøguni.
Gøtutónleikurin í New Orleans er eitt heilt kapittul fyri seg, og hvør hevur ikki frætt um tiltikið lívligu jarðarferðsgongurnar, har messingblásarar meistarliga sameina sorg og gleði. Hot 8 Brass Band hava við síni sameining av hipp hopp, jassi og funk verið ein ímynd av New Orleans gøtutónleiki í tvinni áratíggju. Fastir fúsir á bæði skrúgongum og jarðarferðum. Umdømið er bert vaksi í vavi síðani ódnina Katrinu, ið legði stórar partar av býnum í oyði. Tónlistarliga treystið hjá bólkinum hevur úrslitað rósum í altjóða miðlum. Hetta skal upplivast!


14. Hudson Taylor: 'Battles'
Frá gøtutónleiki úr New Orleans fara vit til gøtutónleik úr Dublin. Írska duo'in Hudson Taylor er manna av brøðrunum Harry og Alfie Hudson-Taylor. Síðani barnaárini hava teir slitið sínar tónlistarligu barnaskógvar sum "buskers" (t.e. gøtutónleikarar) á gøtunum í heimbýnum Dublin. Tilgongdin hoyrist í teirra lívsklóka og ósmædna folk popp úttrykki:
I will lift her love and I'll break your spirit
I will dig a hole and I'll throw you in it
Only time will tell if we're all just cynics on the run
if we're all just cynics come undone


15. Federspiel: 'Mari Stanko'
Frá gøtutónleiki úr New Orleans og Dublin leggja vit beina leið víðari til 100% fjallatónleik úr alpunum! Messing og træblásara ensemblið Federspiel spælir lystiligan fólkatónleik úr Eysturríki og grannalondunum. Hegni og dugnaskapur í óhátíðarligari umpa útgávu. Fann ikki lagið á Spotify playlistanum á Youtube, so ístaðin fáa tit eitt lívligt konsertbrot. Tjekka annars eitt longri klipp frá somu konsert her.


16. Punjab: 'The Flying Elephant'
Fyri ikki so langari tíð síðani hómaðist eitt nýtt fusiónsrák millum yngri føroyskar tónleikarar. Hetta er stuttligt at leggja merki til, tí tá ein sjálvur var tannáringur var fusión ikki júst tað, ið var mest frammi. Tá var tað helst grunge, ið legði dám á. Ikki tí, fleiri grunge o.a. bólkar halda í dag til í eitt nú Margarinfabrikkini, so tað rákið er ikki farið nakran veg. Tykist tó sum at fusiónin aftur hevur fingið fastatøkur í einum ungum ættarliði. Soleiðis var tað eisini í 80'unum, tá Plúmmarar og onnur løgdu lunnar undir eina fusiónssiðvenju her á landi. Stuttligt hvussu tingini kunnu mala í kring. Tónleikasøgan er ofta syklisk á slíkan hátt. Punjab er mannaður av ungum dugnaligum tónleikarum, og plátan hjá teimum er á tremur við yvirskoti. Spennandi tíðir fyri framman.


17. Jógvan: 'Gloym meg ei'
Jógvan vísti seg frá síni bestu síðu, tá hann í fjør heyst útgav EP'ina Love That You Love í samstarvi við framleiðaran Høgna Lisberg. Sterkt, inniligt og frá hjartanum. Hetta er tað føroysktmælta lagið av plátuni, og tað er okkurt óvanliga fangandi við tí.


18. Lyon: 'Blood'
Eg spæli við live bólkinum hjá Lyon, so her ætlaði eg heldur ikki at siga ov nógv. Annað enn, at mær dámar sera væl plátuna hjá honum (sum eg ikki spæli á, so habiliteturin at siga eitthvørt um hana er ikki púrt av leið). Útgávan hevur verið nógv spæld og telist millum mínar yndisútgávur í fjør. Ein hugvekjandi fundur millum gospel singer/songwriter og treytaleysan surf gittar. Ilt at taka dagar ímillum hvat lag hóskar seg best á einum playlista, tí øll eru góð. Her er tað so lagið 'Blood', ið eg havi valt burturúr. At lurta eftir hesum sanginum kennist sum at vera til breyðbróting saman við Brian Wilson.


16. Annika Hoydal: 'Min Krop'
Ein onnur drotning í føroyskum tónleiki. Á FMA fekk Annika "Ársins Tónleikaheiður" fyri lívlangt virksemi innan tónleik. Tað var heiðurligt og uppá sítt pláss, tá allur salurin reisti seg og fagnaði henni við lógvabrestum. Hon kvitteraði við eini speiskliga stuttligari viðmerking um at "tað kitlar enn" (tilsiping til tekstin í "15 ár" hjá Harkaliðnum). Finni ikki lagið 'Min Krop' av útgávuni Endurljós (2015) á youtube, so ístaðin fáa tit eina klassiska sjónvarpsupptøku frá Melodi Grand Prix í 1979. Annika luttók við "Alduni". Á føroyskum.

18. Songhoy Blues: 'Should I Stay or Should I Go?'
Vit enda har vit byrjaðu við genialu Songhoy Blues og teirra malisku tulking av The Clash klassikaranum 'Should I Stay or Should I Go?' Ikki frítt, at heitið í lagnum sipar til støðuna hjá bólkinum sum flóttar og sum tónleikaferðandi kring heimin. Forrestin finst ein forkunnugur heimildarfilmur um maliskan tónleik inkl. Songhoy Blues. Filmurin eitur They Will Have To Kill Us First: Malian Music in Exile og varð sýndur í Norðurlandahúsinum í apríl mánaði. Mær er tó fortalt, at filmurin eisini verður sýndur á G!, so um tú ikki hevur sæð hann, fært tú høvið tá. Tað átti at verið ein góð innleiðsla til søguna hjá Songhoy Blues og maliskum tónleiki. Her og nú er tað tó 'Should I Stay Or Should I Go'. Fantastiska feitt! Vit síggjast á G!

6/12/16

G! 2016 - 1. partur


Ársins G! skrá er sum ikki einaferð eitt vitaminríkt ískoyti til føroyska tónleikasummarið. Fekk hug at gera okkurt burturúr hesum og havi tískil sett ein Spotify playlista saman við G! 2016 tónleiki. Havi eisini skrivað nakrar reglur um hvørt navnið, tí eg haldi álvaratos, at skráin hevur peppan uppibornað! Í hesum 1. parti eru 9 tey fyrstu nøvnini á playlistanum umrødd. Playlistin er annars viðheftur niðast.


1. Songhoy Blues: 'Al Hassidi Terei'
Lívsgleði er orðið, ið tekur samanum Songhoy Blues. Hetta er í øllum førum tað, ið geiðslar úr hvørjum tóna og hvørjum orði hjá bólkinum. Eisini hóast tú ikki skilir eitt orð. Limirnir eru av songhoy fólkinum úr Mali í Norðurafrika og flýddu í ein sunnan, tá islamistar yvirtóku norðara partin av landinum. Komnir suður til býin Bamako stovnaðu teir bólkin Songhoy Blues. Higartil er tað vorðið til tvinnar útgávur: framúrskarandi debutplátuna Music in Exile og forkunnugu cover EP'ina Re-covered, har limirnir gera sínar egnu tulkingar av klassiskum løgum hjá The Clash, Manu Dibango og Led Zeppelin ('Should I Stay or Should I Go' a la Songhoy Blues er settur inn niðast í playlistanum). Dyrkingarvert!


2. Phlake: 'Angel Zoo'
Tveir kritahvítir fýrar frá Albertslund, ið gera háaktuelt r'n'b a la The Weeknd við grovkornaðum hipp hopp botni. Ótrúligt, men satt. Phlake er ein spennandi duo við vindi í seglunum. Jonathan Elkær hevur leingi starvast sum beatframleiðari fyri m.a. Suspekt. Tá hann legði saman við sangaranum Mads Bo spurdust serstakir tónar burturúr. Herfyri fingu teir jaliga umrøðu á bretska tastemaker blogginum The Line of Best Fit. Debutplátan Slush Hours er júst útkomin, og 'Angel Zoo' er eitt av sterku stakløgunum hagani. Teir spæla eina røð av festivalum og spælistøðum í summar, og teirra millum telist G! 2016.


3. Agent Fresco: 'Dark Water'
Agent Fresco eru íslendskir uppá allar teir góðu mátarnar. Tónleikurin er treytaleysur, ørur og púra egin. Okkurt slag av progressivum math popp rocki við málmsískoytum og vøkrum tenorvokali. Tá eg sigi "íslendskir uppá allar teir góðu mátarnar", er tað tí, at Agent Fresco eins og so nógv onnur íslendsk nøvn nógvu seinastu árini bara gera totalt sítt egna uttan at taka atlit til, um tað er nóg kul ella um tað rakar tað rætta rákið. Og við at skíta á hesi tingini VERÐUR tað nevniliga totalt kul og rakar rætta rákið. Ella uppfinnir sítt egna rák. Óansæð, teir vóru hamrandi góðir og sannførandi í Norðurlandahúsinum í vetur, og tað verður feitt at uppliva teir live í Syðrugøtu.


4. Zion Train: 'Earthquake'
Zion Train eru slóðarar á UK dub pallinum við 25 árum á baki. Teir vóru stovnaðir sum eitt soundsystem í Oxford í 1988 og eru í dag ein institutión innan dub tónleik. Neil Perch er framleiðari og á konsertunum hevur hann sín egna miksipult og eina røð av dub effektum við sær á pallin. Í gjøgnum pultin koyra vokalar, blásarar og beats. Hypnotiskt, groovy og dragandi. Man gleðir seg!


5. Eivør: 'Brotin'
Her krevst neyvan nøkur innleiðsla. Eivør er ein drotning í føroyskum tónleiki. Eg dyrki tann elektroniska klangbotnin, ið ger seg galdandi á Slør plátuni. 'Brotin' er eitt gott dømi um tað.


6. Jacob Bellens: 'Back To You'
Jacob Bellens stovnaði rock bólkin I Got You On Tape, er við í duo'ini Murder og hevur eisini eina solo verkætlan í egnum navni. Nýggjasta plátan Polyester Skin er framleidd av vinmanninum Kasper Bjørke. Plátan er útgivin á spennandi týska plátufelagnum HFN Music, ið áður hevur útgivið m.a. føroyska Brynjolfur (á undirplátufelagnum Hafendisko) og íslendsku Human Woman, ið spældu á G! í 2011. Polyester Skin er dømi um stramt útintan elektroniskan popp við tevi fyri tí 80'araliga. Tað er okkurt metodologiskt og hugfangandi yvir tí, sum Jacob Bellens ger. Hetta lagið situr akkurát sum tað skal, og so eitt lítið sindur afturat. Lagt er í ovnin til eina spennandi G! konsert.


7. SBCR aka The Bloody Beetroots DJ set feat. Greta Svabo Bech: 'Chronicles of a Fallen Love'
Italski framleiðarin The Bloody Beetroots hevur verið virkin seinastu 10 árini innan elektroniska dansitónleikin (electro house, dancepunk, dubstep, EDM v.m.). SBCR er stytting fyri seinastu live inkarnatiónina av bólkinum. Sum skilst er tað stytting fyri "Satan Bass City Rockers" (!) Av seinastu plátuni Hide (2013) er føroyska Greta Svabo Bech við sum sangari á 'Chronicles of Fallen Love', og hon verður eisini við á framførsluni á G!


8. Dub Phizix & Strategy: 'Marka'
Tónlistarliga úttrykkið hjá Dub Phizix & Strategy er ein sannur kókipottur av globalum kryddaríum. Við drum'n'bass sum miðsavnandi stíli. Í januar í ár fingu Dub Phizix & Strategy eina rættiliga álitisváttan við á vegnum, tá BBC1 tillutaði teimum BBC Radio 1's Residency við egnari afturvendandi útvarpstónleikasending. Sí annars Dub Phizix Soundcloud síðuna fyri meira tónleik frá teimum. Intenst, ágangandi og treytaleyst. Ein bassrík framførsla stendur okkum boði!


9. Lucy Rose: 'Like An Arrow'
Lucy Rose er ein enskur singer/songwriter úr West Midlands økinum í Onglandi. Ferð kom á tónlistarligu yrkisleiðina, tá hon 18 ára gomul hitti Jack Steadman, frontmannin í indie bólkinum Bombay Bicycle Club. Síðani hevur Lucy givið út tvinnar plátur í egnum navni á heimsfevnandi plátufelagnum Columbia Records. Onnur plátan Work It Out kom út í juli 2015. Dygdargóð sangskriving í dygdargóðari framleiðslu. Vert at geva sær stundir til.

Hetta var 1. partur av mínum G! 2016 playlista, ið var umrøddur. 2. partur er her. Playlistin í síni heild kann njótast her:

6/8/16

Løg á eini framsýning (DJ mix)

Tracks At An Exhibition* eitur mítt nýggjasta DJ miks. Framført og upptikið á upplatingini av Summarframsýningini NÚ/NOW fríggjadagin í Norðurlandahúsinum. Summarframsýningin setur listafólk, ið eru fødd aftaná 1980, í miðdepilin. Hon er opin inntil 21. august og er verd at vitja. Til upplatingina talaðu Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum og Jón Sonni Jensen, listamaður. Eisini hevði Jóhan Martin Christiansen, listamaður, eina performance við yrkingaupplestri. Síðani diskaði eg.
Til høvið valdi eg at endurspegla heitið á framsýningini við úrvaldum tónleiki frá árinum í ár. Fleiri løg eru sostatt spildurnýggj, og í onkrum føri enntá óútgivin. Ein serstøk tøkk higani til Jakku, Hús, Orka, BKGD Audio og Konni Kass fyri senda mær nýggj og/ella óútgivin løg. Eisini fevnir miksið um nýtt frá James Blake, ANOHNI, Bwana, Radiohead, David Bowie, The Field, Pantha Du Prince, Lindström og Mark Pritchard. Slíkt, ið eg havi lurtað eftir í seinastuni, og slíkt, ið flytir okkurt í mær. Við áherðslu á elektroniskar tónar.

Disking er vanliga stíla til dansigólvið, og hetta er sostatt hitt mest upplagda endamálið, ið eitt DJ sett kanna hava. Mær dámar tó eisini væl at diska í øðrum samanhangum enn teimum, ið knýta seg at dansigólvinum. Altíð gott at flyta seg útum givnar karmar. At diska til eina fernisering er nakað av tí. Hvat er tað eitt DJ sett kann í slíkum føri, har fólk hyggja eftir list, práta og fáa sær okkurt til góman? Tað er áhugavert.
Nú vit eru við myndlist, listaframsýningar og diskarar er ikki frítt at onkrar langhærdar reglur hjá franska kuratorinum og listakritikkaranum Nicolas Bourriaud renna mær í hug. Í Postproduction - Culture As Screenplay: How Art Reprograms The World (2002) skrivar hann m.a. at:

"The activities of DJs, Web surfers, and postproduction artists imply a [...] configuration of knowledge, which is characterized by the invention of paths through culture. All three are "semionauts" who produce original pathways through signs. Every work is issued from a script that the artist projects onto culture, considered the framework of a narrative that in turn projects new possible scripts, endlessly. The DJ activates the history of music by copying and pasting together loops of sound, placing recorded products in relation with each other. [...] The "semionaut" imagines the links, the likely relations between disparate sites. A sampler, a machine that reprocesses musical products, also implies constant activity; to listen to records becomes work in itself, which diminishes the dividing line between reception and practice, producing new cartographies of knowledge. This recycling of sounds, images, and forms implies incessant navigation within the meanderings of cultural history, navigation which itself becomes the subject of artistic practice. Isn't art, as Duchamp once said, "a game among all men of all eras?" Postproduction is the contemporary form of this game." (s. 19)

"Semionaut" er sett saman av "semiotics og "astronaut". Semiotikkur er granskingin av teknum og súmbolum og nýtsluni ella tulkingini av teimum. Ein astronautur er ein rúmdarfari. Ein "semionautur" er sostatt ein, ið ferðast millum teknini og knýtir nýggj sambond. Í Relational Aesthetics (1998) lýsir Bourriaud modernaða listafólkið sum ein semionaut, ið uppfinnir nýggjar farrásir millum tekn. Haldi hetta er ein serstakliga fruktabærur háttur at hugsa um tingini, bæði í samband við modernaða list, disking, sampling, upphavsrætt, hipp hopp, techno o.a. elektroniskan tónleik. Ikki minst í samband við lívið á netinum, har vit eru til í eini endaleysari endurnýtslu. Ein miðil sum Facebook er mangan átøkur eini semiotiskari skrellispann, men tá ræður nettupp um at sigla miðvíst millum teknini. Millum brot og vandasker. Í Postproduction lýsir Bourriaud Relational Aesthetics sum eina bók, ið vendir sær til listaverk hvørs grundstøði er broytta mentala rúmið, ið internetið hevur latið upp (s. 8). Aðrastaðni í Postproduction skrivar hann um um diskaramentan:

"DJ culture denies the binary opposition between the proposal of the transmitter and the participation of the receiver at the heart of many debates on modern art. The work of the DJ consists in conceiving linkages through which the works flow into each other, representing at once a product, a tool, and a medium. The producer is only a transmitter for the following producer, and each artist from now on evolves in a network of contiguous forms that dovetail endlessly. The product may serve to make work, the work may once again become an object: a rotation is established, determined by the use that one makes of forms." (s. 41) 

Hetta leiðir tankarnar til eina BBC samrøðu við David Bowie frá 1999. Her tosar hann um internetið, og hvussu vit liva á gáttini til nakað, ið er bæði lívgandi og ræðandi. Enn hava vit bert sæð toppin av ísfjallinum. Hesar tankar knýtir Bowie til áðurnevnda Marcel Duchamp, ið fyri 100 árum síðan hevði tað framskygdu hugmynd, at listaverkið er ikki liðugt fyrrenn áskoðarin er komin við síni tulking av tí. Duchamp var við til at seta hol á eina gongd, har listin í 20. øld førkaði seg frá tí handverksliga til tað konseptuella. Bowie orðar tað sum "the gray space in the middle", og leggur afturat at 21. øld nettupp fer at snúgva seg um hetta. Her hugsi eg at diskaramentanin við síni noktan av tvítalsliga býtinum millum sendara og móttakara er stødd miðskeiðis í semiotiska rokanum. Í hesum roka er virkið hjá diskaranum at ímynda sær slóðir og sambindingarliðir, ið verkini kunnu flóta í gjøgnum inn í hvørt annað.

Míni ørindi vóru forrestin áðurnevnda DJ miksið. Tað finnur tú niðanfyri.
Ver vælkomin á semionautiska útferð!



1. J. Waagstein/Tórshavnar Manskór: Ólavsøkukantata 1930 (Jakku rework)
2. James Blake: I Need A Forest Fire (feat. Bon Iver)
3. Hús: Countrysangurin
4. ANOHNI: Drone Bomb Me
5. Orka: Dís
6. BKGD Audio: Feelin Like Chill
7. Bwana: Kiyoko’s Vision
8. Radiohead: Ful Stop
9. David Bowie: Blackstar
10. The Field: Pink Sun
11. Orka: Skin
12. Konni Kass: Time
13. Pantha Du Prince: Frau Im Mond, Sterne Laufen
14. Bwana: Tetsuo’s Dance
15. Lindström: Closing Shot (Original Mix)
16. Mark Pritchard: Beautiful People (feat. Thom Yorke)
17. BKGD Audio: Love Was All You Needed
18. Orka: Tey Deyðu (Jakku “de döde er de söde pt. II” remix)

*Árvakni lesarin varnast at heitið er ein tilsiping til klaversvituna Pictures At An Exhibition hjá Modest Mussorgsky frá 1874. Maurice Ravel framdi eina meistarliga orkestrering av svituni í 1922, ið helst er kendasta útgávan nú á døgum.