5/31/12

Viva La 200!

Fyri nøkrum vikum síðani kom ein genialur pakki inn um dyrnar. Innihaldið í umrødda pakka var einki minni enn nýggj pláta frá 200: Vendetta, sum LP og CD+DVD. Ikki hissini.

200 spæla her í Keypmannahavn - í Loppuni á Christiania - í annaðkvøld, fríggjakvøld 1. juni. Loppen er mítt yndisspælistað í býnum, og harafturat eri eg boðin at venda plátum á konsertini. Herligt og eitt gylt høvi at siga nøkur orð um nýggju plátuna (og nei, eg ummæli ikki, eg viðmæli. Ella; tak tað sum tú vilt).

V'ið í Vendetta sipar sjálvsagt til at hetta er hin fimta útgávan hjá bólkinum, men tað sipar eisini til longdina á upptøkunum, ið einans tóku fimm dagar (!). Projektið er nevniliga rættiliga dogmu kent. Menn fóru í studio í fimm dagar, og that's it.

Arbeiðsgongdin er skjalfest í feita heimildarfilminum Viva La Vendetta eftir Sakaris Stórá. Hetta ger Vendetta til eina serstaka útgávu, har arbeiðsgongdin er vorin partur av úrslitinum, og filmur og pláta gerast eina og sama sak. Filmurin er plátan, og plátan er filmurin. Haldi ikki at tað gevur meining at skilja tey bæði frá hvørjum øðrum. Tað er feitt.

Hetta við making of - at dokumentera kreativar prosessir meðan tær henda - er nevniliga ein genial leið, ið átti at verið troydd meir í føroyskum tónleiki og listalívi generelt. Kudos til innvolveraðu partarnar fyri at gera tað hesuferð!

Eitt eyðkenni við filminum er, at hann er sera reflekterandi. Hóast hann einans fevnir um fimm dagar, inniheldur hann eina rættiliga intensa revurdering av hvat 200 er fyri nakað. Teir tríggir Niels, Mikael og Uni seta spurning við sín egna leiklut, og tað tykist bæði sunt og gott. Teir halda ikki á bara fyri at halda á, men umhugsa og stinga út í kortið. Ikki sørt at ein kundi hugsa sær líknandi mannagongdir frá landsins leiðslu...
Klár at fara undir nálina. Vakurt er!
Plátan inniheldur 10 skeringar, og er 25 minuttir til longdar. Í fyrstuni helt eg at hon var nakað skjótt yvirstaðin, men hon veksur fyri hvørja lurting, hóast stuttu spælitíðina. Hetta er ein komprimeraður dosis av 200, ið varð til yvir fimm dagar. Einki meir tvætl.

Fyrsta lagið, ið var at hoyra í miðlum var "Við Love Skulu Vit Land Byggja". Lagið heintar íblástur og vibratiónir frá amerikanska soul tónleikinum, eins og eg haldi meg hoyra eina heilsan til ditto amerikansku duo'ina The Black Keys.
The Black Keys spæla feitan retro rock við einum soul dismi omaná, og eru partur av teirri garasjurock siðvenjuni, ið 200 mangan hava sipað til tónleikaliga: The White Stripes, John Spencer Blues Explosion, The Cramps, Suicide....Ein rock'n'roll æðr í amerikanska tónalandslagnum, hvørs mýtologiski upprunafigurur er Elvis. Tað gevur meining, tú.

Hini løgini eru tó harðari og meira hard- og punkrock kend. Tær klassisku riff rock dygdirnar eru afturvendandi í universinum hjá 200 - Rage Against The Machine, AC/DC, Motörhead - og ein hevði ikki viljað tað øðrvísi! 200 er heilt einfalt feitasta riff maskina vit hava í føroyskum tónleiki. Tí er tað eisini herligt at hyggja eftir filminum, og síggja Mikael Blak ganga og finna uppá ónd riff á einum øgiliga ó-óndum sponskum gittara! :)

Aftaná at "Punkurin frá helviti #5" kemur brakandi frá byrjan, veitir "Eg Ákæri (Fokk Jú!)" eina góða declaration of intent fyri plátuna: "Eg ákæri landsins leiðarar fyri at vera nakrir gimpar, og redusera Føroyar til at vera ein danskan blindtarm. Fyri bláoygt at halda, at teir kunnu steðga prosessini, Eg ákæri tykkum fyri landskaðiligt virksemi".

"Makka Rætt" er eitt prik til Helga Abrahamsen, ið á fjesbókini skræddi seg um, at aðalstjóri dittaði sær at vera tilstaðar til almennan fund í Vágsbotni. Tá fólk funnust at hesum, noktaði hann enntá at draga í land! Fullkomiliga burturvið. Frásøgufólkið í sanginum er hin dikterandi øðrvitisknokkurin av einum valdsharra, ið hóttir og blakar um seg við ordrum: "Eg haldi, eg sá teg niðri á vaglinum, Eg haldi, tú vart við í mótmælunum, Smakka mína munnkurv, Tú skalt akta meg - eg bestemmi her!" Tónleikaliga er lagið ónt og marsjerandi, ja næstan Rammstein'skt í vavi, og vekir assosiatónir til fasismu og búrkroppaveldi. Snøgt sagt genialt.
Teir stinga út í kortið. Frá vinstru: Uni, Niels og Mikael. Úr filminum Viva La Vendetta (Stórá, 2012)
Annars er ikki langt frá at "Brúka Tína Makt" er besta lagið á Vendetta, saman við "Við Love Skulu Vit Land Byggja". Tey bæði eru mitt á plátuni, og mynda sostatt bulin á henni. "Brúka Tína Makt" er bygt yvir eitt endurtakandi riff, ið koyrir gjøgnum allan sangin, uttan at gerast keðiligt. Tað situr væl. Teksturin er ein áheitan til tín og mín um at brúka okkara makt við at brúka meira kjaft! Lagið veksur spakiliga mótvegis einum klimaksi, og eitt "Hey! Hey! Hey! Hey!" herróp verður tjantað afturvið. Sera effektivt.

"Til Lukku" er eitt revsandi punk skot til tey, ið ikki vilja kennast við aktuella stýrið, ið tey sjálvi hava verið við til at valt. "Miðfingurin til Miðflokkin" skuffar ikki í mun til heitið, og heitislagið "Vendetta" tekur samanum politiska tíðarandan (ella mangul uppá sama) í 2012.

Tó er ikki fullkomiliga leyst og liðugt eftir hetta, tí sum rosinan í pylsuendanum kemur "B-A-D-H", ið á ein hátt gerst umboðandi fyri revurderingina av 200. Frí improvisatión yvir akkordirnar Bb-A-D-H á einum kitschuttum 70'ara stovurorgli, komplett við bossanova, rumba og tango rútmum. At upptøkan er improviserað, sæst í filminum. Einki uttan akkordraðfylgjan er lagt til rættis frammanundan.
Sangurin er risikabul, men poengið stendur við: "B-A-D-H" er líka fram eftir fummum, kiksaður og tilvildarligur sum samgongan, ið hann tekur navn eftir. Ein í 200 høpi nýggjur háttur at gera politiska satiru við tónleiki, og ein endurskoðan av hvussu teir kunnu bera seg at við hesum.

Í tí sambandi fari eg at hugsa um eitt, ið Kinna Poulsen skrivar í sínum frálíka ummæli á listablogginum: "...200 er í grundini ikki nakað punkorkestur. Í øllum førum ikki, um vit hugsa um subkulturella fyribrigdið við sama heiti í sjeytiárunum". Eg skilji hvat meint verður við, men havi hug at leggja afturat, at navnframasti enski punk bólkurin tá í tíðini var Sex Pistols, hvørs umboðsmaður æt Malcolm McLaren. Hann gekk á listaskúla síðst í 60'unum, og við íblástri frá situationistunum frá miðskeiðis í 20. øld, lanseraði hann Sex Pistols sum liður í eini størri ætlan. Situationistarnir brúktu m.a. subversión (at venda tingini á høvdið), sjokk og spektakul til frama fyri síni endamál. Í tíðarinnar bakspegli vað tað í roynd og veru hetta, ið var tað mest slóðbrótandi við Sex Pistols, meðan tónleikurin hjá teimum ljóðar alsamt meira konventionellur.

Eg veit ikki um lýsingarmaðurin Niels A. Galán hevur lisið Guy DeBord og co., men eg síggi so onkrar paralellir millum hann og McLaren. Niels og hinir í 200 duga sítt hvat viðvíkur subversión o.s.fr. Tó, ikki neyðugt at lesa óneyðuga nógv inn í júst hetta.
Vendetta LP, Vendetta CD+DVD og...Black Mamba og Tarantino!? :-)
Eitt annað eg legði merki til, nú eg í sambandi við Vendetta gjørdi eina ferð gjøgnum tær fimm 200 pláturnar higartil, er, at hetta er sum at lurta eftir afturvendandi viðmerkingum til samfelagsstøðuna.
Tað sæst og hoyrist týðiliga, hvussu 200 hesi seinastu 10 árini so líðandi hava flutt seg frá einum relativt løttum og skemtiligum tóna yvir í alsamt hvassari og vreiðari samfelagsrevsan. Føroyar er á einum heilt øðrum stað í 2012 í mun til 2001, og tað er synd at siga at tað hevur gingið rætta vegin sæð í einum 200 optikki.

200% (2001) er satt at siga framvegis tann stuttligasta og eisini tann minst óða 200 plátan, men í 2001 var støðan ein onnur; fullveldislandstýrið sat enn við stýrisvølin, hóast stígur var komin í samráðingarnar. Viva La Republica (2005) ljóðar enn sum áður ólukksáliga væl, og brakar sannførandi úr hátalarunum frá fyrsta sekundi. Ikki langt frá, at hetta er teirra magnum opus. Graceland (2006) var uppaftur óðari, ljótari og skitnari. Her var vend komin í politiskt, og tað sá ikki gott út. Stokkhólmsyndromið (2009) var eitt boð uppá eina eitt sindur meira búna og eisini rættiliga seriøsa 200 plátu. Kanska merkt av miseydnaðu CHE samgonguni ("Fingrarnar Vekk" var eitt beinleiðis skot til Tjóðveldið).

Nú hava vit so fingið Vendetta, og persónliga fegnist eg um at sleppa at leggja oyru til enn ein umgang av gittara, bassi, trummum og grefligum kjaftasliti, tí tað sigur mær so frægt sum, at alt ikki er tann bera doyvandi líkasæla á teim átjan oyggjunum í útnorðuri. Tað kann vera, at amatørisman sleppur at hórreiggja sær á politiska pallinum, men har finnast øki í samfelagnum, har hon ikki sleppur framat. Fokk nei!

Vendetta er úti á LP og á CD+DVD og eg viðmæli tær at fáa fatur í the whole shebang, tí soleiðis roynist hon best!

5/22/12

Til minnis um Donna Summer 1948-2012

Donna Summer 1948-2012
Hósmorgunin í farnu viku andaðist amerikanska songkvinnan Donna Summer, 63 ára gomul. Eins og Adam Yauch, ið eg skrivaði nøkur orð til minnis um í mínum seinasta bloggi, stríddist hon við krabbamein. Tað var ikki ætlanin at gera eina hálvgum bloggrøð burturúr minningarorðum, men aftur hesuferð kann eg ikki bæra mær at festa nøkur orð niður.

Donna Summer hevði sína stórheitstíð innan disco. Eitt eyðkenni við disco vóru sonevndu disco diva'irnar - Gloria Gaynor, Donna Summer, Grace Jones v.fl. - harav Summer helst var hin kendasta, og enntá var skýrd "The Queen of Disco".

Sum kunnugt gjørdist Adam Yauch við Beastie Boys kendur innan hipp hopp. Hipp hopp og disco hava søguliga sæð fingið øgiliga ymiska móttøku. Hipp hopp vaks spakuliga fram yvir fleiri ártíggju; í 70'unum sum eitt spírandi undirgrundsfyribrigdi, í 80'unum sum eitt vaksandi ungdómsfyribrigdi, og í 90'unum sum eitt definerandi globalt mótafyribrigdi. Til samanberingar kom disco øgiliga skjótt í heimin; var so at siga ikki til í 1970, tók síni fyrstu skjótu fet yvir bert fá ár, og náddi longu í 1979 einum fyribils klimaksi.

Henda skjóta ferðin upp á ovastu mainstream rók gav eisini baksláttur longu sama ár, tá sonevnda "disco sucks!" bylgjan tók dik á seg. Í Chicago var skipað fyri einari "Disco demolition night", har hópur av disco plátum var koyrdur í ein kassa og sprongdur í protest! Óðir rock fjepparar illneitaðust inn á henda nýggja tónleikin, ið ikki bara hevði tikið uppmerksemið til sín, men eisini var "yvirfladiskur" og "óautentiskur".
"Disco Sucks Riot", Comiskey Park, Chicago, 12. juli 1979
Legg afturat hesum, at hipp hopp rættiliga tíðliga fekk bøkur skrivaðar um seg, og altíð hevur vakt ans fyri sosialt orienteraðum tekstum, og at disco til samanberingar ikki hevur fingið seriøsa søguliga viðgerð fyrrenn nýliga, og harafturat altíð hevur havt umdømi sum ein tónleikasstílur, ið hálovar yvirfladu, glamour og tómari njótan, og tú hevur snøgt sagt at gera við tvey sera ymisk øki innan tónleikin.

Í roynd og veru løgið, tí disco og hipp hopp hava nógv til felags. Síðst í 70'unum og fyrst í 80'unum ferðaðust bæði tónleikarar, framleiðarar og diskarar tvørturum um kámu mørkini. T.d. er vert at hava í huga, at fyrsta ordiliga stóra rapphittið var "Rapper's Delight" hjá The Sugarhill Gang, og at hetta lagið jú var tónleikaliga grundað á "Good Times" hjá disco bólkinum Chic. Tónleikararnir á "Rapper's Delight" spæla eitt identiskt groove sum tað, ið ein hoyrir á "Good Times". Tað er neyvt sama útgangsstøði, og tað var ikki fyrrenn miðskeiðis í 80'unum at hipp hopp av álvara differentieraði seg  við meira rútmiskt ágangandi nøvnum sum Run DMC, LL Cool J, og áðurnevndu Beastie Boys.

Orsøkin til hesa undirstrikingina av ymisku móttøkuni av ávikavist hipp hopp og disco, er tí eg haldi tað sigur nakað um søguna hjá disco. Meðan hipp hopp hevur havt eitt gott umdømi sum verandi kul og í ordan at dáma, hevur disco í nógv ár verið úti í kuldanum. Avskrivað sum yvirfladiskt fjant. Glitrandi glar.

Vend tykist tó at vera komin í. Seinnu árini er ein røð av bókum útkomin, har disco verður tikið upp til seriøsa viðgerð. Nevnast kunnu hin avgerðandi Loves Saves The Day: A history of American dance culture 1970-1979 eftir Tim Lawrence (2003), umframt Turn The Beat Around: The Secret History of Disco eftir Peter Shapiro (2006), og Hot Stuff: Disco and the remaking of American Culture eftir Alice Echols (2009). Harafturat tykist ein endurkveiking at vera komin í disco fatanina í kollektivu poppmentanarligu tilvitskuni.
Disco hipp hopp? Vinyl label til "Rapper's Delight"
Hvar er Donna Summer so í øllum hesum?

Jú, hon var fødd LaDonna Adrian Gaines, og eins og fleiri aðrir aktørar í disco umhvørvinum vaks hon upp innan kirkjugátt, har hon eisini tók síni fyrstu fet á sangleið. Lívið hjá henni var eyðmerkt av eini pendulferð millum born again evangeliskan kristindóm, og eitt image sum altjóða disco drotning, sex súmbol og gay ikon. Hetta seinna var m.a. hjálpt á veg av eini røð av sangum, ið m.a. hálova kjøtiligari njóting. Men eisini av einum plátufelagi, ið fegin vildi marknaðarføra Summer júst á henda hátt, umframt at stereotypiskar og rasistiskt tónaðar fatanir av seksualitetinum hjá svørtum kvinnum í USA eisini spældu sín leiklut.

Síðst í 60'unum fekk Summer ein leiklut í týskari uppseting av hippie musicalinum Hair, og endaði sostatt hinumegin Atlantshav. Hon var gift eysturríkska sjónleikaranum Helmuth Sommer, og hagani fekk hon eisini eftirnavnið við einum anglofilum twisti (hóast tey bæði seinnu vórðu skyld).

Fyrst í 70'unum fór hon undir samstarv við framleiðaratoymið Giorgio Moroder (úr Italia) og Pete Bellotte (úr Onglandi). Teir hildu til í Musicland Studios í München, og í 1975 vendu teir sær til Summer til tess at fáa hana at syngja eitt lag, ið upprunaliga einans var hugsað sum ein demo. Giorgio Moroder hevði lagt til merkis, at "Jé T'Aime...Moi Non Plus" - erotiska duettin millum Serge Gainsbourg og Jaine Birkin frá 1969 - var komin upp á hittlistarnar aftur, og var hugaður at gera okkurt líknandi.
Donna Summer og Giorgio Moroder
Okkurt líknandi spurdist eisini burturúr! Moroder setti seg handan miksarapultin, ljósini í studionum vóru dempaði, og afturvið repetitivt groovandi tónleikinum fór Summer í holt við eina sensuelt stynjandi vokalrundferð, ið sjálvdan hevur sæð sín (innspælda) líka! Seinni segði hon at hon royndi at ímynda sær hvussu Marilyn Monroe hevði borið seg at, um hon hevði sungið sangin.

Giorgio Moroder var somikið nøgdur við endaliga úrslitið, at hann yvirtalaði Summer til at góðkenna innspælingina til útgávu, og hóast hon óttaðist hvat slíkur ljódliga skjalfestur raddar-erotikkur mundi fara at gera við hennara almenna umdømi, játtaði hon treyðugt.
Lagið æt "Love To Love You Baby" og var sent til Neil Bogart, stjóra á Casablanca Records, ið var plátufelagið hjá Summer. Bogart var bergtikin, og heitti á Moroder og Belotte um at gera eitt sonevnt "extended mix" til diskoteks-dansigólvini, og teir so gjørdu. Úrslitið var 17 minuttir langa "extended version" av "Love To Love You Baby". Eitt stórfingið megnarverk, ið fylti alla síðu A á plátuni.

Tá Summer frætti at hon hittaði í USA, var hon fegin. Tá hon frætti, at tað var "Love To Love You Baby", ið hittaði, ógvaðist hon við. Hetta var ikki tað hon hevði ætlað sær. Men hvat ein so annars heldur um "Love To Love You Baby", slepst illa uttanum at lagið var eitt tónleikaligt nýbrot og er uppá allar mátar á høgum støði. Leggjast kann afturat, at innihaldið í sanginum á ongan hátt er niðrandi, kúgandi ella destruktivt. Summer leggur gamaní rødd til kvinnuliga girnd og tráan, men er tað nakað at vera krymputur og bangin fyri?

Hetta var ikki eindømi um brillierandi samstarv millum Summer og Moroder. Í 1977 avrikaðu tey synthesizer drivna valaverkið "I Feel Love", har funky, syntetiskir, Kraftwerk líknandi klangir hitta alsknu soul fraseringarnar hjá Summer. Lagið var partur av konseptplátuni I Remember Yesterday, ið setti ljóð á fýra ymisk ártíggju innan tónleikin. "I Feel Love" umboðaði futuristiska partin, og var eitt boð uppá hvussu framtíðarinnar dansitónleikur fór at ljóða.

Hetta boðið vísti seg eisini at vera óvanliga beinrakið. Sambært David Bowie, ið tá var í holt við at innspæla sína sonevndu "Berlin trilogi" í Berlin í Týsklandi, hevði "I Feel Love" ávirkan longu beinavegin. Hann greiðir soleiðis frá: "One day in Berlin ... [Brian] Eno came running in and said, 'I have heard the sound of the future.' ... he puts on 'I Feel Love', by Donna Summer ... He said, 'This is it, look no further. This single is going to change the sound of club music for the next fifteen years.' Which was more or less right."

"I Feel Love" gjørdist ein hornasteinur - ikki bara í samtíðarinnar disco, men eisini í techno og house sjangrunum, ið tóku seg upp í 80'unum. Enn tann dag í dag - yvir 30 ár seinni - ljóðar lagið futuristiskt og dreymakent.


Í 2007 vóru vit nøkur, ið saman settu gongd á Undirbeat tiltøkini, ið hýstu disking og elektroniskum dansitónleiki. Okkara fyrsti útlendski diskaragestur var Maggi Lego (e.k.s. Hunk Of A Man) úr Íslandi. Hann vitjaði eisini á Ólavsøku árið eftir, umframt á G! Festival í 2009.

Maggi hevur eina øgiliga holla og umfatandi vitan um bæði disco, techno og house tónleik, var við til at stovna tiltikna bólkin GusGus, og er harafturat ein sera fittur fýrur. Einki at siga til, at hann er áhugaverdur at práta við. Eg minnist at vit sótu og prátaðu tað eina kvøldið undir vitjanini í 2008. Maggi greiddi frá hugtakandi røvarasøgum úr síni longu yrkisleið sum diskari í Reykjavík.

Tá hann fyrstu ferð spældi til eitt uttandura rave. Tað regnaði, stroboskop lampurnar bleiktraðu, og fólkini dansaðu. "Tað var eitt fantastiskt kvøld" segði hann og hugdi framfyri seg.

Tá hann fyrstu ferð spældi techno á einum diskoteki í Reykjavík, har hann var "resident DJ" (fastur diskari). Hetta var síðst í 80'unum. Hann hevði frí tað kvøldið, men fór innum at heilsa uppá diskaran, ið var til arbeiðis. Komin innar í diskarabásin spyr hann hin diskaran um hann ikki kann fara eftir onkrum drekkandi til sín? Jú, gamaní. Hin diskarin ferð oman í barrina, men hvat ger Maggi? Hann læsir hurðina til básin.

Tingið var at hetta diskotekið fekk plátur sendandi regluliga úr Onglandi. Disco plátur. Í hópatali. Men í seinastuni var eitt annað slag av plátum byrja at koma úr Onglandi; techno plátur.
Inni í diskarabásinum vóru techno pláturnar lagdar í ein bunka fyri seg. Bunkin vaks, men eingin tordi at røra hann. Eingin av diskarunum visti hvat hann skuldi gera við henda bunkan. Uttan Maggi. Hann tímdi ikki longur at ganga sum ketta um heitan greyt.

Tískil læsti hann diskarabásin, og fór í holt við at spæla burturav techno bunkanum! Eitt lag og annað eftir, og longu beinavegin var dansigólvið fullkomiliga tómt. Hin diskarin, ið var til arbeiðis, var sjálvsagt svakur, og bankaði og bukaði á hurðina, men nei; Maggi gavst ikki so.

Hann helt áfram at spæla techno plátur, og tá nakrir tímar vóru gingnir byrjaðu fólk so smátt at dansa aftur. So líðandi fyltist dansigólvið, og tá kvøldið leið at enda, var dansigólvið fult aftur.
Hetta var søgan um hvussu Maggi byrjaði at spæla techno, og hvussu hetta diskotekið fór undir at hýsa techno, men eg havi eisini illgruna um at hetta var søgan um hvussu techno fekk innivist í Íslandi!
Vinyl label til "I Feel Love"
Prátið kom eisini inn á disco. Maggi er disco nørd av eini aðrari verð. Eg royndi meg við míni tá rættiliga avmarkaðu vitan um disco, og eg fekk m.a. nevnt okkurt um "Hot Stuff" hjá Donna Summer, og at mær altíð hevði dámt tann sangin. Tað geri eg eisini enn, tó at tað hann telist millum meira rock kendu løgini hjá Summer og Moroder.

Tá hugdi Maggi aftur framfyri seg við einum hugsunarsamum eygnabráið, og segði; "Kennir tú hetta her lagið, "I Feel Love"? Tað er eitt fantastiskt lag". Eg visti ikki um eg hevði hoyrt tað, men eg hevði ikki givið tí ans. Skilti á lagnum, at tað fór at loysa seg um eg lærdi tað at kenna. Eg kundi eisini lesa millum reglurnar, at Donna Summer var avgjørt ikki nøkur hvør sum helst, og at hon hevði serligan týdning fyri henda roynda diskaran.

Síðani tá havi eg lurtað og lisið. Um Donna Summer og um disco. Tí disco er øgiliga nógv. Gamaní kom ein filmur í 1977 ið æt Saturday Night Fever. Hann snúði seg um disco, men tað var ein øgiliga stovurein versjón av disco. Disco savnaði upprunaliga tey, ið vóru útskot í samfelagnum. Svørt, latinos, samkynd. Tey, ið ikki sluppu uppí part í seksuellu kollveltingini í 60'unum, funnu ein eyka frígerandi møguleika í disco.

Disco byrjaði sum ein samrenning av nógvum ymiskum - einamest svørtum - tónleikastílum. Hetta fór eg eisini í holt við at hugsa um, tá eg hatta kvøldið í 2008 spurdi Maggi um hann dámdi eitt annað navn frá disco tíðini? Svarið var stutt og greitt "ov hvítt". Tá eg spurdi nærri um hetta, forkláraði hann; "ov stívt...ikki nóg leyst" og gjørdi groovandi rørslur við armunum. Hóast eg haldi tað er best at vera varin við essentialiserandi tosi um rasur í tónleiki, so er nakað um tað. Tað hoyrist.

Tónleikinum á Saturday Night Fever stóðu serliga BeeGees fyri, og hetta leiðir okkum til Robin Gibb, ið eisini andaðist nú ein dagin, meðan eg skrivaði henda bloggin. Friður verið við honum. BeeGees gjørdust á mangan hátt ímyndin av disco. Tríggir hvítir beiggjar, ið vóru uppvaksnir í Avstralia. Tað hevði ikki so nógv við disco røturnar at gera, hóast teir gjørdu góðan tónleik, og vóru væl meira disco enn filmurin.

Fyri at venda aftur til Donna Summer, so haldi eg at hon umboðar mótsetningarnar. USA og Evropa (Týskland). Svart soul og eurodisco. Organiskan sang og syntetiskar klangir. Vaks upp í kirkjuni, gjørdist sex súmbol og disco drotning og var dyrkað av samkyndum báðumegin Atlantshav. Vendi aftur til evangeliskan kristindóm fyrst í 80'unum, eftir at hon hevði fingið nokk av dominerandi plátufeløgunum og disco var vorið ókul. Um hetta mundið skal hon hava sagt niðrandi ting um samkynd, og tað gjørdi hana illa dámda. Men sum sangarin í Erasure sigur í BBC dokumentarini Queens of Disco; "we listened to her anyway". Seinni gjørdi Summer nógv burturúr at bera í bøtuflaka, og sang til fleiri LGBT tiltøk.

Hóast mangt av hesum kann tykjast sjálvmótsigandi, haldi eg at Donna Summer var ein stór listakvinna, ið kastaði seg út í tingini og setti orð og ljóð á tað at vera menniskja. At vera menniskja er at smoyggja sær undan løttum loysnum, og liva við mótsetningunum, kontrastunum, paradoksunum, ja øllum tí, ið mótsigandi er. Hennara lovsangir fluktueraðu millum hitt himmalska og hitt holdsliga, men poengið er at teir vóru verandi júst tað; lovsangir.

Hvíl í friði.

------------

Keldur:
Brewster, Frank & Broughton, Bill: Last Night A DJ Saved My Life: The history of the disc jockey
Echols, Alice: Hot Stuff: Disco and the remaking of American Culture
Lawrence, Tim: Loves Saves The Day: A history of American dance culture 1970-1979
Shapiro, Peter: Turn The Beat Around: The Secret History of Disco

Queens of Disco, BBC dokumentar 2012
The Joy of Disco, BBC dokumentar 2012

5/7/12

Til minnis um Adam Yauch e.k.s. MCA

Adam Yauch e.k.s. MCA 1964-2012
Fríggjadagin andaðist Adam Yauch e.k.s.* MCA, eftir at hava stríðst móti krabbameini síðani 2009. Hann var 47 ára gamal. Saman við Michael Diamond e.k.s. Mike D og Adam Horowitz e.k.s. Ad-Rock myndar hann heimskenda rapp bólkin Beastie Boys, hvørs rót var fest í New York fyri 30 árum síðani. Nógv hevur longu verið skrivað og sagt úr alskyns herðashornum, men eg helt at eg skuldi líka skoyta mínar tankar uppí her á mínum lítla hjørni á alnetinum. So er okkurt eisini á føroyskum.

Um vikuskiftið gjørdist greitt umvegis Facebook og ymsar tónleikasíður, at mong eru merkt av tíðindunum. Eg haldi ein orsøk er at Beastie Boys í avgerðandi mun hava verið við til at seta orð og ljóð á ungdómin og tannárini hjá teimum ættarliðum, ið vuksu upp við teirra tónleiki sum soundtracki.

At siga farvæl er sostatt ikki einans eitt farvæl við rapparan, tónleikaran, listamannin, filmsleikstjóran og filantropin Yauch, men eisini eitt farvæl við ein ungdóm og eitt tíðarskeið, ið ikki kemur aftur. At farin tíðarskeið ikki koma aftur í aftur, er nakað, ið vit øll vita innast inni. Men tað verður líkasum skorið út í papp, tá ein súmbolskur persónur sum Adam Yauch andast í úrtíð.

Eg kann ikki siga, at eg havi verið stórfjeppi av Beastie Boys, men teir hava verið har so langt aftur eg kann minnast, og eg havi altíð sett teir í samband við eina glaða og sterka kenslu, har tað ósannlíka gerst sannlíkt. "Sabotage" var gerandiskostur á MTV, í teirri tíðini tá tann rásin hevði nakað uppá seg. Tað er ikki ov nógv sagt, at akkumuleraða kulheitin í lagnum + video'ini til "Sabotage" plaserar tað í Topp 10 yvir bestu videoløg í søguni hjá MTV. Kanska enntá í Topp 5.

Tann fyrsta Beastie Boys fløgan, ið eg keypti var Hello Nasty frá 1998. Eg minnist hvussu stuttlig hon var at lurta eftir, og hvussu hon vakti tevið eftir at orientera seg víðari í diskografiini hjá bólkinum. Beastie Boys hava altíð snúð seg um stuttleika, orku og yvirskot. Men tað er ikki bara fjant og fjas.

Gamaní kom gjøgnumbrotið við snotty dreingjareyvs rapp rocki a la "Fight For Your Right" av teirri Rick Rubin produseraðu debutini Licensed To Ill frá 1986. Ein útgáva, ið gjørdi teir kendar, men sum eisini lættliga kundi havt ført eina stuttlivda one hit wonder lagnu við sær. Hóast ironi spældi ein sentralan leiklut, vóru mong, ið tóku tekstir og atferð í álvara, og harafturat vóru mong í amerikanska rapp umhvørvinum, ið als ikki sóu virði í teim trimum jødisku dreingjunum úr New York, ið bráddliga breggjaðu sær av harðskapi, rúsevnum, vápnum og konufólkahaturi.

Uppfylgjarin Paul's Boutique (1989) slóg fast, at Beastie Boys vóru annað og meir enn reyp og lótir. Saman við prodjúsaraduo'ini The Dust Brothers megnaðu teir tríggir at framleiða eitt satt meistaraverk innan samplingar baseraðan hipp hopp. Eins og við útgávunum hjá Public Enemy frá sama tíðarskeiði, er hvørt einstakt lag ein sonn rundferð í samplingar-akrobatikki, og tilsamans vera ikki færri enn 105 ymiskir sangir samplaðir á útgávuni. Hóast rúgvusmiklu samplingar-tilgongdina er tónleikurin ikki óruddiligur og óskipaður at lurta eftir. Har er skil í ørskapinum.

Triðja útgávan Check Your Head (1992) legði á meira hondspælda punk bógvin, og peikaði aftur á punk/hardcore røturnar hjá bólkinum, og fjóra útgávan Ill Communication (1994) sementeraði bólksins status sum rapp/hipp hopp superstjørnur við listarliga integritetinum varveittum í øllum góðum.

Ill Communication bar eisini boð í bý um tríggjar eldri, vísari og eitt sindur meira vaksnar harrar, ið tó ikki høvdu mist broddin. Á byrjunarlagnum "Sure Shot" tekur Yauch í egnan barm, og ger vart við bólksins ynski um at gera upp við konufólkahaturin, ið var partur av úttrykkinum á ungum árum. Hóast nógv á debutplátuni er uppgjørt og meint í spølni, og hóast vantandi umhugsni hevur verið ein aðalorsøk til at konufólkahatandi hugskot hava fingið innivist í teksti og tónleiki, so mettu teir at tíðin var komin til at vaska talvuna reina.

"I wanna say a little something that’s long overdue
the disrespect to women has got to be through
To all the mothers and the sisters and the wives and friends
I wanna offer my love and respect to the end" 
-Adam Yauch/MCA í "Sure Shot"


Legg afturat hesum, at Yauch gjørdist praktiserandi buddistur í 90'unum og m.a. stóð á odda fyri víðagitnu og vælgerðandi Tibetan Freedom Concerts tiltøkunum í sama tíðarskeiði, og tú hómar brádliga myndina av einum manni, ið ikki var bangin fyri eini innvortis førking, og var sinnaður at endurskoða sín leiklut her á fold.

Á áðurnevndu Hello Nasty frá 1998 gjørdist super dugnaligi diskarin og scratcharin Mix Master Mike innlimaður partur av Beastie Boys, og bar hetta somuleiðis boð um áhaldandi menningina í bólkinum. Hóast teir tá vóru verðinskendir valdu teir at innkorporera Mix Master Mike, og síggja seg sjálvar úr einum nýggjum sjónarhorni.

Afturat nevndu útgávunum fingu Beastie Boys stundir at geva út tríggjar útgávur afturat; To The Five Boroughs (2004), instrumentalu útgávuna The Mix-Up (2007), og Hot Sauce Committee pt. 2 frá í fjør. Henda seinasta var upprunaliga darvað av sjúkralegu og -viðgerð hjá Yauch, og kendu teir seg noyddar at byrja umaftur við henni. Tískil "pt. 2".

Hóast seinkingar kom útgávan á marknaðin í fjør, men uttan live framførslur, tí tá var Yauch vorin ov sjúkur til at kunna framføra. Fyri einum mánaða síðani vóru Beastie Boys innlimaðir í Rock and Roll Hall of Fame sum triðji rapp bólkur nakrantíð. Yauch fekk heldur ikki verið við hesuferð, og Mike D og Ad-Rock lósu eitt bræv upp, ið Yauch hevði skrivað til høvið.

Og fríggjadagin var liðugt.
Yauch/MCA saman við dóttrini Tenzin
Eg tosaði omanfyri um kensluna av tí ósannlíka, ið gerst sannlíkt. Eg haldi alt í alt at tað hevur verið hetta, ið hevur eyðkent søguna um Beastie Boys. Tað var ósannlíkt, at tríggir jødiskir uppkomarar úr New York skuldu gerast millum fyrstu heimstjørnur innan rapp og hipp hopp. Tað var ósannlíkt at teir skuldu yvirlivað teirra egna karikatur á Licensed to Ill, og tað var ósannlíkt at tað skuldi eydnast so væl at gera freku samplingar kollasjurnar á Paul's Boutique (tað eydnaðist enntá somikið væl, at Chuck D úr Public Enemy einaferð skal hava sagt, at "the dirty secret" millum svørtu hipp hopp tónleikararnar tá í tíðini, var at Paul's Boutique hevði bestu beat'sini).

Tá komið var inn í 90'ini, var søgan um Beastie Boys ikki ósannlík longur. Tá vóru teir ein væl og virðiliga innvovin partur av tí, ið á enskum verður rópt "the cultural fabric", og løgdu týðandi stavir afturat tónleikaliga orðatilfeinginum. Og tað kunnu vit vera takksom fyri. Niðast havi eg viðheft eina sera góða live upptøku frá Glasgow í 1999. Hygg eftir henni, tí tað er tað vert!

*e.k.s.: eisini kendur sum

Keldur:
Sasha Frere-Jones: Peace, Adam
Mark Richardson: Afterword: Adam Yauch
(tak til Erik Steinskog for links via Facebook)