7/23/19

Fatboy Slim á G!

Fatboy Slim diskar upp við raveparty á Gøtusandi. Mynd: Arnar Eggert Thoroddsen.
Tað er langt síðani, at eg havi glett meg so nógv til eitt G! høvuðsnavn sum Fatboy Slim. Ofta er tað í líka stóran mun nøvnini á smærru pallunum, ið fanga mín áhuga. Men í ár var tað altso sjálvt høvuðsnavnIÐ, ið eg gleddi meg nógv mest til. Og eg má siga, at hetta høvuðsnavnið livdi upp til vónirnar og meira enn tað.

Ein meistari á vitjan
Fatboy Slim leveraði snøgt sagt eitt DJ sett í heimsflokki, sum fekk sandin at kóka sum ongantíð áður. Eftir mínum tykki besta framførsla av sínum slag, ið hevur verið at sæð og hoyrt í Føroyum. Ein framførsla, ið telist millum bestu G! framførslur yvirhøvur. Vit sum stríddust fyri at sjóseta elektroniskan tónleik yviri í Grundini fyri 10 árum síðani, kundu bara stórsmílast um at elektroniski tónleikurin gjørdi innrás á sandinum sum spikafeitt høvuðsnavn leygarnátt. Tað var ikki sørt rørandi.

Sum DJ má eg taka hattin av fyri imponerandi høga støðinum, ið Fatboy Slim - vanliga róptur Norman Cook úr Brighton í Suðuronglandi - legði fyri dagin. Ein heilt ótrúliga gjøgnumførd uppliving, har alt var hugsað inn í eina bergtakandi audiovisuella heild, sum tó eisini loyvdi spontaniteti. Maðurin er jú DJ og er vanur við at taka støði í løtuni og reaktiónunum frá áhoyrarunum.

Tónleikaliga var talan um eina rættiliga tour de force, ið vísti totalt tamarhald á øllum sjangrum sum komu við í framførsluna, hóast ein ávís áherðsla var á techno. Egnu løgini hjá Fatboy Slim hava sín uppruna í big beat og electronica rákinum kring aldarskiftið, men í framførsluni vóru tey meistarliga fragmenteraði og sett saman av nýggjum. Sostatt ljóðaði framførslan leygarkvøldið 100% av 2019, men í grundini av nógv meira, tí egnu framleiðslurnar vóru miksaðar saman við alskyns tónleik úr ymsum áratíggjum og kontinentum. Alt hekk saman undir greiðu yvirskriftini: Fatboy Slim. Ein ekstatisk løta, ið túsundtals dansiglað fólk vóru við uppá.
Fatboy Slim á sandinum. Egin Mynd.
Misvísandi ummæli
Tí er tað eisini stak misvísandi, tá tað í ummæli av festivalinum í Summartímanum í Kringvarpi Føroya verður roynt at seta Fatboy Slim fram sum eitt “sera óaktuelt navn", sum “ikki hevur útgivið nakað í eini 15 ár”. Fyri tað fyrsta er hetta ikki rætt, og fyri tað næsta so vitnar útsøgnin um eina ófullfíggjaða fatan av hvør Fatboy Slim er, hvat ein DJ ger, hvat remix mentan er og av menningini innan elektroniskan dansitónleik seinastu 10 árini.

Tað, sum sostatt stendur eftir sum verandi óaktuelt og enntá ósatt, er útsøgnin í ummælinum í Summartímanum. Hetta eigur ikki at vera einasta søgan í okkara almenna Kringvarpi um Fatboy Slim á G! Festival. Eftirmælið og almenni diskursurin kring framførsluna hevur betri uppiborið. Tí hesar viðmerkingar.

Rætt er, at Fatboy Slim gav fýra fløgur í fullari longd út í tíðarskeiðinum 1996-2004, og við hesum útgávum eyðmerkti hann seg sum eitt navn í heimsflokki innan áðurnevnda big beat rák (saman við The Prodigy, The Chemical Brothers, Basement Jaxx o.ø). Og um einasta galdandi parametur fyri “aktualitet” er nær ein artistur seinast útgav nakað so altmodisch sum eina fulllongdarfløgu (úr fysiskum plastikk!), jamen so er hetta sjálvandi ein nøkunlunda frágreiðing.

Útgávuvirksemi seinastu 15 árini
Tíðirnar eru nógv broyttar, og kommersielt sæð eru fulllongdarfløgur bert ein lítil partur av myndini á dagsins tónleikapalli. Tað kunnu vera listarligar orsøkir til at gera fulllongdarútgávur, men kommersielt hevur tað ikki sama týdning at útgeva fløgur longur, og so slett ikki innan elektroniska dansitónleikin, har tað í alsamt størri mun snýr seg um stakløg og playlistar. Her er Fatboy Slim sanniliga eisini við. Seinastu 15 árini hevur hann nevniliga lagt navn til eina ørgrynnu av stakløgum, remix útgávum og compilations.

Úr rúgvuni av útgávum kann nevnast topp 10 hittið ‘Eat Sleep Rave Repeat’ frá 2013, ið spældi ein prominentan leiklut í G! framførsluni. Ummælarin heldur uppá, at “Fatboy Slim hevur einki útgivið í eini 15 ár”. Hetta er ósatt og vitnar um ein hugsunarhátt, sum er úti av sync við tað, sum gongur fyri seg í dagsins tónleikaídnaði.
Sandurin kókar til Fatboy Slim. Egin mynd.
DJ mentan og EDM rák
Uppaftur týdningarmiklari í hesum sambandi er, at í 2010’unum hevur Fatboy Slim verið nógv virknari sum DJ enn sum tónleikaframleiðari. Hann hevur eisini havt úr at gera seinastu nógvu árini og er javnan høvuðsnavn á alskyns festivalum, tiltøkum og konsertferðum. Orsøkin til hesa gongdina, er sjálvsagt EDM (Electronic Dance Music) rákið, ið snýr seg um at skapa stór elektronisk tónleikatiltøk, har superstjørnu DJ's spæla fyri dansandi fólki í hundratúsundatali.

Fyri Billboard Magazine hevur Fatboy Slim givið til kennar, at hann hevur nógv mest hug til at vera virkin sum DJ nú á døgum, og at hetta fer eisini avstað við nógvari tíð. Og sigast má, at hann hevur megnað at riðið á EDM bylgjuni til fulnar. Tað er í grundini einki at siga til, at eitt navn sum Fatboy Slim ger sær dælt av hesum, tí hann hevur frammanundan prógvað seg sum framleiðari og tónleikari. Egnu framleiðslurnar og mongu remixini hava skrivað seg væl og virðiliga inn í poppmentanina. Tær virka í grundini sum eitt perfekt grundstøði fyri núverandi DJ virksemið.

Hetta var eisini staðfest í desember 2018, tá DJ Mag handaði Fatboy Slim eina "Outstanding Contribution" virðisløn fyri "varandi ávirkan á dance mentanina í Bretlandi og longur úti í heimi". Við sama DJ Mag segði hann so seint sum í juni mánaði, at um hann fer at gera tónleik aftur, so verður tað ikki útgivið í album formati, tí fulllongdarfløgan er yt.

DJ virksemið heldur kortini fram við fullari ferð. So seint sum í vár var Fatboy Slim á egnari arena konsertferð í Bretlandi, ið var hansara størsta higartil. Stutt undan G! Festivalinum spældi hann á Glastonbury festivalinum. Fyri framman standa framførslur á festivalum og spælistøðum kring alt Evropa. Ein kundi hildið á, men tað stutta av tí langa er, at vit kunnu bert fegnast um at leiðin eisini var løgd til Føroya.

Gloym ikki grindina
Mær er annars sagt, at Fatboy Slim upplivdi ein ekstreman ágang frá umhvørvisfelagsskapum, aktivistum og enntá starvsfeløgum og vinfólkum, nú hann legði leiðina til Føroyar og grindadrápsmyndirnar floymdu út í heim. PR fyllir jú nógv í virkseminum hjá kendum fólkum. Soleiðis er tað. Men Fatboy noktaði at geva skarvin yvir og legði tað longu leið á Gøtusand, har hann kom, sá og sigraði.

Vert er at vísa eitt minimum av takksemi fyri hetta. Høvdu vit øll sýnt sama nærlagni, integritet og dugnaskap í okkara egna.

7/21/19

Slow Jamz Vol. I (DJ Mix)

Mynd: egin mynd.
Slow Jamz Vol. I er heiti á DJ miksi, ið eg legði út fyrr í summar. Tað er ætlað sum ljóðspor afturvið endaleysum summarkvøldum og ljósum náttum. Ella afturvið einari og hvørjari chillaðari stund. Sum sagt verður í frágreiðingini til miksið: "A collection of sizzling hot slow jams. Long bright nights and chillout vibes."

Um hugtakið "slow jam" er at siga, at tað verður vanliga nýtt um eitt lag sum hevur seint tempo og/ella er ein ballada, og sum heintar íblástur úr rhythm & blues og soul tónleiki. Sum heild verður tað nýtt um sangir við bleytari ljóðmynd, har tekstligi denturin er á sterkt kensluligt og/ella romantiskt innihald. Í so máta fevnir hugtakið "slow jam" rættiliga víða, og tað ger tað eisini í hesum miksinum.

Enjoy!



1. Kool & The Gang: 'Summer Madness'
2. Roy Ayers Ubiquity: 'Everybody Loves The Sunshine'
3. Jan Hammer: 'Night Talk'
4. Daft Punk: 'Nightvision'
5. Prince: 'Scandalous'
6. The Isley Brothers: 'Footsteps In The Dark, Pts. 1 & 2'
7. Serge Gainsbourg: 'L’Hotel Particulier (Stratus remix)'
8. Childish Gambino: 'Redbone'
9. Kali Uchis feat. Bootsy Collins, Tyler, The Creator: 'After The Storm'
10. Quincy Jones: 'Summer In The City'
11. Isaac Hayes: 'Walk On By'
12. The Korgis: 'Everybody’s Got To Learn Sometime'
13. 10cc: 'I’m Not In Love'