8/31/16

Stranger Synths!

Tað skal ikki vera nøkur loyna, at eisini eg eri fallin pladask fyri hugfangandi Netflix røðini Stranger Things. Røðin er ein fagnaður av 80'ara sjónvarpi, 80'ara filmi og 80'ara poppmentan yvirhøvur. Hevur ein nakrantíð havt alsk til Stephen Spielberg, Steven King, John Carpenter, Alien/s, George Lucas o.a., so er nógv at fara eftir. Gamaní eru tilsipingarnar konstantar og eyðsýndar, og tað koma løtur fyri í 1. sesong, har alt mestsum verður vundið upp í eitt tilsipingargildi.

Kortini verður ein bitin av røðini, og tað tilsipingarliga gevur eisini meining. Poppmentan hevur, eins og populertónleikur, ein "sykliskan" dám, har tað sum fyrr var kul brádliga verður kul aftur, um enn í dagførdum hami. Einki nýtt í tí, og tað er í lagi tá tað er somikið gott sum her. Havi tað á sama hátt við hugvekjandi tónleikinum í røðini.

Tónleikurin sipar lystiliga til 70'ara og 80'ara synthesizer tónleik a la Tangerine Dream, John Carpenter, Vangelis, Giorgio Moroder v.fl. Tað eru teir báðir Kyle Dixon og Michael Stein úr amerikanska "synthwave" bólkinum S U R V I V E úr Austin, Texas, ið hava framleitt tónleikin. "Synthwave" ella "retrosynth" er ein bylgja, ið hevur tikið seg upp seinasta ártíggið, har nútíðar synth nøvn gera tilvitaðar og eyðsýndar tilsipingar til synthesizer rákið frá 70'unum og 80'unum. Tó við tí muni, at nýggju bólkarnir innarbeiða nútímans framleiðslusnildir úr elektroniskum dansitónleiki.

Stranger Things ovfarakætið fekk meg at flippa eitt sindur út við einum synthesizer Spotify playlista, ið fekk heitið Stranger Synths. Playlistin inniheldur bæði klassisk synth/sequencer nøvn og nýggjari synthwave nøvn. Úr eldra ættarliðnum finna vit nøvn sum Tangerine Dream, Jean Michel Jarre, John Carpenter, Vangelis, Giorgio Moroder, Brad Fiedel, Goblin, Popol Vuh, New Order, Brian Eno, Jan Hammer og Angelo Badalamenti. Av nýggjari synthwave nøvnum fevnir listin um S U R V I V E, Oneohtrix Point Never, Sinoia Caves, Disasterpeace, Xander Harris, Steve Moore, Emeralds, Umberto og Victims.

Havi einans hildið meg til instrumental synthesizer og/ella sequencer løg. 40 løg, 24 artistar, á tilsamans 3 tímar og 25 minuttir. Njótið!


Ynskir ein forrestin at vita meir um synth ljóð og arpeggio figurar í Stranger Things, so er hesin mini-dokumentarurin fínur til endamálið. Góðir gamlir kenningar og klassikarar sum Juno 6, minimoog, Juno 106 og Prophet 5 eru við. Stak áhugavert.

8/23/16

Tevtonskur týsdagur (Tangerine Dream)

Hetta er 3. bloggur í bloggrøðini "Tevtonskur týsdagur", ið setir sjóneykuna á góð krautrock nøvn. "Tevtonskt" er føroyskt fyri "teutonic", ið stutt sagt merkir "týskt" ella "germanskt".

TANGERINE DREAM
Til umrøðu hesuferð er navnframi Berlin bólkurin Tangerine Dream. Tað stuttliga er, at eg leingi havi havt Tevtonskan Týsdag um Tangerine Dream í umbúna, og í summar hava teir brádliga fingið eitt "TV moment" við løgum í háaktuellum sjónvarpsrøðum sum Stranger Things og Mr. Robot
Limir úr synthwave bólkinum S U R V I V E, ið hava gjørt tónleikin til Stranger Things, vísa júst til Tangerine Dream sum týðandi fyrimynd, saman við eitt nú John Carpenter, Vangelis og Giorgio Moroder. Tað sama gera fleiri av hinum synthwave nøvnunum. Tískil er hetta eitt upplagt høvi at kava niður í diskografiina hjá Tangerine Dream.

Søgan um Tangerine Dream er í stóran mun søgan um oddamannin Edgar Froese (1944-2015). Diskografiin hjá bæði Tangerine Dream og Froese er tó so yvirdrivið rúgvusmikil - nærum 150 almennar útgávur (!) umframt savnsplátur og fjepparaútgávur - at her verður bert hugt nærri at Tangerine Dream diskografiini. Meira neyvt tí eldra partinum (70'ini og fyrst í 80'unum). Tað er ikki nøkur loyna, at tað er her gullkornini eru at finna. 

Útgávurnar frá hesum tíðarskeiði kunnu í høvuðsheitum flokkast í tríggjar tættir: The Pink Years, The Virgin Years og Soundtracks. Á myndini ovast havi eg avmyndað TD pláturnar í mínum savni. Tíggju í tali. Tær eru allar umrøddar her, tó at eg eisini umrøði onkra, ið enn ikki er fingin til høldar.
Tangerine Dream konsertplakat 1973. F.v.: Edgar Froese, Chris Franke og Peter Baumann.

"The Pink Years"

Hetta tíðarskeiðið fevnir um fyrstu fýra útgávurnar:

Electronic Meditation (1970)
Alpha Centauri (1971)
Zeit (1972)
Atem (1973)

Heitið "The Pink Years" sipar til logoið hjá týska plátufelagnum Ohr, ið var eitt ljósareytt oyra. Fyrstu fýra TD pláturnar vóru útgivnar á Ohr, ið legði dent á eksperimenterandi tónleik. Tað abstrakta er felagsnevnari fyri hesar útgávurnar. Tónleikurin er sum heild leysur, huglagsríkur og flótandi, og ber í so máta brá av samtíðarinnar hippie ráki. Legg eitt sindur av fríum krautrock uppfinnsemi afturat, og tú hevur at gera við stak sýraðar tónar.
Logo hjá plátufelagnum Ohr.
Ilt er at taka dagar millum hvør er besta útgávan frá hesum tíðarskeiðnum, men tað kemst ikki uttanum stórverkið Zeit. Ein dupultpláta á tremur við longum døprum dronum. Seinni skýrd eitt undangonguverk innan "dark ambient" tónleik. Hin orgul og floytu ríka Alpha Centauri og hin mellotron ríka Atem eiga eisini at vera nevndar. Og ja, debut plátan Electronic Meditation er sjálvsagt eisini eitt lurt verd. Sum heild málaðu TD hugvekjandi ljóðlandsløg hesi árini, og hevur ein seriøsan áhuga fyri bólkinum, so eru allar tær elstu pláturnar verdar at tjekka út.

"The Virgin Years"

Hetta tíðarskeiðið fevnir um tær útgávurnar, ið komu út á Virgin Records. Tilsamans komu 13 TD plátur út á Virgin frá 1974-1983. Her fari eg at umrøða sjey teirra. Alt er jú ikki líka áhugavert. Tær umrøddu eru:

Phaedra (1974)
Rubycon (1975)
Ricochet (live, 1975)
Stratosfear (1976)
Encore (live, 1977)
Force Majeure (1979)
Tangram (1980)

Phaedra signaleraði skiftið frá Ohr til Virgin, og hon umboðaði eisini eitt stílistiskt skifti. Á hesi útgávuni nýttu TD fyri fyrstu ferð sequensarar, og gav hetta tónleikinum eitt meira rútmiskt grundað drive. Kortini eru abstraktu ljóðmyndirnar varðveittar, og lítil ivi er um, at plátan er eitt meistaraverk og verður javnan skýrd at vera hin besta hjá bólkinum. VCS3 synthur, mellotron, Moog synthur, elektriskt klaver, gittari, bassur o.a. Her skortar ikki uppá uppfinnsemi.

Kosmiska stórbærið nær nýggjum hæddum á Rubycon frá 1975. Hendan útgávan er um gjørligt uppaftur meira episk og flótandi enn Phaedra. Hon inniheldur bert tvinni long løg, og ein verður lættliga drigin út í hesa endaleysu á av úrtøkiligum ljóðlitum. Puristar, ið dyrka elsta tíðarskeiðið hjá bólkinum, vilja halda uppá, at Rubycon er síðsta meistaraverkið hjá bólkinum. Eftir hesa útgávuna løgdu teir eina væl meira melodiska og minni abstrakta kós, har áðurnevndu sequensarar eisini í alsamt størri mun seta dám á rútmisku grundina.

Ricochet og Encore eru tvær áhugaverdar live plátur frá Virgin tíðarskeiðnum. Hóast tær eru "live", er vert at hava í huga, at talan er sum so ikki um live framførslur av tónleiki, ið longu finst í studio innspæling. Tónleikurin er væl meira flótandi enn so, og í báðum førum er talan um sjálvstøðugar og fyri ein part improviseraðar live kompositiónir.

Stratosfear frá 1976 setur nýggja stevnu í diskografiini, og boðar av álvara frá teirri melodisku kósini, ið bólkurin helt seg til næstu mongu árini. Hóast synth puristar svørja til eldru útgávurnar, meti eg hesa plátuna at vera fult á hædd við tær. Synthesizer og sequencer ljóðmyndin er her kryddað við kassagittara, el-gittara, cembalo o.ø. ljóðførum, og tað klæðir bólkinum. Psykedeliska og kosmiska útsýnið er einki minkað fyri tað um melodiska tevið er styrknað.

Rætt skal eisini vera rætt: Tangerine Dream var í praksis ein trio árini 1971-1976. Tað vóru teir tríggir Edgar Froese, Peter Baumann og Chris Franke (sí konsertplakatina omanfyri), ið myndaðu hetta sterka tíðarskeiðið frá Zeit (1972) til Stratosfear (1976). Stratosfear gjørdist sostatt tann síðsta við júst hesi manningini. Teir rundaðu av við at stinga nýtt út í kortið. Sig so ikki tað.
Blaðlýsing fyri Tangerine Dream: Stratosfear (1976).
Sorcerer (1977) er ein rættiliga idiosynkratisk útgáva. Hóast hon er frá '77, og sostatt er at rokna uppí melodiska sequencer tíðarskeiðið hjá bólkinum, peikar nógv á henni aftur til eldru ambient útgávurnar frá fyrst í 70'unum. Útgávan er soundtrack til William Friedkin filmin av sama navni. Søgan handan samstarvið er, at Friedkin ferðaðist í Evropa eftir at hava gjørt filmin The Excorcist (1973). Hann var staddur í Berlin og var boðin við á konsert úti á bygd onkrastaðni. Tey koyrdu í bili nokkso leingi og komu loksins til eina kirkju.

Í hesi kirkjuni framførdu Tangerine Dream á sínar eyðkendu synthesizarar. Friedkin var sum nevsligin og gjørdi í stundini av, at hesin bólkur skuldi gera tónleik til hansara næsta film. Seinni viðgekk Friedkin, at um hann hevði verið vitandi um Tangerine Dream áðrenn The Excorcist var gjørdur, hevði hann bílagt filmstónleikin frá teimum. Hvussu enn er og ikki, Sorcerer er lukkutíð millum tær sterkaru og vælumtóktu útgávurnar í diskografiini. Filmurin er eisini fínur.

Hinvegin er lítil ivi um, at Force Majeure (1979) telist millum tær meira kontroversiellu útgávurnar í diskografiini. Útgávan heintar íblástur frá progressiva rockinum og inniheldur nakað so traditionalistiskt sum rock trummur og el-gittar solo'ir. Øll hava ikki tikið eins væl ímóti slíkum elementum. Tað byrjaði jú so elektroniskt tað heila. Meti tó sjálvur, at útgávan er góð. Ljóðmyndirnar eru gjøgnumførdar og alt ljóðar væl. Vit tosa 1979, og henda útgávan við hennara skínandi blanka soundi liggur langt vekk frá samtíðarinnar skitna post punk ráki. Sjarmerandi onkursvegna.

Tann seinasti ordiligi varðin í diskografiini er eftir mínum tykki Tangram frá 1980. Hetta var tann fyrsta TD plátan, ið eg ognaði mær á LP. Leitaði síðan aftureftir. Útgávan tekur eitt sindur samanum melodiøsa Virgin tíðarskeiðið, og í bygnaði er hon ikki ólík Rubycon frá 1975, í og við, at hon bert inniheldur tvinni avlong løg: "Set One" á síðu A og "Set Two" á síðu B. Eisini ein vælljóðandi útgáva á tremur við hypnotiskum hugløgum og flúgvandi sequensarum.

Aftaná 1980 gongur longri millum snapsirnar. So hvørt sum tað 70'ara analoga víkir fyri tí 80'ara digitala, er tað sum um, mergurin hevur tað við at seyra úr tónleikinum. Tað er bara ikki tað sama. Onkrir glottar eru gamaní, eitt nú á soundtrackinum til Michael Mann filmin Thief (1981), á studioplátunum Exit (1981), Hyperborea (1983) og Green Desert (1985, upprunaliga innspæld í 1973). Og ikki at gloyma hin frálíka Steve Reich pastisjan "Love on A Real Train" av soundtrackinum til Tom Cruise filmin Risky Business (1984).

Kundi í so máta enda søguna her, men tíbetur fekk hon ein gleðiligan eyka kapitul fyri mítt/okkara viðkomandi. Í 2014 høvdu vit nevniliga tað fragd at fara á konsert hjá bæði Tangerine Dream, Michael Rother (Neu!, Harmonia) og Dieter Moebius (Cluster, Harmonia). Eitt ógloymandi kvøld saman við nøkrum livandi legendum í Tivolis Koncertsal í Keypmannahavn. Síðani konsertina eru bæði Froese og Moebius farnir í annað ljós, so tað er ikki frítt at ein er takksamur fyri at hava sæð teir á palli.
Tangerine Dream, Michael Rother og Dieter Moebius, Tivolis Koncertsal 3/4 14.
Á konsertini framførdu Tangerine Dream áðurnevnda Sorcerer soundtrackið í fullari longd við eini rúgvu av bonustilfari. William Friedkin var eisini hjástaddur, og áðrenn framførsluna hevði hann eina stutta framløgu, har hann m.a. greiddi frá søguni um kirkjukonsertina omanfyri. Síðani áttu TD sjálvi tørn. Sumt var ótrúliga feitt, fyri ikki at siga sublimt. T.d. tá hugvekjandi mellotron linjurnar fóru fúkandi gjøgnum rúmið. Eisini var sumt, ið var... ótrúliga cheesy. Ein løgin samanseting, og kortini var tað sera feitt at uppliva live. Ikki minst í hesum konseptuella krautrock samanhangi, har heili trý eyðkend nøvn framførdu sama kvøld. Hetta við TD og tí cheesy minnir meg á eitt, ið ein kenningur úr Noregi, ið var staddur á konsertini, segði við meg aftaná: "Tangerine Dream hava altíð verið cheesy!"
A photo posted by Knút Háberg Eysturstein (@knut_he) on

Tað er ein ávísur sannleiki í hesum. TD hava ongantíð lagt seg eftir at vera "kul", at spæla uppá "kul" ljóðføri, síggja "kul" o.s.fr. Teir hava altíð bara gjørt tað, ið hugurin hevur verið til. Upprunaliga vóru teir flipputtir hippiarir, ið spældu uppá floytu og trummu. At teir uppdagaðu synthesizarar var í grundini bert eitt stig á leiðini. Seinni komu violin og saksofon uppí leikin. Nakað, ið konsertin prógvaði í allari síni cheesy ovurnøgd. Hetta fekk meg at viðmerkja speiskliga til áðurnevnda noregsmann: "Too much sax and violins!" Hann hoyrdi ikki skemtið í hesum beinavegin.

Hvussu so enn er og ikki, so vóru Tangerine Dream í absoluttum serflokki tann tíð tað var. Saman við Kraftwerk, NEU!, Can, Faust og Cluster vóru teir millum sterkastu essini á týska tónleikapallinum í 70'unum. Hetta so íblásandi og virðismikla tíðarskeiðið tey rópa "krautrock". Teirra klípi í krautrock varðan var einamest av elektroniskum slag, og seinni gjørdust teir eisini eitt miðsavnandi navn innan synthesizer og soundtrack tónleik. Her havi eg varpað ljós á tað besta av tí besta.

Playlisti við umrøddu plátunum:

Tangerine Dream live í Tivolis Koncertsal, 3. apríl 2014:

Lagt afturat t. 14.09.16: 
Nú frættist mín sann, at Tangerine Dream hava gjørt tulkingar av tónleiki úr Stranger Things. Best sum eg helt at bólkurin gavst, tá Edgar Froese andaðist í januar 2015. Írestandi limirnir og einkjan Bianca Acquaye Froese eru vorðin samd um at bólkurin skal halda áfram, og ynskið er at lyfta arvin eftir Edgar. Kortini tekur sonur hansara Jerome Froese, ið leikti við bólkinum í eitt áramál, frástøðu og tvíheldur um at har er einki Tangerine Dream uttan pápan. Eitt sindur ivasamt, má eg siga. Hetta ljóðar kortini nokkso skrapt. Ulrich Schnauss er við í núverandi inkarnatiónini, og hann átti at dugað síni ting. Full circle!

8/18/16

Kvinnur í elektroniskum tónleiki

Delia Derbyshire til arbeiðis í BBC Radiophonic Workshop.
Í vetur hevði eg tvær "Kvinnur í elektroniskum tónleiki" sendingar í Útvarpi Føroya. Fyrra sendingin var send millum jól og nýggjár, meðan onnur sendingin fór í luftina stutt eftir nýggjár. Hugskotið til sendingarnar spratt eftir at eg hevði fýra Mono sendingar um prodjúsara pionerar í 20. øld veturin 2014. Sendingarnar eru eisini tøkar á kringvarpsheimasíðuni.

1. partur snúði seg um tíðarskeiðið frá 1920'unum til fyrst í 70'unum. Her var serligur dentur lagdur á tónleikarar og tónaskøld sum Clara Rockmore, Johanna M. Beyer, Else Marie Pade, Bebe Barron og Delia Derbyshire.
2. partur snúði seg um tíðarskeiðið frá 1960'unum til okkara tíð. Her vóru Wendy Carlos, Suzanne Ciani, Laurie Spiegel, Laurie Anderson og Carla Scaletti nærri umrøddar.

Havi síðani gjørt ein playlista við tónleiki frá sendingunum og øðrum viðkomandi tónleiki. Nakrar reglur um hvørja upptøku eru at finna niðanfyri.

NB! Nógvur tónleikur hjá bæði Delia Derbyshire og Wendy Carlos, ið eru mest umrøddu tónaskøldini í sendingunum, er ikki at finna á Spotify. Víst verður tí fyrst og fremst til sendingarnar, meðan playlistin er supplerandi.



Upptøkur við einum * aftanfyri eru við í sendingunum. 

1. PARTUR

1. Clara Rockmore/Naida Reisenberg: "Tchaikovsky: 6. Morceaux, Op. 51: No. 6. Valse Sentimentale (arr. for theremin and piano)"*
Clara Rockmore hitti theremin uppfinnaran Leon Theremin í 1920'unum, og gjørdist víðagitin theremin leikari. Henda upptøkan er av plátuni The Art of the Theremin, ið Delos International Records góvu út í 1977. Moog synthesizer slóðarin og uppfinnarin Robert Moog framleiddi útgávuna saman við táverandi konu síni Shirleigh Moog.

2. Johanna M. Beyer: "Music of the Spheres"*
Av plátuni An Anthology of Noise and Electronic Music vol. 2, ið plátufelagið Sub Rosa gav út í 2003. Beyer tónsetti "Music of the Spheres" í 1938, og henda upptøkan er frá fyrst í 70'unum.

3. Else Marie Pade: "Faust Suite: Margretes Fordømmelse"*
Av Else Marie Pade savnsplátuni Electronic Works 1958-1995, ið Important Records góvu út í 2014. Kurator á útgávuni var Jacob Kierkegaard.

4. Else Marie Pade: "Face It"
Ein onnur upptøka hjá Pade. Av plátuni Else Marie Pade: Face It, ið var útgivin á DaCapo Records í 2002. Tónleikurin var innspældur og framleiddur av Pade í DR upptøkuhølunum í 1957-58.

5. Pauline Oliveros: "Bye Bye Butterfly"
Av plátuni New Music for Electronic and Recorded Media: Women in Electronic Music 1977. Upprunaliga útgivin á Composers Recording Inc. í 1977. Oliveros er umrødd í fyrru sendingini, tó at eingin tónleikur hjá henni kom við.

6. Daphne Oram: "Amphytrion 38" 
Av savnsplátuni Electronycs Vol. 1, 20th Century Early Electronic, Noise and Experimental Music. 1920-1960, ið The Wire Recordings gav út í 2015. Oram er umrødd í fyrru sendingini, tó at eingin tónleikur hjá henni kom við.

7. Louis and Bebe Barron: "Main Titles - Overture"*
Av soundtrack plátuni Forbidden Planet frá 1957. Nærri umrøtt í sendingini.

8. Delia Derbyshire/Ron Grainer: "Doctor Who Original Theme"*
Av plátuni Doctor Who - The 50th Anniversary Collection (Original Television Soundtrack) frá 2013. Tað finst øgiliga lítið av tónleiki hjá Delia Derbyshire á Spotify. Sí sendingina fyri at hoyra fleiri upptøkur hjá henni.

9. White Noise: "Love Without Sound"*
Av plátuni An Electric Storm, ið elektroniski tónleikabólkurin White Noise (Delia Derbyshire, Brian Hodgson, David Vorhaus) gav út á Island Records í 1969.

10. White Noise: "Firebird"*
Av plátuni An Electric Storm, ið elektroniski tónleikabólkurin White Noise (Delia Derbyshire, Brian Hodgson, David Vorhaus) gav út á Island Records í 1969.

2. PARTUR

11. Laurie Spiegel: "Sediment"
Av savnsplátuni An Anthology of Noise and Electronic Music Vol. 4, ið Sub Rosa gav út í 2006. "Sediment" er frá 1972, og í 2012 var lagið nýtt í filminum The Hunger Games í teirri sonevndu "Cornucopia" senuni.

12. Laurie Spiegel: "Appalachian Grove I"*
Laurie Spiegel gav hina slóðandi elektronisku plátuna The Expanding Universe út í 1979. Henda upptøkan er frá sama tíðarskeiði, og kom við á dupultu endurútgávuna frá 2012.

13. Meco: "Star Wars Medley - 12" Version"*
Av plátuni Music Inspired by Star Wars and Other Galactic Funk frá 1977. Suzanne Ciani framdi synthesizer ljóð effektirnar á plátuni. Ein styttri 3 minuttirs stakútgáva av lagnum er við í sendingini.

14. Suzanne Ciani: "The First Wave - Birth of Venus"
Av Suzanne Ciani solo plátuni Seven Waves frá 1982. Í sendingini var dentur lagdur á hennara virksemi sum ljóðeffekt sniðgevi í lýsingum o.ø.

15. Laurie Anderson: "Big Science"
Av plátuni av sama navni frá 1982.

16. Laurie Anderson: "O Superman"*
Av plátuni Big Science (1982). "O Superman" gjørdist eitt óvæntað avantgarde popp hitt. Nærri umrøtt í sendingini.

17. Wendy Carlos/London Philharmonic Orchestra: "Theme from Tron"*
Av soundtrack plátuni Tron: Original Motion Picture Soundtrack, ið CBS/Disney góvu út í 1982. Hetta er tað einasta, ið finst við Wendy Carlos í upprunaútgávu á Spotify, meðan onnur sendingin inniheldur tónleik frá bæði Switched on Bach, A Clockwork Orange og The Shining.

18. Wendy Carlos/London Philharmonic Orchestra: "Ending Titles - Tron"
Eitt annað lag av soundtrack plátuni Tron: Original Motion Picture Soundtrack, ið CBS/Disney góvu út í 1982.

19. Carla Scaletti: "Medieval Miasma"*
Síðsta kvinnan í elektroniskum tónleiki, ið verður umrødd í sendingunum. Hendan upptøkan var útgivin í 2004 á savnsplátuni Friendly Integration V2, ið elektroniska plátufelagið Detroit Underground gav út í 2013.

20. Björk: "Thunderbolt"
Av plátuni, app'ini og undirvísingarverkætlanini (!) Biophilia frá 2011. Eingin ivi er um at Björk hevur verið ein slóðandi kvinna í elektroniskum tónleiki í nýggjari tíð. Tí eigur hon eisini innivist á hesum playlistanum.

21. Ikonika: "Sahara Michael"
Av savnsplátuni 5: Five Years of Hyperdub frá 2009. London plátufelagið Hyperdub gjørdist miðsavnandi í dubstep bylgjuni í 00'unum, og Ikonika er ein av kvinnuligu artistunum, ið hava givið út á felagnum.

22. Nina Kraviz: "Ghetto Kraviz - Original Mix"
Russiski diskarin og techno/house prodúsarin Nina Kraviz lat í 2012 sína fyrstu plátu úr hondum. Í videoprofilinum Between The Beats: Nina Kraviz frá 2013 er ein sena, har Kraviz er nakin í einum baðikari. Hetta elvdi til rumbul og kjak um feminismu og seksualitet í elektroniskum tónleiki. Kraviz hevur eina altjóða yrkisleið sum diskari, og hevur eyðmerkt seg við eini langari røð av ofta minimalistiskum og dansigólvsstílaðum løgum. Hon fær síðsta orðið hesuferð.

8/15/16

Baba O'Riley (Who's Next 45 ár)

Í gjár fylti Who's Next, fimta studioplátan hjá enska rokkbólkinum The Who, 45 ár. Hon kom nevniliga á marknaðin tann 14. august 1971. Plátan er framleidd í samstarvi við tiltikna Glyn Johns, og inniheldur eina sterka røð av sangum. Sum pláta í fullari longd hongur hon væl saman. Skal ikki siga at eg endiliga eri svorin The Who fjeppari, men eg dugi at virðismeta eina góða plátu, tá eg komi fram á hana. Fann LP'ina í onkrari 2nd hand plátubúð í Keypmannahavn fyri nøkrum árum síðani, og tað stóð beinavegin greitt at hon skuldi við til hús.

Tvinni løg á Who's Next kom eg upprunaliga framá umvegis tøkuútgávur. Limp Bizkit framdu eina andskræmiliga útgávu av 'Behind Blue Eyes' á sinni (heilt óalmindiliga andskræmilig. Sum í: tú trýrt tað er lygn). Spell, tí sangurin er betri enn so. Hin tøkuútgávan var 'Won't Get Fooled Again' í live útgávu hjá írsku U2. Hon royndist straks betri. Tað var av einum bootleg av eini promo konsert, ið U2 spældu í Irving Plaza í New York í 2000, tá All That You Can't Leave Behind júst var útkomin. U2 hava ongantíð fýrt fyri at sipa til sínar íblástrarkeldur.

'Won't Get Fooled Again' er annað av tveimum yndisløgum hjá mær av Who's Next. Hetta er síðsta lag á plátuni, og komið verður víða um yvir teir átta og ein hálvan minuttirnar, ið tað varðir. Episkt og stórsligið og rock'n'roll við fitt av frálíka væl ljómandi synthesizarum, ið Pete Townsend lærdi seg at handfara um tað mundið. VCS3 og ARP og hvat hetta ymiska analoga annars æt tá.

Sameiningin av synthetiseraðum orgli og rokkorkestri roynist væl. Townsend var íblástur av universellari sufismu og tonkum hjá mystikarum sum Inayat Khan og Meher Baba. Hann fekk tað hugskot, at nýliga framkomnu synthesizararnir kundu hjálpa honum at seta slíkar tankar til tónleik. Sameiningin av tí hondspælda og tí synthetiseraða skuldi onkursvegna myndlýsa tað universella. Áhugavert.

Hóast kosmiska og markleysa upphavið munnu summi helst bert hugsa nakað so banalt sum "CSI: Miami", tá tey hoyra 'Won't Get Fooled Again'. Ikki so løgið, tí lagið var seinni nýtt sum eyðkennislag í teirri sjónvarpsrøðini. Ikki tann mest áhugaverda hugbindingin at seta í samband við eitt so spennandi og upprunaliga víðskygt rokklag, men hetta er prísurin, ið gjaldast má, tá tú lisenserar tín tónleik til sjónvarp, lýsingar og annað, ið úrslitar í glinti á kistubotni.

Hitt yndislagið hjá mær av Who's Next er byrjunarlagið 'Baba O'Riley', eisini kent sum 'Teenage Wasteland'. Her eru áðurnevndu íblástrarkeldurnar hjá Pete Townsend ítøkiliggjørdar í sjálvum heitinum, ið sipar til áðurnevnda teinkjaran Meher Baba og til amerikanska minimalistiska tónaskaldið Terry Riley. Í stuttum: Baba O'Riley.

Tá eg las tónleikavísindi kyknaði áhugin fyri sambondum millum avantgarde og populertónleik, og hetta hevur úrslitað í uppdagingini av eini langari røð av sambondum. Skrivaði m.a. eina uppgávu um sambandið millum Karlheinz Stockhausen og Kraftwerk, og eina aðra um sambandið millum Steve Reich og disco og seinni techno. Eitt upplagt samband í hesum høpi var júst 'Baba O'Riley', har The Who kanalisera dronandi orgul minimalismuna hjá Terry Riley í einum trý akkordirs rokktónleikaligum høpi.

Terry Riley er ein stak áhugaverdur figurur í amerikonsku minimalismuni. Meðan Steve Reich fór meira metodiskt til verka við kompositoriskum denti á líðandi tilgongdir ("music as a gradual process"), var Riley fríari og ikki so metodiskt bundin (tó at tónleikurin hjá Reich úrslitaði í tónleikaligum frælsi av øðrum slag). Hansara tilgongd var kanska meira í trá við hippie andan, ið ráddi tá í tíðini. Hetta úrslitaði í hugbindandi verkum sum eitt nú In C, A Rainbow in Curved Air og Poppy Nogood and the Phantom Band. Tað er serliga A Rainbow in Curved Air, ið gongur aftur sum íblástur í 'Baba O'Riley'.

Markleysir og kosmiskir tónar, ið The Who megnaðu at umseta til góðan, gedignan rokk. Kortini hongur tað banala somuleiðis uppi við 'Baba O'Riley', tí eins og við 'Won't Get Fooled Again' var lagið lisenserað til sjónvarpsbrúk í CSI røðini, hesuferð til tað sokallaða "CSI: New York". Ikki frítt at hetta kennist eitt sindur rotið. Tað kann í hvussu so er avmarka hugasambondini eitt sindur. Ein fær mestsum hug at fara sær ein túr aftur í 60'ini. Ella aftur til framtíðina?

Á heysti í 2014 stílaði Teitur Lassen fyri framførslu av In C í Reinsarínum. In C fylti nevniliga 50 ár tað árið. Tey framførandi vóru bæði úr klassiska og populertónleikaliga heiminum (eg frábiði mær gjarna tápuliga og misvísandi hugtakið "rútmiskur tónleikur" til gerandis). Eg var við á palli og tað kendist sum ein víðskygd og gevandi løta. Spældi uppá mín tá nýliga ognaða Roland SH2000 monosynth. In C er soleiðis háttað, at nøkur parametur eru avgjørd frammanundan meðan onnur eru opin fyri tulking. Tískil verður stykkið ongantíð framført á sama hátt. Tað er elastiskt onkursvegna, serliga hvat viðvíkur tíð og tempo. Tað komu eini skrivlig boð frá Terry Riley, har hann takkaði fyri framførsluna í Føroyum. Stuttligt. Eitt styttri klipp liggur skjalfest á netinum:

Tók myndina niðanfyri undan konsertini. Gittarin hjá Heðini til vinstru, gittarin hjá Teiti til høgru. Niðri undir sæst SH2000 synthesizarin og nótaarkið til In C, ið inniheldur tær 53 frasurnar, ið leiktar vera meðan stykkið varðir. Tað finnast annars ymsar góðar innspælingar av In C, t.d. tann hjá Terry Riley and Center of Creative and Performing Arts frá 1968. Eisini gjørdu Africa Express, ið spretta úr sama kreativa umhvørvi í Bamako í Mali sum G! aktuellu Songhoy Blues, eina góða innspæling í 2013.

Tillukku til Who's next við teimum 45 árunum, ið higartil hava fevnt um alt frá tí radikala til tað banala. Vit kunnu lata plátuheitið standa sum ein spurning ella staðfesting um tey næstu 45 árini. Hvør fer framyvir at bróta uppúr nýggjum ella førka okkum framá? Who's Next? Eitt boð fáa vit kanska frá bretsku elektronisku dance/big beat duo'ini The Chemical Brothers. Í lagnum 'Escape Velocity' av plátuni Further (2010) eru í øllum førum nøkur brot, ið ljóða til at vera samplaði úr 'Baba O'Riley'. Kanska eru tey tað, kanska ikki. Aftur til framtíðina, enn einaferð.