8/13/19

Tarantino, Dick Dale og Folketeatret

"Hví stendur hann uttanfyri ein Netto handil?" spyr onkur óivað um myndina omanfyri. Hon er tikin á Jægergårdsgade í Århus í mai mánaði í ár. Søgan handan myndina er at á hesi addressuni á Jægergårdsgade lá biografurin Folketeatret Bio 1-2-3-4 í nógv ár. Tá vit búðu í Århus miðskeiðis í 90-árunum var Folketeatret ein nógv nýttur biografur. Jægergårdsgade lá ímillum skúlan og íbúðina hjá okkum, so leiðin gekk mangan eftir hesi gøtuni.

Ein fantastiskur tekniseriuhandil, Stribeladen, var eisini á Jægergårdsgade, og ein musikkhandil plagdi eisini at halda til har. Musikkhandilin hevði einaferð kø tilboð, har tey seldu ljóðføri og forsterkarar fyri súmbolskar upphæddir, og vit vóru nøkur vinfólk, ið svóvu uttanfyri í tvær nætur. Endin var, at eg fekk mín fyrsta el-gittara, ein hvítan Aria Pro II, fyri 3 krónur og 75 oyru! Eigi hann enn.
Aftur á vitjan í Stribeladen. Handilin liggur enn á Jægergårdsgade, tó á aðrari addressu enn í 90-unum. Eitt nørda friðskjól av eini aðrari verð. Hugaligt at koma á gátt aftur.
Tilsamans vóru nógvir tímir brúktir á Jægergårdsgade. Eitt hitt mest livandi minni haðani, var tá eg fjúrtan ára gamal fór í biograf í Folketeatret saman við einum kammerati. Vit fóru at hyggja eftir Pulp Fiction, sum var tað nýggja svarta hetta árið. Eg var gripin frá fyrsta sekundi. Tá undanteksturin rullaði yvir skíggjan og 'Miserlou' hjá Dick Dale and his Del-Tones brakaði úr hátalarunum var kenslan instinktiv: hetta var okkurt langt út yvir tað vanliga. Nevsligin. Blástur um koll.

Pulp Fiction festi seg, so tað sang eftir í. Sum filmur svarar hann nøkunlunda til tað sum Nirvana gjørdu fyri meg innan tónleikin í 90-árunum. Ja, kanska fekk The Big Lebowski (1998) hjá Coen brøðrunum sum frá leið eina líknandi serstøðu, men Pulp Fiction sprongdi øll mørk. Tað er helst bara E.T. (1982) hjá Spielberg, ið hevur gjørt líka monumentalt inntriv í mína tilvitsku. Men hann sá eg sum sjey ára gamal, og tað var ein heilt onnur kensla. Pulp Fiction setti líkasum hol á tannárini.

Filmin átti eg fyrst í nógv ár á kopieraðum VHS bandi í vánaligari góðsku. Síðani var hann keyptur á VHS og seinni á DVD. Soundtrackið keypti eg tíðliga á fløgu í onkrum handli í Århus. Lurtaði sera nógv eftir tí, og har var bara góður tónleikur á, umframt dialogur úr filminum. Byrjanarlagið er tað sama sum í filminum: 'Misirlou' hjá Dick Dale and his Del-Tones.
Folketeatret anno 2001. Myndin er tikin haðani.
Ein tann fyrsta profilmyndin sum eg tók til sosialar miðlar umleið 2007. Pulp Fiction plakatin í bakgrundini.
'Misirlou' var upprunaliga aftarlaga á síðu B á Surfer's Choice, debutplátuni hjá Dick Dale and his Del-Tones frá 1962. Quentin Tarantino veit tó hvat hann vil við lagnum og ger tað til byrjanarlag. Í samrøðu við Rolling Stone greiðir Tarantino soleiðis frá: "Having 'Misirlou' as your opening credit, it's just so intense [...] It just says you're watching an epic, you're watching a big, ol' movie. . . It just throws down a gauntlet that the movie now has to live up to." Rætt fekk hann. Ein hegnislig Tarantino rekontekstualisering í eini yrkisleið sum er á tremur við teimum.

Pulp Fiction kom út í 1994, og við eitt fekk yrkisleiðin hjá Dick Dale nýtt lív. Í 60-unum slóðaði hann fyri innan surf gittar. Hann verður nevndur The King of the Surf Guitar og soleiðis eitur onnur plátan eisini. Føddur Richard Anthony Monsour í mai 1937. Pápin var av libanskum uppruna, mamman av pólsk-hvítarussiskum. 'Misirlou' er siðbundið lag úr eystur-miðalhavs økinum. Fyrstu ferð innspælt í 1925 og hevur livað sítt egna lív í armensku og griksku diasporaini í USA.

Dick Dale gav lagnum surf botn, kant og ljóðstyrki. Tað finnast nýggjari live upptøkur, har lagið fær post-grunge dám lagdan afturat. Hóast surf bylgjan fór aftur í undirgrundina fyri langari tíð síðan, túraði Dick Dale víðari til tað allarsíðsta. Bæði fyri at kunna gjalda fyri heilivág orsaka av sínum mongu heilsutrupulleikum, men eisini fyri at kunna spæla tónleik. Hann hevði tað mangan strævið, og út frá hesi samrøðuni kann ein gita seg til at ellisárini vóru honum óblíð.

Dick Dale andaðist fyrr í ár. Eg vóni at hann fekk gleði burturúr tónleikinum til tað allarsíðsta. Eg framførdi hetta miksið á G! Festivalinum, har tað vóru eyka nógv Dick Dale løg við.
Debutplátan Surfer's Choice frá 1962. Tað er Dick Dale (1937-2019) sjálvur, ið er avmyndaður á húsanum. Hann var íðin surfari og fremsti eksponentur innan surf tónleik.
Tarantino er annars aftur aktuellur við sínum nígginda filmi, Once Upon a Time in Hollywood, ið verður frumsýndur í Havnar Bio í kvøld. Filmurin gongur fyri seg í Hollywood og Los Angeles. Býurin hevur serligt pláss í filmografiini hjá Tarantino, tí bæði Reservoir Dogs, Pulp Fiction og Jackie Brown ganga fyri seg í Los Angeles og har um leiðir. Áðurnevndi The Big Lebowski gongur forrestin eisini fyri seg í "City of Angels".

Í aðrar mátar er filmurin framhald av "søguligu" filmunum hjá Tarantino, har søguligar umstøður eru við til at mynda bakteppið í søguni. Í Inglourious Basterds var tað Seinni Veraldarbardagi í Evropa, og í Django Unchained og The Hateful Eight var tað trælahaldið og borgarakríggið í USA. Hesuferð er tað svanasongurin hjá "the golden age of Hollywood" anno 1969. 50 ár síðani í ár.

Tey eru mong sum lata væl at nýggjasta filminum. Eg gleði meg, sum ikki einaferð, at fara í biograf at síggja ein nýggjan Tarantinofilm. Tí sannroyndin er tann, at Tarantino hevur ikki skuffað. Handan instinktiva kenslan, ið eg sat við afturi í 1994, er vend aftur hvørja ferð eg havi sæð ein nýggjan Tarantinofilm. Hansara filmar hava ein intensitet og eina rock'n'roll nerv, ið vitnar um djúpan kærleika til film sum miðil. Hóast teir sjálvandi eisini eru á tremur við postmodernaðum lótum.

Sjálvur hevur Tarantino sagt, at hann fer bert at gera tíggju filmar tilsamans. Sostatt er hetta hansara næst síðsti. Spennandi er.

'Misirlou':


'Misirlou' í live útgávu:


Tvinni "horror surf" miks, ið leggja frá landi við Dick Dale and his Del-Tones:





8/1/19

Surfin' Syðrugøta (DJ mix)

Surf DJ í Fjósinum. Mynd: G! Festival.
Á ársins G! Festivali diskaði eg surf og rockabilly tónleik í Fjósinum fríggjakvøld. Eg tók settið upp og tað er tøkt á mínum Mixcloud profili. Miksið er eisini viðfest niðanfyri við tracklista. Festivalurin segði hetta um framførsluna:

"Kanst tú ímyndað tær ein darrandi Tarantino film, sum gongur fyri seg í Sjónleikarhúsinum í Havn í 1969? Vilt tú vita, hvussu tað ljóðar, tá surf og rockabilly av amerikansku vesturstrondini verður miksað saman við gimsteinar úr føroyskari LP og stakplátusøgu? Ja, so er bara at møta upp og krita sær skógvarnar, tá DJ Knýtil bjóðar til dans í Fjósinum.
Knýtil er kønur og dedikeraður diskari við eminentum tónleikasmaki og 13 ára royndum handan pultin. Hann kann sum eingin annar fáa eitt dansigólv at pumpa."

Ger so væl!



1. Dick Dale And His Del-Tones: 'Surfin’ Beat'
2. Link Wray: 'Ace of Spades'
3. The Surfaris: 'Wipe Out'
4. Duane Eddy: 'House Of The Rising Sun'
5. The Fireballs: 'Bulldog'
6. Faroe Boys: 'That’s How'
7. The Marketts: 'Out of Limits'
8. The Tornados/Joe Meek: 'Telstar'
9. Laika & The Cosmonauts: 'Psyko'
10. The Ventures: 'Batman'
11. The Tornadoes: 'Bustin’ Surfboards'
12. Dick Dale And His Del-Tones: 'Riders In The Sky'
13. The Tornadoes: 'Phantom Surfer'
14. The Cramps: 'I Can’t Hardly Stand It'
15. The Lively Ones: 'Surf Rider'
16. Faroe Boys: 'Tú og eg á ástartingi'
17. The Shadows: 'Man of Mystery'
18. Elvis Presley: 'Mystery Train
19. Robert Gordon with Link Wray: 'The Walk I Walk'
20. Tinganest: 'Stíg Stórum'
21. Duane Eddy: 'Don’t Think Twice, It’s All Right'
22. Dick Dale & His Del-Tones: 'Surfing Drums'
23. Tey av Kamarinum: 'Mær Leingist'
24. The Blasters: 'Dark Night'
25. Dick Dale And His Del-Tones: 'Surf Rider'
26. Lyon: 'Sarabande'
27. Laika & The Cosmonauts: 'Floating'
28. The Trashmen: 'Surfin’ Bird'
29. Link Wray And His Ray Men: 'Rumble'
30. Dick Dale & His Del-Tones: 'Misirlou'