11/30/15

Í Navni Kærleikans

U2 live í Dublin. Mynd: Solveig H. Olsen.
(Ummælið stóð á prenti í Sosialinum frí. 27. nov. 2015).

Konsertummæli
U2: Innocence + Experience Tour
3Arena í Dublin, Írlandi mán. 23/11 og týs. 24/11.

Orðatakið “Leingi er tað, ið væl skal vera” hóskar seg til konsertirnar hjá U2 í Dublin í vikuni. Eftir 9 mánaðir “on the road” við Innocence + Experience vóru U2 loksins komnir heim, og var tað fyrstu ferð í fimm ár, at teir spældu í heimbýnum. Hetta gav sanniliga afturljóð úr salinum, og tað gjørdist ein euforisk og upplyftandi heimkoma.

Tað hevur annars verið ein drúgvur og ójavnur vegur fram á mál. Nýggjasta U2 plátan Songs of Innocence varð útgivin í samstarvi við Apple umvegis iTunes. Tað gav at bíta tá útgávan sníkti seg inná snildfonir hjá fólki um allan heim. U2 hava fingið nógvar ábreiðslur fyri hetta stuntið, ið vekir øll tey skeivu hugasambondini í eini tíð við vaksandi eftiransing og minkandi talgildum privatlívi. 

Hesum hendingum á baki var Bono fyri einum álvarsligum súkkluóhappi í desember í fjør, har hann var illa skaddur í øðrum arminum. Hann varð lagdur undir skurð og kom skjótt fyri seg, men tað er ivasamt hvørt hann nakrantíð fer at spæla gittar aftur. Hann tekur skemtiliga til, at hinir í bólkinum fara neyvan at sakna gittarspælið. Havandi hesi viðurskifti í huga, er tað ótrúligt at síggja henda 55 ára gamla mann á palli aftur, og tiltikna tenorrøddin er framvegis ein av heimsins bestu.
 Mynd: Solveig H. Olsen.
Aftur á slóð
Songs of Innocence er tematiskt hin mest persónliga og heimliga útgávan, ið U2 hava latið úr hondum. Bono heldur fyri, at plátan snýr seg um “first journeys” - fyrsta kærleikan, fyrstu barndómsvinirnar, fyrstu konsertirnar o.s.fr. Tær fyrstu ferðirnar, ið hava lyndi til at rita seg fastar í sinnið. Gøturnar í Dublin vóru karmur um hetta tíðarskeiðið, og tí er býurin ein nærum fullkomin karmur um eina U2 konsert á aktuellu túringini.

Í samband við konsertirnar, vitjaðu vit býin í nakrar dagar, og tað treyt ikki uppá U2 søgur. Áðrenn fyrstu konsertina fóru vit av tilvild inn á hugnaligu familjuriknu pubbina Peter’s Pub í miðbýnum, og tað vísti seg, at U2 høvdu verið á gátt tveir dagar frammanundan. Fryntligi barrvørðurin greiddi frá, at U2 vóru fastir gestir á ungum árum og hava javnan vitjað síðani. 
Hýruvognsførarin, ið koyrdi okkum á fyrru konsertina, hevði ongantíð verið á U2 konsert, men kundi tó erpa sær av at hava hoyrt blaðungu U2 royna seg sum gøtutónleikarar á Dandelion Market í sein-70’unum. Eg spurdi henda føraran, hvat írar hugsa um U2 í dag. Hann lýsti tað við prosentum og segði, at eini 50% í hvussu so er dáma partar av tónleikinum, men at eini 60% halda at Bono er ov breiðkjaftaður. Hann legði tó áherðslu á, at hesar báðar hugsanir ikki útiloka hvørja aðra, men eru tvær síður av somu søk.
Mynd: Solveig H. Olsen.
Hava vit brúk fyri U2 í 2015?
Eg mælti tað ikki hart á hýruvognstúrinum, men meira yvirskipað hevði eg hug at spyrja, hvørt tað er brúk fyri U2 longur. Tað eru hóast alt 35 ár síðani fyrsta U2 plátan kom út, og skjótt hava teir verið til í samfull 40 ár. Í teirri stóru myndini er hetta ikki nakað drúgvt tíðarskeið, men innan rock o.a. populertónleik er tað long tíð. Er tað brúk fyri hesum slagnum av heimskendum “old school” rockbólkum, ið spæla stórfingnan ikoniskan tónleik við stórum hugsjónum? Er tað viðkomandi í eini tíð við talgildari sundurpetting og ótálmaðari einstaklingadyrkan? 

Um konsertirnar í 3Arena skulu takast sum ábendingar, so má svarið verða eitt gellandi ja! U2 eru enn sum áður ein treiskliga treytaleys rødd, ið framvegis vil smíða tað vakra og góða burturúr sorg og trega, ið framvegis mótmælir órætti og skeivleikum og framvegis sparkar reyv. Hóast allir limirnir eru farnir um tey fimmti, rocka teir ígjøgnum sum á fyrsta degi. Í roynd og veru tykjast teir óðari og drivnari nú enn áður. Teir munnu hava tikið orðini hjá Dylan Thomas til sín: “Do not go gentle into that good night, Old age should burn and rave at close of day; Rage, rage against the dying of the light.”
The Edge. Mynd: Solveig H. Olsen.
Hjartanemandi hi-tech
Í mun til tær seinastu heimstúringarnar, ið vóru uttandura stadion túringar, er Innocence + Experience ein innandura arena túring, tvs. at í hesum førinum vóru “bert” 14.000 fólk á hvørjari konsert. Hetta gav serstakar og - eftir U2 standardi - intimar karmar.

Lagt var frá landi við eini hegnisligari rock’n’roll útgávu av “The Miracle (of Joey Ramone)” av Songs of Innocence. Ein sangur um fyrstu Ramones konsertina, ið kveikti teir ungu U2. Óinnballaða rock’n’roll ágrýtnið helt fram við løgum av debutplátuni Boy frá 1980. Bono kunngjørdi bólkin sum “We’re a band from the north side of Dublin”. Hetta hevur hann sagt á øllum konsertunum á I+E túringini, men hesu ferð gav tað afturljóð úr salinum, og fólk tóktust errin av at taka ímóti heimskendu rockstjørnunum á heimavølli.

U2 hevur altíð verið frammarlaga innan innovativa pallseting, og aktuella túringin er einki undantak. Ein stórur skíggi spældi ein avgerðandi leiklut sum konsertin leið. Tó ikki sum bakteppi handan bólkin, men sum ein stórur tvørskurður, ið fór gjøgnum miðjuna av høllini og vísti grafikk og filmsbrot til báðar síður. Hetta merkti, at allir áskoðarar ikki sóu skíggjan líka væl, men tað merkti eisini, at showið bleiv hópin meira dynamiskt og livandi. 

Í løtum vóru limirnir inni í sjálvum skíggjanum. Tað var teatralskt, hátøkniligt og bergtakandi, og uppfinnsama pallsetingin var til fulnar nýtt at siga frá inniligum og rørandi søgum úr barna- og ungdómsárunum hjá serliga Bono. Sangir sum “Iris (Hold Me Close)”, “Song For Someone”, “Cedarwood Road” og “Raised by Wolves” av nýggju plátuni fóru beint í hjartað, og tað var ikki frítt, at ein hevði hug at fella eitt tár.
Menn standa inni í skíggjanum og spæla. Mynd: Solveig H. Olsen.
Andaligt og aktivistiskt
Konsertin var býtt í tveir partar – fyrst “Innocence” og síðani “Experience” – við eini “intermission” í miðjuni. Hetta undirstrikaði tað teatralska og tvørlistarliga aspektið í framførsluni. Fyrra helvtin var hin mest sjálvbiografiska, og seinna helvtin var meira alfevnd og politisk. Sum frá leið løgdust tey klassisku U2 hittini afturat, og huglagið í høllini lyfti seg av álvara uppfrá. Var tað gott áðrenn, ja so gjørdist tað alsamt meiri euforiskt. Fólk fóru á føtur, lyftu armar í loft og sungu við av heilum hjarta. 

Ikki sørt møtikent, og tað andaliga ella trúðarliga hevur altíð spælt ein miðsavnandi leiklut hjá U2. Ikki sum nakað, ið verður kroyst omanyvir fólk, men tað er har fyri tey, ið vilja hoyra tað. Tilsipingarnar til eitt nú Nelson Mandela og Martin Luther King tala eisini greitt: her ganga tað andaliga og tað aktivistiska hond í hond. Aktuella flóttastøðan var m.a. tikin upp til viðgerðar, og tað var ikki sørt hugfangandi og sigandi at hoyra hina áður so postmodernaðu oduna “Zooropa” endurtulkaða úr sjónarhorninum hjá einum flótta, ið leitar eftir einum heimi her á fold.
Ein vøkur løta á "E" pallinum. Mynd: Solveig H. Olsen.
Svarini gjørdust spurningar
Tað kann vera, at limirnir í U2 eru hugsjónarliga drivnir, men tað var ikki nøkur innantóm prædika, ið var boðað av pallinum. Bono hevur í seinastuni tosað um, hvussu heimurin var meira svart/hvítur tá hann var yngri, og hvussu tað var lættari at hava tey “røttu” svarini tá. Við árunum er tað sum, at teir ístaðin leggja seg eftir at seta røttu spurningarnar, og onkrir meginspurningar gjørdust miðsavnandi á konsertunum. 

Tá “Zooropa” gleið yvir í “Where The Streets Have No Name” lat Bono ein spurning standa eftir: “Hvat vilja tit hava? Eitt Evropa, ið letur síni landamørk og sítt hjarta aftur? Ella eitt Evropa, ið letur sítt hjarta upp fyri miskunn?” Tað kendist sum, at niðurlagið í tiltikna eyðkennislagnum “Pride (In The Name of Love)” tók samanum: “What more in the name of love?” Hvat meir í navni kærleikans? Lykilin er at finna í seinnu helvt av setninginum: lívið er fløkjasligt, og vit snáva og særast á leiðini, men tað ræður um at gera tað alt í navni kærleikans.

Tøkk fái U2 og tøkk fái Dublin! Hesa ógloymandi tónleikaferð fara vit at goyma okkum í hjartanum.
Menn takka fyri seg. Mynd: Solveig H. Olsen.

11/28/15

U2 í Dublin - Myndir

U2 live í 3Arena, Dublin, Írlandi. Mynd: Solveig H. Olsen.
Mánakvøldið og týskvøldið vóru vit á tvinnum "homecoming" konsertum hjá U2 í 3Arena í heimbýnum Dublin í Írlandi. U2 spæla fýra konsertir í Dublin hesa vikuna. Tann triðja var í gjárkvøldi og tann fjórða verður í kvøld.
Tvær var, so segði hann, nokk fyri okkum, tó at eg frætti um onkran í køini, ið ætlaði sær til allar konsertirnar. Summi ferðast t.d. aftaná bólkinum. Men sum sagt; tvær var ríkiligt til at fáa alt væl og virðiliga við.

Vit hava ummæli av konsertunum í Sosialinum hetta vikuskiftið, og tað sleppur at standa har fyri fyrst. Var ómetaliga spentur undan konsertunum, og tær vóru eisini yvir alla væntan.

Mánakvøld 23.11
Á fyrru konsertini mánakvøldið 23. nov. stóðu vit tætt uppat "E" pallinum (E fyri "Experience" í "Innocence + Experience") og gongubrúnnið, ið gekk frá I pallinum og út í konserthøllina. Limirnir í U2 spákaðu tískil beint framvið okkum fleiri ferðir, og spældu ein part av konsertini á "E" pallinum. Tá stóðu vit beint við.

Tað var serstakt, at kunna fanga smálutir á hesi konsertini. Eygnabrá, intuitivt samskifti millum limirnar; alt tað, ið tú ikki sært tá tú ert staddur longur burturi. Undir 'Sunday Bloody Sunday' fangaði eg t.d. eygnabráið hjá Bono í tí hann hyggur uppá Larry Mullen Jr. við trummuni. Har var okkurt við løtuni, ið fekk Bono at syngja ein spontanan stubba úr "Johnny Goes Marching Off To War". Hetta gjørdi hann t.d. ikki á seinnu konsertini.

Her eru nakrar myndir, ið Solveig tók á fyrru konsertini, og longur niðri eru myndir frá seinnu konsertini. Tað er vert at viðmerkja, at onkrar myndir av Bono og The Edge ikki eru zoomaðar. Teir stóðu ikki meir enn 2-3 metrar frá okkum tá teir vóru tættast. Ljóðið var ikki so hart har vit stóðu, men tað var gott og klárt. Tað kom úr hátalarum, ið hingu uppi undir loftinum allastaðni í arenaini, og av tí at vit stóðu so tætt hoyrdu vit onkuntíð ljóðið koma beinleiðis frá Bono ella The Edge t.d. Trummurnar hjá Larry í 'Invisible' hoyrdu vit betur akkustiskt enn umvegis anleggið. Alt í alt var tað sera feitt at uppliva slíkar smálutir.
Mynd: Solveig H. Olsen
Mynd: Solveig H. Olsen
Mynd: Solveig H. Olsen

Mynd: Solveig H. Olsen
Mynd: Solveig H. Olsen
Mynd: Solveig H. Olsen
Mynd: Solveig H. Olsen
Mynd: Solveig H. Olsen
Mynd: Solveig H. Olsen
Mynd: Solveig H. Olsen
Mynd: Solveig H. Olsen
Mynd: Solveig H. Olsen
Mynd: Solveig H. Olsen
Týskvøld 24.11
Á seinnu konsertini týskvøldið 24. nov. valdu vit at stilla okkum eitt sindur longur aftur og út til síðuna, soleiðis at vit fingu heildina í showinum við. Nógv gekk jú fyri seg á stóra skíggjanum, ið fer sum ein tvørskurður gjøgnum høllina. Reint visuelt var showið ein sera bergtakandi uppliving. Ikki uppá ein distanserandi máta. Tann visuelli parturin var tvørturímóti við til at koyra tey kensluligu poengini heim. Sera gjøgnumført.

Hetta var ein markant øðrvísi konsertuppliving, hóast meginparturin av settlistanum var hin sami. Tó vóru onkrar týðandi broytingar. Miðskeiðis í konsertini vóru 'Elevation' og 'The Sweetest Thing' frá fyrra kvøldinum skiftir út við 'Desire' og 'Angel of Harlem', og fingu vit sostatt ein lítlan Rattle and Hum sekvens við á vegnum, og tað dámdi mær væl. Endin var eisini ein annar hesuferð. Seinna konsertin endaði fantastiskt við 'Bad' og '40' meðan fyrra konsertin endaði við 'One'. Hevði vilja verið hvørgan endan fyriuttan. Felagssangsversiónin av 'One' var rørandi, og 'Bad' segue yvir í '40' er jú nærum fullkomni endin á eini U2 konsert.

Ljóðið var nógv harðari hesuferð, so hart at vit funnu oyrapropparnar fram beinavegin. Hetta bilti tó einki, tí alt fekk líkasum meira kant og tað rockaði. Gittarsoloirnar í 'Until The End of The World' og 'Bullet The Blue Sky' vóru t.d. totalt eksplosivar og gásarholdselvandi á hesi konsertini. The Edge er framvegis mín yndisgittarleikari í allari verðini, og eg fari ongantíð at gloyma løtuna í Helsinki í 2010, tá eg tók í hondina á honum og fekk autograf signeraðan.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá seinnu konsertini. Fyrst nakrar hjá Solveig, og síðani nakrar, ið eg tók við míni telefon.
Mynd: Solveig H. Olsen
Mynd: Solveig H. Olsen
Mynd: Solveig H. Olsen
Mynd: Solveig H. Olsen
Mynd: Knút H. Eysturstein 
Mynd: Knút H. Eysturstein
Mynd: Knút H. Eysturstein
Mynd: Knút H. Eysturstein
Mynd: Knút H. Eysturstein
Mynd: Knút H. Eysturstein

11/22/15

Vakurleikans Íbygda Virði

Fyri 2 mánaðum og 1 viku síðani var tað 15. september. Ein týsdagur. Ein dagur eins og dagar flest. 1 dagur. 24 tímar. 1.440 minuttir. 86.400 sekund. Eitt løgið við akkurát hesum degi var at mamma okkara, Anna Knútsdóttir Háberg, hevði fylt 55 ár um hon hevði livað. Hon andaðist bert 36 ára gomul tann 1. januar 1997. Tá var eg 16 ár.

Saknurin eftir ein kæran fer ongantíð úr tær, hóast tað sjálvandi broytist nógv við árunum. Tað er umráðandi at hava hesa sannroynd í huga, og tað er somuleiðis av týdningi, at saknurin verður viðgjördur onkursvegna. Fyri meg hevur tað at skriva, spæla og lurta eftir tónleiki altíð verið ein vegur út. Fátt kann hýsa vilstum kenslum sum tann rætti sangurin hina röttu lötuna. 

Ein, ið hevur skrivað nógv um saknin eftir mammuna er Bono úr U2. 14 ára gamal misti hann mammu sína, og tað hevur havt stóra ávirkan á hann sum tónleikara og skald. U2 trummuleikarin Larry Mullen Jr. misti eisini mammuna á ungum árum, so júst hetta hevur fylt nógv í teirra universi. Mullen Jr. hevur ongantíð skrivað um sína sorg, men i samröðu við The Guardian sigur hann seg virða Bono fyri at hava sett orð á tað. Í somu samröðu sigur Bono soleiðis:

“If somebody were to do an analysis of the singers and writers in rock’n’roll, you’d be so shocked by how many lost their mother,” he says. “You’re just at the age where you’re discovering girls and the woman who brought you into the world exits stage left in a very dramatic way. But what’s more interesting is the rage that follows grief. Where do you put it? Music arrives in my life as an emancipation and punk rock gives me a place to howl. And it’s alchemy. It’s literally turning your shit into gold records.” 

Tað finnast sostatt rættiliga nógvir U2 sangir, ið so ella so snúgva seg um missin av mammuni, og her havi eg valt tríggjar burturúr. Tríggjar, ið ramma tað inn.

'Tomorrow'
Av aðru U2 plátuni October frá 1981. Bono hevur sagt at sangurin snýr seg um jarðarferðina hjá mammuni, men at hann var als ikki tilvitaður um hetta, tá hann 20 ára gamal skrivaði tekstin. October er ein rættiliga intenst andalig ella kristilig pláta. Limir í bólkinum vóru í iva um, hvørt teir skuldu halda áfram við tónleikinum ella halga seg til evangeliskt kristna felagsskapin "The Shalom Fellowship", ið Bono, The Edge og Larry Mullen Jr. vóru við í um tað mundið.

Tað vóru røddir frammi, ið hildu at tað var skeivt av U2 at søkja eina yrkisleið sum "versligur" rockbólkur. Tvístøðan var øgilig, og hetta hoyrist aftur á plátuni. Sum søgan prógvar, valdu teir at halga seg til tónleikin og gott tað sama. Á 'Tomorrow' hoyrist m.a. Uillean sekkjapípa, ið er eitt slag av tjóðarljóðføri í Írlandi. Vinnie Kilduff leikar. Hóast tað er eitt eyðkent írskt ljóðføri, er tað óvanligt í U2 høpi, men tað riggar væl til langtandi og melankolska huglagið.

I'm going out
I'm going outside mother
I'm going out there


'Mofo'
Av níggjundu U2 plátuni Pop frá 1997. 90'ini vóru eitt listarliga kollveltandi tíðarskeið fyri U2. Teir brúktu nógva orku uppá at dekonstruera teirra egna úttrykk. Bono hevur einaferð sagt, at Achtung Baby, fyrsta U2 plátan í 90'unum, var "...the sound of four men chopping down the Joshua Tree". Á Pop fara teir á summum økjum uppaftur longur út at venda. Pop er eins og Zooropa (1993) í stóran mun íblást av elektroniska klubb- og dansitónleikinum, ið var frammi um tað mundið.

The Edge hevur einaferð sagt, at hann brúkti øll 90'ini uppá at ljóða sum onkur annar enn The Edge, og tað hoyrist í hesum sanginum. Sangurin telist helst millum mínar yndis U2 sangir, ja kanska millum mínar yndissangir yvirhøvur. Bono hevur seinni víst á henda tekstin sum ein av teimum, ið hann sjálvur er ovfarin av at hava skrivað. Sangurin er ílatin 90'ara techno ham, og dugir ein at virðismeta hetta, er gott í væntu.

Mother, am I still your son?
You know I've waited for so long
to hear you say so
Mother, you left and made me someone
now I'm still a child, but no one tells me no



'Iris (Hold Me Close)'
Av trettandu og nýggjastu U2 plátuni Songs of Innocence frá 2014. Skrivaður fjøruti ár eftir at mamma Bono, ið bar navnið Iris, small um til jarðarferðina hjá pápa sínum, og doyði bert fáar dagar seinni. Í 00'unum og 10'unum hava U2 vent aftur til teirra klassiska sound, um enn í partvíst dagførdum hami. Tað hoyrist aftur her.

Songs of Innocence er tematiskt mest persónliga ella heimliga plátan, ið U2 hava latið úr hondum. Sangirnir snúgva seg í stóran mun um barna- og ungdómsárini í Dublin í 70'unum. Bono heldur fyri, at plátan snýr seg um "first journeys". Um fyrstu ferðirnar. Tær hava lyndi til at rita seg fastar í minnið. Ein sangur eitur 'Cedarwood Road', ið var barndómsgøtan hjá Bono. 

Seinni hevur hann umrøtt hvussu huglagið í barndómsheiminum harðnaði, tá mamman doyði. Teir vóru bara menn eftir; hann, beiggin og pápin, og sorgin var beisk og ósøgd. Tá pápin, Bob Hewson, andaðist í 2001, skrivaði Bono avbera vakra sangin 'Sometimes You Can't Make It On Your Own'. Eg hoyrdi U2 spæla henda sangin í Parkini í Keypmannahavn í 2005, og tað er millum sterkastu konsertupplivingar eg havi havt. Tað var katharsis sum vildi nakað, og allar slúsur stóðu víðopnar. Her er tað ein sangur til mammuna.

the ache
in my heart
is so much a part of who I am



Helst eru fleiri orsøkir til, at eg fyri tíðina knýti hesar tankar omanfyri um 15. september at U2 sangum. Um sama mundið sum hesa dagfesting, eydnaðist tað Solveig og mær at fáa fatur í atgongumerkjum til U2 í Dublin, og nú eg leggi síðstu hond á henda blogg, eru vit stödd í býnum. Hósdagin vóru vit til stórfingna prógvhandan hjá Solveig í Canterbury Cathedral í landssynnings Onglandi. Stórt og serstakt at sleppa á hesa ferð, og nú at uppliva U2 live í sjálvum heimbýnum. Fyrsta av tveimum konsertum fyri okkara viðkomandi verður í annaðkvöld.

Herfyri kom eg framm á ein blogg á The Huffington Post, har Frank Schaeffer skrivar um aktuellu Innocence + Experience konsertferðina hjá U2. Frank Schaeffer er enfant terrible og útbrótari úr konservativum evangeliskum kristindómi, og fyrst í 80'unum skrivaði hann eina bersøgna bók, ið æt Addicted To Mediocrity. Tað var ein rættilig skorfleingja til mediokru listafatanina í evangeliskum kristindómi, har missión og nyttumoralur ganga framum vakurleika og listarliga góðsku.

Bókin gav mær frið í sálina í einum tíðarskeiði, har eg vendi nógvum viðurskiftum og ikki reiðiliga visti hvønn veg eg skuldi fara. Stríddist helst við nakrar av somu spurningum, ið U2 limirnir mundu stríðast við afturi í Shalom døgunum. Bókin var í so máta við til at broyta ella víðka mítt útsýni. Eg havi ikki fylgt so væl við tí, ið Frank Schaeffer hevur skrivað síðani, men í summar hevur hann verið á U2 konsert, og hann leggur ikki fingrarnar í millum:

"...The Innocence & Experience show is one long fuck you to meaninglessness. It is more ballet than music, more theater than rock, more art show than glam show. It is also the best stage show I've seen since watching Peter Sellars' production of the St. Matthew Passion at the Armory in NYC last year. [...] So the question is is U2 naval-gazing. Of course they are. So is every writer and movie maker. All we have is our stories and our lives. All we have is our experiences. Sure it gets a little churchy. What do you expect? Bono is still working through the guilt all people feel who believe in a higher purpose they know they (we) can never attain. This band travels in a cloud of evangelical good will, even brings along a chaplain of sorts who I last met at a Christian music festival (Greenbelt) in the UK. So what? You got a problem with world peace? What's the new U2 show finally about? The inherent value of beauty. Period."

"The inherent value of beauty". Vakurleikans íbygda virði. Hetta er í samljóði við tað, ið Schaeffer setti fram í áðurnevndu bók; at eingin orsøk er at rættvísgera tað, ið longu er vakurt og gott í sær sjálvum. Vakurleiki hevur eitt íbúgvandi virði. Ikki tí at hann hevur "nyttu" og kann brúkast til hetta og hatta, men tí at hann heilt einfalt er vakur. Eg havi verið á U2 konsert tvær ferðir áður (í 2005 og 2010), og í roynd og veru hava báðar konsertirnar staðfest hetta.

"One long fuck you to meaninglessness". Uttan at taka støðu til opinskáraða orðavalið hjá Schaeffer, so eri eg so sára samdur í, at ein viðkomandi háttur at taka broddin úr meiningsloysi er at lýsa tað á meiningsfullan hátt. At skriva sangir um sorg er t.d. júst hetta. Tað er okkurt treiskt og íblásandi yvir mátanum, sum U2 hava gjørt tað nú í skjótt fýra áratíggju. Tað er eisini hugtakandi og eyðmjúkt, at heimsins størsti og kendasti rock bólkur ultimativt peikar á eitt uppaftur størri og hægri endamál í øllum hann tekst við. "It’s literally turning your shit into gold records”, so segði hann.

Í annaðkvöld verður tað. Nú er stund at gleða seg...
Tók hesa myndina í St. Patrick's Cathedral í dag, tá vit løgdu leiðina framvið.