1/14/17

Low 40 ár


"...For many years Berlin had appealed to me as a sort of sanctuary like situation. It was one of the few cities where I could move around in virtual anonymity. I was going broke; it was cheap to live. For some reason, Berliners just didn't care. Well, not about an English rock singer anyway." -David Bowie.

Í dag eru 40 ár síðani Low hjá David Bowie kom út hin 14. januar í 1977. Ikki hissini pláta. Tann fyrsta í sonevndu Berlin trilogiini. Kanska mín yndis Bowie útgáva, tó at aðrar eisini eru mær kærar. Plátan umboðar eina "persónliga og estetiska yvirháling" sambært Rolling Stone, og tað er ikki heilt av leið.

Undanfarna útgávan Station To Station (1976) var innspæld í Los Angeles. Eisini ein ræðuliga góð pláta og potentiel yndis, ið hevur nøkur ting til felags við síðstu Bowie plátuna Blackstar (2016). Station To Station umboðar eitt steðgipláss - sí proverbialu jarnbreytarstøðina(r) í heitinum - millum hitt amerikanska Philadelphia "plastic soul", ið Bowie meistarliga dyrkar á Young Americans frá 1975, og so tann evropeiskt/týskt informeraða art rokkin á Low frá 1977.

Listaliga fekk Bowie nógv burtur L.A., men persónliga mátti hann rinda ein ov høgan prís. Undan Station To Station menti hann eina persona við heitinum "The Thin White Duke", ið m.a. bygdi á leiklutin sum Thomas Jerome Newton í filminum The Man Who Fell To Earth (Nicolas Roeg, 1976). Permumyndin á Low (sí omanfyri) er eisini tikin úr filminum. "Thin White Duke" var eitt spartanskt alternativ til meira litríku Ziggy Stardust, Halloween Jack v.fl. Hóast spartanska lookið var hetta tíðin har Bowie veruliga nærkaðist kantinum, og eitt skifti livdi hann bert av kokain, reyðari piparfrukt og mjólk (!)

Seinni skýrdi hann L.A. "...the most vile pisspot in the world" og viðgekk, at hevði hann ikki skift lívskós høvdu 70'ini óivað gjørt av við seg. Skrædlið lúrdi, og Bowie flýddi eystur um hav til Berlin. Hóast Berlin var heimsins heroin høvuðsstaður tá í tíðini, gjørdist býurin ein rættiligur frístaður hjá Bowie. Hann helt seg tíbetur frá heroininum, og eisini var hann mestsum ókendur í býnum. Í øllum førum fekk hann frið at vera tann, sum hann var og kundi dyrka list og tónleik frítt.

Kosmiski krautrokkurin gjørdist greiður íblástur, har bólkar sum Kraftwerk, Neu! o.a. vóru dyrkaðir. Hetta var alt kanaliserað á teirri slóðandi, kollveltandi og enduruppfinnandi Low. Frálíki backing bólkurin á Station To Station var eisini við her, og sum nakað nýtt var synthesizer og ambient gyklarin Brian Eno við sum tónlistaligur sparringspartnari hjá Bowie. Tony Visconti, ið hevur virkað á trettan Bowie útgávum frá 1969 til 2016, sat í prodjúsarasessinum. Við sær hevði hann m.a. ein Eventide Harmonizer, ið hann m.a. nýtti til slóðandi snaretrummuljóðið á plátuni.

Síða A er elektroniskur rokkur við tilknýti aftur til elektronisku r'n'b/soul tónarnar á Station To Station. Fyrsta og síðsta lag á A síðuni eru instrumental, meðan tey írestandi eru við vokali. Størsta hittið higani er allarhelst 'Sound and Vision', tó at plátan skal hoyrast í síni heild. Síða B er elektroniskur ambient/avantgarde tónleikur, harav nøkur løg eru instrumental. Hóast henda síðan liggur sera langt frá rokkinum á síðu A, er ein gjøgnumførd heild yvir allari plátuni. Ein djúpt melankolsk útgáva, ið kortini er futuristiskt upplyftandi. Eitt stórverk, ið fekk eitt tematiskt framhald á teirri somuleiðis meistarligu "Heroes" árið eftir, umframt á Lodger frá 1979.

"Much has been made of Kraftwerks influence on our Berlin albums. Most of it lazy analyses I believe. Kraftwerks approach to music had in itself little place in my scheme. Theirs was a controlled, robotic, extremely measured series of compositions, almost a parody of minimalism. One had the feeling that Florian and Ralph were completely in charge of their environment, and that their compositions were well prepared and honed before entering the studio. My work tended to expressionist mood pieces, the protagonist (myself) abandoning himself to the 'zeitgeist' (a popular word at the time), with little or no control over his life. The music was spontaneous for the most part and created in the studio. [...] What I WAS passionate about in relation to K. was their singular determination to stand apart from stereotypical American chord sequences and their wholehearted embrace of a European sensibility displayed through their music. This was their very important influence on me." -David Bowie.

Henda vakra teknirøðin/strípan lýsir tíðarskeiðið væl, og hesin teknifilmurin er ein innforstaðin og humoristisk lýsing av Low upptøkunum:


1/13/17

Ræðusurfmiks


Í dag er fríggadagur trettandi. Ikki var gamalt at fara undir nýtt átak á hesum degi, men eg loyvi mær kortini at peika á nakað viðkomandi, ið hendi fyri tíð síðani. Allahalgannaaftan 2015 var eg nevniliga allahalgannaaftansdiskari - Halloween DJ - í Sirkus í Vágsbotni.

Hetta giggið veitti íblástur til eitt trølsligt DJ miks. Eg gjørdi av, at miksið bert skuldi innihalda surf og rockabilly tónleik við einum horror tema. Hóast greitt avmarkaða byrjanarstøðið, var tað ómakaleyst at finna tónleik til miksið. Helst tí, at ein greiður konjunkturur (samhending) sást millum surf tónleik og horror í seinna helmingi av 50'unum og fyrra helmingi av 60'unum. Ikki heilt ólíkt samhendingini millum eitt nú disco og sci-fi í 70'unum.

Surf og rockabilly tónleikur hevði eina stórtíð báðumegin Atlantshav í umrødda tíðarskeiði. Ja, sjálvur Elvis átti sín leiklut í, at rockabilly vann frama ('Mystery Train' kundi fyri tað verið við í miksinum, tó at sangurin kanska ikki er at flokka sum beinleiðis "horror"). Instrumentalir surf bólkar stóðu seg eisini væl, men brátt var hesin tónleikur troðkaður av trúnuni av The Beatles og British Invasion rákinum.

Hetta endurspeglast eisini í miksinum, tí tey flestu løgini eru frá tíðarskeiðnum 1955-1966. 1961 er best umboðaða árið við tilsamans 6 løgum. Miksið er annars býtt 50/50 millum instrumentalløg og løg við sangi. 11 av umboðaðu bólkunum byrja við “The” (eitt klassiskt surf/instrumental eyðkenni). Telja vit backing bólkarnar hjá teimum báðum Dick Dale og Link Wray uppí (The Del-Tones og The Ray Men) økist talið til 13.

Gerið so væl: Spooky Surf Mix við surf, rockabilly og garage klassikarum um ólátaðan óhugna, retro ræðuleikar og øtiligan ørskap! Til eitthvørt høvi, tað verið seg gaman ella álvara. Niðanfyri er lagaryvirlit.



Lagayvirlit:
1. Dick Dale & His Del-Tones: ’Riders In The Sky’ (1963)
2. The Tornadoes: ’Phantom Surfer’ (1963)
3. The Marketts: ’Out of Limits’ (1963)
4. Jackie Morningstar: ’Rockin’ In The Graveyard’ (1959)
5. Link Wray & His Ray Men: ’Jack The Ripper’ (1961)
6. Screaming Lord Sutch: ’’Til The Following Night’ (1961)
7. The Ravens: ’Ghoul Friend’ (1961)
8. The Cramps: ’Goo Goo Muck’ (1981)
9. The Moontrekkers: ’Night Of The Vampire’ (1961)
10. Sharkey Todd & The Monsters: ’Cool Gool’ (1959)
11. The Frantics: ’Werewolf’ (1960)
12. John Leyton: ’Johnny Remember Me’ (1961)
13. The Swanks: ’Ghost Train’ (1964)
14. Jack Turner: ’Nightmare’ (1955)
15. The Sonics: ’Witch’ (1966)
16. The Ventures: ’The Twilight Zone’ (1964)
17. Johnny Otis: ’Castin’ My Spell’ (1959)
18. The Scorpions: ’Riders In The Sky’ (1961)

1/12/17

Slowdive aftur á slóð


Hvør stórt at kunna staðfesta henda kavarokaða januardag, at hitt frarmúrskarandi bretska shoegaze ljómliðið Slowdive er komið aftur í aftur. 'Star Roving', fyrsta nýggja staklagið í heili 22 ár, er úti nú! Eitt stórbært lag, ið livir upp til heitið hjá bólkinum: "Slowdive". Hatta er júst kenslan. At kava spakuliga, tað verið seg í vatni, kava, luft, úti í rúmdini ella í einum stjørnuhavi (so segði hann). Gott at verma sær oyragongirnar við!

Bólkurin Slowdive miðsavnar seg um sangara og sangskrivara duo'ina Neil Halstead og Rachel Goswell. Tey vóru stovnaði í Reading í Berkshire í Onglandi í 1989, og lótu tríggjar plátur og nakrar EP'ir úr hondum inntil tey fóru hvør til sítt í 1995. Hvat er so shoegaze? Jú, tað er stutt sagt klassisk poppsangskriving umgyrd av támutari gittar studio ljóðviðgerð. Tað ber óivað til at tekna eina striku frá shoegaze aftur til Phil Spector, The Velvet Underground o.a. Slowdive hava altíð duga tað soniska væl. Tey samstarvaðu enntá við Brian Eno á nøkrum sangum á Souvlaki.

Seinasta plátan áðrenn bólkurin gavst var Pygmalion frá 1995, har Neil Halstead flytir seg yvir í eksperimental/ambient/abstrakt øki. Eisini ein fantastiska góð útgáva. Vit hoyrdu Slowdive á Roskilde Festival í 2014, og tað var ein bergtakandi konsert. Helst besta konsertin á festivalinum tað árið. Inniligt og rørandi. Eg frætti um Slowdive gjøgnum gittarleikaran og vinmannin Jan Johansen og tónleikabólkin glorybox. At hoyra Slowdive live minti meg á nøkur ting sum tónleikur kann, ið glorybox vístu mær í verki á fyrsta sinni. Í 2008 hoyrdu vit annars My Bloody Valentine spæla reunion konsert á Roskilde Festival, so tað er ikki at kimsa at.

Hetta eru snøgt sagt spennandi tíðir at fjeppast uppi í shoegaze bylgjuni, ið sveipti Stórabretland fyri 20-25 árum síðani. Í 2013 var tað My Bloody Valentine, ið gjørdu comeback við nýggjari plátu, í 2014 túraðu Slowdive fyri fyrstu ferð í 20 ár, og í fjør fóru Ride aftur á landavegin. Eitt boð uppá eina shoegazer tríeind man vera júst hesir tríggir bólkarnir. Mín topp 3 yvir bestu útgávur frá tíðarskeiðnum er í øllum førum 1. Loveless hjá My Bloody Valentine, 2. Souvlaki hjá Slowdive og 3. Nowhere hjá Ride. My Bloody Valentine komu aftur í aftur við teirri frálíku MBV í 2013, og nú eiga Slowdive tørn við nýggjari plátuútgávu.

Annars skal tað leggjast afturat, at Slowdive fólkini ikki hava gingið fyri einki síðani bólkurin gavst í 1995. Halstead, Goswell og aðrir limir í bólkinum stovnaðu hin somuleiðis frálíka folk/country/americana bólkin Mojave 3, ið eisini hevur latið nakrar ordiliga góðar plátur úr hondum.  Neil Halstead hevur eisini útgivið nakrar soloplátur, umframt at hann er partur av spennandi verkætlanini Black Hearted Brother, ið hevur útgivið eina plátu higartil. Nú eru Slowdive so komin aftur á slóð, og tað ger tað ikki verri. Tvørturímóti!


Sí annars henda áhugaverda og upplýsandi heimildarfilmin um Souvlaki: