2/22/15

D'Angelo and the Vanguard

Nú eitt kvøldið vóru vit á konsert hjá D'Angelo and The Vanguard í Palais de Congrés her í París. Størsti salurin í Palais de Congrés er Grand Amphithéâtre við 3.723 sitiplássum, og hóast vit sótu mitt fyri og høvdu gott útsýni, sótu vit rættiliga ovarlaga. Áðrenn konsertina gjørdi ein sær tankar um, hvussu D'Angelo og bólkurin mundu fara at tackla eitt so stórt høli. Var nakar ivi til staðar, var hann tó skjótt gjørdur til skammar, tí eftir bert hálvum øðrum sangi høvdu øll reist seg, og salurin kókaði.

D'Angelo er ein ótrúliga karismatiskur og væl syngjandi frontfigurur, og í The Vanguard hevur hann ein ómetaliga tight backing bólk. Samspælið millum frontmann og bólk var intuitivt og sannførandi og peikaði aftur á slóð. Talan gjørdist sostatt um eina upplyftandi konsertuppliving, ið var sum tikin úr tí jørðildi hagani eitt nú James Brown, Sly & The Family Stone, Marvin Gaye, George Clinton og Parliament/Funkadelic og Prince spruttu úr á sinni. Hóast hann er eksponentur fyri neo soul bylgjuna úr USA, hevur D'Angelo eisini megnað at kobla seg til hesa søguligu fláina í svørtum amerikonskum tónleiki, har samfelagskritiskir tekstir og funky tónleikur ganga hond í hond.
D'Angelo and the Vanguard live í Palais de Congrés 16. feb. 2015. Foto: Knút H. Eysturstein
Aftaná heili 15 ára útgávusteðg gjørdi D'Angelo comeback í desembur í fjør við avbera góðu plátuni Black Messiah. Ein sera hugtakandi útgáva, ið somuleiðis leiðir tankarnar aftur á útgávur úr svørtum amerikonskum tónleiki. Black Messiah er skorin eftir líknandi leisti sum eitt nú What's Goin' On? hjá Marvin Gaye, There's A Riot Goin' On hjá Sly & The Family Stone, On The Corner hjá Miles Davis og Sign o' the times hjá Prince. Afturat hesum hevur plátan eisini eitt sjálvstøðugt nútímans úttrykk.

Eg skal viðganga, at fyri nøkrum árum síðani var D'Angelo ikki av tónlistarligum týdningi í míni bók. Eg kendi hann bert sum r'n'b croonaran, ið stóð í berum yvirkroppi í videolagnum til 'Untitled (How Does It Feel?)'. Videolagið var mangan spælt á MTV á sinni, men synd at siga at tað var tónleikur, ið eg tímdi at lurta eftir tá. Tað var onkursvegna ov "smooth" til mín smak tá. Black Messiah er eisini skitnari og meira retro tilsipandi enn undanfarnu D'Angelo útgávurnar Voodoo (2000) og Brown Sugar (1995). 'Untitled (how does it feel?)' videolagið førdi við sær, at D'Angelo gjørdist kendur víða hvar sum sex ikon, og áhoyrarar byrjaðu at rópa kynsliga motiveraði speiðorð á konsertum. Hetta kom honum dátt við, og var ein av orsøkunum til, at hann helt seg frá tónleikinum í fleiri ár.

Tað hevur leingi verið graml um, at D'Angelo hevði nýggja plátu í umbúna, og so kom hon brádliga nakrar vikur fyri jól. Sagt verður, at plátan skuldi koma nú í vár, men hon var útgivin í skundi í samband við, at rok og mótmælisgongur hava verið í USA seinastu tíðina. Søgur hava verið frammi um svartar amerikanskar borgarar, ið eru skotnir av løgreglumonnum uttan tí sum líkist haldbarari próvgrund, og í fleiri førum sleppa løgreglufólkini undan sakarmáli. Hetta hevur elvt til øsing, og D'Angelo hevur við nýggju plátuni ynskt at givið sítt listarliga íkast til støðuna.
Í Evropa hava vit fyri tíðina øgiligan skund at demonisera "hini" sum eina hóttan móti "okkum". Handan hav hava svartir amerikanarar hinvegin tann ræðandi gerandisliga trupulleika, at kunna risikera at verða skotnir av sínum egnu, t.e. løgreglufólkum, ið annars skulu eitast at verja teir. Tað setur nøkur ting í perspektiv. Sangurin 'The Charade' setur væl orð á hesi viðurskifti. "Charade" merkir "látileikur" ella "innantómur siður". Niðurlagið er soljóðandi:

All we wanted was a chance to talk
instead we got outlined in chalk
Feet have bled a million miles we've walked
revealing at the end of the day, the charade

Henda live framførslan á Saturday Night Live er tónlistarliga, tekstliga og súmbolskt greið í sínum máli:


Lagið 'Really Love' var eisini framført á SNL:


D'Angelo er verdur at tjekka út, tað verið seg live ella á plátu. Black Messiah er tøk í fullari longd, eitt nú á Spotify.

2/9/15

Frá McCartney til Miðvágs – samrøða við Fred Ruddick

Fred og Greta. Foto: Katrin Svabo Bech.
(Samrøðan stóð á prenti í 'Mentan' í Sosialinum t. 16. januar 2015).

Ein av ársins fyrstu døgum koyrdi eg vestur í Vágar at vitja Fred Ruddick og Gretu Svabo Bech. Gretu hava vit hoyrt um áður, men tey fægstu munnu hava hoyrt um Fred, ið er sjeikurin hjá Gretu. Tey bæði samstarva eisini professionelt, og hava innrættað eitt fyrsta flokks miks og mastering studio í Miðvági, har tey hava búð í 2 ár. Eg hitti Fred henda dagin til eitt prát um hansara bakgrund, tónleikaligu yrkisleið og lívið í Føroyum.

-Hvør er Fred? Kanst tú siga mær eitt sindur um hvagani tú ert?

-Eg eri onglendingur úr útsynningspartinum av Onglandi, føddur og uppvaksin í Devon, ið er ein nokkso provinsiellur landslutur uttan stórvegis býarávirkan. Bæði foreldrini hjá mær eru klassiskir tónleikarar. Eg fekk eina klassiska tónlistarliga uppaling, har eg byrjaði at spæla violin sum 3 ára gamal, og fór undir kórvenjing sum 5 ára gamal. Sum 7 ára gamal var eg sendur at búgva í Exeter Dómkirkju (Exeter Cathedral).

-Hvat er Exeter Dómkirkja?

- Hvørt amt í Onglandi hevur egnan dómkirkjubý, og Exeter Dómkirkja er dómkirkjubýurin í Devon. Elstu partarnir av kirkjuni stava frá 11. øld, so talan er um eitt gamalt stað við nógvari siðvenju. Eg var sendur hagar at virka sum kórdrongur í dómkirkjuni. Eg búði á staðnum, og vit sungu til gudstænastur og vandu hvønn dag. Vit túraðu eisini nógv og gjørdu upptøkur til útvarp og útgávur. Tað var tað fyrsta eg upplivdi av tónleikaupptøku, tá teir rullaðu hesar stóru bandmaskinurnar inn í kirkjuna. Dómkirkjan var ein ómátaligur, stórur bygningur, og tað ljóðaði heilt framúrskarandi inni har. Líka síðani eg var óviti hevur tónleikur verið tað sum eg vil gera.
Sum 13 ára gamal var eg liðugur á Exeter, men gjørdi av at vera verandi í býnum, tí eg slapp inn á ein privatan tónleikaskúla at venja violin, ið var mítt høvuðsljóðføri. Um hetta mundið byrjaði eg eisini at at fáa áhuga fyri ymiskum øðrum tónleiki. Dómkirkjan var eitt rættiliga kontrollerað umhvørvi, tó ikki uppá ein kúgandi máta, tí tað var ein deilig atmosfera á staðnum. Um 13 ára aldur upplivdi eg brádliga eina rúgvu av frælsi og gjørdist meira sjálvstøðugur.

-So tú byrjaði at uppdaga tónleik sjálvur?

Ja, hetta var í 1992 og elektroniska dansitónleikamentanin var akkurát kyknað upp í Bretlandi, og eg byrjaði at keypa plátur stutta tíð seinni. Tað var eitt ótrúliga áhugavert tíðarskeið. Tað er løgið at hugsa sær, tí í dag er elektroniskur dansitónleikur allastaðni. Tú tendrar útvarpið, og tað er ringt at hoyra nakað annað. Í 90’unum var tað øðrvísi, og dance tónleikur var bert spældur í einstøkum útvarpssendingum. Eg fekk mínar fyrstu DJ plátuspælarar, og hetta var tá en pláta kostaði eini 5-6 pund, so hvør einasta pláta var ein íløga, sum var granskað út í æsir. Tað er øðrvísi í mun til í dag, har tú lurtar eftir onkrum eina ferð, og so fert tú víðari til tað næsta.

-Spælir tú enn violin?

Ja, tað geri eg. Eg elski framvegis klassiskan tónleik, men eg má vera í rætta hýrinum. Sama við violinspælinum. Eg haldi tað er tí at eg var trýstur inn í klassiska heimin, so eg havi líkasum eitt ”love/hate” samband við violinina. Hon er í stóran mun ein partur av mær, men onkuntíð tími eg ikki at spæla.
Fred sum kórdrongur í Exceter.
-Hvagar fórt tú eftir violin undirvísingina?

 Sum 18 ára gamal flutti eg til London og var sera áhugaður í tónleikaumhvørvinum í klubbunum har. Í London endaði eg tó við at arbeiða á virðisbrævamarknaðinum sum sølumaður í heili sjey ár. Eg hevði bara hug at royna okkurt heilt annað enn tónleik, so eg arbeiddi hart og tjenaði pengar hesi árini. Eg arbeiddi fyri eina fyritøku sum eg treivst í, og stjórin var ein sera dámligur og etiskt hugsandi maður. Hann hevði stutt sagt ”class”. Hetta var eisini orsøkin til at eg var verandi so leingi. Sum frá leið visti eg tó at okkurt manglaði.

-Nær steðgaði tú við tí, og hvat var ”kallið”, ið fekk teg at skifta kós?

Í 2005 og tað var tónleikurin. Eg gjørdi av at fara undir hægri lesnað innan tónleik, tí eg vildi hava eitt universitetsprógv. Eg las ”Music and Sound” við spesiali í produktión á Liverpool Institute for Performing Arts (LIPA), ið var stovnað av Paul McCartney síðst í 90’unum. Tað er ein lærdur háskúli innan tónleik, dans og teatur, við áherðslu á, at tey lesandi skulu kunna fara út í kreativar vinnur og skapa sær arbeiðsmøguleikar frá byrjan. Komin til Liverpool fekk eg skjótt samband við fólk uttanfyri skúlan, ið vistu hvør eg var, tí tey høvdu hoyrt meg diska. So eg fekk fótin innum í klubb umhvørvinum í Liverpool.

-Nær byrjaði tú at diska?

’93-’94. Stutt eftir at eg var farin at savna plátur. Eg diskaði eisini meðan eg arbeiddi á virðisbrævamarknaðinum, so tað hevur verið nokkso konstant. Í Liverpool vóru vit nakrir sum diskaðu hipp hopp undir navninum ”No Fakin”, og vit høvdu fast tilhald í einum stórum náttklubba, ið eitur Chibuku. Har spældu vit tvær ferðir um mánaðin síð um síð við tey størstu altjóða nøvnini. Í Liverpool var eg eisini prodúsari og scratch diskari í einum tónleikabólki sum æt 6toys. Eg fann so hvørt útav, at tað at taka upp og fanga ljóð var mín passión.
Til endaligu royndina á universitetinum brúkti eg mína luttøku í einum stórum tiltaki í samband við, at Liverpool var kosin ”European Capital of Culture” í 2008. Vit vóru spurdir um at produsera hipp hopp versiónir av mentanarliga týdningarmiklum sangum úr býnum. Vit fyrireikaðu okkum í tríggjar mánaðir, og framførdu síðani saman við Royal Philharmonic Orchestra til setanina. Í 2010 produseraði eg eitt lag saman við Paul McCartney og beiggjanum Mike McCartney til eina stóra handilsframsýning í Shanghai. Eini 70 milliónir fólk vitjaðu framsýningina. So har hendi nógv í tíðini í Liverpool.

-Hvussu hittust tú og Greta?

- Hon las eisini í Liverpool og spældi tónleik. Eg sá hana spæla eina konsert við bólkinum hjá sær. Hon var sangarinna, men brádliga tók hon violinina fram og byrjaði at spæla. Eg hugdi uppá vinmannin hjá mær og segði ”oh no”, og so visti eg tað bara, at har var hon. Tað tók kortini tíð áðrenn vit komu at kennast ordiliga, og at byrja við var heldur eingin intentión um samstarv. Tað var ikki fyrrenn at hon sang á Deadmau5 sanginum ’Raise Your Weapon’, og ferð kom á yrkisleið hennara, at hon fekk brúk fyri onkrum at samstarva við. Tað vóru nógv fólk rundanum hana, ið tóku egin áhugamál framum hennara, og tað var ein strævin og torfør tíð fyri hana. Um hetta mundið høvdu vit verið par í umleið eitt ár, men arbeiddu tó við hvør sínum tónleiki. Vit samdust við tíðini um at samstarva tónleikaliga.

- Hvussu virkar arbeiðsforholdið tykkara millum? Hvør ger hvat?

- Greta syngur og skrivar tekstir og melodiir, og eg produseri og innspæli alt hitt. Persónliga síggi eg meg ikki sum listamann, men sum tøkning. Mær dámar best at onkur annar skrivar tónleikin. Eg taki eitt grundleggjandi hugskot og fari víðari við tí. Upptøka er mín serfrøði. Harumframt er nógv samskifti rundanum sjálvan tónleikin. Greta fær nógvar fyrispurningar, og eg eri líkasum ”bullshit filtrið” í teirri tilgongdini. Um okkurt er áhugavert, so gevi eg tí grønt ljós, og restin verður sáldað frá. Vit hava eisini ein álítandi og dugnaligan ”business manager” í New York, ið vit samstarva við. Mær dámar illa tann handilsliga partin av tónleikinum, og tað fær meg satt at siga at sakna virðisbrævamarknaðin. Síðani fíggjarkreppuna halda øll at bankar hava ivasaman etikk, men eg vildi ynskt at fólk innan tónleikaídnaðin høvdu bert eitt vet av tí etikki, sum er galdandi innan fíggjarheimin.
Fred í studio.
- Hvat fekk tykkum at flyta til Føroya?

- Ein røð av umstøðum hendu í senn. Tað var vatnflóð í studionum hjá okkum í Liverpool, og vit fingu at vita, at umvælingin fór at taka 6 til 12 mánaðir. Greta hevði føðingardag og familjan hjá henni var á vitjan. Tey høvdu eini hús í Miðvági, og nevndu hetta sum ein møguleika fyri okkum. Vit tosaðu um tað í eina tíð og tóku avgerðina. Komin higar funnu vit skjótt útav, at vit kundu arbeiða sum vit høvdu gjørt áður. Gjøgnum internetið er frástøðan jú minkað ótrúliga nógv, og tað er ikki so nógv longri at ferðast úr Føroyum, tó at tað er væl dýrari. Eg kenni meg ikki avskornan á neiligan hátt, eg kenni meg faktiskt avskornan uppá ein góðan máta. Vit hava eisini langtíðarætlanir fyri húsini og okkara studio her. Vit ætla at tað skal vera eitt íbúðarstudio, har fólk búgva og virka í eitt tíðarskeið. Mín dreymur er at gera eitt mastering studio, og at arbeiða burturav við mastering í framtíðini. Nógvur spennandi tónleikur er í Føroyum. Eg haldi at tað vakra við mentanini her, er fráveran av kommersialisering av listini. Tað er fantastiskt! Tú merkir týðiliga í listini og í tónleikinum, at fólkini aftanfyri eru frí til at skapa tað sum tey vilja. Í Onglandi kennir tú á tær, at fólk eru ávirkaði av øllum rundanum tey og av tónleikaídnaðinum sum er kring tónleikin. Tey royna at passa inn í ídnaðarligu ímyndina, til tess at fáa promotion og uppmerksemi í miðlunum. Tað er eisini skilligt, men tit hava als ikki hatta í Føroyum, og úrslitið er at nógvur fantastiskur tónleikur verður gjørdur. Fráveran av kommersialisering er helst tað sum mær dámar best við Føroyum.

- Eisini generelt mentanarliga?

- Ja. Eg haldi at hetta er tað minst kommersiella staðið, sum eg nakrantíð havi verið í í mínum lívi. Og tað er størsta komplimangið sum man kann geva nøkrum. Tað eru ongar lýsingar her. Í Onglandi er tað allatíðina onkur sum roynir at selja tær okkurt, og tað er ótrúliga køvandi. So skjótt tú traðkar út gjøgnum dyrnar eru stórar lýsingar í býarmyndini. Og tað er enn verri í USA, sum er heilt ótrúligt. Har hevur alt eitt ”brand”. Fólk kalla ikki tingini tað sum tey eru, t.d. eitur tyggigummi okkurt brand ístaðin fyri at eita ”tyggigummi”. Tað er ræðandi, og tað er ótrúligt hvussu øvugt tað er her í Føroyum. Eg veit ikki hvat tað er sum tit hava koyrt í vatnið her, sum ger tykkum totalt óáhugaði í at fáa ting seld til tykkum allatíðina.

- Kanska eru vit bara afturúr í kommersialiseringini?

- Nei, eg haldi at tit eru totalt frammanfyri hvat tí viðvíkur. Og tað er tað sama viðvíkjandi tónleikinum, tí tónleikurin er væl stuðlaður av myndugleikum og kommunum. Úrslitið er, at tú hevur fólk her, ið vilja skapa eitthvørt tí at tey av náttúru eru skapandi, og nýtast ikki at hugsa um hvønn kommersiellan kassa tey mugu passa niður í. Tað haldi eg er ræðuliga kul. Eg haldi at tað snýr seg nógv um, at tú ikki áhaldandi fært ting blakaði eftir tær, ið onkur vil at tú skalt keypa. Tað sæst eisini aftur á Facebook: mínir føroysku Facebook vinir deila slíkt sum tey hava ein veruligan áhuga í, og mínir ensku Facebook vinir hava næstan altíð okkurt at promovera ella selja, um tað so bara er ein lívsstílur. Tað er totalt hvør sín søga.

- Vit eru júst komin inn í eitt nýtt ár. Hvørjar eru tínar vónir fyri framtíðina?

- ”Health and happiness”. Tú kanst ynskja tær alla verðina, men hevur tú heilsu og eydnu hevur tú alt tú kanst biðja um. Vit eru glað fyri at vera her, og kenna okkum heppin at kunna gera tað sum vit gera. Nógv spennandi er í væntu.

Fakta

Fred Ruddick. Prodúsari og DJ úr Onglandi, búsitandi í Miðvági.

- “First Class Honours Degree” frá LIPA (Liverpool Institute of Performing Arts) 2008.

- Financial Services Authority UK - skrásettur og kvalifiseraður íløguráðgevi.

- Hevur arbeitt og framført saman við nøvnum sum Sir Paul McCartney, Public Enemy, Goldie, Skream, DJ Shadow & Mark Ronson.

- Hevur túrað í Evropa, Afrika og Kina og spælt á heimsins størstu festivalum, eitt nú Glastonbury og Creamfields, umframt á enska superklubbanum Fabric og á BBC. - Verið fastur táttur í 5 ár á klubbanum Chibuku, sum er valdur millum heimsins 50 bestu klubbar.


Greinin sum hon stóð á prenti.