12/19/12

Ummæli av Summarnátt OST*

 *"OST" er stytting fyri "Original Soundtrack" og sipar sostatt ikki til ost (ikki neyðturviliga).

Filmurin Summarnátt eftir Sakaris Stórá gjørdist fyri kortum fyrsti filmur at vinna føroysku filmsvirðislønina Geytin. Filmurin hevur eitt mikið áhugavert soundtrack, ið eg her fari at mæla um. Havi havt høvi at hyggja eftir filminum, umframt at Sakaris hevur verið so beinasamur at senda mær løgini til lurtingar.

Mikael Blak hevur staðið fyri tónleikinum, og longu frá fyrsta tóna stendur púra greitt at vit eru í synth landi, har ljóðføri sum Moog, Juno, Omnichord, Mellotron og klokkuspæl seta eina huglagsríka og introspektiva dagsskrá. Fýra løg mynda soundtrackið, ið er einar 15 minuttir til longdar, og tey eru ”Byrjan”, Dýrdarfall”, ”Summardáar” og ”Summarnátt”.

Umframt komponeraða soundtrackið eftir Mikael, inniheldur filmurin eisini tvinni sonevnd diegetisk løg, ið hoyrast úr einum anleggi meðan høvuðspersónarnir eru í balli, og tey eru ”Tender Skin” hjá Visible Fish og ”Sirius” hjá Straight Ahead (diegetiskur tónleikur er tónleikur, ið hoyrist í sjálvum filminum, og sostatt er partur av søgugongdini, meðan non-diegetiskur tónleikur verður lagdur á ljóðsporið aftaná). 
Soundtrack upptøkur. Mikael Blak tv. og Benjamin Petersen th. Mynd: Sakaris Stórá.
Soundtrackið brillierar við at hava eitt sterkt og afturkenniligt klangligt univers, hóast tað reint formliga er einfalt. Einstøku løgini eru eyðkend av endurtakandi akkordrundferðum við einføldum temum og motivum ljómandi afturvið, men alt verður leikt á ljóðføri, ið mana framm eftirtektarverdar klangir. Tú kennur v.ø.o. soundtrackið aftur beinavegin, hóast tað ikki stjelur títt uppmerksemi.

Í so máta er tað perfekt til ein film sum Summarnátt, ið ikki inniheldur tær stóru, ógvusligu albogarørslurnar, men ístaðin sigur eina søgu í eygnahædd. Tónleikurin spælir eisini ein stóran leiklut í filminum, og ymsu tónleikaligu elementini leggja seg uppat søgugongdini. So hvørt sum tú hyggur (umaftur) varnast tú onkrar slíkar detaljur. T.d. at klokkuspælið, ið er tema í ”Byrjan”, fylgir Mariu (Armgarð Mortensen), og at ein ljós Omnichord akkord ljómar, tá Eva (Renata Jensen) er á skíggjanum.
Armgarð Mortensen tv. og Renata Jensen th. Mynd: Sakaris Stórá.
Sum áður nevnt, eru vit ljódliga í synth landi, og soundtrackið sipar eisini rættiliga greitt til eina ávísa synth soundtrack siðvenju, ið hevur verið uppi og vent í filmi og sjónvarpi síðani 70’ini.
Nøvn sum Wendy Carlos (A Clockwork Orange, The Shining, Tron), Tangerine Dream (Sorcerer, Thief), John Carpenter (Dark Star, Escape From New York), Vangelis (Blade Runner) og Giorgio Moroder (Midnight Express, Cat People) løgdu í 70’unum og 80’unum lunnar undir nýtslu av analogum synthum og sequence'arum innan filmsins tónleikamál.

Í sjónvarpshøpi hava eitt nú Jan Hammer (Miami Vice) og Angelo Badalamenti (Twin Peaks) víst í verki, hvussu myrkar moll akkordir leiktar á analogum synthum, alt fyri eitt kunnu flyta okkum aftur á sorgblíðar leiðir við einum mildum retrofuturistiskum twisti.
Í nýggjari tíð hava Daft Punk (Tron: Legacy) og Cliff Martinez v.fl. (Drive) leita aftur á slóð innan synthesizer drivnan filmstónleik, og í Daft Punk’sa føri mint okkum á, hvussu herligt tað kann ljóða, tá retrofuturistiski bógvurin ikki er mildur men herdur! :)

Tey nevndu nøvnini eru øll runnin mær til hugs, meðan eg havi lurtað eftir Summarnátt soundtrackinum, hóast eg ikki meti tað at bera brá av tómari eftirgerð, men at talan heldur tykist vera um tilvitaðar tilsipingar til hesa serligu filmstónleikaligu synth-flá. Í lurtingini havi eg eisini sjálvur leitað aftur á slóð, og drigið okkurt eldri soundtrack framm í ljósmálan, ið eg áður ikki havi verið so ansin yvirfyri. Sorcerer hjá Tangerine Dream er t.d. ein fittlig sequencer perla frá '77, ið eisini opinberaði seg fyri mær, nú Summarnátt OST stóð í boði at kava niður í.
Frá soundtrack upptøkunum. Mynd: Sakaris Stórá.
Skulu vit koma inn á einstøk dømi, so kundi verið nevnt, at rútmiskt pulserandi Moog bassurin í ”Byrjan” og ”Dýrdarfall” fær meg at hugsa um tónleikin í teimum báðum nýggjaru filmunum, ið her eru nevndir: Tron: Legacy og Drive, tó at Summarnátt tónleikurin til samanberingar er væl meira undirspældur. Somuleiðis leiða langtandi heitu akkord teppini í t.d. ”Dýrdarfall” tankarnar aftur á ”Laura Palmer’s Theme” úr Twin Peaks, ið á sinni setti ein meistarligan karm kring samansettu kensluna av tí ungdómligt sakleysa og tí ófrættakent sorgbundna.

Fleiri av omanfyrinevndu filmum innihalda episkar, visionerar og dramatiskar sci-fi frásagnir, og tí er tað stuttligt at hoyra líknandi tónleikalig hugløg í einum føroyskum stuttfilmi, ið gongur fyri seg í nútíðar Føroyum, og snýr seg um “vanligar” persónar, ið gera “vanlig” ting. Á pappírinum líkist tað kanska ikki eini væleydnaðari uppskrift, men tað vísir seg tó at rigga framúr væl, tí hóast søgan uttaná er einføld og niðri á jørðini, so kann tónleikurin kanska sigast at umboða hitt innara kenslulandslagið, ið tannáringarnir í filminum arbeiða seg í gjøgnum.

Meðan relativt stutti filmurin varir, verður umvegis tær báðar Mariu og Evu, nortið við samleika og samleikamenning, framtíðarvánir og -ætlanir, kærleika, trúfesti, langtan, iva, tráan, forvitni, kynslív og kenslulív. Umvegis tónleikin fáa øll hesi ymsu evnini eina ljódliga rammu. Eisini roynast náttúran og havið væl afturvið synthunum, ið onkursvegna seta ljóð á tað, ið er handan hav; tað káma, tað óklára, tað fjara, eins væl og tað, ið er tætt uppá. Hetta havi eg eisini sjálvur mangan hugsað, tá eg havi arbeitt við synthum í føroyskum tónleikahøpi: tað liggur onkursvegna tætt uppat tí, ið er kring okkum reint visuelt.
Geytin verður latin. Mynd: HeinesenMyndir.
At seta synthar og sequence'arar í samband við bombastiskt sci-fi einans, kann gerast stereotypt og klisjéfylt í longdini. Tískil er tað frískligt at hoyra slíkar tilgongdir í filmi sum hesum.
Tað kann annars leggjast afturat, at í løgunum "Summardáar" og "Summarnátt" sleppur eitt streingjaljóðføri, ið eg meti at ljóða sum ein gittarlele ella líknandi, upp í part, og gevur ljóðsíðuni ein lættari dám. Ella í hvussu so er eina kontrasterandi effekt í mun til "Byrjan", ið leggur stórsligið og synth borið frá landi.

Tað kann kanska útleggjast soleiðis, at "Byrjan" setur ljóð á forvæntningar og vónir hjá gentuni Mariu áðrenn tær báðar eru farnar telttúr, meðan heitislagið "Summarnátt" veitir eina meira reflekteraða kenslu, tá vit eru komin hinumegin bulin í søguni. Søguni, ið eg vónandi ikki havi avdúka alt ov nógv av, um so er, at tú ikki hevur sæð filmin. Vónandi síggjast vit til eina sýning í onkrum hóskandi høli, har fólk savnast og eru við uppá tað.

Hvørt soundtrackið tolir útgávu, er ein góður spurningur. Í sjálvum sær er talan um góð løg og hugløg, so tað hevði sagtans borið til. Stutta longdin á tilfarinum er kanska ein trupulleiki, men tað kundi evt. verið givið út saman við áðurnevndu Visible Fish og Straight Ahead løgunum. Sum skilst er næsti Stórá filmur ávegis, og fer hann at bera heitið Vetrarmorgun. Nú veit eg ikki um hesin filmurin fer at hanga tematiskt saman við Summarnátt, tó at heitini kundu bent á tað. Um so er, hevði ein felags útgáva við tónleiki frá báðum filmunum ikki verið av vegnum. Á vinyl, sjálvandi!