Settlistin hjá Black Mountain. Mynd: Jakob Sievers
“Music, if Plato was right, might save us yet. Certainly no hippie, no folk singer, no long-haired guitar-playing rock musician is going to fry us all with napalm or blow us up with the bomb” -Ralph Gleason
Mikukvøldið gekk leiðin innar á Loppen, ið er mítt yndis konsertstað í Keypmannahavn. Keypmannahavn hevur nøkur góð konsertstøð, men Loppen tekur prísin. Staðið er lítið, tætt, intimt og heilt ólukksáliga heitt, tá nógv fólk savnast frammanfyri pallin. Akkurát fyri. Skráin er sum heild góð, frek og áhugaverd.
Á skránni hetta kvøldið var kanadiski rock bólkurin Black Mountain, ið eg havi lurtað nokkso fitt eftir síðani onnur plátan hjá bólkinum, In The Future frá 2008, kom út. Uppitingini stóð New Zealandski bólkurin An Emerald City fyri. Eg visti einki um bólkin frammanundan konsertini. Jú, ein skundislig Myspace vitjan var gjørd fyrr á kvøldinum, men tað var eisini tað.
Lat meg her beinavegin gera vart við, at aftaná lokna konsert prikaði eg á ryggin á einum fýri, ið hevði havt fototólið frammi og tikið myndir undir allari konsertini. Spurdi um hann tók myndir fyri nakran ávísan miðil? "Nei, bara av áhuga" svaraði hann. "Kann eg fáa nakrar til bloggin hjá mær?" spurdi eg. "Jú, sagtans, tað kunnu vit finna útav. Vit mailast bara í morgin". Soleiðis gekk tað fyri seg. Fýrurin eitur Jakob Sievers, hann tekur myndir og tú kanst frætta nærri um hann við at trýsta á navnið. Takk fyri myndirnar Jakob.
An Emerald City. Mynd: Jakob Sievers
An Emerald City var so bestemt ein positiv uppliving. Fyri tað mesta instrumentalur og dronutur jamm rockur við psykedeliskum undirtónum. Sum eg havi skilt á lagnum er bólkurin búsitandi í Berlin. Tað er okkurt serstakliga hugtakandi við hesum, at seks New Zealandarar fáa tað hugskot at flyta til Berlin, har tey fáast við at spæla instrumentalan, dronandi jamm rock við psykedeliskum undirtónum. Eg meini so við, tað kann ikki vera ein business fidusur, ið drívir verkið, ha? Tað má vera trongdin at skapa, og fáa okkurt gott og gevandi burturúr. Meir av tí!Hann fiólina fagurliga leikti. An Emerald City. Mynd: Jakob Sievers
At Berlin er bústaðurin hoyrdist kanska eisini. Tónleikurin vakti í øllum førum assosiatiónir til nøkur av fyrstu nøvnunum innan krautrock, eitt nú Amon Düül II. Violinleikarin kláraði seg serliga væl. Eg kom at standa undir liðini av honum móti endanum á Black Mountain konsertini. Ætlaði at siga okkurt, men so var konsertin liðug, og áðrenn eg visti av var hann farin. Ikki tí, tað bilti ikki.An Emerald City fáa hervið míni bestu viðmæli. Far og vitja myspace hjá teimum, um tú vilt fregnast nærri.
Black Mountain á palli. Mynd: Jakob Sievers
Black Mountain hava tríggjar plátur á baki, og tað var áðurnevnda In The Future, ið opnaði míni oyru fyri teimum. In The Future átti nøkur tørn tilsamans í Rokkstovuni, inntil sendingin vegna sparingar var sett á standby í januar 2009. Triðja útgávan Wilderness Heart kom út fyri sløkum mánaða síðan.Solveig og eg hava sæð Black Mountain live einaferð fyrr. Tað var á Roskilde Festival 2008, har tey spældu á Arena pallinum á miðjari nátt. Hóast tann festivalurin átti nógvar ríkandi tónlistarligar upplivingar, eitt nú shoegaze legendurnar My Bloody Valentine, ið fyrr um kvøldið høvdu blástu okkum um koll frá sama Arena palli, so stóð Black Mountain konsertin eftir í minninum sum ein góð ein.
Stephen McBean, hvørs steintungu riff og sveimandi soloir eru hornasteinar á Svartafjalli. Mynd: Jakob Sievers
Black Mountain spæla rock við rættiliga greiðum grundfesti í 70'unum. Tungu stein riffini hjá sangaranum/gittarleikaranum Stephen McBean leiða tankarnar yvir á nøvn sum Black Sabbath og Deep Purple, meðan flótandi hammond, mellotron og synth tónarnir hjá Jeremy Schmidt senda heilsanir til eitt nú Pink Floyd tangentleikaran Richard Wright, sála (og ikki at gloyma Jon Lord úr Deep Purple). Nú ljóðar tað sum um stevið er tungt og seigligt, og tað er tað eisini viðhvørt, men Black Mountain inniheldur eisini lættari løtur, við føgrum folk sangi og rustikkum kassagittara. Har er eitt sindur av hvørjum í pottinum (pardon the pun), og ikki kann sigast at Black Mountain bara er tað eina, tá tey í grundini eru so nógv.
Áðurnevndi McBean og songkvinnan Amber Webber mynda bólkin sum sangarar. Tey syngja bæði saman og hvør sær. Webber spælir eisini uppá tamburin. Undir øllum hesum liggur kontanta trummuspælið hjá Joshua Wells og feitt groovandi bassurin hjá Matt Camirand.
Matt Camirand leikar á kulan cello bass. Mynd: Jakob Sievers
Tær ymsu íblástrarkeldurnar, ikki bara tær her nevndu men nógvar ymiskar, eru sostatt týðiligar í úttrykkinum hjá Black Mountain. Tað haldi eg er feitt. Tí talan er ikki um kopi og óumhugsaða endurtøku, men um virðing og eina góða handfaring av kynstrinum at blása nýtt lív í góðar, gamlar dygdir. Gamlar og gamlar, hetta er frá 70'unum (kanska sein 60'unum eisini), so hetta er ikki eldri enn so.Bólkurin legði fyri við einum nýggjum lagi av teirri nýliga útkomnu Wilderness Heart. Talan var um hitt friðarliga "Radiant Hearts", eitt gott lag, hvørs akkordsamanseting mær dámar væl. McBean beyð síðani vælkomin, og segði frá at næsti sangur var heitislagið av teirri nýggju; "Wilderness Heart". Lagið rockaði avstað frá fyrstu takt, og vóru vit í stundini leidd gjøgnum eina taktfasta og seiggligt sveiggjandi retro rundferð, ið helt sær restina av konsertini. Hetta var ein royndur og væl samanspældur bólkur, ið spældi fyri okkum. An Emerald City stóðu seg eisini væl, men eg kundi ikki lata vera við at leggja merki til klassamunin.
Josh Wells, ílatin sum ein annar kondi rennari. Hann hevur eisini krevjandi trummutjansin um hendi. Legg til merkis hávakjaftin á stórtrummuni. Ein slíkur myndar eisini permumyndina á Wilderness Heart. Mynd: Jakob Sievers
Løgini løgdu seg sum heild nokkso tætt uppat plátu versjónunum, men eg helt ikki tað bilti. Alt fekk eina eyka live tyngd, og tað var akkurát tað sum skuldi til. Eg endaði við at sveiggja heilt nógv við hárinum. Skal ikki siga at talan var um beinleiðis headbanging/korn pikkan, men tað var eitt sindur tann vegin. Spældi eisini nógv luft gittar og -tangentar. Keyboardleikarin Jeremy Schmidt er framúr góður, haldi eg. Ikki tí at hann ljóðar so øgiliga "originalur", tilsipingarnar fúka einum um oyruni meðan lurta verður, men tí at hann hevur góðan smak; brúkar feit ljóðføri og spælir feit ting, bæði tá um melodi strofur og og tá um atmosferisk klangteppi ræður. Schmidt (!) hevði m.a eina Memotron við sær á pall. Memotronin er ein talgild endurgerð av góðu gomlu Mellotronini, ið snøgt sagt ljóðar heilt ólukksáliga væl.Jeremy Schmidt manar fram hugvekjandi ljóðmyndir á Memotronini. Mynd: Jakob Sievers
Alt í alt fingu vit fimm løg frá Wilderness Heart, sjey frá In The Future og eitt lag frá sjálvnevndu debutplátuni Black Mountain (2005); "Don't Run Our Hearts Around", ið endaði høvuðssettið hjá bólkinum. Aftaná eina løtu við klappum og rópum komu tey aftur á pall og spældu eina super feita versjón av episka og stórfingna "Bright Lights" av In The Future. Lagið er yvir 16 minuttir langt, inniheldur minst tríggjar ymiskar sektiónir og peikar sostatt aftur til prog rockin frá 70'unum. Ikki sørt at ein sveimaði hesa løtuna.Amber Webber og Stephen McBean syngja sama lag. Mynd: Jakob Sievers
So ja, samanumtikið ein feit konsert frá einum feitum bólki, við feitari upphiting frá einum feitum upphitingarbólki.Eg ætlaði satt at siga ikki at siga so nógv afturat, og ístaðin posta nøkur viðkomandi videoklipp, soleiðis at tú kanst hoyra og síggja okkurt av tí, ið eg nú havi skrivað um og greitt frá. Niðast er settlistin frá konsertini. Inntil næstu ferð.
"Tyrants", eitt megnarlag av In The Future, her í live upptøku frá Loppu konsertini (Upptøka: Mathias Nielsen)
"The Hair Song". Ein frálík feel good video til hetta lagið, ið er nýggjasta staklagið og skering 1 á Wilderness Heart
Kul video til super kula "Old Fangs", ið var fyrsta staklagið.
"Wucan" av In The Future. Miklar hippie vibes
Løgini, ið Black Mountain spældu:
Radiant Hearts
Wilderness Heart
Old Fangs
Angels
Wucan
Tyrants
Stay Free
The Hair Song
Rollercoaster
Queens Will Play
Stormy High
Don't Run Our Hearts Around
Eykalag: Bright Lights
Memorabilia: In The Future LP og Wilderness Heart LP. Báðar vera viðmældar. Hin fyrra keypt á Roskilde 2008, hin seinna aftaná Loppu konsertina, saman við Black Mountain t-skjúrtuni niðast. Tað er Wilderness Heart LP'in, ið liggur og bíðar eftir nálini. Egin mynd.
Comments
Post a Comment