10/2/10

Kid A fyllir 10 ár í dag


Kid A, fjóra plátan hjá enska rock bólkinum Radiohead, fyllir 10 ár í dag. Tillukku við degnum pláta!

Fyri 10 árum síðani var eg 20 ára gamal, akkurát liðugur á student og arbeiddi á fiskavirki. Nakrar vikur áðrenn Kid A kom út, vóru eg og aðrir føroyingar, eitt nú Ólavur Jákupsson, ið eg seinni fór at at spæla í bólki saman við í Gestir, í Keypmannahavn á konsert hjá Radiohead. Hetta var á sonevndu "Tent Tour" í 2000. Radiohead høvdu sítt egna telt við, sum var sett upp uttanfyri Valby Hallen. Íslendsku Sigur Rós hitaðu upp. Teimum havi eg eisini lurtað nógv eftir síðani. Sostatt var talan um tvey mikið góð nøvn innan rock av tí atmosferiska slagnum.

Radiohead spældu fleiri nýggj løg á konsertini, bæði av Kid A og av Amnesiac, ið kom út eitt hálvt ár seinni í juni 2001. Einki kundi tó fyrireika meg uppá tónleikin á Kid A. Tí tað var yvirhøvur ikki Radiohead, sum eg kendi tað. Tá í tíðini kendi eg bara 90'ara Radiohead; eitt Radiohead sum spældi ROCK tónleik, við stórum ambitiónum og stórum kenslum og stórum rock 'n' roll gittarmyndum. Bólkurin hevði jú tríggjar gittarleikarar, og ein teirra var flogvitið Jonny Greenwood. Hetta dyrkaði eg. Men á Kid A var skorið sera nógv niður uppá gittar nýtsluna, og ístaðin var ein rúgva av løgnum klangum. Hetta var okkurt kaldari og myrkari. Okkurt meira elektroniskt og dult og onkuntíð syntetiskt.

Minnist at eg koyrdi til Havnar aftaná arbeiðstíð (fiskavirkið var í Leirvík), sama dag sum plátan kom út. Lurtaði eftir henni í bilinum norð, og heimkomin lurtaði eg víðari á kamarinum.
Tað tók mær eini tvær vikur at dáma plátuna. Fyrstu vikuna hevði eg bart út sagt gron. Gron yvir at mín yndisbólkur í allari verðini (saman við U2 og King's X) sveik so dyggiliga. Næstu vikuna opnaðist ein nýggjur heimur fyri mær.

Kid A endaði nevniliga við at bergtaka meg fullkomiliga, og gjørdi meg forvitnan eftir tí sum lá aftanfyri; Warp Records, Aphex Twin, Boards of Canada, Can, ja enntá Miles Davis. Tað fari eg altíð at minnast hesa plátuna fyri. Og so ikki at gloyma tónleikin á henni, ið als ikki ljóðar líka radikalur og løgin nú tíggju ár seinni, men sum framvegis er ótrúliga góður. Kid A kom fyri at vera.

Afturi í oktober 2000 skrivaði eg eitt ummæli av plátuni, og sendi tað til "Krydd", ið var ungdómsblaðið hjá Dimmalætting. Tað kom við, hóast tað var alt ov langt, og næsta hálva árið var eg fastur ummælari á "Krydd". Síðsta ummælið eg skrivaði fyri blaðið var, stuttligt nokk, eitt ummæli av Amnesiac. Eg havi gravað Kid A ummælið fram aftur. Sindur stuttligt at lesa, nú tíggju ár seinni. 17 oktober 2000 stóð tað at lesa í Krydd. Ger so væl!
SJOKK!!
Skrivað hevur: Knút H. Eysturstein
Týsdagur 17. oktober 2000, kl. 11.23, 200/123 - Krydd
Ummælið av: Radiohead, “Kid A”.

Enski bólkurin Radiohead hevur upp gjøgnum 90´ini markerað seg um allan heim sum ein rokkbólkur av teimum heilt stóru. Við útgávunum Pablo Honey (93), The Bends (95) og Ok Computer (97), slóu teir navn sítt fast sum ein progressivur, originalur og nýskapandi rokkbólkur.
Nú er so fjórða útgávan komin, ið bæði kritikarar og lurtarar hava havt stórar vónir um, síðan nógv rósta Ok Computer kom út.
Henda var av fjølmiðlunum kosin at vera “album of the year” í 1997, og hava løg sum “Paranoid Android”, “Karma Police” og “No Surprises” verið nógv at hoyra.
Radiohead hava ment seg sera nógv síðan fyrstu útgávuna. Frá debutfløguni Pablo Honey, ið var einfaldur, tó góður guitarrokkur, fóru teir yvir til The Bends, ið var ein væl meira gjøgnumførd og fjølbroytt útgáva. Frá hesi fóru teir so yvir til Ok Computer, ið man vera eitt moderna meistaraverk.

Hetta setir sjálvandi stór krøv til nýggju fløguna. Radiohead hava tó ikki valt at gera uppkók av gomlum hittum, men eru í staðin farnir heilt aðrar leiðir á nýggju útgávuni.
Her finnur ein eisini orsøkina til ógvisliga heitið á hesum ummælið: Fløgan er eitt sjokk, bæði tónlistarliga, í stíli og kanska serliga sammett við fyrru útgávurnar hjá Radiohead. Tey, ið dámdu sangir sum “Creep” og “Paranoid Android” fáa helst fleiri stórar bitar at svølgja, tá tey hoyra “Kid A”.
Fyrsti bitin er, at hetta er ikki ein rokkfløga ella ein “vanlig” Radiohead-fløga. Einans í fýra sangum er el-guitarin at hoyra, og er hetta er ikki nógv, tá hugsa verður um, at Radiohead faktiskt hava heilar tríggjar guitaristar. Í staðin fyri guitarin brúka teir t.d keyboard, rhodes, strúkarar, løgnar samplingar/ljóðkollasjur og enntá horn!

Næsti bitin at svølgja, er t.d sangurin “The National Anthem”. Hann er grundaður á eitt høggandi bass riff, við trummum, synthesizara sangi og sveimandi, larmandi ljóðum omaná. Beint sum ein hevur vant seg við hesa sermerktu samanseting, koma brølandi hornblásarir inn, og sangurin útviklar seg til eina svakliga jazz-marru!
Fyrra helvtin av fløguni er tann stillari og løgnari parturin av Kid A. Í fyrsta lagnum: “Everything in its right place” syngur Thom Yorke stillisliga og intenst, og endurtekur reglur sum “everything in its right place” og “yesterday I woke up sucking a lemon”.
Hesin sangur vísur eisini nokkso væl hvussu tónleikurin á fløguni er; nevniliga stillur og innatvendur. Hetta er tónleikur, ið skal hoyrast fleiri ferðir, áðrenn ein veruliga hoyrir hann!
Síðan koma løgini “Kid A” (eitt electronica/ambient kent lag), áðurnevndi “The National Anthem” og “How to disappear completely”. “How to...” er ein sera vakur sangur, har Thom Yorke m.a syngur “I'm not here, this isn't happening”, meðan kassaguitari, hálvgum disharmoniskir strúkarar og guitar effektir skapa “stemning”.

Eftir hetta kemur ambient kenda lagið “Treefingers”, ið virkar á sama hátt sum “Fitter Happier” á Ok Computer. Nevniliga at skapa eina pausu, eitt “interlude”, millum fyrru og seinnu helvt av fløguni.
Seinna helvt er meira “lívlig”, og meira í stíl við fyrru útgávurnar hjá Radiohead. Í lagnum “Optimistic” er el-guitarin (endiliga?) við. Um nakar sangur skal gerast eitt “hitt”, verður tað helst hesin. Hetta er nokk tann mest fangandi sangurin, hvar Thom Yorke syngur íoyrafallandi “if you try the best you can, the best you can is good enough”.
Næstu 3 løgini; “In Limbo”, “Idioteque” og “Morning Bell”, hava eisini el-guitar sum berandi instrument. Felags fyri hesi løg, er at tey hava rúgvusmikið ljóð. Nógv av guitara, ljóðum og ymiskum øðrum. Nokso “avansera”, um tað kann sigast soleiðis.
Lagið “Idioteque” umboðar sum so eisini tann løgnara partin av fløguni, við programeraðum trummum, ið leiða tankarnar yvir á “Homogenic” hjá Bjørk.
Guitari, samplingar og ljóð koyra avstað, meðan Thom Yorke endurtekur reglur sum “women and children first” og “we're not scaremongering, this is really happening”.
Fløgan endar við fantastiska vakra lagnum “Motion Picture Soundtrack”, við stillum og “sløvum” sangi, pumpuorgli og samplaðum harpuspæli!
Fløguhúsin er rættiliga sermerktur, og eitt heilt listasavn goymir seg í honum. Myndirnar eru fesjutar og kaotiskar. Tær ímynda ísfjøll, ymisk geometrisk skap og annað gott, og rigga tær væl til ljóðmyndirnar ella “ljóðlandskapið” í tónleikinum.Tematiskt hongur Kid A væl saman við hinar útgávurnar hjá Radiohead. Teir eru eyðkendir fyri at kenna seg fremmandan í modernaða, teknologiska samfelagnum. Thom Yorke hevur bæði klaustro-, menniskja-, bil- og flúgvarafobi, og eru teir nokk eisini allir eitt sindur eksentriskir.
Eins og við tónleikinum, eru tekstirnir mentir síðan Pablo Honey, har teir eru nógv um kenslulív og depressión. Rættiliga nógv í stíl við grunge-bylgjuna, ið var um tað mundi.
Á The Bends er sama tema, men kanska við einum meira fjøllbroyttum myndamáli. Her sæst eisini ein byrjandi kritikkur av modernaða samfelagnum, og tí ið tað inniber.
Ein goymdur bóklingur var inni í fløguhúsanum. Altso millum plastikki har fløgan liggur í, og plastikki á baksíðuni. Í hesum bóklinginum eru setningar, ið eru kliptir sundur og síðani settir tilvildarliga saman.
Á Ok Computer er sivilisatións- og samfelagsrevsing tað gjøgnumgangandi temaið, bæði í fløguhúsa og tekstum: Samfelagið hevur øgiligan skund, og við flúgvarum og bilum drøna vit avstað uttan vit og mál. Einstaklingurin verður gloymdur, menniskju eru einslig og alt gerst tómt og yvirfladiskt. T.d er teksturin til “Fitter Happier” ein sarkastisk uppskrift uppá hvussu ein livir eitt perfekt og polera lív í samfelagnum; “fitter, healthier and more productive, a pig in a cage on antibiotics”. Eitt lív púra tómt fyri meining og innihald.
Á Pablo Honey og The Bends verður einstaka menniskja viðgjørt, og á Ok Computer er tað samfelagið. Á Kid A koma teir so við einum boði upp á framtíðina.
Thom Yorke hevur einastaðni sagt, at heitið Kid A vísir til fyrsta klonaða menniskja.
Sigast kann, at Kid A er ein ræðumynd uppá framtíðina. Um samfelagið heldur fram eins og higartil, fara vit at gloyma okkara lívsvirði í tøkni, plastikki og kloningum. Alt fer at forfallast og ganga undir, og til síðst kemur ein katastrofa; “Ice age coming” ("Idioteque"), og ger av við okkum. Og sum teir siga; “We're not scaremongering, this is really happening”.

Nú virkar tað kanska sum um Kid A er púra ræðulig og deprimerandi at lurta eftir, men so er ikki. Hetta er ein góð og gjøgnumførd fløga, ið krevur sítt av áhoyraranum. Ivasamt er, um hon fer at hitta líka nógv sum Ok Computer, men tað er sum so líkamikið. Tað týdningarmiklasta er, at tónleikurin er góður, og tað er hann.
Eg má viðganga, at fyrstu tvær ferðirnar eg hoyrdi fløguna, virkaði hon rættiliga ørkymlandi, og ivaðist eg rættiliga nógv, hvat ið eg skuldi halda um hana.
Men hetta er tónleikur, ið tekur sína tíð. Tónleikur, ið ein skal seta seg niður og lurta eftir í friði og náðum. Ikki fyrenn tá kann ein veruliga hoyra alla tað fjølbroyttu og rúgvusmiklu ljóðmyndina. Kid A er heldur ikki bara døpur og svartskygd. Í síðsta lagnum “Motion Picture Soundtrack”, syngur Thom Yorke móti endanum; “I will see you in the next life”.

So har er helst vón fyri framman...
 
Forsíðan á goymda húsanum. Tá tú opnar eina nýggja Kid A fløgu, sært tú andlitið í vindeyganum hyggja gjøgnum holið mitt í, har fløgan verður hildin føst. Prøva og kanna tað, um tú ikki trýrt mær :)

2 comments:

  1. Genialt... fekk kuldagysningar nakrar ferðir av at lesa hetta.

    Tillukku Kid A!

    ReplyDelete
  2. Kuldagysningar er Kid A í eini nøtuskel!

    ReplyDelete