10/27/13

Ljóð úr undirgrundini 1: The Velvet Underground

F.v.: Nico, Andy Warhol, Maureen Tucker, Lou Reed, Sterling Morrison, John Cale.
Henda greinin stóð upprunaliga í Dimmalætting t. 1 mars 2004. Í áðni frættist at Lou Reed andaðist í morgun, sunnumorgun 27. oktober, og í tí sambandi havi eg valt at leggja hesa greinina og uppfylgjaran "Ljóð úr undirgrundini 2: Lou Reed" út á bloggin. Ger so væl:

Skrivað hevur: Knút Háberg Eysturstein
Mánadagur 1. mars 2004, kl. 13.41, 46/127 - Skái

Um vit skulu leita okkum aftur til fyrsta veruliga "alternativa" rock bólkin, so er lítil ivi um, at The Velvet Underground úr New York var ein tann fyrsti, um ikki tann fyrsti ("alternativt" er í hesum samanhangi at skilja sum "øðrvísi enn tað, sum er alment viðurkent og væl dámt í løtuni").

"I think everyone who bought one of those 30,000 copies started a band". Soleiðis málbær víðagitni produsarin og tónleikarin Brian Eno seg einaferð um fyrstu útgávuna hjá The Velvet Underground, sum kom út í 1967. Við hesum vildi hann siga, at plátan seldi ikki nógv, men hevði tó sera stórt árin á tey, ið keyptu og hoyrdu hana. So stórt var árinið, at øll hesi, sum keyptu plátuna, stovnaðu tónleikabólkar sjálvi, sum í stíli og framførslu fevndu sera vítt.

Sigast má, at teir tónar, ið The Velvet Underground lótu ljóma í 60’unum, hava havt afturljóð í tónleikinum líka til tann dag í dag. Mong vilja vera við, at ávirkanin ið bólkurin hevði á tónleikin í nýggjari tíð, er at sammeta við heimskend nøvn sum The Beatles, Bob Dylan og Rolling Stones.
Hóast hetta gjørdi bólkurin ongantíð um seg á mainstream hittlistum o.s.fr., og hevði í síni samtíð eina rættiliga "smala" áhoyrarafjøld.

Stutt tíðarskeið
The Velvet Underground var ikki nakar seiglívaður bólkur. Bólkurin var bert til í 3 ár. Frá 1967 til 1970. Men hesi 3 árini var hann ein sera aktivur bólkur, ið læt nógv tilfar úr hondum. Tilsamans vórðu fimm plátur gjørdar. Fýra av teimum vórðu givnar út meðan bólkurin var aktivur. Hesar vóru The Velvet Underground and Nico (1967), White Light/White Heat (1968), The Velvet Underground (1968) og Loaded (1970). Hin fimta, VU, var givin út í 1984. Henda var eitt savn av upptøkum, ið ikki høvdu verið givnar út áður. Einstøku limirnir hildu fram við tónleikinum aftaná The Velvet Underground. Mest kendur av teimum er óivað Lou Reed, ið hevur eitt sera aktivt lív sum tónleikari tann dag í dag, bæði í studio og í live samanhangi.

Limirnir í The Velvet Underground vóru fýra í tali. Lou Reed spældi el-gittar, John Cale spældi bass, klaver og elektriska violin, Sterling Morrison spældi gittar, bass og orgul og Maureen Tucker spældi trummur og percussion. John Cale fór burturúr í 1968 og Doug Yule kom uppí ístaðin. Á bananplátuni var navnframa týska songkvinnan Nico eisini við á fleiri løgum. Umframt hana er Lou Reed eisini at hoyra handan mikrofonina í flestu løgunum hjá bólkinum. Aðrir av limunum plagdu eisini at syngja viðhvørt.

Plátuhúsin til The Velvet Underground & Nico
Bananplátan og Andy Warhol
Fyrsta plátan hjá The Velvet Underground, The Velvet Underground and Nico, er í vanligari talu kend sum "bananplátan" og kemst hetta av, at ein banan er at síggja á húsanum, saman við undirskriftini hjá Andy Warhol.
Andy Warhol var víðagitin pop art listarmaður, ið var í tøttum samstarvi við The Velvet Underground hesi fyrstu týdningarmiklu árini. Tað var hann, ið designaði víðagitna húsan til plátuna, og tað var hann, ið stóð fyri tí visuella, tá bólkurin framførdi. The Exploding Plastic Inevitable var heitið á víðagitnari "performance art" framførslu, ið Warhol og The Velvet Underground samstarvaðu um síðst í 60’unum. Henda framførsla var ein samanseting av list og tónleiki; ein audiovisuel heildaruppliving.
At seta sín egna autograf á ein fløguhúsa var typisk arrogant Warhol attitude, og hóskaði hesin atburður væl til The Velvet Underground, ið spældu nógv uppá coolness og stílistiskan rock n’roll verumáta.

Tá Warhol hoyrdi The Velvet Underground framføra fyrstu ferð, gjørdist hann so ovfarin og fegin, at hann gjørdi av at hjálpa bólkinum fram í tónleikaídnaðinum. Hann gjørdi eisini av at gerast produsari hjá teimum, tó at hann ongantíð rørdi nakran knøtt í studionum. Hansara einastu fingramerki vóru áðurnevnda bananin, og so var tað eisini hann, ið skjeyt upp fyri limunum í bólkinum, at tey áttu at fingið týsku songkvinnuna Nico við í bólkin, sum eitt eyka ískoyti til ein fjølbroyttan og spennandi bólk.
Sum tíðin leið, gjørdust The Velvet Underground mestsum húsorkestur í nærumhvørvinum hjá Warhol. Nærumhvørvið hjá Warhol var eisini kent sum The Factory. Hetta var eitt hús, ið var nýtt bæði sum studio, atelier, konserthøli, íbúð og veitslustaður í senn!
Baksíðan á bananplátuni
Ráur rockur í eini popptíð
The Velvet Underground góvu fyrstu plátuna út í ’67. Hetta var mitt í eini popptíð, har The Beatles og The Beach Boys settu almenna, kommersiella standardin fyri, hvat var borðbarur tónleikur, ið miðalhampa, miðalklassa familjan kundi lurta eftir. Flestu rockbólkar, ið komu fram hesa tíðina, høvdu ein tendens til at hella til hippierákið og var tónleikurin eisini merktur av tí (The Doors, Jimi Hendrix, Janis Joplin, Grateful Dead o.s.fr.). Hetta rák fór í stóran mun fram í San Francisco og kulmineraði í ’69 við ovurstóra Woodstock-rockfestivalinum, ið varð hildin uttan fyri New York. Men í ’67 vóru nøkur fá, ið gingu aðrar leiðir á gøtunum í New York. Nýstovnaðu The Velvet Underground spældu konsertir í einum klubba, ið nevndist Max’s Kansas City. Limirnir stóðu á palli í svørtum klæðum og sólbrillum og spældu sín skitna, ráða, kompromisleysa rocktónleik, ið angaði langan veg av sál, stórbýarkynismu og performanceanda. Tey vóru í summar mátar ein avleggjari av beatnickrákinum, og tó umboðaðu tey ein nýggjan tónlistarligan anda.

Mong fáa óiva hug at rópa: "pretentiøst avantgarde tvætl!", tá tey hoyra slíkt, men tað er ein sannroynd, at tónleikurin hjá The Velvet Underground seyraði upp úr stórbýarasfaltinum. Hann hevði ikki sín uppruna í nøkrum listaskála, men í "street level" New York. Hetta vóru veruligir tankar og veruligar kenslur, ið limirnir fingu út í tónleikinum. Tey vóru kend fyri at hata hippiar og alt, sum var ljósareytt. Vildu heldur ganga ímóti streyminum og viðurkenna, at spakar vóru spakar, og at eitt avskeplað og stirvið samfelag var framvegis avskeplað og stirvið, sjálvt um ungdómurin royndi at fjala útyvir við blómum og idealum.

Tónleikurin hjá teimum hevði, hóast eina gjøgnumgangandi ráa og larmuta kenslu, ymisk andlit. Onkuntíð var tað tann rái, ópoleraði larmirockurin, ið gjørdi seg galdandi, og aðrar tíðir var tað tann meira melodiøsi og kitsjuti poppurin. Ein kann siga, at Lou Reed og Nico umboðaðu, í byrjanini, ávikavíst tað villa og ópoleraða, og tað stilla og stílistiska í tónleikinum. Lou Reed sang ofta teir óðu sangirnar um rúsevni o.a., meðan Nico sang ironisku kærleikssangirnar við síni eyðkendu týsku accent. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at bólkurin hevði ein kvinnuligan trummuleikara. Í eini rockverð, har tað annars var (og er) vanligt, at eitt mannfólk tekur sær av trummusláttrinum, sat hin fitta og fryntliga Maureen Tucker og buldraði monotonar og aggressivar rútmur. Hetta legði orkufullu grundina undir larmandi gittararnar og sýrutu el-violinina!
F.v.: Sterling Morrison, Lou Reed, Nico, Maureen Tucker, John Cale.
Sermerkti sangskrivarin
Tann sentrali og týdningarmiklasti limurin í The Velvet Underground var óivað sangarin og gittarleikarin Lou Reed. Tað var hann, ið skrivaði meginpartin av løgunum og tekstunum hjá bólkinum, og tað eru hesir sangir, ið hava livað víðari í hjartanum hjá mongum lurtara.
Lou Reed var líka frá byrjan av ein ambitiøsur rocksangskrivari, og var hann á mangan hátt framman fyri sína tíð. Í eini tíð (sein-60’ini) har flestu bólkar og tónleikarar skrivaðu sangir um frið og kærleika, fór Lou Reed hinvegin og leitaði sær niður í sálarliga og samfelagsliga myrkri, ið hann sá rundanum seg. T.d. snúgva fleiri av sangunum seg um rúsevnismisnýtslu og moralskt forfall. Av hesum kann ein nevna 'Heroin', 'I’m Waiting for the Man' og 'Run, Run, Run' av bananplátuni og 'White Light/White Heat' av plátuni av sama navni.

Teksturin til 'Heroin' er ein nakin og beinrakin lýsing av sinna- og sálarlagnum hjá einum rúsevnismisnýtara. Her er eingin moraliserandi støðutakan, bert ein køld og syrgilig lýsing av eini ræðuligari tilveru. Íblásturin til tekstin kom frá slíkum skaldsligum tungvektarum sum William Burroughs og Nelson Algren. Hetta var ikki tað, ið vanligi lurtarin setti í samband við rocktónleik tá á døgum. Lagið sjálvt er ein áhugaverd roynd í noise-rocki, við monotonari el-violin, crescendo-gittarum og hysteriskum percussionspæli, sum kryddaríi. Slíkt verður enn mett at vera "nýskapandi" og "slóðbrótandi". Viðhvørt sær tað út sum at tónlistarliga spektrið ikki hevur flutt seg so nógv, sum ein kanska helt.

'I’m Waiting for the Man' er eitt pumpandi rockn’roll-lag, har høvuðspersónurin er ein junkie, ið bíðar eftir dealaranum, ið skal selja honum heroin. 'White Light/White Heat' er somuleiðis eitt rockn’roll-lag um hvussu tað kennist, tá ein sproytar rúsevnið methedrin í seg.
Tað tykist kanska løgið, at ein sangskrivari skal nýta so nógva tíð og orku at skriva um rúsevnismisnýtslu. Men ein skal hava í huga, at í hesi ljósareyðu flower-power-tíð hevði almenningurin hug at gloyma avleiðingarnar av liviháttinum hjá ungdóminum. Lou Reed var óivað við til at venda rákinum hinvegin. Tó at hann ongantíð moraliseraði evnini, ið hann skrivaði um, so var hann við til at lýsa eina í nógvar mátar margháttliga støðu.
Beinraknu lýsingarnar av misnýtsluni og forfallinum, talaðu í grundini nógv harðari til ungdómin, enn alskins ávaringar og moralprædikur frá "teim vaksnu".
Plátuhúsin til White Light/White Heat
Kærleiks- og skemtisangir
Hóast Lou Reed ikki var bangin fyri at skriva um myrkur og depressjón í tekstum sínum, skal eisini havast í huga, at hann samstundis var (og er) ein humoristur av teim stóru! Sangir sum t.d 'Femme Fatale', 'What goes on' og 'I can’t stand it' (ávikavíst av bananplátuni, The Velvet Underground og VU) bera boð um ein onkursvegna meira bjartskygdan sangskrivara.
Mangan er høvuðspersónurin ein kvinna. 'Femme Fatale' snýr seg – sum heitið eisini ber boð um – um eina vandamikla og tó sera vakra kvinnu. Nico syngur fyri, meðan Lou og co. syngja kór: "she’s a femme fatale!" 'What goes on' og 'I can’t stand it' eru um trupulleikarnar ið stinga seg upp, tá tann betra helvtin barasta ikki vil gera sum ein sigur! Um hon bara hevði "makkað rætt", hevði alt verið "all right!" sum hann málber seg.

Í 'Beginning to see the light' (av The Velvet Underground), ið kanska er eitt tað mest jaliga lagið, ið Reed nakrantíð hevur skrivað, syngur hann játtandi: "I met myself in a dream, and I just wanted to tell ya, it was all right!" Hesi seinastu orðini, "all right!", eru eitt afturvendandi hugtak í tekstunum hjá Lou Reed. Rithøvundurin Anthony de Curtis skrivar enntá í sínum liner-notes til The Best of The Velvet Underground, at um vit hyggja at menniskjanum soleiðis sum Lou Reed sær tað, so er "all right!" ein góð lýsing av hvussu menniskjað hevur tað allarbest. "All right!" er við øðrum orðum "...The ideal human state as envisioned by Lou Reed"! (1)
Aðrastaðni finnur ein tekstir um kærleika, og ikki minst um hjartasorg. Í 'Pale Blue Eyes' viðger hann tann mista kærleikan og syngur við viðbreknari rødd um sína kvøl. Eitt vakurt og sorgblítt lag, ið virkar sum ein góð kontrast til tann annars so ráða tónleikin.

Á seinastu útgávuni, Loaded frá 1970, finnur ein løg, ið bera boð um ein broyttan sangskrivara. Frammanundan hevði Lou Reed, sum áður nevnt, nýtt nógva orku uppá at skriva um myrkur, moralskt forfall og misnýtslu. Hetta hevði við sær, at hansara lívsáskoðan var rættiliga køld og døpur. Men løg sum t.d 'Sweet Jane' lýsa samfelagið og menniskjað á ein heitari og meira "humanan" hátt, um tað kann sigast soleiðis. Her sleppa romantikkurin, nostalgiin og sentimentaliteturin framat eina løtu. Við hesum hoyrdu áhoyrarar, at The Velvet Underground hóast alt ikki vóru tey hatsku apparatini, ið summi vildu vera við, at tey vóru. Lou Reed var heldur ikki so súrligur, sum mong hildu frammanundan.
Á Loaded finna vit eisini skemtiliga rockn’roll-lagið, ið stutt og greitt kallast 'Rock and Roll'. Her er høvuðspersónurin ein fimm ára gomul genta, sum er »fangað« í sínum yvirklassa-miðalhampa heimi. Men so ein morgun setir hon útvarpið frá og hoyrir fagra rock'n’roll-tónleikin ljóma, og hetta verður nærum hennara frelsa – "despite all the computations, she could dance to the rock and roll station, and baby, it was all right!"
The Velvet Underground
Margfaldaður íblástur
Tað finst eitt ótal av bólkum, ið hava framført sangir hjá The Velvet Underground og Lou Reed á plátu og á konsertum. Av hesum kann ein t.d nevna R.E.M., U2, Bryan Ferry, David Bowie, Patti Smith, The Cowboy Junkies, Echo and the Bunnymen, Gang of Four og Mott the Hoople.
Brian Eno, ið eg siteraði at byrja við, var sjálvur ein av undangongumonnunum til tað, sum vit í dag kalla "ambient"-tónleik. Hetta serliga, minimalistiska slagið av ljóðmynd, har tann undirbygda og undirspælda heildin evnar fram serstakar hugmyndir og kenslur í áhoyraranum. Sum hann sjálvur sigur, so var tað bananplátan, ið legði honum lag á, hóast lopið er langt frá skitna avantgarde rockinum hjá The Velvet Underground til hansara egnu atmosferisku, syntetisku ljóðmyndir.

Norski electronica/jungle/hip hop bólkurin Xploding Plastix, ið vitjaði G! Festivalin 2003, sigur seg eisini vera millum tey, ið hava fingið íblástur frá The Velvet Underground og Andy Warhol. Navnið, "Xploding Plastix" stavar frá The Exploding Plastic Inevitable-framførslunum. Glorybox, ið eisini vitjaðu G! Festivalin 2003, er eisini farin at ganga The Velvet Underground vegin, um ein kann siga tað soleiðis. Í teirra nýggjaru løgum hoyrast nøkur eyðkenni, ið ein eisini hoyrir í løgunum hjá The Velvet Underground. Tónleikurin er leitandi, og tey skammast ikki við at lata einfalda, larmandi rockin tosa sína søk!

Hóast tað skjótt vera 40 ár síðan The Velvet Underground fyri fyrstu ferð var á palli í New York, so hoyrist íblásturin frá bólkinum tann dag í dag – eisini her í Føroyum. Vit halda okkum mangan vera so isolerað frá umheiminum. Vit halda at vit liggja so fjart frá øllum, at einki rínur við her heima. Men tað ger tað. Tað er bara ein spurningur um tíð. Ein spurningur um rák, og mest av øllum: ein spurningur um at lata tónleikin tala!

Keldur:

1. Liner Notes úr The Velvet Underground, The Best of The Velvet Underground, PolyGram Records 1989 Inc.
2. Liner Notes úr Lou Reed, Transformer – Original Masters, BMG Heritage, 2002.
3. Samrøða við Boards of Canada, frá http://www.hmv.com
4. Heilin!

(Næstu ferð: Ljóð úr undirgrundini – annar partur. Um Lou Reed og hansara avgerandi soloútgávu, »Transformer«, 1972.)

No comments:

Post a Comment