2/6/14

Vinyl Revival?


Fagrir plátuhúsar. Foto: Solveig H. Olsen & Sunnvá H. Olsen.
(Greinin stóð á prenti í Punktum.fo, mánaðarliga mentanarblaðnum í gomlu Dimmalætting, fríggjadagin 17. mai 2013).  

Leygardagin 20. Apríl 2013 var Record Store Day hildin fyri sjeyndu ferð kring allan heim. Átakið verður hildið triðja leygardag í apríl mánaði, og er eitt hátíðarhald av tí óhefta plátuhandlinum, har serútgávur innan vinyl og fløgur koma út, umframt at serligar konsertir og tiltøk verða hildin degnum at frama.

Hóast Record Store Day fyrst og fremst snýr seg um at seta sjóneykuna á óhefta plátuhandilin og tað forkunnuga og unikka, ið ein slíkur handil selur, so er tiltakið eisini ein ábending um eitt generelt rák innan tónleikaútgávu og –samskifti: at hóast tónleikalig útbreiðsla seinasta ártíggið er flutt alt meiri yvir í digitala veruleikan, har tónleikur er ein úrtøkilig, afysisk vøra, ið verður downloadað og streamað, so hevur fysiska og visuella manifestið, ið vit rópa LP’in, enn fastatøkur á, um ikki øllum, so í hvussu er parti av tónleikafjepparum kring heimin.
Hóast vinylplátan sum format lá hálvgum í andaleypsbrotum gjøgnum øll 90’ini, og nærum hvarv av marknaðinum, so er hon komin sterkt aftur í aftur seinasta ártíggið, og er í skrivandi stund einasta fysiska tónleikaformati, hvørs sølutøl standa í støðugum vøkstri. 
Plátuhúsaryggir. Foto: Solveig H. Olsen & Sunnvá H. Olsen.
Undurføgru húsarnir
Í vetrarhálvuni var Danmarks Designmuseum í Keypmannahavn karmur um framsýningina PLADECOVERS – Vinylens revival, ið var kuraterað av Lars Dybdahl, bókasavns- og granskingarstjóra, og Lauru Liv Weikop, Ph.d. lesandi.
Í sambandi við framsýningina var bók av sama heiti útgivin. Endamálið við framsýning og bók var at draga hyggjaran inn í “undurfulla heimin, ið plátuhúsar umboða”. Tey bæði siga sjálvi í lýsing av bókini: “Som grafisk objekt er coveret et “gesamtkunstwerk” – uadskilleligt fra sit musiske ophav, men alligevel et symbolsk og betydningsladet objekt i sig selv.”

Var tvær ferðir og vitjaði framsýningina, aðru ferð meðan kuratorarnir sjálvir leiddu okkum runt og greiddu frá, og eitt hitt mest áhugaverda við henni var at hon fyrst og fremst var skipað eftir temum, ið høvdu við visellu dygdirnar í plátuhúsunum at gera. Tónleikurin var sostatt sekunderur í mun til tað visuella, hóast tað er sjálvsagt, at mynd og ljóð mangan ganga hond í hond á einari plátu. Hetta við plátuhúsum og teimum minnum, tonkum, kenslum og royndum, ið knýta seg at teimum, er snøgt sagt ein háttur at orientera seg í tónleiki, ið ikki hevði borið til í einum reint digitalum samanhangi, og spurningurin er eisini hvussu tónleikur fer at at verða upplivaður í framtíðini. Fer hann at missa sína visuellu dimensjón, ella verður tað bara gjørt á nýggjar hættir, ið vit ikki reiðiliga hava ímyndað okkum enn?

'MPtree'. M. Møller & A. Nielsen, 2010. Træ replika av Technics SL-1210 plátuspælaranum, ið kann avspæla plátur! Var partur av framsýningini 'Pladecovers - Vinylens Revival'.

Í samrøðu við Politiken ger Lars Dybdahl m.a. vart við at tann vinyl revival, ið hevur tikið seg upp seinastu 10 árini fall saman við einum endurnýggjaðum áhuga fyri eitt nú skrivimaskinum og spegilsrefleks-fotofólum. Sum heild kann sigast at talan er um ein ávísan tokka fyri tí materiella, analoga og taktila, í eini tíð har flest allir miðlar flyta seg yvir í digitaliseraðan immaterialitet.
Hóast tað er eitt vaksandi hype rundanum tiltøk s.s. Record Store Day, so er tað alíkavæl vert at hava í huga, at tað er avmarkað hvussu nógv LP’ir selja. Tað fornoktar seg ikki, at talan er fyrst og fremst um ein nisju miðil og -markna. Men hetta er eisini við til at gera LP’ina so forkunnuga og dragandi, umframt at hon fascinerar við sínum nostalgiska eyðkenni og grafisku megi.
Alex Steinweiss (1917-2011) avmyndaður í 1947.
Søgan um plátuhúsan
Tað var amerikumaðurin Alex Steinweiss, ið uppfann grafiskt sniðgivna plátuhúsan. Áðrenn Steinweiss fekk starv á Columbia Records í 1939 vóru plátuhúsar keðiligir og einstáttaðir á at líta, og sølan var eisini hareftir. Steinweiss fekk starvið at gera lýsingar, men sum frá leið fekk hann eisini møguleikan at gera meiri burturúr sjálvum plátuhúsunum. Hann fór í gongd, og ikki gekk long tíð, fyrrenn plátufelagið varnaðist at hansara grafiskt pyntaðu plátuhúsar seldu hópin betri enn standard húsarnir.

Paula Scher, ið sniðgav húsar fyri Columbia í 70’unum, segði einaferð, at Steinweiss í roynd og veru kom við einum sára einføldum hugskoti: at knýta eina ávísa mynd at einum ávísum tónleikaverki. Hetta einfalda hugskotið broytti tó mátan vit skilja, samskifta og brúka tónleik í dag. Tað hoyrir eisini við til søguna at Steinweiss altíð valdi hitt metaforiska framum hitt bókstaviliga: tá hann t.d. skuldi gera húsa til eina Bartok klaver konsert, droppaði hann portrettið av Bartok, og valdi ístaðin eina mynd av hamarum, streingjum og tangentum á einum klaveri við stiliseraðari bakgrund. Henda tilgongdin, har plátuhúsin í sjálvum sær var ein listarlig viðmerking til tónleikaliga innihaldið í pláturillunum, var við til at leggja lunnar undir hina meira ambitiøsu tilevningina av plátuhúsum.

Gjøgnum ártíggini hava ymsar “stjørnur” innan plátuhúsasniðgeving gjørt vart við seg. Tað ber t.d. illa til at nevna Pink Floyd uttan samstundis at nevna ikonisku húsarnar hjá Storm Thorgerson, ið andaðist fyri kortum. Saman við Aubrey Powell var Thorgerson leiðari í sniðgeva-toyminum Hipgnosis, ið gjørdi kendar plátuhúsar fyri fleiri stór rock og popp nøvn frá síðst í 60’unum og inntil fyrst í 80’unum. Ein landsmaður hjá teimum í Hipgnosis var Roger Dean, ið teknaði hugflogsríkar, eksotiskar dreymsjónir til húsar hjá eitt nú Yes og Uriah Heep. Ein annar var týsktføddi Abdul Mati Klarwein, hvørs íblástur frá surrealismu og psykedelia veitti litríkar súmbolskar húsamyndir til eitt nú Miles Davis, Santana og Earth Wind & Fire. Og ikki at gloyma Andy Warhol, ið tilevnaði legendariska bananplátuhúsan fyri The Velvet Underground & Nico.
Smash Song Hits by Rodgers & Hart (1939) sigst at vera fyrsta illustreraði plátuhúsin. Sniðgevi var Alex Steinweiss.
 Fotografar defineraðu stílin
Summi plátufeløg hava havt góðar royndir við at hava egnar “in-house” sniðgevar, ið hava givið plátunum ein serligan dám, ið umboðar estetikkin hjá plátufelagnum. Eitt nú Peter Saville á Factory Records, ið gjørdi eyðkendar húsar fyri Joy Division, New Order, Ultravox, Roxy Music o.o. Eitt annað enskt indie plátufelag í 80’unum var 4AD, hvørs tætta samstarv við Vaughan Oliver veitti eyðkendar visuellar samleikar til bólkar sum Cocteau Twins, Dead Can Dance og Pixies. Eisini finnast dømi um fotografar, hvørs visuellu eyðkenni hava verið við til at definera stílin hjá ávísum bólkum. Tað ber t.d. illa til at ímynda sær U2 og Depeche Mode uttan at hugsa um tiltiknu s/h myndirnar hjá Anton Corbijn. Og hvussu høvdu John Lennon, Bruce Springsteen og Patti Smith sæð út uttan portrett myndirnar hjá Annie Leibowitz?

Í 90’unum komu ymsar nýroyndir undan kavi, eitt nú enska art design kollektivið Tomato, ið m.a. taldi tvinnar limir úr elektroniska bólkinum Underworld, og eisini veitti plátuhúsarnar til bólkin. Tomato er eitt gott dømi um tá mørkini millum lýsingar og list og millum tónleikara og plátuhúsasniðgeva gerast alsamt kámari. Nakað líknandi sæst í enska rock bólkinum Radiohead, har sangarin Thom Yorke undir eyknevninum Tchocky er húsasniðgevi saman við listamanninum Stanley Donwood.  

Plátuhúsar í Føroyum
Hvussu plátuhúsar hava ment seg í Føroyum gjøgnum ártíggini, er ein góður spurningur. Eg kenni tíverri ikki tað stóra til smálutirnar í eldra partinum av hesi søguni, og má leggja afturat at hon hevði verið verd at granska nærri.
Fyrsta plátan, ið kom út í Føroyum var mær vitandi Silje Lilequist, ið feðgarnir Conrad og Ehrenfryd Juhlert góvu út í 1928. Hendan LP’in man neyvan hava havt nakran plátuhúsa sum so, tí hesir vóru sum áður nevnt ikki uppfunnir tá. Hugsar ein aftur á eyðkend dømi innan føroyskar plátuhúsar, so renna útgávurnar hjá eitt nú Faroe Boys (1967) og Straight Ahead (1978) einum í hug. Havnar Jazzfelag, seinni Plátufelagið Tutl, var eisini rættiliga tíðliga úti við áhugaverdum plátuhúsum.
Faroe Boys: Faroe Boys (LP frá 1967).
Í nýggjari tíð eru teir báðir Niels Arge Galán og Uni Árting eitt dømi um eitt sniðgevingar-toymi innan føroyskar plátuhúsar. Umframt at hava sniðgivið ørgrynnu av fløguhúsum bæði saman og hvør sær, stóðu teir eisini fyri fyrstu føroysku LP útgávuni í 00’unum: Viva La Republica! hjá 200 (á fløgu í 2005, á LP í 2006), ið teir eisini spæla við í.
Um somu tíð kom Terji og Føstufressar LP’in frá ‘90 aftur í handlarnar, men hetta var mær vitandi yvirskot frá upprunaligu útgávuni, ið var funni fram aftur og sett í sølubúðirnar. Debutplátan hjá Orka Livandi Oyða kom út í 2007 á Tutl, og var endurútgivin á franska plátufelagnum Ici D’ailleurs í 2008, m.a. á vinyl. Power Oyster góvu debut bandið (!) Instant Classic vol. 1: Male Dominance út sum LP í 2009. Sama árið kom undirritaði út við The Desert Holds A Flower á LP og fløgu, og í 2010 komu Steenild+Guttesen (t.e. danski gittarleikarin Peter Steenild og føroyska Maria Guttesen) við LP’ini Reconstructed. Tað serliga við hesi LP’ini var at hon einans var útgivin sum LP og download.
Í 2011 kom onnur Orka plátan Óró, og í fjør góvu bæði Eivør og Teitur hvør sína LP út: ávikavist Room og Four Songs EP. Í januar var Ghost With Skin hjá Benjamin útgivin á LP á týska Popup Records. Annars hava Týr eisini útgivið onkrar sonevndar “picture disc” serútgávur á týska Napalm Records.

Allar tær seinast nevnu eru annars útkomnar á Plátufelagnum Tutl, og hetta verður so vítt eg veit eisini galdandi fyri tær komandi. Tað frættist at í næstum fara eitt nú Bendar Spónir, The Absent Silver King, Kári Sverrisson, Knút, Benjamin, Teitur, Orka o.o. at geva út á vinyl.
Spennandi tíðir eru sostatt fyri framman innan vinyl útgávu, bæði í Føroyum og altjóða. Hóast LP plátan hevur næstan 100 ár á baki, og mundi farið í søgubøkurnar fyri bert 10-15 árum síðani, so er líkt til at hon er komin fyri at vera. Og álvaratos, finst nakar lekrari háttur at lurta tónleiki enn á eini elegantari, knitrandi vinylplátu, meðan ein situr við einum vøkrum plátuhúsa í hondini?
VIVA LA VINYL! Lýsing fyri Viva La Republica LP'ina hjá 200.
Greinin sum hon sá út á prenti.

1 comment: