8/15/16

Baba O'Riley (Who's Next 45 ár)

Í gjár fylti Who's Next, fimta studioplátan hjá enska rokkbólkinum The Who, 45 ár. Hon kom nevniliga á marknaðin tann 14. august 1971. Plátan er framleidd í samstarvi við tiltikna Glyn Johns, og inniheldur eina sterka røð av sangum. Sum pláta í fullari longd hongur hon væl saman. Skal ikki siga at eg endiliga eri svorin The Who fjeppari, men eg dugi at virðismeta eina góða plátu, tá eg komi fram á hana. Fann LP'ina í onkrari 2nd hand plátubúð í Keypmannahavn fyri nøkrum árum síðani, og tað stóð beinavegin greitt at hon skuldi við til hús.

Tvinni løg á Who's Next kom eg upprunaliga framá umvegis tøkuútgávur. Limp Bizkit framdu eina andskræmiliga útgávu av 'Behind Blue Eyes' á sinni (heilt óalmindiliga andskræmilig. Sum í: tú trýrt tað er lygn). Spell, tí sangurin er betri enn so. Hin tøkuútgávan var 'Won't Get Fooled Again' í live útgávu hjá írsku U2. Hon royndist straks betri. Tað var av einum bootleg av eini promo konsert, ið U2 spældu í Irving Plaza í New York í 2000, tá All That You Can't Leave Behind júst var útkomin. U2 hava ongantíð fýrt fyri at sipa til sínar íblástrarkeldur.

'Won't Get Fooled Again' er annað av tveimum yndisløgum hjá mær av Who's Next. Hetta er síðsta lag á plátuni, og komið verður víða um yvir teir átta og ein hálvan minuttirnar, ið tað varðir. Episkt og stórsligið og rock'n'roll við fitt av frálíka væl ljómandi synthesizarum, ið Pete Townsend lærdi seg at handfara um tað mundið. VCS3 og ARP og hvat hetta ymiska analoga annars æt tá.

Sameiningin av synthetiseraðum orgli og rokkorkestri roynist væl. Townsend var íblástur av universellari sufismu og tonkum hjá mystikarum sum Inayat Khan og Meher Baba. Hann fekk tað hugskot, at nýliga framkomnu synthesizararnir kundu hjálpa honum at seta slíkar tankar til tónleik. Sameiningin av tí hondspælda og tí synthetiseraða skuldi onkursvegna myndlýsa tað universella. Áhugavert.

Hóast kosmiska og markleysa upphavið munnu summi helst bert hugsa nakað so banalt sum "CSI: Miami", tá tey hoyra 'Won't Get Fooled Again'. Ikki so løgið, tí lagið var seinni nýtt sum eyðkennislag í teirri sjónvarpsrøðini. Ikki tann mest áhugaverda hugbindingin at seta í samband við eitt so spennandi og upprunaliga víðskygt rokklag, men hetta er prísurin, ið gjaldast má, tá tú lisenserar tín tónleik til sjónvarp, lýsingar og annað, ið úrslitar í glinti á kistubotni.

Hitt yndislagið hjá mær av Who's Next er byrjunarlagið 'Baba O'Riley', eisini kent sum 'Teenage Wasteland'. Her eru áðurnevndu íblástrarkeldurnar hjá Pete Townsend ítøkiliggjørdar í sjálvum heitinum, ið sipar til áðurnevnda teinkjaran Meher Baba og til amerikanska minimalistiska tónaskaldið Terry Riley. Í stuttum: Baba O'Riley.

Tá eg las tónleikavísindi kyknaði áhugin fyri sambondum millum avantgarde og populertónleik, og hetta hevur úrslitað í uppdagingini av eini langari røð av sambondum. Skrivaði m.a. eina uppgávu um sambandið millum Karlheinz Stockhausen og Kraftwerk, og eina aðra um sambandið millum Steve Reich og disco og seinni techno. Eitt upplagt samband í hesum høpi var júst 'Baba O'Riley', har The Who kanalisera dronandi orgul minimalismuna hjá Terry Riley í einum trý akkordirs rokktónleikaligum høpi.

Terry Riley er ein stak áhugaverdur figurur í amerikonsku minimalismuni. Meðan Steve Reich fór meira metodiskt til verka við kompositoriskum denti á líðandi tilgongdir ("music as a gradual process"), var Riley fríari og ikki so metodiskt bundin (tó at tónleikurin hjá Reich úrslitaði í tónleikaligum frælsi av øðrum slag). Hansara tilgongd var kanska meira í trá við hippie andan, ið ráddi tá í tíðini. Hetta úrslitaði í hugbindandi verkum sum eitt nú In C, A Rainbow in Curved Air og Poppy Nogood and the Phantom Band. Tað er serliga A Rainbow in Curved Air, ið gongur aftur sum íblástur í 'Baba O'Riley'.

Markleysir og kosmiskir tónar, ið The Who megnaðu at umseta til góðan, gedignan rokk. Kortini hongur tað banala somuleiðis uppi við 'Baba O'Riley', tí eins og við 'Won't Get Fooled Again' var lagið lisenserað til sjónvarpsbrúk í CSI røðini, hesuferð til tað sokallaða "CSI: New York". Ikki frítt at hetta kennist eitt sindur rotið. Tað kann í hvussu so er avmarka hugasambondini eitt sindur. Ein fær mestsum hug at fara sær ein túr aftur í 60'ini. Ella aftur til framtíðina?

Á heysti í 2014 stílaði Teitur Lassen fyri framførslu av In C í Reinsarínum. In C fylti nevniliga 50 ár tað árið. Tey framførandi vóru bæði úr klassiska og populertónleikaliga heiminum (eg frábiði mær gjarna tápuliga og misvísandi hugtakið "rútmiskur tónleikur" til gerandis). Eg var við á palli og tað kendist sum ein víðskygd og gevandi løta. Spældi uppá mín tá nýliga ognaða Roland SH2000 monosynth. In C er soleiðis háttað, at nøkur parametur eru avgjørd frammanundan meðan onnur eru opin fyri tulking. Tískil verður stykkið ongantíð framført á sama hátt. Tað er elastiskt onkursvegna, serliga hvat viðvíkur tíð og tempo. Tað komu eini skrivlig boð frá Terry Riley, har hann takkaði fyri framførsluna í Føroyum. Stuttligt. Eitt styttri klipp liggur skjalfest á netinum:

Tók myndina niðanfyri undan konsertini. Gittarin hjá Heðini til vinstru, gittarin hjá Teiti til høgru. Niðri undir sæst SH2000 synthesizarin og nótaarkið til In C, ið inniheldur tær 53 frasurnar, ið leiktar vera meðan stykkið varðir. Tað finnast annars ymsar góðar innspælingar av In C, t.d. tann hjá Terry Riley and Center of Creative and Performing Arts frá 1968. Eisini gjørdu Africa Express, ið spretta úr sama kreativa umhvørvi í Bamako í Mali sum G! aktuellu Songhoy Blues, eina góða innspæling í 2013.

Tillukku til Who's next við teimum 45 árunum, ið higartil hava fevnt um alt frá tí radikala til tað banala. Vit kunnu lata plátuheitið standa sum ein spurning ella staðfesting um tey næstu 45 árini. Hvør fer framyvir at bróta uppúr nýggjum ella førka okkum framá? Who's Next? Eitt boð fáa vit kanska frá bretsku elektronisku dance/big beat duo'ini The Chemical Brothers. Í lagnum 'Escape Velocity' av plátuni Further (2010) eru í øllum førum nøkur brot, ið ljóða til at vera samplaði úr 'Baba O'Riley'. Kanska eru tey tað, kanska ikki. Aftur til framtíðina, enn einaferð.
 

No comments:

Post a Comment