Slowdive aftur á slóð


Hvør stórt at kunna staðfesta henda kavarokaða januardag, at hitt frarmúrskarandi bretska shoegaze ljómliðið Slowdive er komið aftur í aftur. 'Star Roving', fyrsta nýggja staklagið í heili 22 ár, er úti nú! Eitt stórbært lag, ið livir upp til heitið hjá bólkinum: "Slowdive". Hatta er júst kenslan. At kava spakuliga, tað verið seg í vatni, kava, luft, úti í rúmdini ella í einum stjørnuhavi (so segði hann). Gott at verma sær oyragongirnar við!

Bólkurin Slowdive miðsavnar seg um sangara og sangskrivara duo'ina Neil Halstead og Rachel Goswell. Tey vóru stovnaði í Reading í Berkshire í Onglandi í 1989, og lótu tríggjar plátur og nakrar EP'ir úr hondum inntil tey fóru hvør til sítt í 1995. Hvat er so shoegaze? Jú, tað er stutt sagt klassisk poppsangskriving umgyrd av támutari gittar studio ljóðviðgerð. Tað ber óivað til at tekna eina striku frá shoegaze aftur til Phil Spector, The Velvet Underground o.a. Slowdive hava altíð duga tað soniska væl. Tey samstarvaðu enntá við Brian Eno á nøkrum sangum á Souvlaki.

Seinasta plátan áðrenn bólkurin gavst var Pygmalion frá 1995, har Neil Halstead flytir seg yvir í eksperimental/ambient/abstrakt øki. Eisini ein fantastiska góð útgáva. Vit hoyrdu Slowdive á Roskilde Festival í 2014, og tað var ein bergtakandi konsert. Helst besta konsertin á festivalinum tað árið. Inniligt og rørandi. Eg frætti um Slowdive gjøgnum gittarleikaran og vinmannin Jan Johansen og tónleikabólkin glorybox. At hoyra Slowdive live minti meg á nøkur ting sum tónleikur kann, ið glorybox vístu mær í verki á fyrsta sinni. Í 2008 hoyrdu vit annars My Bloody Valentine spæla reunion konsert á Roskilde Festival, so tað er ikki at kimsa at.

Hetta eru snøgt sagt spennandi tíðir at fjeppast uppi í shoegaze bylgjuni, ið sveipti Stórabretland fyri 20-25 árum síðani. Í 2013 var tað My Bloody Valentine, ið gjørdu comeback við nýggjari plátu, í 2014 túraðu Slowdive fyri fyrstu ferð í 20 ár, og í fjør fóru Ride aftur á landavegin. Eitt boð uppá eina shoegazer tríeind man vera júst hesir tríggir bólkarnir. Mín topp 3 yvir bestu útgávur frá tíðarskeiðnum er í øllum førum 1. Loveless hjá My Bloody Valentine, 2. Souvlaki hjá Slowdive og 3. Nowhere hjá Ride. My Bloody Valentine komu aftur í aftur við teirri frálíku MBV í 2013, og nú eiga Slowdive tørn við nýggjari plátuútgávu.

Annars skal tað leggjast afturat, at Slowdive fólkini ikki hava gingið fyri einki síðani bólkurin gavst í 1995. Halstead, Goswell og aðrir limir í bólkinum stovnaðu hin somuleiðis frálíka folk/country/americana bólkin Mojave 3, ið eisini hevur latið nakrar ordiliga góðar plátur úr hondum.  Neil Halstead hevur eisini útgivið nakrar soloplátur, umframt at hann er partur av spennandi verkætlanini Black Hearted Brother, ið hevur útgivið eina plátu higartil. Nú eru Slowdive so komin aftur á slóð, og tað ger tað ikki verri. Tvørturímóti!


Sí annars henda áhugaverda og upplýsandi heimildarfilmin um Souvlaki:

Comments