Konsørn pepp

Konsørn geva debutplátu út fríggjadagin 17. juni. Tað verður ein ordilig vinyl LP, takk og lov, og útgávukonsert verður sama kvøld í Auluni í Finsen. Sum smábarnaforeldur sorterar man mest møguligt frá (og tað er faktiskt eitt privilegium nú alt er farið uppá kók í einum post-korona tiltaksrúsi), men hetta má uppplivast. Havi verið hugtikin síðani eg fyrstu ferð legði oyru til bólkin, meini tað var ein seinnapart í Klingruni í NLH. Haldi meg m.a. hoyra drøg úr týskum súrkálsrokki og fronskum nítiára elektronika í tónleikinum -gamaní við egnum filmiskum og sveimandi norðuratlantsdámi.

Tað eru teir báðir Jan Rúni Poulsen og Mattias Kapnas, ið manna Konsørn, og teir hava innspælt plátuna "1418" á Sofiegården, har teir inntil fyri kortum búleikaðust saman við familjunum. Nú búgva báðir aftur á klettunum, og tað er at fegnast um, tí umframt at verða klassiskt útbúnir á kongakons, hava teir eisini sans fyri tí estetiska. Hygg bara eftir hesum. Væl frágingið í allar endar og kantar. Altíð gott at hava okkurt at verða spentur uppá. 
 
(føroyskir tónleikarar eru sum oftast væl og virðiliga sósaðir inn í verkætlanirnar hjá hvørjum øðrum, og soleiðis er eisini í hesum føri, tó at undirritaði einki beinleiðis hevur við Konsørn at gera, og tí loyvi eg mær at peppast alment).

Comments