Ein sangur um várið

Hetta er serliga viðkomandi at lurta eftir á Altjóða Holocaust degnum. Ukrainska tjóðarkórið við sanginum 'Shchedryk' í eini hugtakandi upptøku, sum varð gjørd í New York í 1922. 101 ár síðani. Hesin sangurin gjørdist seinni kendur sum jólasangurin 'Carol of The Bells'. Ukrainska tjóðarkórið promoveraði ukrainska mentan uttanlands sum umboð fyri stuttlivaða statin Ukrainska lýveldið, ið var til frá 1917 til 1920. Ukrainska tjóðarkórið var á konsertferð í 10 ymiskum londum í Evropa og Amerika. Upprunaliga kemur 'Shchedryk' burturúr eini siðvenju av sangum, har nýggjár verður hátíðarhildið við at hyggja eftir teknum um vár. 1922 var eisini árið, tá Ukraina varð innlimað í Soviet Russland. 10 ár seinni var Holodomor framt, hungursmorð, ið tók lívið av milliónum av ukrainum í 1932 og 1933. Einaferð sungu tey um várið, ið skuldi koma, og tað gera tey og vit øll enn. Vit hava ikki annað í at velja.

Comments