Tónaskald í útlegd er heitið á útvarpssending, ið var send í tveimum pørtum á páskum. Sendingin kann nú stroymast eftir tørvi. Knút Háberg Eysturstein og Uni Arge spæla og skifta orð um løg hjá Regini Dahl.
Promo teksturin til sendingarnar:
Páskadag kl 13.10 og 2. páskadag kl. 13.10 verður 
sendingin "Tónaskald í útlegd" at hoyra í útvarpinum. Í sendingini spæla
 Knút Háberg Eysturstein og Uni Arge løg hjá tónaskaldinum Regini Dahl.
Regin
 Dahl varð føddur í 1918 og doyði í 2007. Hann vaks upp í Sandagerði og 
fór í 1934 niður á Sorø Akademi at taka studentsprógv, sum hann fekk í 
1937. Hetta sama árið gav hann út sítt fyrsta yrkingasavn, og longu tá 
var hann farin at skriva løg.
Regin Dahl skrivaði hundraðtals løg
 til føroyskar, norðurlendskar, týskar, latínskar og enskar yrkingar, og
 í fleiri umførum í 1970'unum vórðu hesi løgini tikin upp. Upptøkurnar 
eru savnaðar á útgávuni Atlantsløg frá 1997. 
Í 2019 kom út bókin Heimurin, ið hvarv – útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin eftir Knút Háberg Eysturstein. 
Við
 síni stóru vitan leiðir Knút okkum ígjøgnum lagasmíðið hjá Regini Dahl,
 serliga til yrkingar hjá Hans Andriasi og Janusi Djurhuus, Jóannesi 
Patursson og Jákupi Dahl. Í sendingini hoyra vit Regin sjálvan og ymisk 
onnur syngja kendar og minnir kendar sangir, sum Regin eigur løgini til.
Sí annars aðrar bloggar um Regin Dahl v.m. her. 
Comments
Post a Comment