Supervisjón: Deep Like - eitt gott boð uppá ársins útgávu

SUPERVISJÓN: DEEP LIKE (Tutl, 2026). Fløguútgáva.

Fríggjakvøldið 27. mars var útgávukonsert við SUPERVISJÓN í OY fyri nýggju útgávuni DEEP LIKE, ið kom út á fløgu í hálvtrýss eintøkum henda dagin. Eg ognaði mær eitt eintak og havi lurtað nógv eftir útgávuni síðani. DEEP LIKE (Tutl, 2026) verður tøk á stroymipallum einaferð seinni. 

SUPERVISJÓN er samstarv millum elektroniska tónasmiðin Lassa Jæger (f. 1984), og yrkjaran Lív Mariu Róadóttir Jæger (f. 1981). Á konsertini í Oy legði DJ Charlie fyri við væl valdum dub klassikarum á tólvtummaplátu, og hetta skapti beinavegin eitt gott huglag fyri kvøldið. 

Undir SUPERVISJÓN framførsluni innleiddi Lasse Jæger konsertina og einstøku løgini við hugleiðingum og instruksir til, hvussu ein kann takla bully tactics og mikroaggressiónir í sosialari samveru, sum sagt verður í pressutilfarinum (sí niðanfyri). Mikið stuttligt, absurd og fyndugt. Við sær á pallin hevði hann fyribrigdið LEIKA (Búi Rouch), ið var ein kroppsliggjørd visualisering av tí, sum fyrifórst í tónleikinum. Tað legði eina eyka dimensjón afturat upplivingini.  

SUPERVISJÓN og LEIKA á palli í OY.

Tey, sum vóru nóg kul og framsøkin til at at møta upp hetta kvøldið, høvdu møguleikan at ogna sær fløguna. Við fløguni fylgdi ein download kota til Bandcamp, og hevur ein Bandcamp appina á snildfonini, ja so ber til at lurta tann vegin eisini. Eg havi tí lurtað heilt fitt eftir fløguni í seinastuni, og hon má sigast at vera framúr góð. Hetta er væl frágingin juke og techno tónleikur, ið nýtir væl vald samples av klassisku Yggdrasil/Kristian Blak/Ole Wich útgávuni Brøytingar frá 1989 sum part av sínum soniska tilfeingi.

Brøytingar frá 1989 snúði seg um lívsins grundtreyt, nevniliga at alt er í eini ævigari broyting. 
 Í pressutilfari verður sagt "Samplingarnar eru ein heiður til sjálvt verkið. Men Brøytingar sipar eisini til Broytingar – og nýggja SUPERVISJÓN útgávan er eitt róp um at broyta ágangandi sosiala atferð til sunn menniskjalig bond. Elektroniskt bronglaða røddin hjá Lív Mariu Róadóttur Jæger leverar powersetningar til at takla tey, sum brúka bully tactics og mikroaggressiónir í sosialari samveru".

Átta løg eru á fløguni og lagaheitini eru eitt humoristiskt studium í passivt aggressivum tilsipingum og vegleiðingum til hvussu ein svarar slíkum aftur:

 1. Flyt teg

2. Tú lat sum um at tú hevði gloymt hvat eg æt

3. Ókey tað var bara fyri stuttleikar

4. Tú segði okkurt um meg og tað var so... 

5. Droppa tað

6. Kanst tú vinaliga slappa av

7. 3-2-1 Steðga!

8. Reytt flagg 

Baksíðan á fløguni DEEP LIKE. Permu og prent stóðu SUPERVISJÓN og Unn Sofía Jæger fyri.

Umframt beinraknu powersetningarnar, bjóða løgini eisini uppá tølandi og tekniskt væl frágingnar samplingar úr áðurnevndu Brøytingar plátuni, har eitt nú tvørfloytufraseringarnar hjá Anders Hagberg spæla leiklutin sum fríðkandi rútmiskt skreyt í 'Tú lat sum um at tú hevði gloymt hvat eg æt', meðan saksofonin hjá John Tchicai (1936-2012) ljómar frítt og fagurliga í '3-2-1 Steðga!"

Tað er okkurt avbera vakurt við at John Tchicai aftur sleppur at ljóma í nýsamplaðum skapi á hesi SUPERVISJÓN plátuni. John Tchicai var ein legenda og helst kulasti jazztónleikarin úr Danmark. Mamman var úr Århus og pápin var úr Congo. Í 1960unum fekk John Tchicai eitt telefonkall frá ongum minni enn risanum John Coltrane, ið m.a. úrslitaði í at Tchicai leikti við á klassisku free jazz Coltrane plátuni Ascension frá 1966. 

Brøytingar plátuhúsin, ið Ole Wich teknaði á sinni.

Tchicai kom seinni í samband við Kristian Blak og føroyska jazzumhvørvið, ið m.a. førdi við sær at hann leikti við á ikoniskum Tutl útgávum sum Kristian Blak: Ravnating (1982), Yggdrasil: De Fire Tårne (1985) og áðurnevndu Brøytingar hjá Yggrasil, Blak, Wich og co. Hugaligt at slík víðskygd samstørv hava verið staðsett her á klettunum. 

Mær untist at hoyra John Tchicai live tvinnar ferðir. Einaferð við Kristian Blak, Konni Kass v.fl. á Hvonn í Vágsbotni og einaferð við Yggdrasil á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tchicai var ein hávaksin maður við eini stórari saksofon og hevði eina ikki sørt imposanta hjáveru á pallinum. 

Nú eru hansara frælsu sax tónar pallsettir av nýggjum í SUPERVISJÓN'skum høpi saman við øllum hinum spennandi ljóðunum, orðunum og bitunum, ið koma fyri á plátuni DEEP LIKE. Hon skal njótast, og tað í fullum líki. Og so vil eg fegin leggja afturat, at henda plátan eigur at koma út á vinyl eisini, tí tað hevur hon uppiborið.

Comments