Aphex Twin: Drukqs tveytifimm


Í dag eru tveytifimm ár síðani, at Aphex Twin-plátan Drukqs varð útgivin á plátufelagnum Warp Records. Plátan sameindi fortíð og framtíð, m.a. við at nýta fyrireikað klaver (prepared piano) á John Cage-líknandi hátt og við at nýta forritað klaver (programmed piano) av slagnum Disklavier, har Aphex Twin, hvørs borgarliga navn er Richard D. James, forritaði tónleikin, sum síðani varð spældur á einum akustiskum klaveri.

Kendasta lagið haðani, 'Avril 14th', leiðir tankarnar aftur til góða gamla Erik Satie, hvørs Gymnopédies og Gnossiennes eru hugtakandi sameiningar av tí vælljóðandi og tí konseptuella. Satie hevði dreymar um møblamusikk (musique d'ameublement) og annað gott longu fyrst í tjúgundu øld. Annars var hann franskur boheme og lívsnjótari. Fyrr var illa.

Annars hevur lagið „QKThr“, sum er knappan hálvanannan minutt til longdar, fingið nýtt lív sum viralt fyribrigdi á sosialum miðlum, ikki minst teimum, har sonevnda Gen Z plagar at hóreiggja sær. Hetta lagið er innspælt á nakað so fundamentalt altmodisch sum eitt harmonium, men fyrijáttar onkursvegna ófrættakend elektronisk hugløg, nú vit eru komin ein heilan fjórðing inn í hesa nýggju, ikki sørt løgnu øldina. Aphex Twin hevur ikki havt síðsta orðið.
 

Tað er annars komið fyri áður, at eg havi bloggað um Aphex Twin.

Comments