2/22/09

Mahalia Jackson - gospel so tað sang eftirí!

Herfyri var eg mær ein túr í einum av hesum her handlunum í Keypmannahavn, ið altíð hevur útsølu av brúktum LP plátum, fløgum, filmum o.s.fr. Sovori við at tingini altíð vera seld fyri ein bíligan og standard ásettan penga (sum kann varierað fyri hvønn dag), og so kann ein fáa avsláttur um so og so nógv eintøk vera keypt.

Sum vera man, er ein øgilig rúgva av gomlum vinyl plátum í slíkum handlum, har meginparturin er nakað forferdiligt bras. Men so eru eisini glottar í millum, og um ein leitar nóg leingi, so kann ein vera somikið heppin at finna nakrar ella kanska fleiri góðar plátur tilsamans. Tað gjørdi eg nú ein dagin. Mest sovori frá 80unum. Av eini ella aðrari orsøk finst ein øgilig rúgva av 80ára plátum í slíkum handlum, hetta er eftir øllum at døma nakað, ið lítil eftirspurningur er eftir. Ella tað giti eg bara.

Hvussu enn er og ikki, so fann eg sovori sum Talking Heads, Foreigner, Jean Michel Jarre, Julee Cruise, Roxy Music, Peter Gabriel, Bruce Springsteen, Dire Straits, Toto, A-Ha, The Cars, Donna Summer, Gorky Park (!), Tracy Chapmann o.a. Altso bæði sovori "ordiliga"-gott, og eisini sovori "stuttligt at eiga á plátu"-gott.

Tvær plátur sum eg var serliga fegin um at finna, vóru eisini millum tær elstu. Ein pláta við sangum hjá Woody Guthrie ("This Land Is Your Land" nevnist hon, eftir kenda sanginum) og so ein "Greatest Hits" hjá mætu amerikonsku gospel songkvinnuni Mahalia Jackson. Og hesa plátuna eri eg øgiliga fegin um. Hon sær soleiðis út:

Mahalia plátan hevur longu verið undir nálini nakrar ferðir tilsamans, og hvørja ferð havi eg verið sum nevsligin. Havi sitið (ella staði) í andakt og lurta, og tað er meiri enn so komi fyri at eg havi havt hug til at lyfta hendur upp, taka tað uppaftur sum hon syngur, rópa okkurt spontant ("halleluja!" ella "amen!", hvussu ger man?) ella kanska enntá tveita meg á gólvið og spjálka í ovfarakæti...ok hatta síðsta var í meira lagi, men okkurt fái eg so hug til at gera! Kanska renna út á gøtuna, og broyta heimin stig fyri stig...

Mítt poeng er at Mahalia Jackson sang GOSPEL, so tað darraði eftirí! Tað er ólukksáliga nógv sum nú á døgum gongur undir heitinum "gospel", men tað er sanniliga ikki alt sum er gospel. Gospel merkir okkurt við "tey góðu tíðindini", og Mahalia hon dugdi at bera tey góðu tíðindini, soleiðis at ein trýr hvørjum orði! Tað er stutt sagt púra hol í høvdið so væl hon dugdi at syngja. Sang við eini tílíkari innliving, at eg havi ikki hoyrt nakað tílíkt aðrastaðni.

Fór mær innar á Wikipedia, at kanna nærri um hana, og har stendur m.a at hon var fødd í 1911 og doyði í 1972. Tvs. hon hevur bæði verið her og er farin avstað aftur fyri fleiri árum síðani. Men hon lat okkurt eftir seg, ið fer at liva leingi afturat. Tað rokni eg við. Hon flutti til Chicago sum 16 ára gomul, og fór beinavegin at syngja. Tað gekk skjótt tann rætta vegin, og tilsamans innspældi hon 35 plátur fyri Columbia Records.
Tó at tað gekst henni væl tónleikaliga, so hevði hon eisini sítt at dragast við í lívinum. Hon giftist blaðung við einum keðiligum manni sum var gamblari, og sum vildi hava hana eisini at syngja annað enn gospel (av peningaligum ávum). Men hon noktaði at syngja annað enn gospel, og í 1941 var hon skild frá manninum. Eg skal ikki billa mær nakað inn, ei heldur spekulera ov nógv, men at vera svørt fráskild kvinna í USA fyrst í 40unum? Tað krevur sína kvinnu. Vildi eg hildi...

Seinni var Mahalia skýrd at vera "The Queen of Gospel Music" og tá hon andaðist í 1972, var minnishald hildi í bæði Chicago og New Orleans. Túsundtals fólk møttu upp og bóðu henni farvæl. Coretta Scott King, einkjan eftir Martin Luther King Jr., helt røðu til minnis um hana og segði m.a at hon var "...a friend - proud, black and beautiful".

Nøkur ár frammanundan, tá King sjálvur var á lívi, segði hann soleiðis um røddina hjá Mahaliu Jackson;

"A voice like hers comes along once in a millennium."
-Martin Luther King Jr.

Hetta er ein av hennara fantastisku sangum. Hann er á omanfyri umrøddu plátu og eitur "The Upper Room":

1 comment:

  1. Rørandi samdur,takk fyri at minna meg á hana. Eg fekk eina stóra tónlistauppliving við at dustsúgva You Tube fyri Mahalia sangir - hesin er ein sum fær ein og hvønn forherdaðan persón at tára: http://www.youtube.com/watch?v=8eiI52WluF0&feature=related

    Haldi at Gopel er nakað so ræðuliga kitsj - eg pínist vanliga av at hoyra hesi smaksleysu kórini fy for den ledeste tað er ringur smakur - Mahalia er the Real Thing!!!!

    Kim S.

    ReplyDelete