3/15/11

Tupelo, Japan

Síðani marrutíðindi frættust úr Japan, havi eg gingið við eini óbehagiligari kenslu í kroppinum. Kenslan var undirstrika av teirri sannroynd, at eg lá sjúkur í vikuskiftinum og hevði so ólukksáliga ilt í hálsinum, at eg fekk hvørki harkað ella hostað. So ja, óbehagilig kensla. Fyrst og fremst orsaka av tíðindafloyminum úr Japan.

Eg veit ikki hvat eg skal gera við alla hesa vitanina. Allar hesar upplýsingarnar. Tað er bara ræðuligt og ræðandi, og so veit eg ikki so nógv afturat at siga um tað. Ikki annað enn at tað hevur funnið sær innivist onkrastaðni har afturi í tilvitinum, og ætlar sær ikki avstað aftur fyrsta dagin.

Fyrr í dag postaði ein facebook vinur so hetta klippið. Eg trýsti á play og í nakrar minuttir høvdu eg og John Lee eina samtalu. Ella tvs. John Lee tosaði mest, og eg lurtaði mest.

"Did you read about the flood today" byrjar hann spyrjandi. Ja, tað gjørdi eg, og eg sá live myndirnar eisini, og tað var ófrættakent og meira fiktivt enn tað mesta av fiktiónini. Tað var kaos, sum uttan himpr og uttan tilvit gjørdi seg inn á tað sindri av kosmos, ið tey hava bygt sær har yviri í Japan.

John Lee sang víðari, og deildi sínar tankar við meg um vanlukkuna. Um flóðina, ið rakti Tupelo. Um regnið, ið skolaði niður. Um neyðars fólkini, ið ongastaðni høvdu at fara. Gomlu s/h myndirnar av flóð og orkan í klippinum talaðu eisini til mín, men fyrst og fremst var tað róliga, inniliga og menniskjaliga framførslan hjá John Lee Hooker, ið fekk meg at tiga eina løtu. Hann kundi tað sama sungi um Japan. Hann sang faktiskt um Japan.

Tónleikur kann eitt ting ella tvey í so máta. Fáa í lag samskifti millum menniskju tvørturum tíð og stað.



Nick Cave hevur eisini ein "Tupelo" sang, ið er bygdur á tann hjá John Lee Hooker. Elvis var føddur í Tupelo, og Cave knýtir føðing Elvis'ar uppí søguna um flóðina. Eitt slag av suðurstats rock 'n' roll mytologi. Tá vit hoyrdu Grinderman á Roskilde í 2008 endaðu teir við "Tupelo", og tá vit árið eftir hoyrdu Nick Cave and the Bad Seeds bjóðaðu teir okkum vælkomnum við "Tupelo". Ikki so gali. Eg hevði viljað hoyrt John Lee Hooker live, men alt ber ikki til.


Annars eru sangir um flóðir ein heil sjangra fyri seg í amerikonskum tónleiki, men eg veit ikki so nógv um tað. Men Meinhard Jensen, hann veit.

No comments:

Post a Comment