6/17/11

ORKA: Óró - nakrir tankar

Orka: Óró (2011)

Eg havi nú í eina tíð livað við Óró, plátu nummar tvey frá Orka, og gjørt mær nakrar tankar um hana. Eri dekan ov inhabilur til at skriva eitt ummæli - havi kent limirnar í nógv ár, og arbeitt saman við teimum í ymsum samanhangum - so hetta verður eitt viðmæli.

Debutplátan Livandi Oyða umboðar í mínari verð eitt ómetaliga sterkt konsept. Sameiningin av býi og bygd, tí urbana og tí rurala, er einki minni enn genial.

Henda sameinda dualisma fevnir eisini um sjálvan bygnaðin og raðfylgjuna: á síðu 1 er tilfarið, ið upprunaliga var innspælt í fjósinum Innan Glyvur um jóltíðir í 2005, og á síðu 2 finnur ein remix frá Deadverse (Alap Momin), 3rd Eye Foundation (Matt Elliot), Bookworms og Com-Data (Jens L. Thomsen og Ólavur Jákupsson).

Fimm upprunaløg eru á síðu 1, og hvørt av teimum hevur fingið eitt remix á síðu 2. Tey fimm remixini eru í somu raðfylgju sum teirra originalar á síðu 1. Gjøgnumført.
Debutplátan Livandi Oyða (kom út í Føroyum í 2007)

Talan er eftir mínum tykki um feitasta savn av remixum, ið higartil er framt í sambandi við eitt føroyskt navn. Eitt nú eru experimental hipp hopp útferðin "Í mínum æðrum (Deadverse RMX)" og dapurt reikandi ljóðkollasjan "Volmar letur eygað aftur (3rd Eye Foundation RMX)" dømi um tvey fantastiska væl avstaðfarin remix.

Remix parturin og plátan sum heild fekk annars eina rættiliga lunkaða viðgerð í eitt nú Dimmu og í Kringvarpinum. Tað helt eg var spell, tí tilfarið er av høgari góðsku, og tá tað harafturat verður latið í ein konseptuelt gjøgnumførdan ham, átti móttøkan at verið hareftir.
Tað skal tó nevnast at systur mín (inhabiliteturin veksur í hvørjum) gav plátuni fult stigatal, 6 út av 6, í Sosialinum. Gott at onkur var vakin í tímanum...

Ná, nokk um tað. Nýggj pláta er úti. Óró.
ORKA. Pressumynd.

Tað er áhugavert at ORKA hesuferð hava nýtt somu tilgongd sum á fyrru plátuni: skapað okkurt burturúr ongum.

Hóast nýtt tilfar var skrivað meðan túrað var við Livandi Oyða, var farið undir upptøkurnar uttan sangir; uttan frammanundan outlinaði hugskot. Limirnir høvdu einans upptøkuútgerð, mikrofonir og eina "location", ið hesuferð gjørdist Saltfiskasølan í Havn. Ljóðkeldurnar vóru funnar á staðnum, og síðani smíðaðar og formaðar og settar saman í rútmiskar og klangligar strukturar.

Hetta háttalagið hongur eisini nógv saman við navninum á bólkinum; "Orka", energi, ið verður til í samspæli millum luttakandi tónleikararnar, men tó ikki er tengd at nøkrum statiskt galdandi frymili. Konseptið er plastiskt og í áhaldandi broyting, og fevnir eisini um skiftandi manningina í bólkinum.

Minnist at eg eina seina nátt úti á Lombardigade á Amager proklameraði at "eingin fastur limur er í Orka! Ikki eingong Jens!"
Var í so glaður tað løtuna. Lítil ivi er um, at Jens er snúningsásurin í Orka. Heilin. Uttan hann var einki Orka. Men áhaldandi broytingin og bólksins modus operandi, eru talandi dømi um hvussu sterkt konseptið er, ið Jens hevur borið í heim.
Orka á 2011 túringini: Høgni Lisberg og Ólavur Jákupsson ovast, Alap Momin og Jens L. Thomsen niðast. Uni Árting er við á plátuni, men ikki avmyndaður her.

Tá útlendskir miðlar skulu samanbera Orka, verður víst á týsku Einstürzende Neubauten so at siga hvørja ferð. Hetta er heldur ikki heilt burturvið, men mær tykir at ein annar týskur bólkur er uppaftur meira viðkomandi, tá vit tosa Orka og referansur.

Bólkurin eg hugsi um eitur Faust. Í (frálíku) BBC dokumentarini Krautrock: the rebirth of Germany síggjast tveir limir í Faust spæla uppá blandimaskinu í einum fjósi. Hetta er nógv mest ítøkiliga og beinrakna referansa eg havi sæð uttan úr heimi. Tað er okkurt við hugburðinum, andanum og listarligu tilgongdini, ið Orka og Faust hava í felag.
 Faust. Mynd: Manuel Wagner

Eitt annað viðkomandi navn eru hipp hopp pionerarnir Public Enemy, hvørs massivt samplaðu wall of sound kollasjur og ágangandi "in your face" tilgongd livað víðari í eitt nú støvutu 90'ara trip hop sósini hjá Tricky, Massive Attack og Portishead, og í uppaftur nýggjari amerikonsku duo'ini Dälek, har annar limurin er Alap Momin, ið stóð fyri áðurnevnda "Volmar letur eygað aftur (3rd Eye Foundation RMX)" og nú er við í Orka. Hjá Dälek er hipp hopp arvurin frá Public Enemy settur inn í ein experimental/shoegaze/IDM samanhang.

Tað áhugaverda er at Dälek hava gjørt plátu saman við omanfyrinevndu Faust. Plátan Derbe Respect, Alder (2004) er úrslit av samstarvið bólkarnar millum. Faust innspældu tað mesta av tónleikinum, og Dälek tóku síðani yvir og manipuleraðu tilfarið víðari til tað sum hoyrist á lidnu plátuni.
 
Hesir ymsu træðrirnir hava onkursvegna funnið sær veg niður í tað mold, hagani Orka sprettur. Ein munur er tó, at meðan ættfadrarnir Public Enemy samplaðu longu innspældan tónleik (á LP), fara ORKA út í óvæntaði støð at leita eftir ljóðum og ljóðførum.
Teir leita og síggja út sum rockarar ímeðan. Mynd: Ólavur Jákupsson

Ein fyrimunur við hesum, er at ljódligi alheimurin hjá Orka er sera egin. Hóast íblástur hómast frá undangongumonnunum omanfyri, setið eg ikki konkretu ljóðmyndirnar beinleiðis í samband við annan tónleik. Hetta er kanska serliga galdandi fyri rútmisku ljóðini, ið fungera sum trummur og ásláttur av ymsum slag. 

Ein ella onnur gigantisk metal hurð niðri á Saltsøluni í Havn hevur sín egna klang, og hesin hevur ongantíð áður verið at hoyrt á plátu. Inntil nú.
 
Útrykkið á Óró er myrkt. Sera myrkt. Flestu ljóðini ferðast bókstaviliga í myrkaru frekvensunum. Bassur og dun og svartur pulsur. Hetta riggar væl, tí dragandi røddin hjá Ólavi er ljósi kontrasturin, ið sveimar omaná.

Orðini eru eitt sindur duld, og ein fær brotamyndir við á vegnum. Jú meir ein lurtar, jú fleiri setningar og orð leggur ein merki til. 
Hetta at goyma sær orðini eitt sindur, kann ofta vera eitt feitt trick, og fær meg at hugsa um My Bloody Valentine og aðrar shoegaze bólkar, ið gera nógv burturúr at javnseta røddina við hini ljóðførini.

Dälek eru t.d. eyðkendir av hesum shoegaze estetikkinum, so tað kann vera at tað er íkomið umvegis Oktopus og hansara leiklut á útgávuni. Ólavur hevur eisini mangan gjørt sær dælt av hesum eitt sindur "dulda" sangháttinum. Eg haldi tó at tað sagtans ber til at fylgja við í tekstunum. Um ein tímir og ger sær ómak og hevur oyruni til tað.
Orka í 2007: Jógvan Andreas á Brúnni, Jens L. Thomsen, Kári Sverrisson, Magni Højgaard, Bogi á Lakjuni. Mynd: Jógvan Andreas á Brúnni
Á fyrru útgávuni vóru yrkingar hjá Jóannesi Nielsen latnar í tónlistarligan ham, men á Óró hevur Jens sjálvur skrivað tekstirnar. Mær dámar væl nógv av tí, ið eg tekstliga havi bitið merki í. Fari her at nerta við okkurt, men ikki alt. Byrjunarlagið "Órógv" sigur m.a.:

eg síggi langt inn í teg 
langt inn í brotna landið
alt tað, ið var, er tað, ið verða skal

eg kavi djúpt inn í tað lovaða
eg síggi fram og aftur
alt tað, ið var, tað verður

Hetta leiðir mínar tankar á tvinni støð í Bíbliuni; tá Móses stendur og hyggur inn í lovaða landið, ið hann hevur leitt fólkið til, men tó ikki sleppur inn í sjálvur, og eitt vers í Prædikaranum:

"Tað, ið verið hevur, er tað, ið verða skal, og tað, ið hent hevur, er tað, ið henda skal, og einki nýtt er undir sólini." -Præd. 1.9

Týdningarnir eru tó ikki bara bíbilskir ella religiøsir. Hetta kann t.d. eisini fatast sálarliga; at hugt verður inn í innara landslagið.
Fái eitt sindur kensluna av at vit rísa upp úr fornum - at hetta er ein nýggj byrjan, ein kagan inn í ein nýggjan heim - men at hetta nýggja samstundis verður vovið úr sama teppi sum tað, ið frammanundan kom. Í næsta lagnum "Betri Tíðir" verður m.a. sungið:

umaftur og umaftur 
læra vit av feilum okkara
jørðin melur runt og runt og runt
og vit blíva størri og sterkari

Eg havi næstan hug at kalla hetta evolutións gospel (!), og síggi hetta sum eitt framhald av byrjunarlagnum "Órógv", ið m.a. tosar um eina rødd í eini á. Í "Betri Tíðir" verður tosað um at tingini henda umaftur og umaftur - ein variatión av Prædikaranum omanfyri - men hesuferð er endurtøkan positiv; vit læra av feilum okkara og gerast "størri og sterkari". Umaftur og umaftur. Eitt bæði lívfrøðiligt og andaligt vend tykist vera komið í.
Orka live í Saltsøluni í Havn. Mynd: Torkil Djurhuus/Röddin.fo
Eg havi oftað hugsað hatta um Prædikaran. At hóast tað hann sigur hevur nakrar daprar týdningar, so er tað eisini okkurt forloysandi í tí. Endurtøka. Umaftur og umaftur. Tað, ið verið hevur, er tað, ið verða skal. Tíðin fer avstað við øllum. Eisini sorgini yvir at tíðin fer avstað við øllum. Ikki ordiliga neyðugt at tuska runt og vinda seg upp í skúm, ha?

Evolutiónstankin hómast annars eisini í "Rúmdardrongurin":

eg eri føddur av nýggjum
eg eri úrreivdur
eg eri komin niður úr trøunum
eg havi stoypt mín egna Gud
nú er tíð at siga farvæl til rúmdardrongin

Eru vit komin so langt sum til ber her á jørðini? Er næsta stopp úti í rúmdini? Eitt sindur av Star Trek og "the final frontier" yvir hesum, um enn eg ivist í um tað er júst Star Trek, ið Jens hevur havt í tonkunum. Hvussu enn er og ikki; tíðin er komin at biðja rúmdardronginum farvæl.
Orka live í Saltsøluni í Havn. Mynd: Torkil Djurhuus/Röddin.fo
Eitt hitt vakrasta lagið á Óró er "Aldan Reyð", ið m.a. sigur:

nakin oyða
hitasuð
skola kvirr

sólaráin
lekur út brunatár
á roðini

himmalsárið skrædnaði
opaði varrar
úr svartanum
goysti aldan reyð

í tí stóra djúpinum
 allar keldur
opnaðu seg
og brimgarðurin brast 

Teksturin spælir sær við kontrastfyltar myndir av eldi og vatni. "Sólaráin", "brúnatár", "aldan reyð". Myndir av av eldgosi og flótandi lava vera manaðar fram fyri innara eyganum, hóast lýsingar- og navnorðini hava við vatn at gera; "skola", "áin", "tár", "goysa", "aldan", "keldur" og "brimgarður".  Feitt og livandi yrkt, haldi eg.

Fyrra plátan æt Livandi Oyða. Eitt rættiliga sigandi heiti fyri eitt land sum Føroyar, hvørs landslag á mangan hátt er oyði og bert, og tó ber tekin um lív frá menniskjum, seyði o.s.fr. Í "Aldan Reyð" verður tosað um eina "nakna oyðu", og um ættarliðið, ið "liggur spjatt".
Føgur gatefold og gul vinyl. Mynd: Knút H. Eysturstein
Veit ikki hvørt tað loysir seg at fara ov nógv í smálutirnar afturat við hesum. Har er sumt, ið eg eisini kundi komið inn á, men eg haldi at tú, góði lesari, skalt ogna tær eitt eintak av Óró, og koma fram á tað sjálv/ur. Eg haldi meg alt í alt kunna siga, at tað býr ein djúp melankoli aftanfyri úttrykkið á Óró. Tað sama var eisini galdandi á Livandi Oyða. Sterkt og sorgblítt. Tað er hvat tað er. Vert at fara eftir og kanna nærri.

Óró er ein pláta sum veksur, so hvørt ein lurtar, og komið verður nærri inn at tí, sum gongur fyri seg á henni. Hetta er ein nokkso mystiskur og duldur heimur at byrja við, men hevur tú fyrst fingið fótin innum, so hevur tú hug at vera verandi og orientera teg á hesum nýggja staðnum. Læra ymsu krókarnar at kenna.

Ein feit pláta, sum er komin fyri at vera.

No comments:

Post a Comment