10/31/11

Heyststúrur

Foto: Sunnvá H. Olsen

Seinnapartin í dag - tá tað longu var vorið myrkt úti - gekk eg mær ein túr í heystluftini í Keypmannahavn, meðan eg umhugsaði nøkur viðurskifti.

At eg fór til Føroya sum vinstrahippie, og kom niður aftur sum høgraborgaradýr (um vit halda okkum til politiskt avgamlar stereotýpur).

At eg ikki kann hanga fastur í tí sama, um tað sama ikki er gott nokk.

At eg kenni tað sum um eg havi vent Tjóðveldinum baki, og at hetta nívir meg.

At tað ikki slepst uttanum, at valkampanjan hjá Tjóðveldinum var vánalig. "55.000 fólk í Føroyum í 2020" ? Solveig hevði bestu viðmerkingina; "hatta fær meg at hugsa um bann av p-pillarum og hítum".

At tað ikki er avgerðandi, men at tað tó spælir inn at grafiski samleikin hjá Tjóðveldinum var millum teir ljótastu. S/h myndir við grønari bakgrund er uppskriftin uppá eina mishátta plakat.

At tað gleðir meg at Framsókn er til.

At sama Framsókn hevði eina mikið væleydnaða kampanju, innihaldsliga eins væl og grafiskt, har flokkurin stóð seg so nógv best.

At Framsókn valevnini, ið eg sá og hoyrdi, skaraðu framúr við merkisvert bullshit fríum politiskum orðalagi.

At tey sum heild tosaðu um politikk sum eitt ræðuliga spennandi og avbjóðandi ting, ið tey hjartans fegin vildu sleppa í gongd at arbeiða við.

At systir mín Sunneva ikki royndi at sannføra meg, og at hetta m.a. var tað, ið sannførdi meg.

At eg leiðist við top-down psykososialt snikksnakk á vinstraveinginum.

At fólkið hvørki er tollut ella óhjálpið.

At fólkið skal hava mest møguligt frælsi at útinna sítt. So skulu vit nokk síggja.

At ov nógv viðurskifti standa í stað í føroyskum politikki.

At høgra/vinstra er ein skipan, ið politikkur verður filtreraður í gjøgnum til tess at gera nøkur ting greiðari og lættari at fata, men at hon ikki er endaligi sannleikin, og at simplistiskar høgra/vinstra fatanir elva til uttanumtos, ið er við til at varveita politiska stillstøðu.

At høvd mítt hevði hug at groovað aftur við nýggjastu upptøkum/edits/miksum, ið Jens L. Thomsen hevur sent mær úr London, og at eg gleði meg at koma í gongd við plátuna aftur.

At tað eftir hetta var ein frægd at leggja oyru til ein konsert bootleg við mínari størstu tónleikahetju Bob Dylan, ið vit fara at hoyra live í Malmö um 3 dagar.

At Kant er á skránnið komandi vikuna.

At eg havi kandidat-tilval í "Estetiskari Hugsan", umframt eitt skeið í grundfakinum tónleikavísindi, og frá nú av og inntil jólar verður tað lesnaðurin, ið fer at skræða dagar og nætur úr kalendaranum.

At kalendarin skal sleppa at eiga dagarnar, og at eg skal sova um næturnar.

At eg gleddi meg at koma heim undir brús, og síðani at fara til borðs saman við Solveig, og fáa mær burturav teirri fantastisku grønmetis lasagnu og tomatsalat, ið hon borðreiddi við. Grønmetis grundaði døgurðin boðaði á allan hátt eitt frískligt ískoyti aftaná eina gastronomiskt fantastiska, men eisini mikið kjøtiliga heystfrítíð í Føroyum.

At tað var ein góður gongutúrur.

No comments:

Post a Comment