3/2/12

Íslandsupptúrur

Á palli í Græna hattinum í Akureyri. Foto: Ísak Sambleben
Eingin upptúrur er sum Íslandsupptúrur!

At lenda í fagrasta veðrið, í einum landi, ið er nýklætt í kava, og tískil livir upp til navnið í eina stund.

At koyra næstan seks tímar í ein norðan, gjøgnum landslag, ið líkist tí føroyska, tó at har er meira til av tí, við longri fjarstøðum allar vegir.

At fara til hárskera og eta reinsdjóraburgara í Akureyri.

At spæla konsert á voldfeita spælistaðnum Græni hatturinn í Akureyri, við tess legendariska in-house Hammondi, ið upprunaligi ánarin, sáli, kallaði "Drotningin". Haukur rekur spælistaðið, og sonurin Styrmir miksaði plátuna, ið vit túra við. Eitt slag av full circle uppliving.

At fara upp kl lort dagin eftir, og koyra allan vegin retur til Reykjavíkar í eini roynd at sleppa undan storminum, ið kemur sníkjandi sunnanífrá.
Morgunmatur á KEX Hostel. Áðrenn frisørvitjan. Foto: Ísak Sambleben
At koma fram í øllum góðum og spæla live í útvarpssendingini "Poppland".

At hava feita ljóðroynd á Gaukur á Stöng, vera spentur uppá at spæla rockkonsert í hetta kvøld, og vita at vikuskiftið er akkurát farið í gongd.

At hava Bloodgroup Hallur sum sjaffør, ljóðmann og allround peppara.

At búgva á Kex Hostel, ið er snøgt sagt feitasta vallaraheim, ið eg nakrantíð havi verið á.

At merkja hesa heilt serligu vibe'ina, ið er millum íslendingar og føroyingar. Ísland er eitt sindur sum tann kuli stóribeiggin, ið man ikki sær so ofta, og sum man tímir øgiliga væl at hanga út við.

At keypa sær ein pakka av víkingasnacks - Eyðabitar (turrur fiskur) - anda frísku luftina inn og síggja snjóðklæddu fjøllini í sjónarringinum.

Griðagott!

Høgni Reistrup v. bólki og Guðrið Hansdóttir spæla á Gaukur á stöng í hetta kvøld kl 23:00 og á KEX Hostel í annaðkvøld, leygarkvøld kl 21:00.
Aftaná at hava spælt live í útvarpssendingini Poppland í RÚV. Frá vinstru: Janus Kampmann (el-gittar), Høgni Lisberg (trummur), Hallur Jónsson (ljóð, tourbuss), Guðrið Hansdóttir (sang, gittar), Knút Háberg Eysturstein (tangentar), Janus Rasmussen (synth, ljóð), Ísak Sambleben (bass), Høgni Reistrup (sang, gittar), Sunna (kór hjá Guðrið).

No comments:

Post a Comment