Sekstanda U2-plátan er útkomin, og hetta er fyrstu ferð í níggju ár, at U2 geva plátu við nýggjum tilfari út. Her fari eg at ummæla hana, eins og eg gjørdi við tær undanfarnu útgávurnar No Line on the Horizon í 2009, Songs of Innocence í 2014 og Songs of Experience í 2017.*
Carnaval de Luz fyrijáttar eitt nýtt tíðarskeið í U2-kronologiini. Lættleiki og ljós mynda hana, ja, hetta er ein reguler ljósveitsla, sum heitið eisini vísir á. Í so máta er ljósið vorðið eitt mótmæli móti tíðarinnar myrkri. Plátan kemur eisini sum rosinan í pylsuendanum á einum áhugaverdum U2-ári. 25. september framførdu teir uttan fyri Mount Temple Comprehensive School, har teir fyrstu ferð stóðu á palli fyri júst 50 árum síðani. Tað er sjáldsamt, at tónleikabólkar eru so drúgvir. Tað hevur ongantíð verið útskifting í bólkinum - teir somu fýra hava hildið saman gjøgnum tjúkt og tunt øll hesi árini.
Permumyndin sigur ikki einki um støðu og huglag. Teir fýra spákandi eftir strondini, á veg til karnival við einum knallbláum himmali aftanfyri. Tað er lokkandi at síggja hetta sum eitt frávik frá teimum meira monokromu og svørt-hvítu permunum á undanfarnu útgávunum úr 21. øld, men U2 hava kortini altíð havt alsk til tað monokroma. Tað sæst eisini á plátupermunum úr áttatiárunum, har eitt nú The Joshua Tree (1987) er eyðkend av ikonisku s/h-myndunum hjá Anton Corbijn. Í nítiárunum kom ein sprøklutur litfagurleiki at mynda permumyndirnar, men hetta var í grundini eitt undantak.
Á hesi nýggju permumyndini eru Beatles-tilsipingar upp á spæl. Mátin, ið teir fýra spáka eftir strondini, er ein eyðsýnd heilsan til The Fab Four, ið spáka sær yvir um Abbey Road á navnframu plátuútgávuni frá 1969. Ein minni eyðsýnd tilsiping er plátuheitið Carnaval de Luz, ið leiðir tankarnar á óútgivnu, tó mikið legendarisku avantgarde-ljóðkollasjuna ‘Carnival of Light’, ið Paul McCartney tók stig til í 1967, tá The Beatles vóru í síni mest psykedelisku fasu. Ljóðkollasjan varð ongantíð útgivin, men spælir kortini ein leiklut í søguni um The Beatles. Hetta sæst eitt nú í bókini Revolution in the Head: The Beatles’ Records and the Sixties, har rithøvundurin Ian MacDonald fer systematiskt ígjøgnum alt tað, sum bitlarnir innspældu, meðan teir vóru virknir. Beatles kláraðu bara átta ár saman, so var leyst og liðugt. U2 hava hildið saman í hálva øld, og tað man vera okkurt slag av meti.
Carnaval de Luz kemur afturat teimum báðum EP-útgávunum, ið vórðu útgivnar í vár. Hin fyrra, Days of Ash, knýtir seg at føstuni og inniheldur protestsangir. Hin seinna, Easter Lily, knýtir seg at páskahøgtíðini. Carnaval de Luz knýtir seg eyðsæð at karnivali, føstulávint um okkara leiðir, og sostatt hava allar útgávurnar við liturgiska kalendaran at gera. Tað hevur altíð verið tanki aftan fyri tað, sum hetta drúgva rokkorkestrið fæst við. Á serútgávuni av Carnaval de Luz eru bæði LP-in og EP-irnar við. Ikki hissini.
Eg hoyri ikki til teirra, ið hava ilt at bera tí, sum U2 annars hava givið út í 21. øld. Tvørturímóti innihalda allar útgávurnar frá undanfarnu 26 árunum avbera góðar sangir og onkrar av hesum útgávunum eru eisini millum tær sterku hjá bólkinum. Eg dugi treyðugt so at hoyra, at tað er okkurt sum riggar serliga væl hesuferð. Eyðsæð er tað eisini hugaligt at frætta frá skeptikarum, ið eru sannførdir av nýggju útgávuni. Teir skulu verða vælkomnir aftur í hitan.
Nýggja plátan er ikki bara eyðkend av lættleika og ljósi, hon er eisini merkt av einum neista. Sami neisti kennist aftur á teimum báðum tendraðu EP-útgávunum, Days of Ash og Easter Lily. Feskt og frískligt ljóð uttan óneyðugt dikkedar. Tað hoyrir við til søguna, at eittans framleiðari hevur sitið í framleiðarasessinum hesaferð. Gareth “Jacknife” Lee er íri og hevur arbeitt saman við nøvnum sum U2, The Cars, R.E.M., The Killers, Bloc Party, The Hives, Editors og Modest Mouse. Til samanberingar vóru heili níggju ymiskir framleiðarar partur av tilgongdini handan Songs of Experience (2017), við sama Jacknife Lee sum høvuðsframleiðara, meðan fimm framleiðarar høvdu ein fingur við í spælinum á Songs of Innocence (2014), ið hevði Danger Mouse sum høvuðsframleiðara.
Hvussu enn er og ikki, tykist eitt “less is more”-prinsipp at mynda hesa nýggju útgávuna. Ljóðmyndin er sum heild eitt sindur berari við meira luft í. Tað eru teir fýra, ið eru í fokus: røddin hjá Bono, gittarin hjá The Edge, bassurin hjá Adam Clayton og trummuspælið hjá Larry Mullen Jr. Onkrir eyka tangentar eru gamaní eisini at hoyra, og tað siga vit eyðsæð ikki nei til, tá Brian Eno, Jacknife Lee og U2 sjálvir spæla upp á. Eisini spælir Daniel Lanois pedal steel á einum lagi. Fyrr var illa, hevði ein nær sagt.
Ruddiliga tilgongdin veitir eitt greitt fokus, og hetta ljóðar veruliga av fýra monnum, sum standa og spæla saman í einum rúmi. Eina slíka tilgongd hevur Bono annars tosað um síðani aldarskiftið, men hesaferð hava teir rokkið málinum í so máta. Ikki tí, her eru eisini tølandi diskretar elektroniskar snildir upp á spæl.
Sangirnir eru sum heild melodiskir og vakrir. Sama kann eisini sigast um tær báðar EP-útgávurnar, ið hava nakrar avbera vakrar sangir at bjóða upp á. Millum hæddarpunktini haðani kunnu nevnast ‘The Tears of Things’ og ‘One Life at a Time’ av Days of Ash, og ‘Song for Hal’ (við The Edge á leadvokal), ‘Easter Parade’ og huglagsríka Eno-samstarvið ‘COEXIST (I Will Bless the Lord at All Times?)’ av Easter Lily.
Ørindini eru at ummæla nýggju plátuna, og niðanfyri fari eg at umrøða einstøku løgini á henni.
LAG-FYRI-LAG-UMRØÐA
1. Go (Carnaval de Luz)
Byrjunarlagið ‘Go (Carnaval de Luz)’ leggur fyri við sama gittarljóði, sum hoyrist í endanum av ‘COEXIST (I Will Bless the Lord at All Times?)’, ið er endalagið á Easter Lily-EP-ini. Sostatt er hetta ein syklisk heild, har endin er byrjanin og byrjanin er endin, júst eins og ferð okkara gjøgnum árstíðirnar og høgtíðirnar her á fold. Í aðrar mátar er hetta eitt deiliga uptempo-lag við ljóðligum dámi av Achtung Baby- og Zooropa-tíðini. Ein farri av krautrokki í rútmiska bulinum, sci-fi wah pedal á gittaranum og roots rock dámur í lagasmíðnum. Brian Eno er krediteraður sum samtónaskald saman við teimum fýra í U2, og hetta borgar sum ikki einaferð fyri góðsku. Elektroniskir klangir og dansivinarligur rokkur, og vit eru øll boðin til karnival!
Ein frálíkur rokksangur við einum deiligum no-nonsense-riffi. Tænir líknandi endamáli sum ‘Even Better Than the Real Thing’ av Achtung Baby (1991). La Reina er ein kvinna, ið kemur úr trongum korum og verður karnivaldrotning í teirri lukkuliga liminalu millumstøðu, sum eitt karnival er. Løtan, tá fólksins skreyt og skrúð mynda gongdina, tey høgu verða sett lágt og tey lágu verða sett høgt. Ein guddómligur dámur liggur aftanfyri, og droymandi brúgvin/c-stykkið vendir sær til áskoðaran: ert tú við? “No, nobody is alone, but nobody knows that”. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Bono lýsir tað guddómliga sum eina kvinnu. ‘Mysterious Ways’, eisini av Achtung Baby, er eitt kent dømi, og ‘Grace’ av All That You Can’t Leave Behind er somuleiðis viðkomandi.3. Street of Dreams
Hetta var fyrsta staklagið av plátuni. Sum staklag kendist tað eitt sindur impressionistiskt og tilvildarligt, men í upplyftandi heildini, sum plátan er, tænir ‘Street of Dreams’ einum nærum lovprísandi endamáli. Tað er rørandi, tá kórpettið kemur inn í byrjanini: “God hear me shout, Lend your ear to my prayer, When I’m far from anywhere, Down to my last breath of air”. Tað er, sum um karnivalið heldur fram á hesum lagnum, har fólkið savnast á gøtuni - dreymagøtuni! - fyri at halda veitslu. Heitið er á enskum, men tað verður sungið á sponskum í niðurlagnum um “La calle, calle de los sueños”. Helvtin av løgunum á plátuni hevur orð og máliskur á romanskum máli (sponskum, portugisiskum ella fronskum), og hetta hongur eyðsæð saman við tematisku karnivalheildini. Tónleikaliga hevur lagið ein sykliskan ella loopandi dám. “Broken are the chosen on the street of dreams”. Hetta halda vit okkum til, tá lívsins brotasjógvar raka.
4. The Mirror Maker (Rosalía)
Eisini ein lovsangur til kvinnuna sum musu, hesaferð ein heilt ítøkilig kvinna, nevniliga spanska listakvinnan og sangarin Rosalía. Bono hevur sagt í samrøðu, at hann og dótturin eru stórfjepparar av Rosalíu og hennara tølandi tónlist. Her er hon pallsett sum gandakendi spegilsmakarin, ið fær okkum at síggja tað, ið vit ikki vistu, at tað bar til at síggja. Ein droymandi intro og so aftur no-nonsense-rokkur. Eg minnist ikki, nær sosiologiska reglan “the re-enchantment of the world” er komin fyri áður í einum rokksangi, men tað ger hon so her, og skulu vit taka Bono og Rosalíu fyri fult, so er tað á konsertini og/ella dansigólvinum – undir glitrandi stroboskopljósum og himmalskum meldri – at henda endurgandan fer fram. Eg mótmæli ikki!
5. Superficiality
Endurgandandi dansigólvsveitslan heldur fram á ‘Superficiality’ við tiltiknu Bono-falsettini í niðurlagnum: “Freedom is a feeling, that I have around you”. Í viðtali sigur Bono, at hann ímyndar sær, at hetta er ein discosangur, ið verður leiktur av einum punkbólki, sum ikki ordiliga dugir at spæla disco. Hann kundi tó hugsað sær eitt remix frá Nile Rodgers ella Daft Punk. Tað vildi verið eitt regulert dreymasamstarv! Melodiøst og beint fram. Eg eri við upp á tað.
6. If the World Is at War We Better Not Be
Fyrsta ordiliga balladan, nú vit eru komin í helvt við hesi higartil mikið hugtakandi og hjartaligu plátuni. Ljóðmyndin er so passaliga ber, og tað gevur nógv pláss til sangaran og tey einstøku ljóðføri, ið geva honum við- og mótspæl. Í c-stykkinum er tað bara Bono og vokodarakór. Tað riggar ótrúliga væl. Ein sangur um okkara allra íborna virði. Síðsta versið knýtir ljósið at Kristussi eins og í evangeliinum eftir Jóhannes: “No such thing as certainty, But I sing this without a doubt, A light has entered the darkness, No darkness can put it out”. Hetta minnir meg á dagarnar á student á Kambsdali, tá vit høvdu latín hjá Jógvan Fríðriksson, í dag Føroya bispur. Her lærdu vit okkum “In principio erat Verbum, et Verbum erat apud Deum, et Deus erat Verbum.” (“Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.”) og “et lux in tenebris lucet, et tenebrae eam non comprehenderunt” (“Ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið skilti tað ikki.”). Hetta situr í mær enn. Eisini teir dagar, tá myrkrið tykist alfevnandi.
Eftir eina stilla stund, verður karnivalið sparkað í gongd aftur við ‘Silencio’, ið var seinna staklagið undan plátuni. Ein fagur rokksangur, sum ikki ætlar sær so nógv annað enn at vera ein fagur rokksangur! Gittarborið við eini frálíkari og einfaldari gittarsolo. Tekstliga er hetta kortini álvarsamari enn so, og myrkursins og ljósins kreftir verða umrøddar umvegis djevulin og “Jesus of Rio”. Sjónbandalagið hevur David Lynch-dám, og tað ger tað ikki verri!
Hesin sangurin kom sum triðja og seinasta staklag undan útgávuni, og fyri meg er hetta emotionelli snúningsásurin á plátuni. Ein stórsligin, klassisk U2-ballada, ið er skorin úr eini Josvatræsfjøl, men kortini við teirri tyngd, ið lívsins royndir einans kunnu veita. “We were once the greatest show on earth” verður sungið eftir 50 ár saman sum bólkur. Hetta rakar bæði djúpt og meint, og sum ikki einaferð er tað persónliga vorðið universelt. Hetta kann vera ein sangur um kollsiglda hjúnar- og parlagið, um slitna vinarlagið, um kirkjuna ella samkomuna, sum hevur mist málið úr eygsjón, um politiska flokkin, sum ikki longur minnist sítt upprunaliga stavnhald. Hvat gert tú, tá tín stórheitstíð er ein farin tíð? Hvussu heldur tú á? Brian Eno leikar á synthesizarum og er samtónaskald saman við U2. Tað hóskar seg. The Edge minnir ein á, hví hann er yndisgittarleikari. Svart-hvíta sjónbandalagið eftir áðurnevnda Anton Corbijn, ið eisini er ein gamal kenningur í hesum høpi, er ein søga fyri seg. Konsertferðin næsta ár tekur, ikki tykkum at siga, sítt heiti frá hesum sanginum.
9. Glorify
Í seinasta triðinginum av plátuni fáa løgini ein lættari dám onkursvegna. ‘Glorify’ er mestsum at rokna sum eitt regulert popplag við soul- og gospeldámi. Akustiska instrumenteringin við klaveri og kassagittara riggar sera væl saman við teimum meira perkussivu elementunum. Umframt teir fýra í U2 eru høvundarnir Simon Carmody, Martijn Garritsen (Martin Garrix), John Martin Lindström og Michel Zitron. Carmody hevur skrivað tekstin saman við Bono, meðan hinir tríggir eru samtónaskøld. Martin Garrix hevur samstarvað við U2 í fleiri umførum, eitt nú á ‘Fireflies’, ið kom í summar. Tematiskt hóskar ‘Glorify’ væl inn í heildina, tí sangurin snýr seg um at lovprísa, tá himmalin fellur. Heitið merkir at hálova ella lovprísa, eitt nú Gudi. Hvørki meir ella minni. Alt hetta og eitt sindur afturat í einum gospelpoppsangi, sum er 3 minuttir og 38 sekund til longdar.
10. Midnight Sunshine
Kann ikki annað enn smílast av hesum deiliga ósmædna poppsanginum, ið peikar aftur á løg sum ‘Angel of Harlem’ (Rattle and Hum, 1988), ‘Tryin’ to Throw Your Arms Around the World’ (Achtung Baby, 1991), ‘The Playboy Mansion’ (Pop, 1997), ‘In a Little While’ (All That You Can’t Leave Behind, 2000), ‘A Man and a Woman’ (How to Dismantle an Atomic Bomb, 2004) og ‘Summer of Love’ (Songs of Experience, 2017). Soulpoppur við gospeldámi, har Bono syngur um at uppdaga midnáttarsólarljósið í myrkrinum. Um mótstøðuføri, vinarband og ljós í eini kaotiskari verð.
11. Can’t Stop Us Now
Nú vit nærkast endanum kennist hesin sangurin sum eitt slag av samanumtøku. Triðja og seinasta lagið, ið er samskrivað saman við góða, gamla Brian Eno. Eisini ein sangur um vinarlag og um at njóta lívið, dagin og løtuna meðan tú kanst. Leikum fagurt á foldum, eingin treður dansin undir moldum. Eitt slag av hugleiðing yvir alt tað, ið U2 hava upplivað saman hesi fimti árini. Stórt.
12. Torn (feat. Dolly Parton)
Tólvta og seinasta lagið á plátuni er hitt inniliga og djúpt rørandi ‘Torn’, ið Dolly Parton, sála, syngur sum duett við Bono. Hetta var sum skilst síðsta upptøkan, ið hon gjørdi, áðrenn hon andaðist. Ein sangur um eina sundurskrædda ella klovnaða familju, har tey, sum áður hálsfevndust, eru farin at skýggja hvønn annan. Í samrøðum í sambandi við nýggju plátuna hevur Bono víst á, at Dolly Parton var eitt tað síðsta, sum allir amerikanarar kundu semjast um. Hetta var eisini tesan í frálíku poddvarpsrøðini Dolly Parton’s America, sum vísti, hvussu hon megnaði at rúma mótsetningum uttan at kenna seg noydda at loysa teir. Hon var djúpt kristin og samstundis elskað av nógvum LGBTQ-fólkum. Ein ímynd av kvinnuligum sjálvræði, hóast hon var afturhaldin við at kalla seg feminist. Ovurrík, men vendi ongantíð bakið til fátækradømið, hon vaks upp í.
Hesin sangurin er hennara seinasta farvæl, og reglan “nothing hurts a mother more than a family at war” talar sítt greiða mál. Bono syngur í sínum lægra registari og gevur Parton høvi at skína. Hóskiligt. Ein ómetaliga vøkur duett, ið leiðir tankarnar aftur á endalagið á Zooropa (1993), ‘The Wanderer’, har ein onnur kontrilegenda, Johnny Cash, sang um ein kovboy í einum apokalyptiskum sci-fi-oyðilendi við avstikkarum til Prædikaran í Gamla testamenti. U2 hava áður skrivað til og samstarvað við amerikanskar legendur sum Roy Orbison, Willie Nelson, Frank Sinatra og Tina Turner. ‘Torn’ skrivar seg sostatt inn í eina mikið heiðurliga hevd og er ein reguler perla. Eitt plettskot og ein nærum fullkomin endi.


Comments
Post a Comment