Daft Punk: Discovery (ummæli frá 2001)

Random Access Memories, fjórða studio plátan hjá Daft Punk, er í dag 21. mai 2013 útkomin alment um allan heim. Eitt stuttligt er at fyri akkurát tólv árum síðani í dag, t. 21. mai 2001, stóð mítt ummæli av Discovery, ið var onnur plátan hjá Daft Punk, á prenti í 'Krydd', táverandi ungdómsblaðnum hjá Dimmalætting. 

Var 21 ár og arbeiddi á fiskavirki um tað mundið, og brúkti frítíðina uppá at spæla í bólkum, skriva sangir, og ummæla fløgur fyri 'Krydd'. 
Tað byrjaði við einum ummæli av Kid A hjá Radiohead, ið eg sendi inn av mínum eintingum. Ummælið fekk somikið góða móttøku, at eg gjørdist fastur ummælari á 'Krydd' í einar 9 mánaðir. Tað var stuttligt at fáa nøkur oyru fyri at formulera sína erligu hjartans meining um ymsar fløgur, ið ein hevði áhuga í at siga okkurt um.

Ein av plátunum, ið fangaði mín áhuga í hesum tíðarskeiðnum var Discovery. Eg gjørdist hugtikin av videoløgunum til 'One More Time' og 'Aerodynamic', ið vóru nógv at síggja á MTV. Videoløgini vóru gjørd av japanska manga og animé leikstjóranum Leiji Matsumoto, og seinni kom bergtakandi filmurin Interstella 5555: The 5tory of the 5ecret 5tar 5ystem, har øll Discovery plátan var soundtrack. 

Hetta visti eg tó einki um tá, so fyrst stóð plátan fyri skotum. Eg lurtaði mest eftir rocki tá, og Daft Punk var sostatt ein av allar fyrstu dance/house/techno fløgunum eg keypti. Áðrenn eg sigi meir, haldi eg at vit bara skulu fara til ummælið frá 21. mai 2001, ið hetta snýr seg um:
Super Funky Disco Electronica!
Skrivað hevur: Knút H. Eysturstein
Mánadagur 21. mai 2001, kl. 11.29, 97/124 - Krydd
Ummæli av: Daft Punk, “Discovery” (Daft Life/Virgin Records 2001).

Daft Punk má sigast at vera ein rættiliga løgin bólkur, ið telur tveir mans. Teir eita Thomas Bangalter og Guy Manuel De Homem-Christo, og eru úr Fraklandi. Síðani 1998 hevur ongin sæð teir í veruligum líki; allar myndir og øll interview vera gjørd, meðan limirnir eru í alien ella robot útgerð, har eitt display og ein monoton rødd greiðir frá.

Slatur vil vera við, at Daft Punk vóru í einum bilkrasjið á sinni, og muga teir tískil vera í robot útgerð, fyri at kunna liva. Hvussu enn er og ikki: Fyrsta fløgan, “Homework”, kom út í 1997, og gjørdist m.a lagið “Around the World” av hesi fløgu eitt stórt hitt, ið koyrdi konstant á MTV.

Stílurin er tó broyttur nógv síðan síðst. Fyrra fløgan var meira kantut og monoton, meira techno/house orienterað, meðan “Discovery” er meira melodisk og íoyrafallandi. Tónleikurin kann kallast electronica við støði í disco. Tað merkir, at bólkurin nýtir 70´ara og 80´ara disco sum grundarstøði og íblástur til teirra nýskapandi electronica tónleik, ið má sigast at svinga sera væl. Ein hoyrir íblástur frá nøvnum sum Electric Light Orchestra, Boston, Barry Manilow, Giorgio Moroder og Bee Gees.

Fyrsta lagið “One More Time” drønar avstað frá fyrstu løtu við manipuleraðum vocoder sangi, synthesizara og einum pumpandi disco beati. Eitt sera fangandi lag, ið eisini var fyrsta singlan av fløguni. Hetta lagið hongur meir ella minni saman við seinna lagið og seinnu singluna, “Aerodynamic”, ið um møguligt svingar enn meir enn fyrra lagið! Her er talan um instrumentalt disco funk við guitara, bassi, synthesizara og rútmuboks. Beint sum lagið drønar avstað, kemur ein fresandi guitar solo inn, ið eins væl kundi verið spæld av Yngwie Malmsteen himself! Hetta lagið førir eisini yvir í triðja lagið, “Digital Love”, ið er eitt sindur stillari og melodiskari. Her finnur ein meira manipuleraðan sang, og enn eina feita og flipputa guitar solo!
Sum lesarin kanska sær, er hetta rættiliga sermerktur tónleikur. Í stuttum kann ein siga, at nógv ymisk element eru her blandaði saman, tó við disco sum høvuðsíblástri. Vocoder effekt, nógvir synthesizarar, keyboard, rhodes, el-guitari, klokkuspæl og elektronisk beat, skapa eitt sermerkt og unikt ljóð. Vocoder effektin verður brúkt í øllum løgunum, uttan á tveimum teimum síðstu, og riggar hetta sera væl. T.d er lagið “Harder, better, faster, stronger” eitt gott boð uppá eitt vocoder flip av teimum heilt stóru!

Til tey, ið ikki vita hvat vocoder effekt er, kann ein siga, at tað er synthesizara effektin, ið ein kann koyra á sangrøddir, so tær ljóða “brotnar”, sum um tær spæla tónar við millumbilum. Hetta var nógv brúkt fyrst í 80´unum, og m.a gjørdi Cher og hennara “Believe” vocoder populert aftur.

Løgini á fløguni eru deild upp í tveir partar; tey við rødd og tey instrumentalu. Tey við rødd fylgja nøkulunda vanligum sang formum, meðan tey instrumentalu løgini eru meira beint fram. Sum t.d løgini “Crescendolls” og “Superheroes”, har teir hava tikið eina sampling (úr einum gomlum disco lagi sjálvandi!), og síðan bygt teirra egna arrangement yvir hana. Eisini eru nøkur instrumental løg, har teir bara hava sett nakrar akkordir saman, og síðan hava gjørt eitt væl svingandi arrangement til.

Í electronica tónleiki er eitt av høvuðsendamálunum at skapa eina serliga atmosferu, og forstyrkja hana so effektivt sum møguligt. Hetta má sigast at eydnast bólkinum sera væl bæði í instrumentalu løgunum og í teimum við rødd.
Atmosferan/stemningurin á fløguni er ein løgin blanding av disco nostalgi og science fiction poppi. Teir hyggja aftur í tíðina, og seta eina “gamla” tónleikasjangru í nýggjar rammur, meðan teir samstundis eisini hyggja fram í tíðina, og geva eitt boð uppá framtíðarinnar tónleik.
Heildarupplivilsið av fløguni má sigast at vera rættiliga gott. Hon svingar ordiliga væl, og fær teg at nikka nógv við høvdinum. Tey, ið duga at dansa, fáa allarhelst eisini góðan hug, at fara uppá gólv.
Einasta skuffilsið má sigast at vera tvey tey síðstu løgini; “Face to Face” og “Too Long”. Ikki tí, tey svinga eins væl og hini, men stílurin er rættiliga nógv øðrvísi. T.d er eingin vocoder effekt á røddini, og ístaðin hava teir fingið ein krámutan poppara at syngja hesi løgini.
Arrangementini av løgunum eru eins góð sum hini, men tað irriterar, at røddirnar skulu vera so poleraðar og sukurpoppaðar. Sangarin syngur sum so rættiliga væl, men síðan allar hinar røddirnar á fløguni hava vocoder effekt, hevði tað verið uppá sítt pláss, eisini at havt tað her. Líkasum fyri at hava eitt felags tema fyri røddirnar.

Eisini varðar endalagið “Too Long” heilar tíggju minuttir, og er tað í so langt fyri eitt lag, ið skal enda eina fløgu. Í staðin fyri at vera væl svingandi og íoyrafallandi, gerst tað troyttandi og monotont. Tað gerst heilt einfalt “too long”!
Tó so, Daft Punk gera í grundini tónleik, ið ein skal dansa til, so kanska er alt hetta gjørt við vilja, frá teirra síðu. Í staðin fyri at gera ein stillan og penan enda, sum flestu “lurtifløgur” hava, velja teir at gera ein lívligan og langan enda, ið fólk kunnu dansa til, “í tað óendaliga”.

Hetta er sum áður nevnt ein rættiliga óvanligur bólkur, og er “Discovery” á sín hátt ein óvanlig fløga. Tá tú keypir hana, fært tú eitt laminerað plastikk kort við í húsanum. Á kortinum stendur eitt loyniorð, ið loyvir tær inn á www.daftclub.com.“Daft Club” er internet baseraði fjepparaklubbin hjá bólkinum, har tú kanst downloada tónleik og annað gott. Eitt áhugavert hugskot frá einum áhugaverdum bólki.

Tað er stuttligt, at tað skulu finnast slík sermerkt tónleikafyribrigdi sum Daft Punk, ið gera eksperimenterandi og óvanligan tónleik, og sum samstundis hitta stórt um alla verðina. Heitið á fløguni lýsir hetta væl. Tónleikurin er bæði “disco very” (øgiliga disco!), og eisini eitt “discovery” (ein uppdaging, ein rannsóknarferð).

Eg vil siga, at“Discovery” er ein rættiliga góð fløga, við onkrum lítlum skuffilsi, ið ein tó kann liva við. Okkum tørvar fjølbroyttan tónleik og fjølbroytt ljóð, og tað eru Daft Punk so avgjørt við til at skapa.
Hvørjar eru so viðmerkingarnar tólv ár seinni? Her eru onkrar:

Eitt er at robott hjálmarnir komu faktiskt ikki fyrrenn við Discovery plátuni. Áðrenn tað var tað ymiskar maskur, t.d. klovna og djóra maskur.

Orðavalið er stuttligt: brúki "electronica" heldur enn "techno" og "house" - "electronica" var eitt nokkso "in" hugtak tá...

"fresandi gittar solo" er faktiskt "fresandi synth solo", men poengið hjá Daft Punk er allarhelst at tað skal ljóða sum eitt sindur av báðum. Tað ljóðar fresut, yvirdrivið og stuttligt óansæð...

Hóast eg nevni tað eitt sindur, so spæla samplingarnar nógv størri leiklutir, enn eg var tilvitaður um tá. Nógv er nettupp samplað og bygt rundanum um samplingar.

Cher'sa 'Believe' var faktiskt autotune heldur enn vocoder :)

Mest leirvíkingaligi setningurin: "Heildarupplivilsið av fløguni má sigast at vera rættiliga gott. Hon svingar ordiliga væl, og fær teg at nikka nógv við høvdinum. Tey, ið duga at dansa, fáa allarhelst eisini góðan hug, at fara uppá gólv."
Stuttligt :) Nú á døgum havi eg einki ímóti at dansa um tað er góður tónleikur, t.d. Daft Punk!

Eg haldi ikki longur at tey bæði síðstu løgini eru keðilig og/ella vánalig. Discovery er ein av teimum plátunum, ið bert gerst betri og betri fyri hvørja lurting. Í dag haldi eg at øll plátan er super hamrandi feit, og ein varði innan populertónleik í 00'unum. Gjørdist eisini alsamt størri Daft Punk fjeppari eftir ummælið, og tók bæði Homework og Human After All til mín, tá eg byrjaði at diska í 2006. Tron: Legacy soundtrackið var eisini stuttligt, nettupp tí tað var so retro/konservativt og á tremur við referansum til eldri sci-fi soundtracks. Random Access Memories má eg fara at siga okkurt um seinni, tá hon hevur verið ordiliga til sodningar.

Sum heild skilti eg (tíbetur) nøkur ting nokkso væl afturi í 2001, og er tað bara at fegnast um. T.d. at talan er um dansitónleik, og at hatta við blandingini av tí gamla (disco) og tí nýggja (sci-fi popp o.s.fr.). Á dú, á dú!

Comments