Talgildi húsin til 'Eg sigi ja' staklagið hjá maður:glotti. |
Eitt fangandi lag, ið kom út her við ársbyrjan, er 'Eg sigi ja' hjá DIY kult duo'ini maður:glotti. Bólkurin, sum hevur verið virkin í góð 30 ár, hevur annars ikki givið út nýtt tilfar síðan Land í 2008. Tá spældi hann eisini eina minniliga konsert á G! Mini, har eitt annað forkunnugt upplivilsi var trash-drag showið hjá Dennis Agerblad í Grundini – eitt garrvilt tiltak.
Bólkurin, ið er við til at mynda føroyska útisetapallin, er mannaður av Terja Krossteig og Robin Ova Tolfsen/Dennis Agerblad, sum hava samstarvað um tónleik síðan 1988. Teir hava áður givið út fløgurnar Sum (1997), Nakin (1999) og Land (2008).
Nýggja staklagið Eg sigi ja er ein heiður til individualitetin og dirvið at taka síni egnu val í einum samfelagi, ið ofta kann vera snævurskygt og avmarkandi. Teksturin lýsir upplivingar av at vera øðrvísi í Føroyum seinast í áttatiárunum – ein tíð, ið var nógv øðrvísi enn í dag.
Sjónbandalagið, sum er skapað við vitlíkisgenereraðari tøkni, vekir óivað deildar meiningar. Tað spælir við stereotypur, bæði samfelagsligar og náttúrulýsingarligar. Myndevnini, har NEI sveimar millum fjøllini, áðrenn JA rísur upp úr sjónum afturvið staðfestingini í niðurlagnum: "Men í dag, sigi eg ja", eru serstakliga sterk. Eins hugtakandi er blákollan, ið sveimar upp til himmals við einum transendentum dámi.
Mentanarstríð í einum broytandi samfelagi
Politiska togtoganin millum høgra og vinstra, konservativ og progressiv virðir, er ein fastur táttur í einum og hvørjum veruligum demokrati. Tó tykist polariseringin bert vaksa, og gjáirnar gerast djúpari. Vit skulu kunna rúmast her øll – hvussu torført kann tað vera?
Føroyska samfelagið hevur fyrr verið munandi meira einsrættað og afturlatið enn í dag. Summi mentanarlig rák hava ongantíð fingið fastatøkur her, meðan onnur eru komin seinkað.
Til dømis fekk punk ongantíð veruliga fótafesti í Føroyum, hóast tað í Íslandi gjørdi innrás longu í 1980-81, sum heimildarfilmurin Rokk í Reykjavík (1982) skjalfestir. Ikki fyrr enn við 200 og seinni Joe & The Shitboys síggja vit punkorkestur, ið veruliga geva sítt politiskt lødda íkast til eitt lokalt umhvørvi.
Modernisman var eisini sein at fáa fastatøkur her. Tað er ikki fyrr enn við Ingálvur av Reyni í 1961, at vit síggja fyrsta føroyska modernistiska listamannin. Fyrri helmingur av 20. øld var merktur av tørvinum at byggja nakað upp heldur enn at bróta niður – og fyri avantgarde-rørslur er tað ein treyt at hava nakað at taka støðu til.
Útisetar og mentanarligar forskjótingar
Ein annar áhugaverdur spurningur er, hví tey meira radikalu listafólkini ofta eru útisetar. Tóroddur Poulsen, ið var punkari á yngri árum, hevur verið ein av teimum fáu avantgarde-røddunum í føroyskum yrkingum. Filmleikstjórin og yrkjarin Katrin Óttarsdóttir hevur somuleiðis identifiserað seg við punkmentanina. Bæði hava tey búð í Danmark – sum mong onnur, ið hava verið í listarligari mótstøðu við føroyska mainstreammentan.
maður:glotti eru eitt týðandi dømi um eina útisetarødd, sum hevur havt ávirkan á føroyskan tónleik og list. Teir hava slóðað fyri elektroniskum DIY-tónleiki á føroyskum og eru við til at víðka markini fyri, hvat føroyskur tónleikur kann vera.
Í dag er føroyska mentanarlívið nógv meira fjølbroytt enn fyrr. Metal kom til Føroya í 90'unum, okkurt sum helst eisini kann setast í samband við fíggjarkreppuna fyrst í 90-unum. Seinnu árini hava vit sæð ein nýggjan rapp- og hiphoppall taka seg upp, og hóast ein háaktuell bygglistalig verkætlan tykist nostalgiskt heft at 90'unum, so eru føroysku listagreinirnar og submentanirnar vornar alsamt fjølbroyttari.
Mentanarstríð í 100 ár
Føroyska mentanarsøgan hevur sínar dystir og togtoganir. Mentanarstríðið millum tað gamla og nýggja er ikki nýtt – tað hevur verið ein sannroynd í minst 100 ár. Longu í 1920-unum kom jassur til Føroya samstundis sum aðrastaðni. Havnar Jassorkestur spældi í 1923, og Jazzband Triumf kom í 1926. Tó vóru tað ikki øll, ið tóku væl ímóti nýggja tónleikinum.
Í Sosialinum hin 2. august 1927 verður lýst, hvussu eitt jazzorkestur spældi í Klubbanum á Ólavsøku, og gjøgnum opnu vindeyguni ljómaði hesin tónleikur út á gøtuna. Hetta fall ikki í góða jørð hjá konservativum kreftum, og Jóannes Patursson savnaði ein bólk av fólki at dansa føroyskan dans í skúlagarðinum fyri at yvirrøða "tam-tam-kling-klang" ljóðini frá jasstónleikinum.
Lýst verður hvussu tey slóu ring og fóru í holt við eitt av gomlu vøkrum kvæðunum;
“Hr. Patursson synger for og Kædens Deltagere, der bliver flere og flere, synger med. Kraftig klinger Versenes Omkvæd i den stille Sommernat. Tonerne overdøver Jazz-Musikken. Og i denne “Kulturkamp” har Hr. Patursson absolut vort Sympati. Det er en sund og stærk Livsglæde over den Flok, der danser i Skolegaarden.”
Slík mentanarstríð hava endurtikið seg í Føroyum gjøgnum øldina. Í 1970- og 80'unum var alt umhvørvið rundanum Perluna í Vágsbotni eitt miðpunkt fyri eitt nýtt og dramatiskt mentanarstríð, ið fekk eina heldur varisliga viðgerð í Minnist tú enn? sendirøðini.
Og í dag? Tað er framvegis munur á, hvat fær undirtøku og stuðul, og hvat verður hildið at vera ov radikalt.
Aftur til maður:glotti
Miðskeiðis í hesum longu mentanarligu stríðslinjunum, kemur maður:glotti við 'Eg sigi ja' – eini staðfesting av, at tey, sum fyrr kundu kenna seg undir kúgan, nú taka orðið og siga: Í dag, sigi eg ja.
Bólkurin hevur uppiborið størri viðgerð, og tað verður spennandi at síggja, um eitt nýtt album er á veg. Vitja heimasíðuna hjá maður:glotti her.
Comments
Post a Comment