4/23/14

Áðrenn alt fer upp í talgildan royk

Var mær ein túr framvið M&M Music & Movies í Dr. Jakobsensgøtu í dag. Handilin letur aftur for good tann 14. juni, og hevur í tí sambandi útsølu, har alt fer fyri hálvan prís. Hálvtrýss prosent, so segði hann, avsláttur.

Ætlanin var gamaní at hyggja pláturnar ígjøgnum, og vita um okkurt áhugavert mundi vera eftir, men fløguhyllarnar fangaðu eygað. Einamest tí eg minnist at hava hugt tær í gjøgnum áður. Har stendur mangt og hvat, og nógv av tí er bæði gott og forkunnugt. Tað mesta er brúkt, men sumt er nýtt.

Tað er við at vera ein farin tíð. Hetta at leita sær innar í ein fløguhandil*, og kanna eftir hvat stendur á hyllunum. Møguliga fara útaftur við fongi. Í mínum føri gjørdist tað til fýra útgávur; eitt gott bland av obskuritetum og ráritetum. M.a. heili tvey soundtracks, ið eg havi ynskt mær síðani fyrsta dagin, men ongantíð kom fram á í teimum døgum, tá fløguhandilsvitjanir vóru regluligar.

Fari her stutt at siga okkurt um tær fýra útgávurnar, ið komu við til hús:

Organisation: Tone Float (1970, áðrenn Kraftwerk).
Eigi hesa útgávuna á LP, men hon er somikið forkunnug, at eg tími at hava hana á fløgu eisini. Organisation var ikki nakar seiglívaður bólkur, og er í dag mest kendur fyri at telja Ralf Hütter og Florian Schneider-Esleben millum limirnar. Teir báðir stovnaðu Kraftwerk stutt eftir at Organisation fóru hvør til sítt. Tone Float var innspæld í 1969, og ljóðar eisini hareftir: abstraktur sýrurockur við jazz ískoytum. Nú á døgum gongur tað undir øgiliga breiða paraply heitinum "krautrock". Fløgan er útgivin á "Crown Records" í 1996, og eg skal ikki siga tað fyri vist, men eg havi varhugan av at talan er um bootleg (sum er kul).
Bruce Springsteen: The Ghost of Tom Joad (1995, Japanese Vinyl Mini Replica Limited Edition).
Ein góð The Boss pláta frá 90'unum. Hon rakti eina nerv onkursvegna. Hetta við at leita aftur til Steinbeck og Grapes of Wrath og dust bowl og Woody Guthrie og tað. Eitt, ið ger hetta til eina serliga plátu fyri meg, er at hon er mastra av Dave Collins í A&M Mastering Studios í Los Angeles. Sami Dave Collins hevur mastrað plátuna hjá Tuxedo Rebels, ið kemur út um skamma stund. Tað gerst ikki minni stuttligt av at akkurát hetta eintakið er "made in Japan". Stórbært!
Dead Man Walking Soundtrack (1995, her í legacy edition serútgávu inkl. DVD).
Bruce Springsteen er eisini við her, umframt Eddie Vedder, Johnny Cash, Tom Waits, Patti Smith, Nusrat Fateh Ali Khan og onnur góð fólk. Filmurin gjørdi stórt inntrykk, og eg minnist at vit dyrkaðu soundtrackið. Eg lænti fløguna frá onkrum vinmanni, men av onkrari orsøk kom eg ongantíð fram á hana í nøkrum fløguhandli. Nú er hon so her, enntá í "legacy edition" við DVD fløgu afturat. Har er ein Dead Man Walking - the concert á. Gleði meg at hyggja og lurta.

O Brother Where Art Thou? Soundtrack (2000).
Enn ein filmur, ið man hevur dyrkað nógv. Coen brøðurnir brilliera sum filmmakarar, og T-Bone Burnett brillierar sum soundtrack prodúsari. Soundtrackið vakti ein nýggjan áhuga fyri amerikonskum fólkatónleiki, og tað er einki løgið í hesum, tí tað er á tremur við fantastiska góðum og hjartanemandi tónleiki. Her er sama søga: eg kom ongantíð framá fløguna fyrrenn nú.

-----------

Tey siga, at nú skal alt ganga fyri seg talgilt. Man skal allarhelst stroyma, og kanska downloada (um man er grammur). Tað er gamaní hent, men eg loyvi mær at ivast í um tað er ein nøktandi háttur at finna og njóta tónleik. Hvat við skjalfestingini? Hvat verður av øllum, tá tú hevur lurtað og hugt eftir tí? Hvør goymir okkara talgildu minni?  (Jú jú, Elsebeth Mercedis og løgmaður og NSA, men eg meini við tey minnini, ið hava týdning).

Tá eg fyri tíð síðan skrivaði á Facebook, at orsøkin til at eg ikki tími Spotify er at tað er tónleikur sum kranavatn, komu ymiskar reaktiónir. Onkur nevndi tøkniligt arbeiðsloysi og luddittar, og undirstrikaði fáfongdina í at setast upp ímóti tøkniligum nýbrotum og teim broytingum, ið tey føra við sær. Hetta er sjálvandi rætt, men eg haldi at tað eru fleiri aspekt í tí. Í førinum við tónleiki  eru í stuttum tríggjar síður av sakini: arbeiðshættir/marknaður, tøkni og estetikkur. Tøknilig nýbrot føra við sær broytingar í arbeiðishátti og marknaði; í útbreiðsluni av tónleiki, og tað er alt í lagi við tí. Men eitt framstig innan arbeiðshættir og markna, er ikki neyðturviliga eitt estetiskt framstig. Hvørt talgildingin av tónleikinum er eitt estetiskt fram- ella afturstig, tað er spurningurin. Hann hongur enn í luftini, og verður óivað hangandi í komandi tíðum. Fyri tað er tað vert at reflektera yvir og tosa um.

Sum sagt letur Music & Movies aftur t. 14. juni, og eigarin flytir av landinum. Eg veit ikki nær vit fara at síggja ein slíkan special/2nd hand handil aftur í Havnagøtum, um nakrantíð. Um tú hevur minsta áhugan fyri tónleiki og filmi á fysiskum miðlum, so er at stinga høvdið innum áðrenn latið verður aftur fyri síðstu ferð. Kanska onkur dýrgripur verður funnin, áðrenn alt fer upp í talgildan royk.
Inner sleeve til Organisation: Tone Float
Baksíða á Organisation: Tone Float (ferðslu keylan til vinstru indikerar at hetta er pre-Kraftwerk, í og við at báðar tær fyrstu Kraftwerk pláturnar hava ávikavist eina reyða og grøna ferðslu keylu á húsanum. Klistrimerkið niðast til høgru indikerar nakað, ið verður søga fyrsta dagin. Hvør skjalfestir minnini?)


*Her stóð "plátu/fløguhandil" áður, men eg broytti tað til "fløguhandil", tí pláturnar munnu í framtíðini fara at hava betri sømdir enn fløgurnar.

No comments:

Post a Comment