Phil Spector Uncut (Mono 1:4)

Phil Spector í upptøkuhølinum í 60'unum. Cher í bakgrundini. Mynd: Getty Images.
Í heyst var eg vertur í fýra Mono sendingum í ÚF. Evnið var "prodjúsara pionerar í 20. øld". Sendingarnar vóru hálvan tíma til longdar, so ikki vóru stundir at hava alt við, ið ein kundi hugsa sær. Tí havi eg sett saman playlistar, ið kunnu økja um fatanina av teim ymisku prodjúsarunum. Eisini eru nakrar reglur skrivaðar um løgini her á blogginum.

Fyrsta sendingin snúði seg um Phil Spector, og 5 týðandi løg hjá honum vóru spæld. Playlistin inniheldur tilsamans 17 løg frá tíðarskeiðnum 1958-1980, og er hugsaður sum eitt ískoyti til sendingina, so viðmælt verður øllum at geva henni eitt lurt eisini. Gerið so væl!



Sangir við einari * aftanfyri eru við í sendingini.

The Teddy Bears: 'To Know Him Is To Love Him' (1958)*
Fyrsta hittið, ið Spector skrivaði. Innspælt av hansara fyrsta bólki The Teddy Bears.

Ben E. King: 'Spanish Harlem' (1960)
Co-skrivaður av Phil Spector og Jerry Leiber og produseraður av Jerry Leiber og Mike Stoller.

The Crystals: 'He's a Rebel' (1962)
Sungin av gentubólkinum The Crystals, skrivaður av Gene Pitney og produseraður av Phil Spector. Eitt tað fyrsta dømið um "girl group" stílin, ið Spector menti í 60'unum. Tó var produktiônin ikki reiðiligt wall of sound enn. Tað kom árið eftir.

The Crystals: 'Da Doo Ron Ron' (1963)
Millum fyrstu wall of sound produktiónirnar hjá Phil Spector. Co-skrivaður av Spector, Jeff Barry og Ellie Greenwich.

The Ronettes: 'Be My Baby' (1963)*
Ein definitiv wall of sound produktión hjá Spector og eisini eitt av størstu hittunum frá hansara hond. Sungin av The Ronettes og co-skrivaður av Spector, Jeff Barry og Ellie Greenwich.

The Crystals: 'Then He Kissed Me' (1963)
Eisini ein megnar popp perla frá sama ári. Somu sangskrivarar og sami prodúsari.

The Ronettes: 'Baby, I Love You' (1964)
Spector hevði nøkur gylt ár í 60'unum. Somu sangskrivarar og sami prodúsari.

The Rigtheous Brothers: 'You've Lost That Lovin' Feelin'' (1964)*
Ein klassikari og sum skilst mest spælda staklag í amerikonskum fjølmiðlum nakrantíð. Spector, Barry Mann og Cynthia Weil co-skrivaðu, Phil Spector produseraði.

The Rigtheous Brothers: 'Unchained Melody' (1965)
Meira gull frá The Rigtheous Brothers. Sangurin var skrivaður í 1955 av Alex North (lag) og Hy Zaret (orð). The Rigtheous Brothers útgávan, ið Spector framleiddi, er tann kendasta.

The Ronettes: 'When I Saw You' (1966)
Ein stórfingin ballada, ið var millum síðstu løgini, ið Spector produseraði fyri The Ronettes, áðrenn hann tók ein longri steðg frá tónleikinum.

Ike & Tina Turner: 'River Deep Mountain High' (1966)
Spector metti, at hetta var hansara besta verk yvirhøvur, men hvat hittlistaplaseringum viðvíkur, gjørdist lagið eitt stórt flopp. Hetta var byrjanin til ein longri steðg frá øllum tónleikaligum virksemi.

The Beatles: 'The Long And Winding Road' (1970)
Tað tók fýra garpar úr Liverpool at fáa Spector í gongd aftur. Hann slapp, sum tann einasti útyvir George Martin, at sita í prodjúsarastólinum á Let It Be (1970).
 
John Lennon: 'Mother' (1970)
Tá Beatles góvust hevði tað eina forloysandi ávirkan á teir sum solo artistar. John Lennon reageraði við at innspæla hina spartansku og ikki so lítið sjálvbiografisku Plastic Ono Band saman við Spector og co. Ein Yoko Ono pláta við sama heiti var eisini útgivin sama ár. Spennandi tíðarskeið.

George Harrison: 'All Things Must Pass' (1970)*
Vakra heitislagið av teirri trídupultu (!) Harrison solo plátuni All Things Must Pass. Eftir at bitlarnir vóru farnir hvør til sítt, hevði Harrison nógv uppá hjartað, og Spector stýrdi skútuni úr prodjúsarasessinum.

George Harrison: 'Let It Down' (1970)
Eitt annað frálíkt lag av All Things Must Pass er hitt stórfingna 'Let It Down'. Wall of sound fyri fullum útblástri, tó eisini friðarligt í løtum. Ikki óhugsandi, at Jason Pierce úr Spiritualized hevur heintað fitt av íblásturi higani.

John Lennon & Yoko Ono: 'Happy Xmas (war is over)' (1971)*
Lennon líkaði prodúsaraevnini hjá Spector, og teir samstarvaðu í fleiri umförum, eitt nú á hesum kenda jólaslagaranum.

Dion: 'Born To Be With You' (1975)
Dion gjørdist kendur sangari í 50'unum, um somu tíð sum Spector gjørdi vart við seg saman við The Teddy Bears. Í 1975 samstarvaðu teir um plátuna Born To Be With You, ið floppaði totalt. Tó hevur hon seinni fingið kultstatus millum tónleikarar sum áðurnevnda Jason Pierce úr Spiritualized og Bobby Gillespie úr Primal Scream. Plátan er eisini stak hugtakandi; wall of sound produktión við 70'ara ljóðgóðsku.
Bonus trivia: Dion skuldi við á vanlukkuliga flogtúrin, ið tók lívið av Buddy Holly og Ritchie Valens, men meldaði avboð, tí hann hevði ikki ráð at gjalda ferðina.

Leonard Cohen: 'Don't Go Home With Your Hard-on' (1977)
Hin annars so Zen pastorali Cohen tveitti allar hemningar fyri borð á Death of a Ladies' Man frá 1977, og Spector veitti spektakulera wall of sound produktión. Á 'Don't Go Home With Your Hard-on' syngja Bob Dylan og Allen Ginsberg kór. So verður tað neyvan betri.

The Ramones: 'Do You Remember Rock'n'Roll Radio?'(1980)
Samrenningin milllum The Ramones og Phil Spector er uppløgd. Hon hendi eisini á End of the Century frá 1980. Hin frálíki 'Do You Remember Rockn'n'Roll Radio?' er fyrsta skering og var eisini givin út sum stakpláta.

(Phil Spector: Back To Mono bokssettið er av onkrari orsøk ikki tøkt á Spotify. Tí eru 'You've Lost That Lovin' Feelin'', 'Unchained Melody' og 'River Deep Mountain High' ikki mono men "mono til stereo" versiónir).

Joe Meek Uncut (Mono 2:4)
Lee "Scratch" Perry Uncut (Mono 3:4)
Martin Hannett (Mono 4:4)

Phil Spector við pultin. Mynd: Michael Ochs Archives/Getty Images.

Comments