3/20/15

Tá Blur spældu í Føroyum

Damon Albarn úr Blur live í Høllini á Hálsi 27. aug. 1997. Stakmynd úr Nirdst í Nordri: Blur.
"This place is weird man. It's weird! It's like the jungle, only there is no trees. It's a jungle without trees!"
-Alex James, bassleikari í Blur, um Føroyar anno 1997.

Herfyri kom eg onkursvegna í tankar um Blur konsertina í høllini á Hálsi í Havn í 1997. Hugsaði við mær sjálvum, at har átti at ligið okkurt á netinum frá teirri konsertini. Googlaði "blur faroe islands" og sí: íslendski heimildarfilmurin Nirdst í Nordri: Blur, ið lýsir konsertferðina í Føroyum, Grønlandi og Íslandi í '97 kom undan kavi (filmurin er lagdur inn niðanfyri). Havi aldrin hoyrt um filmin áður. Upptøkur eru frá konsertini í høllini á Hálsi. Áhugavert at síggja aftur.

Eg var 17 ár tá og havi framvegis konsertplakatina liggjandi onkustaðni. Vit fóru nakrir til Havnar á konsert og settu okkum á ein bonk aftast at lurta eftir Mold, ið hitaðu upp. Minnist at Niclas Thorsteinsson vinklaði 'Back To London' til bretska upprunan hjá Blur. Eisini spældu teir eina góða versión av 'Burning Love' hjá Elvis, har Niels stóð seg væl við falsett kóri. Hetta var, so segði hann, áðrenn gimpin, so man var eitt sindur ovfarin.
Damon Albarn (t.v.) og Graham Coxon (t.h.). Stakmynd úr Nirdst í Nordri: Blur.
Blur komu síðan á pallin, men vit vóru sitandi. Tað skuldu tó ikki nógvar strofur av 'Beetlebum' til, fyrrenn eg brádliga stóð frammarliga og var púra vekk. Hevði eina instinktiva uppliving av at hetta var kul, rátt og ófantaligt. Tað, ið øll mintust frá konsertini var, at Damon Albarn hevði sagt, at føroyska ølið smakkaði av pissi. Tað fekk eg ikki við. Eg helt bara at teir rockaðu. Annars frættist tað frá afterparty'num uppi á Hotel Føroyum, at nógvar føroyskar gentur høvdu leita sær kjans, men Damon Albarn og Alex James endaðu við at fríggja við hvørjum øðrum. Havi altíð sæð hetta sum ein væl meira lemjandi kritikk av føroyska úrvalinum enn hatta við ølinum...
Blur live í høllini á Hálsi 27. aug. 1997. Stakmynd úr Nirdst í Nordri: Blur.
Alex James greiðir í filminum frá, at hann var "freakaður út", tá hann fann útav at føroyingar drepa grind. Hann setti seg í samband við Greenpeace, og fann síðani útav, at "einki veksur í Føroyum". Heldur ikki epli (!) Hann resonerar seg síðani fram til, at tað má vera í lagi at vit drepa grind, eftirsum vit einki annað fáa til matna. Fitt!

Út frá filminum tykjast limirnir í bólkinum annars rættiliga óeydnusamir um hetta mundið, og okkurt bendir á, at Føroyar og Blur ikki synkaðu serliga væl. Kanska vóru teir skuffaðir av, at tað ikki var nóg eksotiskt, og tá teir koma til Grønlands tykist hýrurin eisini at batna. Ein skal minnast til, at post-britpop niðurtúrurin hjá Blur var byrjaður aftaná útgávuna av fjóru plátuni The Great Escape í 1995.

Fimta útgávan Blur kom í februar 1997 og innihelt stórhittið 'Song 2', umframt løg sum 'Beetlebum' og 'On Your Own', ið eisini vóru nógv spæld á MTV. Á útgávuni fluttu teir seg frá reindyrkaða britpop úttrykkinum yvir ímóti alternativum amerikanskum rocki s.s. Pavement og Sonic Youth. Eg lurtaði sera nógv eftir teirri útgávuni tann tíð tað var. Blur var partvíst innspæld í Íslandi, og tað var aftaná tað uppihaldið at teir fingu hugskotið at gera eina túring í útnorðuri.
"Blaðmannafundur" í Havn áðrenn konsertina. Stakmynd úr Nirdst í Nordri: Blur.
Á pressufundinum í Grønlandi verður Damon Albarn spurdur hvussu konsertin í Føroyum gekk, og hann svarar, at tað var sum tá teir vóru yngri og spældu konsert á skúlanum har teir gingu. Um eg hevði hitt hann, so hevði eg greitt honum frá hugtakinum "at spæla til dans", og sagt, at var faktiskt hetta teir gjørdu í høllini á Hálsi. Tað gjørdi man fyrr í Føroyum. Man spældi ikki konsert, man "spældi til dans". Tað broyttist tó skjótt og í dag eru konsertir jú gerandiskostur. Sumt broytist til tað betra. Takk og lov fyri tað.

Ein pressufundur er eisini í Føroyum áðrenn konsertina á Hálsi. Jákup Magnussen roynir at gera samrøðu við bólkalimirnar, men stemningurin er løgin og tá Graham Coxon fer flennandi avstað tykist fundurin liðugur áðrenn tíð. Spurt verður tó inn til Amerikutúrin fyri framman, og tað gevur meining, tí um hetta mundið áttu Blur enn til góðar at sláa ígjøgnum í USA. Áðurnevndi 'Song 2' gjørdist gjøgnumbrotið hjá Blur á amerikanska marknaðinum. Sig so tað.

Alex James hevur eina speiska viðmerking um Status Quo, og tað gevur somuleiðis meining, tí tann bólkurin spældi eisini í Føroyum um somu tíð sum Blur. Eg minnist at hava kjakast við ein enskan tónleikalærara, ið búði í Føroyum í 90'unum, um hvørt Blur konsertin ella Status Quo konsertin var best. Vit sótu nakrir í grillbarrini í gamla Statoil í Leirvík. Hann hevði verið til Status Quo og eg hevði verið til Blur. Har var eingin kjansur fyri semju, men ein stuttlig løta og eitt spennandi kjak.



Í byrjanini av filminum lýsir Damon Albarn seg sjálvan sum ein "explorer". Ein rannsóknarfara. Hann hevur so, í øllum førum tónleikaliga, gjørt sítt til at livað upp til heitið. Tá Blur fóru í steðg miðskeiðis í 00'unum, var Albarn longu farin í holt við virtuella tónleikabólkin Gorillaz saman við teknaranum Jamie Hewlett. Eisini var hann sangari á plátuni The Good, the Bad & the Queen hjá ónevnda superbólkinum, ið umframt Albarn taldi Tony Allen, Paul Simonon og Simon Tong. Í fjør kom fyrsta solo plátan hjá Albarn, Everyday Robots. Havi upplivað frálíkar konsertir á Roskilde Festival við Gorillaz í 2010 og Damon Albarn v. bólki í fjør.

Nú frættist so, at Blur eru komnir saman aftur og nýggj pláta er í umbúna. Áttanda Blur útgávan The Magic Whip kemur út 27 apríl, og nýtt lag higani ('There Are Too Many of Us') er kunngjørt í dag. Hevði verið stuttligt at sæð teir aftur live. Hví ikki í Føroyum? livst so spyrst.

Settlistin í Høllini á Hálsi 27. Aug. 1997:

1. Beetlebum
2. M.O.R.
3. Movin' On
4. Stereotypes
5. Badhead
6. Country Sad Ballad Man
7. She's So High
8. To the End
9. Popscene
10. Chinese Bombs
11. Advert
12. Coping
13. Death of a Party
14. Girls & Boys
15. The Universal

Eykaløg:
16. Theme from Retro
17. On Your Own
18. Parklife
19. There's No Other Way
20. I'm Just a Killer for Your Love
21. Song 2

No comments:

Post a Comment