3/30/15

Underworld live í París

Underworld á Casino de Paris. Foto: Solveig H. Olsen.
Nú eitt kvøldi vóru vit og lurtaðu eftir Underworld á spælistaðnum Casino de Paris. Eitt frálíkt og hugtakandi gamalt spælistað, hvørs søga røkkur heilt aftur til 18. øld. Núverandi hølið tók skap í 1910'unum, og í nýggjari tíð hava tey fingið eitt sannførandi PA anlegg installerað. Hetta kundu vit staðfesta fyri nøkrum vikum síðani, tá FKA twigs framførdi á staðnum, og subbassurin fór vibrerandi gjøgnum mønu og merg.

Underworld framførdu alla Dubnobasswithmyheadman (1994) í samband við at plátan fylti 20 ár í heyst. Talan er um eina av definitivu elektronisku útgávunum úr 90'unum, ið virkar sum sambindingarliður millum raddargrundaða sangskriving og dansigólvsins hypnotisku house og techno rútmur. Húsin er ein søga fyri seg, og var sniðgivin av bretska art design kollektivinum Tomato, ið m.a. taldi limir úr Underworld. Visuella síðan av konsertini var einføld: bólkaheitið, plátuheitið og skiftandi sangheiti upplýst við lýsandi stavum á bakteppi.

Karl Hyde treiv í gittaran. Foto: Solveig H. Olsen.
Fyrst var øll plátan spæld í raðfylgju og síðani úrvald stakløg frá sama tíðarskeiðið. Rosinan í pylsuendanum var slagarin "Born Slippy .NUXX", ið sum kunnugt gjørdist stórhitt umvegis soundtrackið til Danny Boyle filmin Trainspotting (1996). Upptøkan niðanfyri er filmað av youtube brúkaranum Zan Grindcore, ið stóð á balkongini vinstrumegna. Vit stóðu á gólvinum mitt í mannamúgvuni og huglagið var euforiskt.



Núverandi manningin í Underworld telur tríggjar mans. Tó vóru teir bert tveir á palli: Karl Hyde á sang og streingjaljóðføri og Darren Smith á elektroniskar dimsar. Sum skilst stóð triði bólkalimurin Rick Smith har afturi við ljóðpultin og diggaðist. Tað er nørding í øðrum potensi, og ljóðið var eisini óalmindiliga gott. Røddin klár og djúp, elektroniski vevnaðurin sublimur og bassurin monumentalur.

Summi vilja vera við, at plátan sum hugtak er útdoyggjandi í okkara tíð. Tað kemst tó ikki uttanum, at plátan - albummið - hevur verið tónagevandi listarligur miðil og ljóðberi í 20. øld, og ikki er líkt til at hon fer nakran veg í bræði. Tað er eitthvørt pedagogiskt og siðmennandi yvir hesum, at framføra eina heila plátu úr enda í annan á konsert. Kærkomið í eini tíð við agnklikkjandi skundnøktan og alsamt minkandi gætisspenni.

Karl Hyde treiv eisini í bassin. Foto: Solveig H. Olsen.
Plátan Dubnobasswithmyheadman er annars sum heild róligari enn áðurnevndi 'Born Slippy .NUXX', og lagið hoyrir í prinsippinum til tíðarskeiðið kring næstu útgávuna Second Toughest In The Infants (1996). Eisini ein góð útgáva, men hesuferð verður tann fyrra umrødd. Dubnobasswithmyheadman er serstakliga hugfangandi og hóskar seg til oyrabúffar eins væl og dansigólv. Alt eftir tørvi. Er við hesum viðmæld.

Sí annars fleiri myndir her.



Menn bukka og takka fyri seg. Vit takka somuleiðis. Foto: Solveig H. Olsen.

No comments:

Post a Comment