6/22/16

Tankar um Tony og Sabbath

Einaferð í fyrndini - t.e. í farna ártúsund tá eg var tannáringur - gjørdi eg ein lista yvir yndis gittarleikarar. Tá hevði eg spælt gittar í nøkur ár. Minnist meg rætt, komu Jimi Hendrix, Kurt Cobain, The Edge, Jonny Greenwood, Kevin Shields og Tony Iommi á listan. Jimi og Kurt eru farnir í annað ljós, og hinar havi eg í flestu førum sæð live. The Edge við U2 í  Keypmannahavn 2005, Helsinki 2010 og Dublin 2015 (tvær konsertir). Jonny Greenwood við Radiohead í Keypmannahavn 2000 og á Roskilde 2008 (Ed O’Brien er eisini ein góður gittarleikari í Radiohead, men Jonny hevur altíð havt hatta flogvitskenda yvir sær). Kevin Shields við My Bloody Valentine á Roskilde 2008 og í Store Vega, Keypmannahavn 2013.

Teir, ið enn eru á lívi havi eg sostatt sæð og hoyrt live. Uttan Tony. Hann hevur manglað. Nú er heilsan hjá honum farin at bila somikið nógv, at aktuella konsertferðin hevur fingið heitið "The End". Hann hevur verið í viðgerð fyri krabba, og drúgvar konsertferðir slíta ov nógv uppá heilsuna. 
Hetta er sostatt farvæl til túrlívið, og síðsta konsertin verður í heimbýnum Birmingham í februar næsta ár. Áðrenn tað verða tó fleiri aðrar konsertir, m.a. ein á Copenhell komandi vikuskiftið, ið eg ognaði mær atgongumerki til ein dagin. Mest orsaka av Sabbath og Tony.
Black Sabbath, Deep Purple og Rolling Stones í 14. September 21. nov. 1970. Kelda: tidarrit.fo.
Tað var inni hjá Jón Tyril í Norðagøtu, at eg av fyrstan tíð fekk oyruni upp fyri Black Sabbath. Kendi eitt sindur til teir áðrenn, men tað var sum um vavið í tí, teir gjørdu opinberaði seg tá. Jón átti fløgurnar, og eg lænti onkrar teirra. Paranoid og Master of Reality. Meini so bestemt, at Sabbath Bloody Sabbath eisini kom við norður um fjals til Leirvíkar. Sabbath var ikki tað einasta, ið vit lurtaðu eftir inni hjá Jón. Jeff Buckley fekk eisini sínar fyrstu spælingar har. Ben Harper & The Innocent Criminals tað sama. Og Yes og David Byrne og alt millum himmal og jørð. Góðar tíðir.

Skjótt hevði eg ognað mær Sabbath fløgur, og sum frá leið fór eg at savna vinyl. Sabbath hava havt fleiri tíðarskeið og sangarar, men einki er at siga til, at fyrsta tíðarskeiðið við Ozzy er "urteksturin" hjá bæði Sabbath og málmi sum heild. Fyrstu seks Sabbath pláturnar eru essentiellar í so máta. Tær eru Black Sabbath (1970), Paranoid (1971), Master of Reality (1971), Vol. 4 (1972), Sabbath Bloody Sabbath (1973) og Sabotage (1975). Ørt at hugsa sær, at teir hava innspælt seks klassikarar uppá bert fimm ár. Ikki tí, har eru eisini onkrar góðar, ið komu seinni. Eitt nú Dio pláturnar Heaven and Hell (1980), Mob Rules (1981) og Dehumanizer 
(1992), umframt skítsvaka Ian Gillian plátan Born Again (1983).
Upprunaliga manningin. F.v.: Bill Ward, Geezer Butler, Ozzy Osbourne, Tony Iommi.
Til fimta og seinasta Samrøður um tónleik tiltakið í vetur var Turið Nolsøe gestur. Evnið var "Málmsmentan og málbrúk: Normar í einum normbrótandi umhvørvi". Eg legði fyri við einari framløgu um málm í søguligari sjóneyku. Vísti m.a. á, at ein felagsnevnari fyri nøvnini, ið av fyrstan tíð vóru sett í samband við tungmálm - Led Zeppelin, Black Sabbath, Deep Purple, Uriah Heep, Judas Priest, Rainbow, Motörhead, Iron Maiden, Dio - er stigvísa ella vaksandi áherðslan á tað myrku og døpru síðuna av tilveruni. Har 60’ini vóru eyðkend av blomsturbørnum, hippie dreymum og fríum kærleika, gjørdist tungmálmsrákið eitt dømi um tað øvugta: fokus á kærleika var skift út við fokus á óndskap. Tað er ikki av leið at siga, at óndskapur verður settur í talu í tungmálminum. Tað svarta, tað myrka, tað dapra, tað ófrættakenda, tað ókenda, tað ónda fær størri rásarúm - bæði tekstliga, tónleikaliga og visuelt.

Minnist, at Øssur Johannesen einaferð skrivaði eina grein ella greinarøð um onkrar av hesum bólkunum – Black Sabbath, Deep Purple, Uriah Heep og Pink Floyd eisini. Havi tíverri ikki funnið greinina fram aftur, men hann vísti m.a. á, at tónleikararnir í hesum bólkunum, ið forrestin allir eru bretskir, hoyrdu til ættarliðið, ið vaks upp í skugganum av 2. Veraldarbardaga. Teir bardust ikki sjálvir í krígnum, men páparnir hjá teimum vóru í fleiri førum soldátar, og onkur lat lív, og synirnir vóru allir ávirkaðir av umstøðunum. Hesin dapurleiki hoyrist aftur í tónleikinum. Tað er sjálvandi ein ávísur vandi í at peika á slíkar møguligar kausalitetir, men tað er kortini áhugavert at spyrja í hvønn mun søga og samfelag geva íblástur til tónleikin?

Black Sabbath koma t.d. úr enska ídnaðarbýnum Birmingham, og í søguni um Sabbath verður av og á víst á hvussu hesin býurin er gráur og dapur, og at framtíðarútlitini hjá nøkrum ungum dreingjum av arbeiðarastætt vóru einki serligt síðst í 60’unum. Har var ikki nógv flower power at hóma. Kom í hesum sambandi fram á eina útsøgn hjá Tom Morello, gittarleikara í tiltikna amerikanska rapp/rokk bólkinum Rage Against The Machine. Um dagarnar túrar hann við rapp/rokk superbólkinum Prophets of Rage, ið telur tónleikararnar úr RATM og rappararnar Chuck D úr Public Enemy og B-Real úr Cypress Hill. Um Black Sabbath segði Morello á sinni, at:

"The heaviest, scariest, coolest riffs and the apocalyptic Ozzy wail are without peer. You can hear the despair and menace of the working-class Birmingham streets they came from in every kick-ass, evil groove. Their arrival ground hippy, flower-power psychedelia to a pulp and set the standard for all heavy bands to come."

Áhugaverd útsøgn. Groovið hjá Black Sabbath ljóðar av ráu gøtunum í Birmingham, og koman hjá Black Sabbath morlaði snøgt sagt flower power psychedelia sundur. Hetta er ikki nakað eindømi um, at javnatekin verður sett millum tónleik og umhvørvi. Herfyri vitjaði eg í Mentanarcaféini, ið sendi úr Listastovuni í Miðvági. Eg var biðin um at greina Vágasound, ið Tinganest, Jóan Jakku Guttesen, Magnus á Stongum, Vágaverk, Sámal Ravnsfjall og Holgar Jacobsen eru eksponentar fyri. Eg perspektiveraði m.a. fyribrigdið til The Clash og London, Joy Divison og Manchester, reggae og Jamaika, trip hop og Bristol, kontri og Nashville og grunge og Seattle. Black Sabbath og Birmingham er eisini eitt stak viðkomandi dømi.
Tony Iommi á palli í Verona, Italia 20.06.16. Mynd av Facebook síðuni hjá Black Sabbath.
Birmingham setti í hvussu so er síni fingramerki á ljóðið hjá Tony Iommi. Bókstaviliga talað. 17 ára gamal starvaðist hann á blikkplátuverksmiðu. Á allarsíðsta arbeiðsdegnum var hann fyri einum skaðatilburði, har hann misti tað ytsta av longutong og ringfingri á høgru hond. Eftir tilburðin misti hann hugin til gittarspæl. Seinni vísti ein vinmaður honum eina plátu við gittarleikaranum Django Reinhardt. Tony dyrkaði tónleikin, og tá hann frætti at Reinhardt spældi grebini við bert tveimum fingrum orsaka av einum eldsbruna, ið honum hevði verið fyri, kom íblásturin til at halda áfram við gittarspælinum. Hann smeltaði eina sodavatnsfløsku, gjørdi sær nýggjar oddar til fingrarnar og stemmaði gittarin niður so lættari var at spæla. Av tí sama fann hann sín eyðkent tjúkka gittartóna, ið vit kenna frá plátunum.

Tony er ein riffmeistari. Tað er tað, ið mær dámar best við honum. Riffini sita altíð væl. Ofta eru tey myrk og ónd uppá tann góða mátan. Solo'irnar eru flúgvandi og leikandi lættar, men altíð við tí tunga stevinum sum botni. Blues o.a. annar svartur tónleikur er partur av DNA'num. Missisippi áin rennur út í deltaið har suðuri, og síðani tvørturum hav til Onglands. Birmingham liggur mitt inni í West Midlands økinum í Onglandi, so har heldur hav analogiin uppat. Tónlistarlig sambond vera tó knýtt umaftur og umaftur.

Vísindamaðurin í einum átti kanska at hugt við kritiskum brillum eftir eini útsøgn um, at gøturnar í Birmingham hoyrast aftur í groovinum hjá Black Sabbath. Hinvegin veit eg akkurát hvat meint verður við. Tannáringa gittarleikarin í einum kennir seg instinktivt aftur í Sabbath. Serliga á fyrstu seks plátunum. Á aktuellu konsertferðini spæla teir bert sangir av teimum fyrstu fýra. Eg giti, at Ozzy ikki longur orkar teir høgu tónarnar á Sabbath Bloody Sabbath. Tann plátan er ein varði í rokksøguni, men hon er innspæld í eini toku av kokaini, og teir minnast nóg illa at hava gjørt hana. Óansæð er tað feitt, at teir fara aftur til røturnar. Aftur til Birmingham.

Eg gleði meg til leygarkvøldið á Copenhell!
"Beat Nýtt" greinastubbi um lagið 'Paranoid' hjá Black Sabbath. 14. September 20. feb 1971. Kelda: tidarrit.fo.
Keldur:
Weinstein, Deena. 1991. Heavy Metal: The Music and Its Culture, Da Capo Press.

No comments:

Post a Comment