7/9/18

Mítt Roskilde 2018


Myndin omanfyri er "Mítt Roskilde" í plakat formi. Hetta vóru nøvnini, ið eg upplivdi. Í ár sáldaði eg nógv frá. Tað er jú við tónleiki sum við mati: fyrr ella seinni verður tú mettur, og heldur tú á við at eta, ja so fært tú vaml! Eisini kunnu logistikkur og praktiskar umstøður gera seg galdandi. Kortini gjørdist tað til 21 konsertir tilsamans (inkl. eina har eg spældi við sjálvur).

Besta konsertin: Massive Attack
Ein intens, vøkur, døpur, upplyftandi og - ikki minst - vælljóðandi konsert! Tað ljóðaði snøgt sagt ófatiliga væl. Sum heild var ljóðið suverent á Roskilde í ár, men henda konsertin á Orange seint fríggjanátt ljóðaði klíp-meg-í-armin væl! Visuelt var konsertin eisini totalt í serflokki. Hetta var eisini tað navnið sum eg gleddi meg mest til, tí eg havi ongantíð áður sæð Massive Attack live. Ein nærum perfekt konsertuppliving við einum frálíkum settlista. Tað er í lagi at droppa 'Teardrop' um Elizabeth Frasier ikki er við, tí hvør ólukkan skal koma í hennara stað? Eg meini so við: Horace fokking Andy var har. Bergtakandi konsert úr enda í annan.

Vánaligasta konsertin: Bruno Mars
Tak ikki feil: Bruno Mars er ekstremt professionellur og konsertin var "leverað" við øllum sum hoyrir til av showi og fýrverki (!) Eisini kundi eg staðfesta at túsundtals fólk rundanum meg sungu við uppá sangirnar. Men einki av tí sum gekk fyri seg flutti nakað sum helst í mær. Tað kendist tómt og fremmandagerðandi at standa har. Og so er tað forrestin fínasta slag at stjala við hond og fót frá Michael Jackson, Prince, 80'unum o.s.fr., men tú skalt sgu eisini brúka tað stolna til okkurt feitt. Tú mást leggja teg sjálvan afturat. Tað haldi eg als ikki at Bruno Mars ger. Tómar kaloriur.

Konsertir/nøvn sum eg var glaðast at síggja aftur á palli:
My Bloody Valentine - Tað var djúpt rørandi at síggja tey live á Arena seint hósnátt - 10 ár eftir at eg sá tey á sama palli í 2008 (og fimm ár eftir at eg sá tey live í Store Vega í 2013). Heilt fantastiska góð og eisini svakliga vælljóðandi konsert! Best ljóðandi MBV konsertin eg havi verið til. Verðins besta shoegaze navn - live og á plátu!
Nick Cave & The Bad Seeds - Eisini triðju ferð eg síggi teir live. Fyrstu ferð á Roskilde í 2009. Nú eru tað eini 4 ár síðani seinast, so tað var stórt at síggja og hoyra aftur. Fantastisk konsert!
Gorillaz - Somuleiðis triðju ferð eg síggi tey live. Fyrstu ferð var á Roskilde í 2010 og síðani í Royal Arena í fjør. Frálík konsert, ið fekk ein dumman enda, tá rapparin Del The Funky Homosapien datt av pallinum júst sum 'Clint Eastwood' byrjaði. Vónandi kemur hann skjótt fyri seg aftur.

Størstu surprise konsertirnar:
Eminem - jú jú, ein hevði góðar vónir til konsertina, men tað eru hóast alt eini fimtan ár síðani Eminem var í hæddunum. Tí var spurningurin hvussu hann fór at roynast í 2018? Ein kendi tað tó í luftini longu undan konsertini. Her var okkurt serligt í væntu. Har hava ongantíð verið so nógv fólk frammanfyri Orange sum mikukvøldið. Yvir 100.000 fólk lýddu á. Henda konsertin hevði alt tað sum Bruno Mars manglaði. Her var show, fýrverk og buldur og brak, men eisini nerva, intensitetur og persónligar frásagnir. Hetta gjørdi at eg sum ein út av 100.000 kendi meg aftur í tí sum gekk fyri seg á pallinum. Eisini ljóðaði henda konsertin suverent væl.
BCUC - stytting fyri "Bantu Continua Ubuntu Consciousness". Frálíkur bólkur úr Suðurafrika. Á Facebook siga tey at íblásturin kemur frá Fela Kuti og James Brown. Spot on!
Gamelan Salukat - eitt gamelan emsemble úr Bali í Indonesia. Gamelan er eitt slag av polyrútmiskum percussion tónleiki sum er sera hypnotiskt og meditativt at lurta eftir. Vesturlendsk tónaskøld sum t.d. Claude Debussy, Eric Satie, John Cage, Steve Reich v.fl. hava heintað sær nógvan íblástur úr gamelan tónleiki. Gamelan Salukat hava støðið í siðbundnum gamelan, men royna eisini at bróta upp úr nýggjum. Konsertin hjá teimum kl. tólv hósdag var snøgt sagt genial! (ein dani sum vit búðu í leiri saman við kallaði tað "gammel sur kat". Tað flentu vit eftir nakrar ferðir).

Feitar konsertir generelt:
Dona Onete - ein 79 ára gomul dama úr Amasonas frumskógnum sum syngur frekar og lívligar sangir og knevrar á portugisiskum millum sangirnar. What's not to like?
Anda Union - ein bólkur úr Mongolia sum spældi tað sum eg vildi kallað "mongolskt kontri". Sjálvandi við eini rúgvu av siðbundnum "throat singing", t.e. yvirtónasangi! Stikk den.
Black Star - tvær rapp legendur á palli við einum skrøppum DJ afturat sær.
First Aid Kit - svensku folk systrarnar hava peppað sín tónleik upp við meira groovy lótum, uttan at sleppa sambandinum við kontri. Hetta klæðir teimum væl. Skrøpp konsert.
Pablo Moses - jamaikansk roots reggae legenda. Rørandi at hoyra hann syngja inniliga og vakurt um sítt "mother Africa". Tað tendraði nakrar viðkomandi tankar um útlegd og diaspora.
Kali Uchis - kolombiansk-amerikansk sangarinna, ið hevur latið eina fína og laidback popp/r'n'b/funk plátu úr hondum (Isolation frá fyrr í ár). Feitt at hoyra hana live á hennara fyrstu Evropa tour.
C.V. Jørgensen - tað finst í so nógvur vánaligur danskur tónleikur (so er tað sagt), men CV hoyrir so apsolutt uppí tann góða partin. "Det regner i mit hjerte, og det smager lidt af smerte" syngur hann einastaðni. Tað er ikki øllum beskorið at pulla eitt so gott "hjerte-smerte" rím av. Feitt at sleppa at hoyra hesa legenduna live. Sýrugrønir evergreens ein sólríkan leygardagsseinnapart.
Anderson Paak & The Free Nationals - hyperaktivt og hyperfeitt. Síðsta konsertin í ár. Man var troyttur, men tað var upplivingina vert.

Fínasta slag konsertir:
Boris & Merzbow (ov nógv Boris, ov lítið av Merzbow)

Konsertir sum eg hoyrdi ov lítið av til at hava eina greiða meining um, men sum ljóðaðu kul meðan eg var har:
Ben Frost
James Holden & The Animal Spirits
Vince Staples

Konsertir sum eg havi mest FOMO yvir ikki at hoyra í ár:
Nine Inch Nails og Charlotte Gainsbourg máttu lúta hóskvøld, tí tey sum eg fylgdist við vildu heldur til suðurafrikanska BCUC, ið vísti seg at vera heilt fantastiskt! (eg havi sæð NIN á Roskilde tvær ferðir áður: í 2000 tá teir vóru øðiligir, og í 2009 tá teir vóru fínasta slag. Charlotte má bíða til eina aðru ferð).
David Byrne mátti lúta fríggjakvøld, tí millum Nick Cave og Massive Attack var tað neyðugt at fara oman í leirin at skifta í heitari klæðir! (men eg havi sæð hann live í Keypmannahavn í 2009 og tað var suverent).
Mogwai máttu lúta leygarkvøld, og eg havi ikki ordiliga nakra góða undanførslu (annað enn at tað er langt síðani at ein Mogwai pláta hevur fingið meg upp úr stólinum og eg havi sæð teir live nakrar ferðir).

At enda hetta: í ár gjørdi eg rættiliga nógvar mentalar tilsipingar til undanfarnar konsertir á Roskilde. Konsertir sum eg var til fyri 10 og 20 árum síðani. Á Roskilde og aðrastaðni. Eg veit ikki ordiliga hvat tað merkir, annað enn at eg havi eina søgu sum konsertgangari og eri eldri enn eg plagdi at vera. Tónleikur er enn sum áður mítt drug of choice.

Hatta var hattar, nú kemur G! Festival!

No comments:

Post a Comment