10/4/19

Countrykrist


'Countrykrist'. Ein alternativ country perla úr 90'unum. Grunge/rock bólkurin Mold spælir, og sjálvur Jákup Zachariassen gestar við steel-gittaranum. At Mold leitaðu aftur á slóð gevur stak góða meining, tí tað gjørdu fyrimyndirnar úr Seattle eisini. Pearl Jam samstarvaðu t.d. við country rock slóðaran Neil Young, og hann kom heldur ikki úr ongum, tí tað ger eingin. Tað snýr seg um at kenna tað idiomið, ið ein virkar innanfyri, og kanska, tá ein er heppin, leggja síni egnu lítlu frávik afturat. Markið millum tað banala og tað sublima er mangan hárfínt. 

Deili henda sangin, tí eg fór at hugsa um country - hvat tað er, og hvat tað ikki er. Heimildarfilmurin Eg reið mær avstað hevur verið frumsýndur, havi ikki sæð hann, men har stendst kjak burturúr. Hugsi viðhvørt at allýsingin av country er rættiliga smøl. Tað verður kókað niður til eina klisjé, sum so fær støðu sum okkurt slag av syndabukki. 

Ein stereotýpa er at seta country upp ímóti jassi, har country er ruralt og "vánaligt", meðan jazzur er urbant og "gott". Men at hugsa so svart/hvítt í sjangrum er bara for einfalt. Country er so ræðuliga nógv, t.d. alternativt country og americana, ið púra tilvitað brýtur frá meginstreyminum við at leggja seg tættari uppat t.d. rokki og folk. Ein onnur nýggj heimildarfilmsrøð er annars Country Music hjá Ken Burns. 16 tímar long. Har átti at verið ríkt høvi at komið afturum. 

Sun Magnet er annars ein av mínum føroysku favorittum, og hon var framleidd av Kaj Klein, sála. Tað var tað fyrsta eg frætti um hann. Í húsanum var hann krediteraður sum Kaj "Kaj Klein" Klein. Ikki óstuttligt. Plátan var keypt á eini legendariskari konsert í Læraraskúlahøllini í 1998, har bólkarnir Mold og Visible Fish framførdu. Hvør betri enn annar. Minniligt.

Góður sangur frá einari góðari plátu. Tjekka hana út.  
'Fiskar og Mold'. Grein úr Dimmalætting 3. apríl 1998, har boðað var frá konsertini í Læraraskúlahøllini. Eg havi framvegis hasa plakatina liggjandi onkrastaðni.
 

1 comment: