Kreppa

 KREPPA

kreppa kemur, kreppa fer
smátt er skorin stóra verð
summar størri kreppan ger
so er, og so man vera

onnur ganga bleik og grá
vita eingi hyggjuráð
liggja bakk tí ódn er á
so er, og so man vera

aðrir meira mentir menn
teir traðka fótin fram í senn
og loysa síni pengaklemm
so hvørt sum tey nú koma

meðan onnur ganga bleik og grá
vita eingi hyggjuráð
liggja bakk tí ódn er á
so er, og so man vera

tí at kreppa kemur, kreppa fer
smátt er skorin stóra verð
summar størri kreppan ger
so er, og so man vera
 
orð og lag: Magnus á Stongum

Comments