When I'm 64

Kæri pápi, abbi og verfaðir, hjartaliga tillukku við teimum 64! Júst hesin dagur kundi ikki fara ómerktur framvið, og tí fekk eg nakrar vinmenn og spælimenn við norður at spæla 'When I'm 64' hjá The Beatles. Ein sangur sum av fleiri ymsum orsøkum hevur serligan týdning fyri pápa okkara. Hann er ílatin troyggju frá Eydnudeildini á myndini, tað kann man finna seg í. Í baksýni síggjast Djúpini og fjøllini á Kalsoynnið, ið hava staðið úti ófatiliga leingi og gera tað enn. Takk fyri ein deiligan føðingardag, og fyri alt, sum tú ert fyri okkum øll! 

Myndina tók Tróndur Eysturstein. F.v.: Daniel Rye (klarinett), Torlei Mortensen (kontrabass), Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur), undirritaði (sang, gittarlele) og faðir.

Comments