Ummæli av G! 2026 - fríggjadagur

Silvurdrongur. Ein tann mest intensa G! konsertin í mong ár. Egin mynd.
Fríggjadagurin á G! byrjaði við eini vitjan í Fjósinum, har rørandi heimildarfilmurin Mammuskepilsið (Tórgarð, 2026) varð sýndur við yrkingaupplestri. Eg fekk ikki byrjanina við, so eg gleði meg at síggja henda týdningarmikla film aftur eina aðru ferð. 

Á Spæliplássinum spældu Teitur og Girls in Airports eina frálíka seinnapartskonsert í góðveðrinum við støði í spælandi og spennandi plátuni Kvæði (Arlo & Betty, 2024). Útgávan var millum tær bestu í 2024. Saman við indie jazz bólkinum Girls In Airports (DK), hevur Teitur funnið eina leikandi tilgongd til føroysku tónleikasiðvenjuna, har húðaskógvarnir verða tveittir upp í luftina til tess at vita, hvussu teir lenda. Mentanararvur í sprelllivandi samspæli við sea shanties, nýskrivaðar sangir og nákvæmt samspæl millum tónleikarar og sangarar. Mathias Holm leikar wurlitzer og juno, Martin Stender leikar saksofon og tvørfloytu, Victor Dybbroe leikar percussion og Laurits Hyllested leikar trummur. Teitur syngur og leikar fiól og el-gittar. Afturat sær høvdu teir vokalbólkin Kata á kór á nøkrum løgum. Konsertin riggaði sera væl, tó saknaðu vit at hoyra 'Ólavur Riddararós', men tíðin gekk undan, og skráin mátti haldast. Tó vóru stundir til, at fólk fóru upp á gólv og kvøddu nøkur vers av 'Flóvin Bænadiktsson', áðrenn bólkurin spældi sína útgávu. Hetta var vakurt!

Orkesta Mendoza (ME) live á Sandinum á G! 2026. Egin mynd.

Niðri á Sandinum leikti mexikanska latin rock Orkesta Mendoza eina undirhaldandi konsert í góðveðrinum. Tónleikaliga var talan um eina samanseting av latin elementum í tí, sum bólkurin sjálvur rópar "indie mambo", har drøg úr ranchera, cumbia, psykedeliskum og indie rocki eisini vórðu tikin við. Ein mikið dansabul seinnapartskonsert, har sjálvt trekir norðurbúgvar høvdu hug at flyta beinini afturvið tølandi rútmunum.

Døgg Nónsgjógv v. bólki á G! Festival 2026. Egin mynd.

Í Fjósinum var høvið at hoyra Døgg Nónsgjógv við bólki. Tey spældu eina rørandi og huglagsríka dream popp konsert. Intimu karmarnir hóskaðu seg væl, og fólk tagdu meðan tey lýddu á intensu og sveimandi tónarnar og inniligu orðini hjá Døgg. Tónleikaliga fari eg at hugsa um Julee Cruise/Angelo Badalamenti, Cigarettes After Sex og onnur nøvn, ið spæla við einum minimalistiskt sveimandi dream pop universi. Her verður tað gjørt afturvið føroyskum tekstum, og tað riggar ótrúliga væl.

Fantastic Negrito á G! Festival 2026. Egin mynd.
Á Sandinum spældi amerikanski Fantastic Negrito (US) eina intensa rockkonsert, ið uttan iva mundi nøkta tørvin hjá teimum, ið ynskja sær rock á palli. Eg hoyrdi konsertina úr ávísari frástøðu, tí matur, drekka, prát o.a. eisini skuldi avrikast hesa løtuna. Kortini dámdi mær stak væl tað, ið eg hoyrdi, og at enda fóru teir undir eina algoysta útgávu av klassiska amerikanska fólkasanginum 'In The Pines (Where Did You Sleep Last Night)', ið eitt nú Lead Belly og Nirvana eisini hava roynt seg við. Tá fór alt líkasum á flog eina løtu.

Silvurdrongur á G! Festival 2026. Egin mynd.
Ársins svakasta og mest intensa konsert higartil varð hildin á Spæliplássinum, tá liðið varð út á kvøldið. Silvurdrongur hevði mannað og kvinnað tað, ið mest av øllum tók seg út sum ein Dionysisk lívskult á palli! Tað var stórbært, ræðandi, apokalyptiskt, upplyftandi, messandi, lovprísandi og ágangandi alt í senn. Tað var ómetaliga musikalskt, tað var eitt sansaligt totalteatur, og tað fekk okkum at øtast, gráta og flenna. Tekstirnir gravaðu djúpt í okkara ræðandi og undirgangskendu tíð, men gospelkórið sendi ein steyrrættan fokkjúfingur til vónloysið, og tað var fantastiskt at vitna. Lyft hendur upp! 

Áðrenn síðsta lagið bað prædikumaðurin Silvurdrongur okkum slappa av og seta okkum niður, og vit so gjørdu! Tað var ein magiskur endi á eini rúnarbindandi konsert. Ein fullkomin løta. Egin mynd.

Nøvn, ið havd vórðu á lofti millum tey, ið eg fylgdist við og prátaði við aftaná: Yoko Ono, Kanye West, Björk og Nick Cave and the Bad Seeds. Ein av teimum sterkastu G! konsertunum, sum eg nakrantíð havi upplivað. Haldi vit vóru mong, ið gingu avstað haðani við tankanum: "Hvat í himmalsins navni havi eg akkurát upplivað??" Tíbetur var konsertin skjalfest og upptikin við sjónvarpstoymi á palli, so vit fáa møguleikan at uppliva hana aftur eina aðru ferð. Silvurdrongur er farin í holt við eitt satt Gesamtkunstwerk, og hetta var so eitt stig á leiðini. Nú gleði eg meg til at sleppa at hoyra hasa Bønir plátuna ordiliga, tí eg var burturstaddur, tá fløgan (!) varð sett til sølu, og hon er longu útseld. Kom nú við hasi plátuni (á vinyl sum LP) og ger hana eisini tøka á onkrum knapt so dystopiskum stroymipalli, eitt nú Bandcamp, takk!

Bolstad live í Fjósinum á G! Festival. Egin mynd.
Skal erliga viðganga, at eg varð totalt mettaður aftaná Silvurdrong og hansara Dionysisku lívskult á palli. Hoyrdi Frændur úr frástøðu og kundi staðfesta, at tað er kul at hava teir við á skránni, tí klassikarar eiga eisini sín lut í henni. Eg fekk aftur nøkur neyðug prát við góð fólk, har vit sodnaðu tað, ið vit høvdu upplivað. Tá ein løta varð gingin, leitaðu vit okkum innar í Fjósið, har Bolstad úr Saltangará vendi føroysku idealmyndini á ranguna, og rappaði skjótt og insisterandi um alt tað, ið vit fegin vilja goyma av vegnum her í tí sokallaða "last paradise on earth" (ja, gomorin). Bolstad er ein unikk rødd í føroyskum rapp tónleiki. 

Komfortrauschen (DE) live á G! Festival 2026. Egin mynd.

Um midnáttarleitið gekk leiðin niðan á Spæliplássið, har týska trio'in Komfortrauschen (DE) veitti eitt satt bombardement av hondspældum týskaratechno. Insisterandi trummuspælið leiddi tankarnar aftur á krautrock hetjur úr forðum, og tað gjørdi ikki upplivingina verri. Tað var maniskt og upp-tempo, men tað var eisini musikalskt og gjøgnumført. Ein samanrenning millum menniskja og maskinu, og her eru Komfortrauschen partur av eini virðiligari siðvenju, ið peikar aftur til eitt nú legendarisku Kraftwerk. Tað kann mann finna seg í.

Marius DC live á Sandinum á G! Festival 2026.
Á Sandinum átti Marius DC uppgávuna sum stand-in fyri IRAH (UK), ið tíverri mátti avlýsa herfyri. Marius DC og væl spælandi bólkurin lyftu uppgávuna til fulnar. Fólk tóku væl undir við rapp og r'n'b tónleikinum, og tað hjálpti eyðsæð uppá veitslulagið, tá gestir sum Dania O. Tausen, RSP, Gówa, Marianna Winter v.fl. góvu síni ískoyti til upplivingina. Marius DC er ein avbera spennandi listamaður, og enn er hann bert 21 ár. Tað er ikki hissini. Hann kom væl og virðiliga út um pallkantin, og fólk livdu við í tekstum og løgum.
 
Tunghoyrt live á Spæliplássinum á G! Festival 2026. Egin mynd.
Síðsta konsertin hesa fríggjanáttina var við framúrskarandi unga rockbólkinum Tunghoyrt, ið hevur gjørt sítt til, at gittarbaseraður ráur rock tónleikur aftur er vorðin kul millum ung sum eldri. Tunghoyrt hava nakað heilt serstakt: teir eru eitt band, ein bólkur, ið stendur saman í reinum ófiltreraðum symbiotiskum villskapi á palli. Tað er einki sum helst sjálvsagt í hesum. Antin hevur ein bólkur hesa sameindu kenslu, ella ikki. Tú kanst ikki keypa teg til slíkt. Tunghoyrt ferðast frá tí villa og ráa til tað nakna og inniliga. Musikalsku fikspunktini fornokta seg ikki, og Rage Against The Machine, Deftones og Alice In Chains v.fl. hava verið teimum til íblásturs. Tó hevur Tunghoyrt eina meira avantgarde kenda síðu, ið eisini er ein týdningarmikil partur av heildini. Ein punk hugburður er yvir tí heila, og tað klæðir teimum. Tekstirnir eru føroyskir og egnir. Jóni Strøm er ein framúr sterkur og egin frontfigurur og sangari, Helge M. Greve spælir gittar sum ein kongur, Erik Reynheim spælir brummandi bass við miklum framburði, og trummuleikarin Bjarni Jakobsen spælir dynamiskt og tight AF og heldur grýtuni á kók allan vegin í gjøgnum. Tað er ikki á hvørjum degi, at so ungir mans skapa nakað, ið er so heilstoypt. Takk fyri!

Nú gleða vit okkum til triðja og síðsta dag á G! Festival 2026. Tað verður øgiligt! 


Comments