Tónleikur sum ífylla

Sendingarnar, sum hava verið í KVF í gjár 31. desember og í dag 1. januar, tala sítt greiða mál:
stórur munur er á viðgerðini av tónleiki og viðgerðini av øðrum lista- og samfelagsøkjum. T.d. megnaði sendingin Árið ið fer í mentan at siga okkum eina rúgvu um bókmentir, film og myndlist í 2020. Til samanberingar segði sendingin Sangir ið ríkaðu árið okkum heilt øgiliga lítið um tónleikaárið 2020.
 
Í fyrru sendingini hoyrdu vit hesi innsløg:
1. samrøða við bókmentafrøðing um bókaárið 2020.
2. samrøða við filmframleiðara og -frøðing um filmárið 2020.
3. samrøða við listfrøðing um listaárið 2020.
 
Og í gjár bæði sóu og hoyrdu vit sendingar um:
4. Árið, ið fór í tíðindum, og
5. Árið, ið fór í ítrótti
Í báðum førum við gestum og samrøðum innan hesi øki.
 
Havandi alt hetta gjøgnumarbeidda og seriøsa tilfar um bókmentir, film, list, ítrótt og aktuelt í 2020 í huga, var ikki frítt, at ein gleddi seg til eina ordans viðgerð av tónleikaárinum 2020. Eg meini so við, tónleikurin er jú tann listagreinin, sum fyllir nógv mest í KVF. Dagliga sendiflatan hjá stovninum hevði slett ikki borið til uttan tónleik.
 
Men hvat? Her var onki perspektiverandi tilfar borið fram á torg.
 
Í gjár fylti ein forkølað kollasja av endurnýttum Kvarnarpráti ein tíma av senditíð, og í dag fylti eitt uppaftur meira forkølað úrval av "mest spældu sangunum" ein tíma av senditíð, har tónleikasamskiparin í KVF sat og prátaði við seg sjálvan millum løgini. (So seint sum í gjár æt hesin tímin forrestin “Árið ið fer í tónleiki” sbt. skránni, men hann hevur síðani broytt heitið til hitt meira tilvildarliga “Sangir, ið ríkaðu árið").
 
Hesin seinni tímin kendist eyka grunnur, tí hann kom beint aftaná hina mikið innihaldsríku sendingina Árið ið fer í mentan. Tann sendingin hugdi útum bøgarðarnar og fekk fakfólk á gátt. Seinni tímin hugdi bert inneftir og sólaði sær í egnum "avriki".
 
Tað er óvirðiligt, at tónleikurin liggur so óviðgjørdur eftir. Har hendi ein rúgva, og kanska uppaftur týdningarmiklari: ein rúgva var avlýst! Tónleikabólkar, festivalar, fyriskiparar, forløg og bransjufólk høvdu øll truplar umstøður at virka undir í 2020. Kortini kom nógvur nýggjur tónleikur út, og tá niðurlæsingin rakti í vár, var tað í stóran mun tónleikur, ið stytti okkum um stundir. Ein rúgva av alternativum átøkum við stroymdum konsertum og tiltøkum. Bæði einstaklingar og stovnar tóku lógvatøk tónleikinum at frama. 
 
Sum heild var 2020 eitt torført og avbjóðandi tónleikaár. Júst av hesi orsøk er tað eyka svárt og skuffandi, at man ikki fær uppí lag at gera eina samanumtøku ella virðiliga viðgerð av tónleikaárinum, sum fór.
Hetta er tíverri ein afturvendandi mynd av, hvussu tónleikaligi "profilurin" hjá KVF fungerar. Sum ein almennur public service stovnur burdi hetta verið betri. Um tey, sum varða av tónleikinum í KVF ikki megna uppgávuna, kunnu onkur skikkaði setast at loysa uppgávuna.
 
---
 
P.S.: Eitt jaligt, sum hendi innan føroyskan samtíðartónleik í KVF í 2020, var sjónvarp og net sendingin “Í luftini”. Eitt upplagt samstarv millum FMX/Tónleikaútflutningsstovuna og KVF. Hetta er eyðsæð viðkomandi tilfar fyri allar partar: hyggjarin fær sítt, KVF fær sítt og tónleikalívið fær sítt.

 

Comments