Lykkenborg - ein søga um tveir sangir

Lykkenborg avmyndað á baksíðuni av Med Egne Ord LP-ini, ið Arne Würgler gav út í 1980.

(Greinin stóð upprunaliga á prenti í Dimmalætting 20. mai 2022 og var partur av greinarøð um Lykkenborg leikin hjá DFC - greinarnar vóru skrivaðar úr ymsum fakligum sjónarhornum, og mítt var eyðsæð tað tónlistaliga).

1. juni hevur Det Ferösche Companie frumsýning av leikinum Lykkenborg í Listastovuni í Miðvági. Í seinastuni havi eg hugsað um sjálva Lykkenborg, altso listaverkið, sum stóð á eini trøð nærhendis Miðvági, og sum Pól Jóhannus Poulsen, nevndur Lykken, brúkti 20 ár av sínum lívi at byggja.

Hetta serstaka verkið, sum í dag einans finst í søgum, frásagnum, sangum og fotomyndum, og sum skjótt verður endurreist á palli sum leikverk, spælir inn í fleiri listafakligar diskursir, og tað ger tað bara uppaftur meira spennandi. Tað er sjálvandi eitt dømi um outsider list, t.e. list, sum verður skapað uttanfyri etableraðu karmarnar fyri listaligari skapan og samskifti.

Eitt kent dømi um outsider tónlist er amerikanski Daniel Johnston (1961-2019), ið undirritaði hevði tað gleði at uppliva live við stórum hollendskum orkestri á Store Vega í Keypmannahavn í 2010. Hóast lívlanga sálarsjúku megnaði Johnston at skapa framúrskarandi tónleik, myndlist og tekstir, ið sameindu tað naivistiska við djúpar sannroyndir, og hansara list hevur verið til íblástur fyri mong. Men tað kravdi sjálvandi at onkur sá dygdirnar í tí, sum hann skapti, og loyvdi tí at blóma út frá egnum treytum.

Hugans Lykkenborg
Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at Lykkenborg ikki er til longur, og hetta er ein listasøguligur missur, sum tey bæði Kristina Sørensen Ougaard og Búi Dam úr DFC eisini staðfestu í Góðan morgun Føroyar í apríl mánaði.

Hóast Lykkenborg er vekk, livir verkið víðari í huganum sum eitt outsider monument yvir alt tað skeiva, sum Føroyar ikki dugdi at rúma. Í dag eru vit um ikki annað so nøkunlunda givin við at útflyta tey óynsktu elementini, og tað er sjálvandi vegurin til eitt rúmsáttari samfelag, hóast vit enn ikki eru komin í mál í strembanini eftir at gera lívið í Føroyum so liviligt sum gjørligt fyri so mong sum gjørligt.

Lykkenborg stendur eftir sum eitt slag av anti-monumentalum monumenti, ið dagar fram fyri okkum hvørvisliga og loyndarfult, og tað ger tað sjálvandi ikki verri, at talan altso var um eina veruliga villiniborg við ikki færri enn 108 rúmum.

Pressumynd frá Lykkenborg (DFC, 2022).
Á Mentanarkafé í Miðvági
Eg minnist ikki nær eg fyrstu ferð hoyrdu søguna um Lykkenborg, men ein frásøgn, sum í øllum førum festi seg, var í útvarpssendingini Mentanarkaféin, ið sendi úr júst Listastovuni í Miðvági í juni 2016.

Henda dagin høvdu tey Tinganest sum tónleikainnslag, og eg var sum tónleikafrøðingur boðin vestur at greina vágasound í sendingini. Ikki hissini uppgáva, men eg tók við spennandi avbjóðingini.

Í viðgerðini av vágasound sum estetiskum fyribrigdi royndi eg millum annað at vísa á, at ein og hvør greining av tónleiki kann taka atlit til innanhýsis viðurskifti (tað “intramusikalska”) og til uttanveltað samfelagslig og sosiopolitisk viðurskifti (tað “ekstramusikalska”).

Hetta er millum annað treytað av hvønn skúla innan tónleikafrøðina ein hellir til. Sjálvandi er best at hava ymisk amboð og tilgongdir við hondina - bæði tað “reint tónleikaliga tilfarið” og so alt tað rundanum, ið gevur tónleikinum samanhang.

Tað, sum eg annars minnist frá sendingini henda juni seinnapartin í 2016 var, at verturin Gunnar Nolsøe hevði samrøðu við Albert Isfeldt, arkitekt, og Arne Würgler, protestsangara og tónleikara. Prátið hjá teimum kom millum annað inn á Lykkenborg. Isfeldt greiddi frá hvussu væl verkið var bygt inn í lendið, og at hetta mangan hevði hugtikið.

Würgler var við, tí at hann sum kunnugt skrivaði ein sang um Lykkenborg í 1970-unum, og hann spældi eisini sangin live í sendingini. Tá fekk ein kensluna av, at hetta við Lykkenborg hevði veruliga sett síni spor í menniskju.

Pressumynd frá Lykkenborg (DFC, 2022).
Würgler á vitjan
Arne Würgler er umboð fyri politisku fólkatónleikasiðvenjuna á danska vinstravonginum. Eitt skifti var hann millum annað bassistur í 60-ára bólkinum Burnin Red Ivanhoe, og í 1971 stovnaði hann eina duo saman við Benny Holst. Tá gjørdist profilurin meira politiskur. Teir vóru millum framstandandi nøvnini og eitt slag av talurøri fyri vinstravongin.

Seinni var Würgler við til at stovna bransjufelagsskapin DJBFA (Danske Jazz, Beat og Folkemusik Autorer) og hann var eisini formaður í fleiri umførum fyri rættindafelagsskapin KODA, ið tekur sær av rættindum hjá tónaskøldum og tekstahøvundum. Hetta við tí mentanarpolitiska hevur sostatt ikki bara verið snakk frá hansara síðu.

Afturi í 1970-unum stóðu mótmælini ímóti felagsskapum sum EF (seinni ES) og Nato, og Würgler var í Føroyum, tá føroysk javnaðarfólk mótmæltu Nato radaranum á Sornfelli. Tað er sanniliga nógv vatn runnið í tað ánna, og í dag kjakast vit av nýggjum um Nato radara, hóast heimurin er væl øðrvísi samanskrúvaður nú í mun til tá.

Størsta broytingin var tá Berlinmúrurin fall í 1989, og dreymurin um eysturheimin og sosialismuna sum eitt veruligt alternativ til vesturlendska kapitalismu brast. Men einaferð í tíðini vóru tey summi, ið tordu at bæði droyma og síggja knallreytt.

Arne Würgler: Med Egne Ord LP (Exlibris, 1980).
Sangurin um Lykkenborg
Folk revival bylgjan, ið spratt í USA miðskeiðis í 20. øld, tók millum annað útgangsstøði í fakfelagsrørslum og øðrum, fyri tað mesta vinstravendum, rørslum. Tónlistaliga førdi henda fólkatónleikaliga endurveking til eitt víðfevnt rák, har fólkatónleikur og protestsangur ljómaði um stóran part av heiminum. Rákið var í hæddini um okkara leiðir í 60-unum, 70-unum og 80-unum. Her er innihaldið ofta politiskt og samfelagsrevsandi, og tá gevur tað lítla meining einans at greina tey intramusikalsku viðurskiftini, tí sangirnir snúgva seg ofta um ítøkiligar samtíðarhendingar við søguligum og politiskum dimensjónum.

Protestsangir kunnu flokkast undir breiðara hugtakið “topical songs”, á føroyskum staðbundnir ella evnisligir sangir. Slíkir sangir snúgva seg um ítøkiligar hendingar, um tær so eru søguligar og/ella mýtugjørdar. Hetta eru sangir, sum ofta hava ein skjalfestandi dám, og tað kemur meiri enn so fyri, at frásøgnin er av tragiskum slag. Staðbundnu søgurnar gerast tíðarleysar umvegis sang, tekst og tónleik.

Tá Arne Würgler var í Føroyum í 1976 hoyrdi hann søguna um Lykkenborg, og hann skrivaði ein sang við støði í søguni, sum hann fekk hana fortalda. Skorin eftir skandinaviskum fólkatónleikaligum leisti við Leonard Cohen’skum gittarfingraspæli og effektivum rútmiskum framdrátti. Eitt sindur prosaiskt og beint fram, men sungið og greitt frá við innliving og empati fyri Lykken og hansara verki.

“What’s He Building In There?”
Ein annar sangur, sum eg javnan hugsi um, tá prátið kemur inn á Lykkenborg, er ‘What’s He Bulding?’ hjá Tom Waits, av plátuni Mule Variations (1999). Waits er so ella so eisini sprottin úr fólkamusikalskum jørðildi, tó at hann hevur tikið henda tónlistaliga arv í egnar hendur og sett hann saman við tað teatralska, eksperimenterandi og dapurt upphugsaða.

Sangirnir hjá Waits hava altíð lagt dent á samfelagsins skuggasíðu, har sagt verður frá teimum, sum eru outsidarar og fella uttanfyri tað etableraða og viðtikna.

‘What’s He Building’ er ein skurrandi spoken word ljóðmynd, har Tom Waits setur seg sjálvan í senu sum paranoidi nábúgvin, ið illgitir tann løgna mannin í grannalagnum fyri alskyns insinueraðan fananskap, hóast hann bara hevur onkrar tilvildarligar anekdotur og hálvtugdar eygleiðingar at byggja sín illgruna á. Har eru ongi prógv fyri nøkrum, men huglagið gerst alsamt intensari sum lagið gongur, og endurtakandi og hálvgum maniska reglan er “What’s he building in there?” Hvat byggir grannin har inni? Hvat tramin er hann farin í holt við?

Waits hevur í samrøðum greitt frá hesum, at vit hava øll lyndi til at fata okkara grannar gjøgnum lyklarholið. Har er altíð onkur í grannalagnum, ein serskøltur av onkrum slag, sum ger ymiskt løgið og sum hini eisini gerast sára samd um er løgið. Úrslitið er slatur, sleyg, fordøming og illgiting. Men hvussu mong av teimum fordømdu hava fordømingina uppiborna? Og hvørjar eru mekanismurnar, ið skapa slíkar kollektivar sannføringar? “Ilt eyga sær einki gott”, og ein kann væl hugsa sær, at tað er júst hetta slagið av fordømandi forstaðarligum og smáborgarligum paranoia, sum ger heimin til eitt verri stað fyri tey, sum eru øðrvísi og fella uttanfyri. Tey, sum ikki gera øðrum ónáðir og bara vilja hava frið til sítt. Tað vildi Lykken, og tað slapp hann sum so eisini ein part av ævini, hóast verkið ikki slapp at standa.

Nú hevur DFC sett sær fyri at reisa Lykkenborg aftur í listaligum hami, og at skriva Pól Jóhannus Poulsen inn í føroyska listasøgu. Eg áni ikki hvat tey byggja har inni, men vit eru helst mong, sum gleða okkum at uppliva tað.

 

WHAT’S HE BUILDING (TOM WAITS)

What's he building in there?
What the hell is he building in there?
He has subscriptions to those magazines
He never waves when he goes by
He's hiding something from the rest of us
He's all to himself, I think I know why
He took down the tire swing from the pepper tree
He has no children of his own, you see
He has no dog, he has no friends and his lawn is dying
And what about all those packages he sends?
What's he building in there?
With that hook light on the stairs
What's he building in there?
I'll tell you one thing: he's not building a playhouse for the children
What's he building in there?

Now what's that sound from underneath the door?
He's pounding nails into a hardwood floor
And I swear to God I heard someone moaning low
And I keep seeing the blue light of a TV show
He has a router and a table saw
And you won't believe what Mr. Sticha saw!
There's poison underneath the sink, of course
But there's also enough formaldehyde to choke a horse
What's he building in there?
What the hell is he building in there?

I heard he has an ex-wife
In some place called Mayor's Income, Tennessee
And he used to have a consulting business in Indonesia
But what's he building in there?
He has no friends, but he gets a lot of mail
I'll bet he spent a little time in jail
I heard he was up on the roof last night signaling with a flashlight
And what's that tune he's always whistling?
What's he building in there?
What's he building in there?
We have a right to know!

Comments