![]() |
Nusantara Beat live á G! Festival 2025 |
Av tí at upplivingarnar vóru so mangar og góðar, havi eg valt at býta tað upp í eina røð av bloggum undir heitinum Hápunkt á G! 2025. Hesin fyrsti parturin snýr seg um indonesiskt-hollendska bólkin Nusantara Beat, ið spældi eina framúrskarandi góða og rúnarbindandi konsert seint fríggjakvøld, eisini kent sum náttina til leygardag, á Spæliplássinum.
![]() |
Nusantara Beat live á G! Festival 2025. |
Nusantara Beat er ein hugtakandi fusión av indonesiskum fólkatónleiki og psykedeliskum surf og funk tónleiki úr sekstiárunum. Sjálvi lýsa tey navnið soleiðis: "Nusantara" er eitt elligamalt Sanskrit orð, ið lýsir indonesiska oyggjabólkin Indonesia. Og "Beat" sipar til rútmudrivna 60-ára og 70-ára soundið, ið er ein hornasteinur í tónleikinum hjá bólkinum. Ergo Nusantara Beat. Perfekt!
Trummuleikarin í bólkinum greiðir í samrøðu frá, at allir limirnir í bólkinum hava tilknýti til indonesiska oyggjabólkin, tó at tey øll somul búgva og hava sín basa í Amsterdam í Hollandi. Nusantara Beat vóru millum tey, sum hugtóku allarmest undan festivalinum. Eg hevði eyðsæð lurtað eftir tí tónleikinum, sum var umboðaður á skránni. Tað hevur jú ongantíð verið so lætt at fyrireika seg til ein spennandi festival sum G!, ið hvørt ár bjóðar tónleikarættir úr øllum heiminum, sum í dag, tá allur tónleikurin er við hondina.
Í áðurnevndu samrøðu greiðir trummuleikarin frá, at í fyrstuni løgdu tey seg eftir at spæla siðbundnar indonesiskar sangir. Hetta eru sangir um tíðarleys evni sosum matur, kærleiki, landið og menniskjaligt samband og samstarv. Tá bólkurin fór undir at skriva egnar sangir hildu somu temu fram í tilfarinum. Huglagið í tónleikinum hjá Nusantara Beat kann lýsast sum mystiskt, melankolskt, inniligt, dansivinarligt og hypnotiskt. "We like to think of it as nostalgic and psychedelic Indonesian groove music", sum sagt verður í samrøðuni.
Á konsertini á G! spældu tey tilfarið av teimum stakløgum og EP útgávum, ið tey hava útgivið higartil, umframt fleiri nýggj løg, ið vera at hoyra á komandi debut plátuni. Góðar orsøkir eru til at gleða seg til fyrstu fulllongdarútgávuna hjá bólkinum.
Eftir konsertina keypti eg eina t-skjúrtu frá bólkinum og fekk heilsa uppá sangaran og gittarleikaran. Sangarin greiddi frá, at prentið á t-skjúrtuni var gjørt av einum listamanni í Bandung í Indonesia, har tey høvdu spælt live. Gittarleikarin og eg høvdu eitt stutt prát um surf tónleik, og hvussu hugtakandi tað er, tá slíkur tónleikur heintar íblástur úr øllum møguligum herðashornum. Nusantara Beat er eitt tílíkt dømi um vakra hybrid mentan og kveikjandi diaspora samleika.
Ein konsert, ið eg fari at minnast við gleði aftur á. Niðanfyri eru ein videoupptøka, har bólkurin framførir live í studio. Vert at tjekka út!
Comments
Post a Comment