Hápunkt á G! 2025 - Greta Svabo

Greta Svabo live á G! Festival 2025. Egin mynd. Photo by Knút Háberg Eysturstein.
Her kemur triðja og seinasta hápunktið frá ársins G! Festival. Hini vóru Nusantara Beat og Trentemøller (ætlanin var at skrivað nøkur afturat, men tíðin røkur pt. ikki til). 

Róligasta og ein hin mest rørandi konsertin á ársins G! var uttan iva við Greta Svabo. Ein still og hugvekjandi løta á Spæliplássinum, har ljósið, tónarnir og kenslurnar drógu seg saman í eina vakra heild. Greta býr í dag í Fraklandi við familjuni, og tað er sjáldan, vit sleppa at uppliva hana á palli. Tí var tað ein sannur fongur fyri festivalin at fáa hana heim aftur hesa ferð.

Konsertin var tíðliga fríggjakvøld, meðan tað enn var ljóst úti. Tað gjørdist ein heilt serlig løta hjá mær, tí familjan – konan og dreingirnir – vóru ikki farin heim enn. Vit funnu okkum pláss á bakkanum við Spæliplássið, og har sótu vit og nutu hesa friðsælu, inniligu løtuna, har alt rundan um okkum tyktist steðga eina løtu.

Mynd: Alessio Mesiano, G! Festival.
Greta hevði sjálv klaver og synthspælið um hendi, við tveimum dugnaligum tónleikarum við síðuna av sær: Mikael Blak á bassi og Ragnar Finnsson á gittara. Úr hesum ruddiliga tríleiki vaks ein ber og sveimandi ljóðmynd, við røddini hjá Gretu fremst. Mjúk, men intens og sannførandi. Tað krevur góðar sangir og stóra nærveru at bera eitt so róligt og úrlatið format, men tað hevur Greta í ríkiligt mát.

Fyrr í ár kom hon við EPini sober, ein frálíka góð útgáva við fýra løgum, øll framførd í einføldum og nærum andaligum útsetingum. Har er einki at goyma seg aftanfyri, annað enn røddin, teksturin og lagið.
Tað riggar sera væl, tí Greta dugir at draga teg inn í hennara hugsunarsama og kensluborna univers, bæði á innspælingum og á palli.

Mynd: Alessio Mesiano, G! Festival.
Eitt hæddarpunkt á konsertini var vakra balladan 'islands', sum rakar beint í hjartað. Ótrúligt, hvussu nakað so einfalt kann gera so stóran mun. Sama kann sigast um 'sober', ið er hjartaskerandi og rørir við sínum intimiteti. Lagið andar frítt, og tøgnin hevur eina nærum knúsandi styrki. Samstundis er tað melodiøst og gjøgnumført; ein perfekt javnvág millum viðbrekni og vald.

Móti endanum fingu vit nøkur av eldru løgunum frá Greta Svabo Bech-tíðini (hon framførir nú undir navninum greta svabo). Fyrstur var sykliski hásongurin 'Circles', sum byggir á stykkið 'Experience' hjá italska tónaskaldinum Ludovico Einaudi. Aftur eitt dømi um, hvussu Greta finnur styrki í tí einfalda. Síðani kom vakra 'just a feeling' av nýggju EPini, og so innihelt konsertin eisini tvey óútgivin løg, 'Over the Moon' og 'Alexander', sum bæði peika fram móti nýggjum tíðarskeiði í hennara tónleiki.


Til endans kom ein nakin og somuleiðis rørandi útgáva av 'Raise Your Weapon', lagið sum Greta upprunaliga skrivaði saman við elektroniska framleiðaranum Deadmau5. Tey vórðu tilnevnd eina Grammy fyri bestu elektronisku framleiðslu, og Greta er framvegis einasti føroyingur, ið hevur fingið slíka heiðran.
Hóast lagið upprunaliga hoyrir til í øðrum heimi, kendist tað rætt, at hon nú framførdi tað undir egnum navni. Sum eitt krav uppá sína egnu rødd og søgu.

Tá Greta steig av pallinum, sat eg við kensluni av at hava upplivað nakað heilt serligt. Eina løtu av reinari nærveru mitt í festivalinum. Tað er ikki ofta, at tónleikur fær alt at standa so stilt. Hesuferð eydnaðist tað.

Eitt satt njótilsi av einari konsert.
Takk fyri okkum, Greta.

Settlisti (umleið):

  • Song for Bella

  • Over the Moon (unreleased)

  • Islands

  • Sober

  • Efflorescence

  • Circles

  • Alexander (unreleased)

  • Just a Feeling

  • Raise Your Weapon


Sí onnur hápunkt her
:

Hápunkt á G! - Trentemøller

Hápunkt á G! - Nusantara Beat  

Comments