Ummæli av G! 2026 - Hósdagur

Joe & The Shitboys rokka ígjøgnum á Sandinum á G! Festival 2026. Egin mynd.
Í fagrasta veðri varð lagt frá landi á G! Festival 2026. Hósdagurin var musikalskt sannførandi frá byrjan til enda. Her skal verða sagt eitt sindur um tað, sum undirritaði serliga legði sær í geyma.
Eivør og Skrímslið á G! Festival 2026. Egin mynd.
Fyrsta upplivingin var Eivør og Skrímslið. Ein framúr uppliving fyri alla familjuna, fyri børn og barnsligar sálir. Hugvekjandi at uppliva, hvussu knívskørp Eivør er - óansæð hvør uppgávan er. Her var hon søgusigari í serflokki. Avbera kul. Takk fyri.

Duo Ruut (EST) í Fjósinum á G! Festival 2026. Egin mynd.
Duo Ruut úr Estlandi spældu eina rúnarbindandi konsert í Fjósinum kl. 18:45. Tær báðar Ann-Lisett Rebane og Katariina Kivi spæla uppá eittans kannel ljóðføri, meðan tær venda ímóti hvørjari aðrari og syngja saman. Kannel er eitt siðbundið estiskt ljóðføri, ikki heilt ólíkt finska kantele ljóðførinum, ið er sprottið úr somu elligomlu siðvenju. Øll tann baltiska og finska regiónin hevur eina ríka siðbundna tónleikamentan. 

Kannel minnir eitt sindur um ein sithar ella eina hørpu. Tað var ótrúliga hugtakandi at hoyra, hvussu stóra ljóðmynd tær báðar fingu burturúr einsamøllu kannellini. Tær leiktu bæði akkordir, fingraspæl, percussion v.m. og sungu so saman útyvir. Duo Ruut hava enduruppdagað estiskan fólkatónleik, og sangirnir snúgva seg um veður og vind, um tokuttar morgnar, um deyða, sorg og kærleika. Heilt fantastiska kul og inniligt.  

Tamikrest (ML) live á G! Festival 2026. Egin mynd.
Næst á skrá var hugtakandi Tuareg oyðimarkarblues bólkurin Tamikrest úr Mali í Eysturafrika. Teir spældu ársins higartil bestu konsert. Heilt framúrskarandi gott og hugtakandi. Mínar vónir vóru høgar, og bólkurin leveraði. Sangarin og gittarleikarin Ousmane Ag Mossa myndar úttrykkið hjá bólkinum við eini støvuttari langtan og autentisiteti, sum er torført at seta orð á. Eg ummælti Duo Rutt og hesa konsertina í Frímælt beint eftir konsertirnar, og har segði eg um hesa konsertina, at tað er ein samanrenning av Jimi Hendrix og Sahara, og tað verður valla betri enn tað sama!

G! Festival hevur gjøgnum árini havt eina serliga virðing fyri tónleiki úr Vesturafrika og Sahara. Serliga hevur festivalurin lagt dent á oyðimarkarblues, tuareg-gittartónleik og siðbundnan kora-tónleik, sum hava givið okkum heilt serligar konsertupplivingar. Í gjárkvøldi vóru tað Tamikrest, ið taka táttin upp eftir Tinariwen. 

Vesturafrikansk listafólk á G! Festival 

• 2016 – Songhoy Blues (Mali) – oyðimarkarblues og Songhai-rockur 

• 2017 – Bombino (Niger) – tuareg-gittartónleikur og oyðimarkarblues 

• 2018 – Ba Cissoko (Guinea) – manding-kora og afro-rockur 

• 2024 – Samba Touré (Mali) – oyðimarkarblues 

• 2026 – Tamikrest (Mali) – tuareg-oyðimarkarrockur 

Havi verið til allar hesar konsertirnar, og Tamikrest skrivaði seg mikið virðiliga inn í gyltu røðina. Ein serligur og vakur tráður í søguni hjá G! Festival. 

Eftir ein so vitaminríkan umgang má ein líka sodna, so eg rann ikki víðari til næstu upplivingina. Á Sandinum spældu AySay (DK) eina fína og orkumikla konsert, ið eg hoyrdi mest í bakgrundini. Í Fjósinum var tíverri fult, tá eg ætlaði at hoyra Kóboykex (FO) kl. 21:15. Hetta er ein afturvendandi logistisk avbjóðing við konsertunum í Fjósinum: ætlar tú at hoyra tær, mást tú møta (sera) tíðliga. Annars ein sera áhugaverd pláta, ið teir hava latið úr hondum.

Guðrið Hansdóttir (FO) live á G! Festival 2026.
Guðrið Hansdóttir v. bólki spældu eina hugtakandi konsert á Spæliplássinum kl. 21:50. Eg havi hoyrt tey nakrar ferðir, m.a. á útgávukonsertini í Norðurlandahúsinum í apríl og á Mentanarnáttini í juni mánaði. Staðfestast kann, at bólkurin er sera væl fyri. Nýggja útgávan Sýrublað (Tutl, 2026) við løgum eftir Guðrið og tekstum eftir Beinir Bergsson, er krútsterk. Eitt sera stílfult univers, ið leiðir tankarnar á eina Joni Mitchell í velmaktini, umframt tað besta innan svenskan folk rock, eitt nú First Aid Kit. Nina Persson úr Cardigans er eisini eitt viðkomandi ýti.

Túsundtals fólk vórðu savnað á Spæliplássinum hesa løtuna. Eg kundi eins og onnur staðfesta, at tað bleiv tosað øgiliga nógv (og hart). Hetta er ein fanans ósiður, ið tíverri hevur havt fastatøkur á føroyskum konsertgestum síðstu 25 árini. Tað er líka ótolandi hvørja ferð, men tað skal ikki taka nakað frá frálíku konsertini hjá Guðrið og teimum, ið gjørdist tað stóra breitt savnandi tiltakið hetta hóskvøldið á G! 2026.

Lynks (UK) á Sandinum á G! Festival 2026. Egin mynd.
Mín fyrsta veruliga konsertuppliving niðri á sjálvum Sandinum á G! 2026 var við ikki sørt hugtakandi kvir techno, rapp og punk artistinum Lynks, ið kom beinleiðis úr onkrum sveittuttum klubba í London og upp á stóra pall á G! Festival. Við sær hevði hann tríggjar dugnaligar dansarar og væl frágingnar og kontantar tónleikaframleiðslur, ið dukaðu djúpt, hart og kontant millum fjalla. Eitt djarvt og rátt sats frá tónleikastjóranum, ið vísti seg at rigga serstakliga væl. Tað var kvir, tað var treytaleyst, tað var kropsligt, tað var intelligent, og tað var sofistikerað. 

Lynks var skemtiligur og sympatiskur. Hann segði seg hava funnið útav, at G! Festival úttalast "Gay Festival", so her mátti alt vera í lagi (!) Fólk flentu. Hann hevði hug at umbera seg fyri braneggjaðu tekstirnar, nú børn framvegis vóru til staðar. Sjálvur haldi eg, at um børn eru tilstaðar á eini konsert, sum byrjar kl. 23:00 og endar á midnátt, ja so hava foreldrini ábyrgdina av at syrgja fyri, at tey ikki síggja og hoyra tað, sum fyriferst. Vit onnur - tannáringar, ungdómar, tilkomin og eldri - høvdu eina mikið áhugaverda og undirhaldandi løtu. Tað hevur týdning, at LGBT+ persónar í Føroyum síggja seg umboðaðar á palli. Løtan endaði ekstatiskt, tá Lynks og dansararnir runnu oman ás sandin og hoppaðu í sjónum, ið hevði hug at sníkja seg niðan millum áskoðararnar. 

G! Festival hevur ikki hildið uppat at avbjóða okkum, sum lurta, og okkara høvuðsstaður Tórshavn er til samanberingar endaður sum ein provinsiellur danosentriskur eftirbátur - stýrdur av algoritmum, donskum playlistum og beinharðari kommersialismu. Mikið spell og óseriøst (fyri ikki at siga ómentað).

Printz Board & the Butter Funk Family (US). Egin mynd.
Beint aftaná midnátt borgaði LA funk bólkurin Printz Board & the Butter Funk Family fyri eini mikið sannførandi funk veitslu á Spæliplássinum. Tað var musikalskt, tað svingaði, og fólk hugnaðu sær. LA funk uttan stórvegis hóvasták, og teir tríggir Jan Rúni Poulsen (percussion), Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur) og Mikael Blak (bass) dyrkaðu tað eyðsæð. LA funk er bestemt ikki nøkur gerandisvøra her á klettunum - heldur tvørturímóti. Stuttligt at uppliva.
Joe & The Shitboys (FO) á Sandinum á G! Festival 2026.

Kvøldið fekk eitt karrrátt og sannførandi punktum við Joe & The Shitboys á Sandinum. Teir spældu framúr væl, og sangarin Joe (Fríði Djurhuus) hevði gott tak á sínum áhoyrarum. Tey gjørdu bæði moshpit, wall of death og hvat tað annars eitur. Konsertin setti eitt týðandi flugubein hjá teimum, ið vilja hava málm, harðan rokk og punk á G! Festival. Joe & The Shitboys hava spælt nógvar konsertferðir uttanfyri landoddarnar, og drúgvu royndirnar vísa seg á palli. Væl umhugsað avgerð at seta teir á stóra pallin, tí sjálvandi skulu teir tað. At enda komu bæði Sway, Marius DC og limirnir úr Tunghoyrt við á pall at dansa og syngja til "Shitboys in the house". Ein episk løta og ein góður endi á hósdegnum á G! Festival 2026. Túsund takk fyri meg. Vit gleða okkum til fríggjadag og leygardag!

Comments