Bob Dylan vikuskifti - 2. partur

Bob Dylan live í Forum. foto: Sarah Hepburn Johansen

Vikuskiftið 27-29 mars hevði eg tann framíhjárætt at vera til ikki færri enn tvær Bob Dylan konsertir. Leygarkvøldið gekk leiðin yvir um Öresund til Malmö Arena og sunnukvøldið gekk hon til Forum á Frederiksberg. Í báðum umførum spældi Bob konsert við bólki og í báðum førum vóru nøkur fantastiska góð løg framførd. Hatta var tann stutta útgávan, men ein longri ein finst eisini og hon heldur fram her:

(framhald frá 1. parti)

Dagin eftir vaknaðu vit til ein nýggjan sang og ein nýggjan (sunnu)dag. Sólin skein eitt sindur. Hesuferð var tað Meinhard sum ringdi, og hann fekk fatur í mær. Hann og hjúnini Jan Johansen og Sarah Hepburn Johansen ætlaðu á konsert. Sarah hevði myndatól við og tað er hon sum hevur tikið myndirnar frá konsertini.
Solveig og eg fóru nokkso tíðliga avstað at stilla okkum í kø. Tvs. vit vóru har uml. 1 og ein hálvan tíma áðrenn dyrnar opnaðu. Tá var køin ikki so øgiliga lang, men hon vaks skjótt. Eitt, ið vit sannaðu hesa løtuna, og sum eg eisini hugsaði um kvøldið fyri í Malmö var, hvussu ymisk mannamúgvan var; hvussu nógv ymisk fólk ætlaðu sær á konsert at lurta eftir Dylan. Bæði hvat aldursbólki, útsjónd, verumáta, nationaliteti o.m.ø viðvíkur, er talan um ein sera fjølbroyttan hóp av fólki. Eg haldi at tað hevur okkurt at gera við at Bob Dylan hevur verið around so leingi og at har eru so nógv ymisk tíðarskeið og ymiskar versjónir av honum (sum eg skrivaði meiri um í 1. parti). Men eisini okkurt við tað at Bob rúmar nógvum ymiskum. "Høgt til lofti og vítt til veggja" var eitt hugtak.

Vit møttu Meinhard, Jan og Sarah í Forum og tað endaði tíbetur soleiðis at vit øll somul komu at standa saman frammarlaga, ordiliga langt frammi faktiskt. Einar 10 metrar frá pallinum, har sum Bob fór at standa og syngja og spæla. Tað var kul. Her var góður hýrur. Sarah og Jan vóru jú kjarnin í bólkinum glorybox, ið einafer spældi í Losjuni í Götu, og sum var við til at veita íblástur til eina rúgvu av tingum. glorybox gjørdu eina fantastiska góða plátu og eina góða EP eisini. Sarah gav eina frálíka soloplátu út í 2006. Í fjør stovnaðu tey bæði ein nýggjan bólk sum eitur Zhaeng Zhaeng og ein nýggj pláta er í ger. Spennandi er.
Ávegis til Malmö hekk eg út við Johannes úr Lampshade, ið eisini telist millum bólkar, ið hava heinta sær íblástur frá glorybox. Tí var tað stuttligt at møta Sarah og Jan dagin eftir. Tað gav líkasum meining. Mamma Jan var eisini við. Hon var ordiliga fitt. Jan og eg prátaðu dúgliga um My Bloody Valentine túringina í fjør, sum man nú einaferð ger, tá man hittist. Tað var gamalt. Fyrr. Jan og Sarah hoyrdu MBV í Glasgow, meðan Solveig og eg hoyrdu tey á Roskilde festival. Men semja var um, at tað var totalt genialt. Vit prátaðu um alt møguligt annað eisini.
Meinhard var so peppaður, at hann var ikki ordiliga til at fáa kontakt við. Tvær Bob Dylan konsertir uppá eitt vikuskifti er heldur ikki til at kimsa at. Men Sarah tosaði heilt fitt við hann. Meinhard heilsaði eisini uppá onkur onnur fólk sum stóðu har frammi, onkran sum hann kendi frá øðrum Dylan konsertum. Aðrar "Dylanologar". Hardcore fjepparar. Tað var stuttligt. Hetta var ein nörda samankoma í serflokki!

Bíða eftir Bob og spenningurin økist. Foto: Sarah Hepburn Johansen

...og so brádliga...so dempaðust ljósini enn einaferð og eyðkenda annonseringin var aftur at hoyra. Stóðu sum sagt langt frammi og hesuferð sá eg allar limirnar í bólkinum væl, umframt Bob sjálvan. Tað var nakað heilt annað, something else. Bob og co. løgdu frá landi við einum sangi sum vísti seg at vera eingin annar enn "Gotta serve somebody"! Fyrsta lag á teirri meistarligu Slow Train Coming frá 1979. Plátan er hin fyrsta í sonevndu gospel trilogiini hjá Bob. Bæði Meinhard, Jan og eg gjørdu eitt ordans lop í tí vit uppdagaðu hvør sangurin var og tað var so sannliga ikki avtalað frammanundan! "Well, it might be the devil, or it might be the Lord, but you're gonna have to serve somebody." Fantastiskt lag og tá ein í mong ár hevur trálurtað Slow Train Coming, var tað ótrúligt at hoyra tað live. Hetta var ein byrjan sum vildi nakað! Sí video her:


Yvirhøvur var tað stuttligt at standa har frammi og síggja samspælið millum tónleikararnar. Har hendi nógv alla tíðina. Tí Bob hevur eina øgiliga rúgvu av sangum í skjáttuni, og tað er nógv sum verður skift út fyri hvørt kvøld, hóast onkur løg mestsum altíð ganga aftur. "Like A Rolling Stone" og "All Along The Watchtower" plaga t.d at liggja fast onkrastaðni síðst í settlistanum. Men hetta eru eisini tvey av teimum allarbestu løgunum hjá Bob; tveir sangir, ið mestsum hava brent seg fastan í vesturlendska mentan og eru hornasteinar í rock søguni. Men bólkurin trívir sjáldan (ella ongantíð) í rutinurnar; har tykist at vera ein afturvendandi opinleiki fyri tí óvæntaða og spontana í tónleikinum. Sangirnir gerast sprell-livandi í løtuni teir vera framførdir. Góður bólkur eisini. Bassleikari og bandleader Tony Garnier ber av øllum. Hann er for kul og tá Bob introduseraði limirnar í bólkinum, gjørdi eg við vilja eyka nógv burturúr klappi og rópi, tá Garnier var nevndur. Bæði kvøldini. Kanska býttisligt, men hann er ein forbiði dugnaligur og kulur tónleikari. Og hann hevur spælt við Dylan síðani 1989 og hevur ein øgiliga týðandi tónlistarligan leiklut í bólkinum. Hattin av fyri tí.
Aftaná "Gotta Serve Somebody" fingu vit "When I Paint My Masterpiece" og "Watching The River Flow". Báðir av Greatest Hits vol. II frá fyrst í 70unum. Tann plátan var ein dupult ein av slagnum, og tann eina innihelt nýtt tilfar. Ikki sangir sum eg kenni tað stóra til, men ljóðaðu til at vera góðir. Upprunaligu versjónirnar hava hatta har feita "leysa" feelið, ið eyðkennir nógvan 70ara tónleik. Eitt sindur a la Blood On The Tracks frá 75. Eitt lag frá júst hesi plátuni var eisini næst; "Simple Twist of Fate". Super gott.
Í tí sum longu sá út til at gerast ein framúrskarandi konsert, kom so eitt ess afturat úr ermuni; ENN ein sangur av Slow Train Coming, nevniliga fantastiska gospel balladan "I Believe In You". Somuleiðis ein sangur, ið hevur havt ómetaligan týdning gjøgnum árini. Sambært Meinhardi finst so at siga einki fordømi í nýggjari tíð, har Bob hevur spælt heili tvey løg av Slow Train Coming. Sosatt vóru vit heppin at vera har.
Síðani fóru vit ein túr framvið frálíka "Tweedle Dee & Tweedle Dum" av "Love and Theft" (plátan eitur soleiðis, hevur gásareygu við vilja) frá 2001 og so tveir frálíkir Time Out Of Mind (97) sangir í senn; 'Til I Fell In Love With You" og "Tryin' To Get To Heaven".
Time Ouf Of Mind
er ein ótrúlig pláta, framleidd av Daniel Lanois og skitin og nakin og rá og ópolerað. Haldi ikki Dylan var í serliga góðum hýri í tíðarskeiðnum tá tann plátan var til. Tað hoyrist. Sangir um hjartasorg og tað at vera troyttur í sálini. Tað frættist annars at støðan er øvugt í sambandi við tí nýggju, Together Through Life, ið kemur út síðst í hesum mánaðinum. Her sigst hann at vera í góðum lag. Soleiðis er tað so ymiskt.

Multi instrumentalisturin Donnie Herron á fiól og Bob við orglið. Foto: Sarah Hepburn Johansen

Aftaná hetta fingu vit tvinni lyrisk meistaraverk úr mið-60unum; "It's Alright Ma (I'm Only Bleeding" (ein yrking, ið Dylan sjálvur hevur umrøtt sum verandi nakað heilt serligt) av Bringing It All Back Home (65) og hin somuleiðis ótrúligi "Desolation Row" av Highway 61 Revisited (65). Enn ein fantastiska góð yrking í hesum sanginum. Ein yrking, har ein ikki bara soleiðis uttan víðari fær meining og "kronologi" burturúr tekstinum, men har reglurnar eru sum ein langur streymur av lýsandi orðum, ið onkursvegna birta lív í djúparu løgini í tilvitskuni.
Bob spældi orgul í teim flestu løgunum og í "Desolation Row" spældi hann ordiliga feitt riff baserað orgul, ið var berandi í lagnum. Akkurát hesin sangurin var í roynd og veru so góður, at eg mátti næstan klípa meg í armin fyri at sannføra meg sjálvan um at tað var veruligt. Lagið og mæta yrkingin fingu onkursvegna sítt egna flog hesa løtuna. Í mínum stilla sinni takkaði eg bara fyri at eg slapp at upplivað hetta.
Tann mest kiksaða OG tann mest musikalska løtan alt vikuskiftið kom eisini í "Desolation Row". Móti endanum, tá Bob tók munnharmonikuna upp til munnin og ætlaði at spæla solo, men síðani knappliga broyting meining og endaði við at leggja hana frá sær aftur. Hóast hann sá út til vera nokkso illa við av hesum, og tað VAR eisini eitt sindur kiksað, so helt eg at tað vitnaði um musikalska innliving og hetta at "vera í nú'inum"; um ein munnharmonikusolo ikki skal spælast, so skal hon ikki spælast! Sjálvt um tað sær kiksað út! Tað kann eisini hava havt okkurt við tað at gera, at orgul riffið var berandi í sanginum, og tá Bob slepti orglinum, og ætlaði sær í holt við munnharmonikuna, misti sangurin eitt sindur fokus. Ella kanska var tað bara Bob, ið misti pippið eina løtu? Góður sangur og góð framførsla óansæð. Sí her video upptøku av "Desolation Row" live í Forum sunnukvøldið 29/3:


Endin av konsertini, tvs. síðstu løgini í fyrsta settinum og eykaløgini, var umboðaður við klassikarum úr 60unum ("Rolling Stone", "Watchtower", "Blowin' in the Wind") og so perlum av Modern Times (2006), í løtuni tann nýggjasta hjá Dylan; Sálmakendi "When the Deal Goes Down", brakandi feiti rockarin "Thunder on the Mountain" og framúrskarandi jazz balladan "Spirit on the Water". Alt gott at hoyra aftur.
Henda konsertin endaði eisini við "Blowin' in The Wind", somuleiðis í teirri øðrvísi swing kendu útgávuni, ið eisini var at hoyra í Malmö kvøldið fyri. Ein fín rosina í pylsuendanum. Eg fór at hugsa um okkurt sum tann nú deyði Pávin Johannes Páll II segði í 1997, tá Bob Dylan spældi til eitt tiltak í Italia. Pávin var eisini hjástaddur og ymisk italiensk tónleikanøvn framførdu. Tann táverandi kardinal Ratzinger (núverandi Bænadikt pávi) var skeptiskur yvir at "profeturin" Dylan slapp at luttakað og harvið assosierað seg við pávan, men pávin sjálvur hevði eina aðra fatan av tingunum. Hann nýtti sangirnar hjá Dylan sum grundarlag í talu síni. M.a "Blowin' in the Wind":
"A representative of yours has just said on your behalf that the answer to the questions of your life “is blowing in the wind”. It is true! But not in the wind which blows everything away in empty whirls, but the wind which is the breath and voice of the Spirit, a voice that calls and says: “come!” (cf. Jn 3:8; Rv 22:17).
You asked me: How many roads must a man walk down before you call him a man? I answer you: one! There is only one road for man and it is Christ, who said: “I am the way” (Jn 14:6). He is the road of truth, the way of life."
-Johannes Páll Pávi Annar, 1997
Hatta har við vindinum vekir okkurt í mær. Og hatta har við vegnum. Men serliga hatta við vindinum.

Men so er tað spurningurin; hvussu var konsertin? Hvussu vóru báðar konsertirnar? Hvussu var hetta Bob Dylan vikuskiftið? Fyri mítt viðkomandi var tað ordiliga gott. Eg dugi ikki at síggja tað øðrvísi, enn at tað var ordiliga, ordiliga gott. Fantastiskir sangir framførdir live av tí besta núlivandi sangskrivaranum sum eg veit um. Tað er tað sum Bob Dylan í stuttum er; ein fantastiskur sangskrivari. Ikki er neyðugt at gera meira hóvasták burturúr, tó at tað gjøgnum árini hevur verið gjørt øgiliga nógv burturúr.
Dylan er hvørki profetur, "rødd hjá eini generatión" ella nakað annað. Ella er hann alt í senn? Nei, hann er bara ein fantastiskur sangskrivari. Og hann hevur fatað nøkur ting. Hann kennir tað megi, ið liggur í fólkatónleikinum, folk music. Í No Direction Home dokumentarfilminum hjá Scorsese, sigur Dylan, at tað sum upprunaliga dróg seg at fólkatónleikinum, var at hesin tónleikurin avdúkar valdið í samfelagnum, í sivilisatiónini sum heild. Fólkatónleikurin pilkar fasaduna av tingunum (enn einaferð so minnist eg ikki orðarætt, so fyrigev um eg finni eitt sindur uppá).
Dylan hevur eisini fatað, at fyri at vera ein sangari sum veruliga hevur okkurt uppá seg, ein sum hevur okkurt at siga, so má ein "kobla eina slangu" til tann ómetaliga tónleikaarv, ið liggur aftanfyri tað sum er í dag. Tað er eisini kenslan ein situr við, tá ein lurtar eftir Dylan; at hann er partur av eini langari og elligamlari siðvenju, ið strekkir seg langt aftur í tíðina. Ein liður í ketuni.

Men fyri øll hevur tað neyvan verið ein super góð konsert. Solveig helt t.d at tað var kul at síggja og hoyra hann, m.a. tí hann er ein legenda. Men hon kendi fá løg, og onkra løtuna hugdi hon eftir klokkuni. Hon segði tað eisini so væl nakrar dagar aftaná; "har eru so nógv ymisk sløg av fjepparum". Júst so. Tað er ymiskt hvussu nógv ein hevur áhugað fyri tí sum Bob tekst við, og tað er ymiskt hvat ein fær burturúr. Tí Bob er altso eitt sindur kryptiskur. Honum dámar væl at broyta sangirnar og fraserað løgini øðrvísi. Onkuntíð rættiliga øðrvísi. Ein sangur er sum so ongantíð liðugur hjá honum. Tað nyttar lítið at uppfatað nakra upptøku av einum lagi sum eina "definitiva" útgávu. Ein sangur kann altíð broytast og evnast øðrvísi til í hondunum hjá Dylan.
Bob Dylan spælir heldur ikki konsertir fyri at undirhalda fólki ella fyri at tríva í lættkeyptar loysnir. Hann er tað totalt øvugta av øllum "I AIM TO PLEASE!" hugburði. Hann spælir konsertir tí hann er drivin listarliga, tí hann ikki kann lata vera. Hann hevur verið konstant á tour síðani 1988. Reint peningaliga hevur hann ongan sum helst tørv á at gera tað, hann hevði kunna lagt seg at hvíla á laurber bløðunum fyri 30 árum síðani, men hann valdi at lata vera. Hann nærkast teimum 70 árunum, og eg trúgvi lítið uppá at hann altíð heldur at tað er so ólukksáliga stuttligt at traska verðina tunna og spæla konsertir. Men har er okkurt sum drívir verkið, okkurt sum er týdningarmiklari enn banalitetir.
Um ein tímir at fáa eitt sindur av innliti í hesa gongdina, so ber tað til. Men tað er ikki nakað sum bara kemur av sær sjálvum. Ella tað rokni eg ikki við. Ein má fyrireika seg á ein ella annan hátt. Um tað so er á tí tilvitaða ella ótilvitaða planinum. Tað er mítt giss. Í kortum.
Bob Dylan fer víðari á síni túring og vónandi hevur hann nøkur ár eftir og nakrar plátur eftir í ermuni. Nú nærkast hann teim 70 árunum, so tað er gleðiligt hvørja fer ein fær høvi at síggja og hoyra hann live við bólki. Eins og tað er gleðiligt, hvørja fer ein nýggj pláta við nýggjum sangum legst afturat samlaða verkinum.

"I realized at the time that the press, the media, they're not the judge - God's the judge, [...] The only person you have to think about lying twice to is either yourself or to God. The press isn't either of them. And I just figured they're irrelevant."
-Bob Dylan, 2005

Løgini, ið spældu vóru í Forum:

Gotta Serve Somebody
When I Paint My Masterpiece
Watching The River Flow
Simple Twist Of Fate
Tweedle Dee & Tweedle Dum
I Believe in You
'Til I Fell In Love With You
Tryin' To Get To Heaven
It's Alright Ma (I'm Only Bleeding)
Desolation Row
Honest With Me
When The Deal Goes Down
Thunder On The Mountain
Like A Rolling stone

eykaløg:
All Along The Watchtower
Spirit On The Water
Blowin' In The Wind

Comments